Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 25 - 6. februar 2003 Trýstið at vera meistaralið, og frágongdin av týdn- ingamiklum leikar- arum, ger, at HB- venjarin metir eitt realistiskt mál hjá HB í ár er at royna at vinna sær evropeiska luttuku til 2004. LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannesen Hetta var beinrakna svarið hjá venjaranum hjá HB, Frank Skytte, tá vit settu honum spurningin, um nýggju leikararnir í HB koma at vera í røðini av útlendskum leikarum, ið ikki sláa til í føroysku kappingini. Eitt ótal av útlendskum leikarum hava verið í før- oysku kappingini seinastu árini, og flestu teirra hava havt torført við at hækka um støðið í føroysku kapp- ingini. Teir hava tvørtur- ímóti forða ungum føroysk- um leikaranum at sleppa framat á besta liðnum hjá feløgum kring landið. Frank Skytte metir seg hava fingið røttu spæl-arar- nar, ið fara at styrkja um HB-liðið. - Eg havi havt danir í øllum feløgum, eg havi vant í Føroyum, og uttan at taka munnin ov fullan, so haldi eg sjálvur, at eg havi verið sera heppin í mínum valum av leikar- arum, sigur HB-venjarin við Sosialin. Spælararnir Frank Skytte vísir á eru, Kim Christen- sen og Per Nielsen, sum vóru á TB-liðnum ávíkavist í 1982 og 1995, og Anders Nygaard, sum var á Toftum seinasta kappingarár. Verið venjari hjá Martin Christensen Nýggja verjuleikaran í HB, Martin Christensen, hevur Frank Skytte áður vant í Holbæk, Glostrup og Kal- undborg, og tí kennir HB- venjarin væl til dygdirnar hjá danska verjuleikaran- um. - Tað hava altíð verið góð viðurskifti okkara millum, og tí er onki løgið í, at eg vendi mær til hansara, tá HB nú manglaði verjuleik- ara, greiðir Frank Skytte frá. Nýggi áleyparin, Carsten From, hevur Frank Skytte fingið viðmældan frá fyrrv- erandi danska landsliðsleik- aranum, Kim Ziegler, ið gav honum góð skoðsmál. - Eg kenni ikki líka væl Carsten, sum Martin, men at hann hevur verið til- knýttur einum superliga liði, og tað skuldi boðað frá góðsku, sigur HB-venjarin. Frank Skytte leggur afturat, at Carsten From skuldi ver- ið ein fótbóltssvangur ung- ur maður, sum gleðir seg at fáa meira spælitíð, enn hann fekk í FC Midt- jylland. HB-venjarin ásannar, at báðir nýggju leikararnir skulu vísa nakað sum út- lendskir leikarar í Føroy- um, og hann ivast ikki í, at báðir fara at styrkja um HB-liðið. Spurdur um Carsten From og Martin Christensen vóru seinastu nýggju nøvnini í HB, áðrenn kappingarárið í ár fer av bakkastokki, svarar Frank Skytte í stuttari viðmerking, at tað valdast um fíggjarligu viður- skiftinum í felagnum, og skoytir uppí, at HB fram- vegis hevur pláss fyri einum útlendskum leikara afturat, men tað formaðurin í felagnum, sum hevur sein- asta orðið í tí spurninginum. Nýtt ættarlið í HB Tá prátið kemur inn á kappingarárið í ár, sigur HB-venjarin, at hann vónar at fremja eitt ættarliðsskift- ið í HB. -Tað eru einir 5-6 sera ungir og evnaríkir leik- arar í HB, og eitt av málun- um í ár, er at spæla nakra teirra inn á HB-liðið, sigur Frank Skytte. Hann leggur afturat, at meistaraliðið hevur tað vanliga sera tor- ført, og við frágongdini av so royndum leikarum sum Hans á Lag og Johannes Joensen, so kann ein ikki at seta sær ov stórar vónir - Fáa vit spælt nýggju leikararnir rímuliga skjótt inn á liðið, og nakrar av teimum ungu, so kundi eitt realistiskt mál verið at enda á onkrum pláss, ið gevur luttøku í evropeisku kapp- ingunum, sigur Frank Skytte at enda. Frank Skytte: - Eg plagi at raka rætt HB-venjarin bæði vónar og væntar, at nýggju HB-leikar- arnir fara at styrkja um HB- liðið í ár Mynd: Jens Kristian Vang TÍÐINDASKRIV Sunnudagin 2.mars 2003 skipar Fótbóltssambandið fyri venjarasamling fyri allar venjarar í bestu mans- deildini hjá øllum feløgun- um saman við landsliðs- venjarunum Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen. Endamálið við samling- ini er, at venjarar fáa høvi til at greiða frá sínum fyri- reikingum. Samstundis hava landsliðsvenjararnir møguleika fyri at greiða frá sínum hugsanum og arbeiðI við landsliðnum Landsliðsvenjararnir koma at samskipa tiltakið og uml. 20. februar verður tann endaliga skráin send út til feløgini Tað er umráðandi, at fel- øgini ikki leggja venjingar- dystir henda dagin, soleiðis at allir venjarar eru tøkir Venjarasamling Í týsdagsblað okkara skrivaðu vit, at tey 17 mál- ini, sum Áki Mørk skeyt fyri Neistan í dystinum móti KÍF var tað mesta, sum ein einstakur leikari hevði skotið hesi seinastu fýra kappingarárini. Eitt tal sum Áki Olsen eisini rakk á vári í 2000, tá Neistin vann heimadyst á Tjaldri. Tíverri eru ikki ná- greinulig hagtøl fyri hondbóltskappingini í ár- unum undan hesum, og tí ber ikki til at staðfesta, hvussu ofta slík máltogan er komin fyri. Ein lesari hevur tó gjørt okkum varugar við, at tey 17 málini hjá báðum Ák- unum ikki eru met í før- oyskum hondbólti. Klaks- víkingurin Egil Johansen, sum í nógv ár var fastur fúsur hjá Stjørnuni, og sum eisini