leygardagur 29. apríl 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kappingin um hvíludagin
HALGUKJAK. Hvar vit skulu fara sunnudag – á møti ella á plenuna. Jónsvein Bech, sóknarprestur, og Niclas Davidsen,
formaður í fótbóltsfelagnum B68 á Toftum, siga sína hugsan um kappingina um sunnudagin
Dánjal Højgaard
Myndir: Judith Johannesen
Ítrótturin hevur fingið gula
kortið.
Í seinastu útgávuni av
Kristiligum Ungmannablaði
staðfestir Uni Næs, prestur í
Fuglafirði, at ítrótturin
hevur fingið stórt vald á
sunnudegnum. Hetta mink-
ar um virðingina fyri
sunnudegnum sum hvílu -
og halgidegi, heldur prestur,
ið heldur tað vera tekin um
vánaliga siðvenju, at sunnu-
dagurin verður nýttur til
ítróttarkappingar.
Tískil mælir hann til, at
umboð fyri ítróttin og
kristnilívið í felag leggja
eina ætlan fyri ítróttin, so at
ítrótturin ávirkar sunnu-
dagin minst møguligt.
Yrkisítrótt ræðir
Jónsvein Bech, prestur á
Nesi er lutvíst samdur við
starvsbróður sín í Fugla-
firði.
– Eg má tíverri geva Una
Næs lutvíst rætt í, at
sunnudagurin hevur fingið
eitt øðrvísi innihald, sum
kann tykjast sum ein kapp-
ing í mun til veruligu mein-
ingina við sunnudegnum
sum halgidegi, sigur prest-
ur, sum heldur størsta
vandamálið vera, at ítrótt-
urin er vorðin eitt yrki.
– Eg meti tað ikki sum
nakran trupulleika, at
ítróttarkappingar verða
hildnar sunnudag. At halda
hvíludag merkir ikki, at vit
skulu vera passiv, men at
vit eisini kunnu geva deg-
num eitt annað innihald enn
tað, sum upptekur okkum
til gerandis.
– Upprunaliga var mein-
ingin við ítróttini, at hon
skuldi vera ein leikur og eitt
spæl – ein avkopling frá
teimum dagligu krøvunum.
Tað er hon framvegis í
stóran mun, men samstund-
is hava pengarnir fingið ein
nokkso stóran leiklut, sigur
Jónsvein Bech.
– Tá tykir mær, at ítrótt-
urin hevur mist sína upp-
runaligu ætlan. Nú er tað
rætt og slætt vorðið eitt
arbeiði, ein yrkisleið. Hetta
rákið ávirkar alt ítróttar-
lívið. Skal tú røkka tind-
inum mást tú stremba longu
frá ungum av, og úrveljing-
in byrjar longu í barna-
deildunum.
Er tað heiðið, at sparka
fótbólt sunnudag?
– Nei, eg vil ikki uttan
víðari siga siga, at tað er
heiðið at sparka fótbólt
sunnudag. Mær
kunnugt hevur ítróttur og
leikur allar dagar verið
partur av samfelagnum. Tað
var hann í tí heidna Grikka-
landi, og tað hevur tað uttan
iva eisini verið í jødiska
samfelagnum. Leikur og
spæl hava fylgt menniskj-
anum frá fyrsta degi, sigur
prestur.
– Guð verður ikki útkon-
kurreraður, hvørki av ítrótti
ella okkara vantandi luttøku
í t.d. guðstænastuni. Men
ítrótturin kann koma at
fylla so nógv, at vit koma at
snýta okkum sjálvi fyri eitt
vælsignilsi, sum Guð vil
geva okkum lut í.
Ítróttur savnar
Niclas Davidsen er for-
maður í B68 á Toftum og
kirkjuráðslimur. Hann vísir
greitt aftur, at ítrótturin
vanvirðir sunnudagin við at
hava kappingar sunnudag.
Fyri sína egnu ítróttargrein,
fótbóltin, sigur hann, at
Fótbóltssambandið hevur
roynt at avmarka kapping-
ina sunnudag so nógv sum
tilber. T.d. við, at eingin
kapping er fyrrapart sunnu-
dag og at børnini og tey
ungu ikki spæla dyst sunnu-
dag.
– Men tú mást eisini vera
realistur. Í ár skulu spælast
umleið 3.500 fótbóltsdystir
í Føroyum, og tað er púra
vónleyst at avgreiða allar
hesar dystirnar leygardag.
Sum er, verða dystirnir
leiktir kring alt landið.
Skuldu allir hesir dystirnir
verið avgreiddir leygardag,
máttu vit havt nógv fleiri
ítróttarvøllir, sigur Niclas
Davidsen.
– Fótbóltskappingin er
løgd soleiðis til rættis, at
hon ikki útkonkurrerar
kirkjugongdina.