umboðaði F- royar á A-landsliðnum, skeyt í 1977 21 av 29 mál- um, tá Stjørnan vann 29- 22 á StÍF. Í grein í 14. sep- tember stendur um dystin, at Egil hevði 23 skot- royndir á máli, harav tær 21 fóru inn. Lagt verður afturat, at tær báðar ferðir- nar, at Egil ikki fekk mál, rakti hann stongina, og í øðrum førinum støkk bólturin til viðleikara, sum síðani skoraði. Egil Johansen var sam- bært greinini eisini besti málskjúttin í føroysku kappingini hetta árið, og í einum øðrum dysti megn- aði hann at skjóta 18 mál fyri Stjørnuna. - jm 21 av 29 málum C M Y K 28 Nr. 25 - 6. februar 2003 29 Pedagogar ella hjálparfólk til Sambýlið í Stoffalág 64 í Havn Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum í Stoffa- lág 64 í Havn er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. mars 2003 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastu- mannasettar pedagogar, lønt eftir lønarstiganum 24-31 eftir lønaravtaluni frá mars 2002. Sambýlið í Stoffalág 64 er eitt nýstovnað sambýlið, sum verður heim hjá fimm menningartarnaðum ungfólkum. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum verða at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í heiminum.Týdningur verður lagdur á, at umsøkjar- ar hava fakliga vitan og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira. Hava góð samstarvs- og innlivingarevni, eru kroppsliga væl fyri og ikki bangnir fyri at taka tøk. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella líknandi prógv verða sett sum pedagogar, men um ikki pedagogur verður settur, so verður starvið sett tíðaravmarkað við hjálparfólki, sett eftir hjálpar- fólkasáttmálanum. Nærri fæst at vita um størvini frá Marjuni á Plógv, leiðara á telefon 314664. Umsóknarfreistin er 21 februar og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Softalág 64 Att. Leiðarin FO-100 Tórshavn Aðalfundur Ársaðalfundur Starvsmannafelagsins verður leygardagin 22. februar 2003 kl. 13.00 í Havnar Klubba. Skrá: 1) Frásøgn formansins frá a) farna ári og b) virki felagsins framyvir. 2) Framløga av grannskoðaðum roknskapum til góðkenningar 3) Lógarbroytingar 4) Møgulig uppskot frá limum og nevnd 5) Ásetan av limagjøldum 6) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 7) Val av roknskapargrannskoðara og tiltakslimi 8) Ymiskt. Limir,sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund- inum og møgulig lógaruppskot, mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 15. februar 2003. Starvsmannafelagið Aðalfundur Ársaðalfundur í Eftirlønargrunni Starvsmanna- felagsins verður beint eftir aðalfund Starvs- mannafelagsins í Havnar Klubba 22. februar 2003. Skrá: Frásøgn um virki grunnsins í farna roknskaparári. Framløga av grannskoðaðum ársrokniskapi til góðkenningar. Val av nevndarlimum. Ymiskt. Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund- inum møgulig lógaruppskot,mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 15. februar 2003. Nevndin Fólk til vegadeildina Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi fólki til vegdeildina hjá Landsverkfrøðinginum at byrja 1. mars 2003 ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir um, í summarhálvárinum at vera operatørur á bilinum, sum strípar landsvegirnar, umframt viðlíkahald av hesum bili og onnur ar- beiði í samband við vegamerking. Merkingarliðið hevur støð í Hósvík. Í vetrarhálvárinum skal viðkomandi luttaka í vetr- arhaldinum í samband við graving, fráboðanum o.ø. fyrifallandi arbeiði. Førleikakrøv Umsøkjarin skal verða maskinsmiðjur,bilmekanik- ari ella hava líknandi útbúgving. Tað er ein fyri- munur, at umsøkjarin harafturat hevur stóra koyrikortið og hevur royndir við gravimaskinum. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært av- varðandi yrkisfelag ella sambært avtalu. Roknast kann við yvirtíðararbeiði, serliga vetrarhálvárið. Umsóknir Umsóknir vera at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn, og skulu verða skriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 17. februar 2003. Merkið brævbjálvan »Fólk til vegadeildina«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf. 311333 og tosað við Niclas Danielsen. Nissan Primera til sølu Svartur Nissan Primera 2000 SE, árg. 97 til sølu. Við leðurkabinu, teak instrumentbretti, el-setrum, el-speglum og el-rútum aftan og framman. Hevur sportfelgur, í sera góðum standi. Nýprísur 230.000, nú uml. 117.000. Verð fyrstur við einum góðum boði. Ring á tlf. 0045 22 78 98 69 (helst eftir kl. 20.00) ER BILURIN UTTAN OG INNAN skitin mattur keðiligur Føroya Bilshine Bakkavegur 6 FO-625 Glyvrar Tlf. 448934 · 228934 Fá hann sum nýggjan Vit: *vaska *slípa *polera *forsegla Ring og hoyr nærri !! Vit viðgerða eisini stórar bilar og bussar Ístaðin fyri at keypa nýtt Vit lakera alt innbúgv, so tað verður sum nýtt. Skápshurðar og innhurðar Ein bíligari loysn Auto-Tek Argjaboðagøta 5 · Tlf. 321206 · fax 321236 eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006 29