Tað er í ávís-
um førum, at
dystirnir fella
saman við møtum,
men tað er tí, at fót-
bólturin hevur pláss-
trot, sigur
B68-formaðurin, sum
viðgongur, at tá ið leikarar-
nir skulu spæla útidyst,
sleppa teir ikki altíð í
kirkju.
Tú ert sjálvur familju-
maður. Hevur tú ongantíð
ynskt tær, at tað var meira
hvíld yvir sunnudegnum, tá
ið øll skuldu í hvør sína ætt
til ymskar ítróttarkapping-
ar?
– Tað hendir av og á at,
tú kemur at kenna teg meira
ella minni sundurbýttan.
Men ítrótturin hevur givið
so mikið nógv gott, at tað
vigar væl upp ímóti.
Er tað ikki trupult at fáa
alt ganga upp?
– Nei, tað er tað ikki. Vit
fara í kirkju klokkan 11. Vit
fara í sunnudagsskúla
klokkan 2 og til fótbólt
klokkan 3.
So tú kennir einki til tví-
drátt?
– Tað eru ávísir dystir, tá
ið tú noyðist avstað tíðiliga
sunnumorgun. Tá kunnu
trupulleikarnir gott stiga seg
upp, sum Uni Næs nevnir í
Kristiligum Ung-
mannablaði, sigur Niclas
Davidsen, sum heldur, at
fótbóltur er eitt savnandi
familjutiltak:
– Familjurnar eru ofta
áhugaðar í ítrótti, og tað er
vanligt, at tær møta her
uppi, tá ið dystur er - for-
eldur, børn og systkin, sum
annars ikki høvdu møtst.
Tískil kann tað virka savn-
andi heldur enn spjaðandi.
Vantandi tilrættarlegging
Formaðurin í B68 við-
gongur kortini, at tað eru
ávísar ítróttarkappingar,
sum órógva sunnudagin
óneyðugt:
– Eg havi varhugan av, at
í ávísum ítróttargreinum
hevði tað verið tiltrongt við
eini tilrættislegging, sum
gongur tí kristiliga partin-
um av sunnudegnum á
møti. Talan er um stórar
kappingar, har trupult er at
fáa tíðina at røkka – eisini
sunnudagin. Slíkar kapp-
ingar áttu heldur at verið
býttar sundur, so at tær vóru
avgreiddar yvir eitt longri
tíðarskeið. Hvørja ítróttar-
grein, eg hugsi um, fari eg
ikki at nevna, sigur fót-
bóltsformaðurin á Toftum,
sum ikki vil hoyra talan
um, at tað er heiðinskapur
at sparka bólt sunnudag.
– Vit mugu ikki gloyma,
hvat ið sunnudagurin skal
brúkast til – eisini á anda-
liga økinum. Hinvegin er
tað sera sunt fyri ungdómin
at hava nakað ganga uppí.
Tað hevur víst seg at hjálpt
mongum, at tey hava verið
virkin í ítrótti, og dømi eru
um kendar útlendskar fót-
bóltsspælarar, sum hava
vent um og hava boðað
Guðs orð gjøgnum fót-
bóltin, er hansara svar.
Kristin nýhugsan neyðug
Jónsvein Bech heldur, at
tey, sum standa fyri anda-
liga tilboðunum sunnudag,
mugu læra seg at liva í
nútíðini.
– Eg vil ikki siga, at vit
skulu taka kampin upp móti
ítróttini. Eg eri púra samdur
við Niclasi í, at ítróttur er
gagnligur, bæði fyri heils-
una og tann felagsskap
hann gevur. Trupulleikin er,
at ítrótturin er vorðin so
umfatandi. At nógv av
teimum ungu eru við í so
nógvum ymiskum virksemi
og skulu náa so nógv hend-
an eina dagin. Tað er hetta,
sum skapar trupulleikar,
sigur presturin.
– Tað er gleðiligt at
hoyra, at Fótbóltssamband-
ið hugsar um at leggja
kappingina til rættis, so-
leiðis at vit, so vítt gjørligt,
ikki gera hvørjum øðrum
fortreð. Í hesum sambandi
má kirkjan helst eisini læra
seg eina nýhugsan og síggja
støðuna, sum hon er. At vit
mugu vera ein kirkja í
tíðini. Tað nyttar einki at
læsa seg fastan í arbeiðs-
hættir, sum hóskaðu til
samfelagið fyri hundrað
árum síðani.
Hevur kirkjan sovið í
tímanum?
– Tað kann væl vera. Í
hvussu so er noyðast vit at
taka í egnan barm. Vit
mugu finna fram til
arbeiðshættir, sum bera í
sær, at vit laga okkum til ta
nýggju støðuna.
Óhugsandi forboð
Sóknarpresturin í Fugla-
firði, Uni Næs, hevur skotið
upp, at kirkjurnar, sam-
komurnar og Ítróttarsam-
band Føroya í felag leggja
eina ætlan fyri ítróttin, so at
hann ávirkar sunnudagin
minst møguligt.
Hesum uppskoti taka
Jónsvein Bech og Niclas
Davidsen væl undir við.
Men hvørgin teirra er fyri at
forbjóða øllum ítróttarkapp-
ingum sunnudag.
– Tíðin kann ikki skrúv-
ast aftur, sigur formaðurin í
B68, sum heldur, at eitt
ítróttarbann sunnudag hevði
møtt stórari mótstøðu í
Føroyum í dag.
– Skulu vit hava ítrótt
framyvir, so ber tað rætt og
slætt ikki til at forbjóða
honum sunnudag. Tað eru
so nógv fólk, sum taka lut í
ítrótti, at tað ber ikki til at
avgreiða allar kappingarnar
hinar dagarnar. Tað er eisini
sunnudag, fólk hava frí.
Nógvastaðni, serliga úti á
bygd, eru fólk upptikin
leygardag. Tey velta,
hoyggja ella gera annað
arbeiði. Tískil høvdu tað
ikki verið nógvir áskoðarar
til dystirnar leygardag, og
áskoðararnir hava týdning
fyri raksturin av feløgunum.
Fótbóltsformaðurin á
Toftum óttast fyri, at eitt
bann fyri at sparka bólt
sunnudag hevði havt bein-
leiðis skaðiliga ávirkan á
tey ungu:
– Um so var, høvdu vit
verið noydd sálda frá, so at
fleiri ítróttarfólk ikki høvdu
sloppið upp í part. Fótbólt-
urin er eitt gott sosialt og
fyribyrjandi fyribrygdi. Við
at hava áhuga fyri fótbólti
vera tey ungu spard fyri so
nógv annað, sum kundi
verið óheppið fyri tey. At
vaksnamannadystir verða
leiktir sunnudag hevur eis-
ini eitt fyribyrgjandi ele-
ment í sær. Leikararnir
mugu vera væl fyri, og tí
verður vikuskiftið friðaligt
og róligt.
Heldur enn at fara í býin
leygarkvøld at drekka seg
fullar?
– Ja.
Ov nógv kristin
tiltøk
– Eg havi
ongantíð verið
tilhangari av,
at vit fáa
nakað
positivt
burtur úr bara
við at seta forboð,
sigur Jónsvein Bech,
prestur, sum tykist hava
betri hug at seta krøv til
kirkjuna enn til ítróttin:
– Vit mugu leggja viður-
skiftini soleiðis til rættis, at
tað verður innbjóðandi hjá
fólki at koma t.d. í kirkjuna.
Gera smidligar skipanin, so
at tað eisini verða stundir til
Guð, sigur presturin, sum
skýtur upp at broyta guðs-
tænastuna í fólkakirkjuni,
so at hon í størri mun verð-
ur eitt savnandi familju-
tiltak sunnudag:
– Kirkjan hevur býtt fólk
sundur í aldursbólkar. Vit
hava virksemi fyri børn,
virksemi fyri ung og virk-
semi fyri vaksin. Tað merk-
ist í kirkjuni, at vit koyra
hvør í síni deild og hava
spjatt virksemið út um allan
sunnudagin. Kanska áttu vit
at hugsað um sunnudagin
sum ein familjudag. Tað
hevði verið ein góð av-
kopling frá gerandisdeg-
num, sigur Jónsvein Bech,
sum heldur, at tað átti at
borið til at samskipa
sunnudagskúla og guðs-
tænastu.
– Vit kunnu eisini skapa
so nógv kristiligt virksemi,
at sunnudagurin verður
spjaddur sundur, so at
eingin tíð verður hjá familj-
unum, at vera saman. Á
tann hátt kann tað kristiliga
eisini yvirdrívast.
Einki kristiligt monopol
Ein maður skal einaferð
hava verið spurdur, hví
hann var úti og hoyggjaði í
kirkjutíð. Tá svarar hann, at
tað er frægari at vera
í hoynum og hugsa um
Várharra, enn at vera í
kirkjuni og hugsa um
hoyggið. Mugu fólk í einum
samfelag við trúarfrælsi ikki
sjálvi um, hvussu tey brúka
sunnudagin?
– Jú, tað er einki ivamál.
Men tað er upp til ítróttar-
leiðarar at leggja kapp-
ingarnar soleiðis til rættis,
at vit ikki við vilja
oyðileggja fyri
kristna
partinum
av sunnudegnum, sigur
formaðurin í B68.
– Eg vil kortini halda, at
tað hevði verið betri, at
maðurin sat í kirkjuni og
hugsaði um hoyggið, enn at
hann gekk í hoynum og
hugsaði um Várharra, sigur
Jónsvein Bech. Kortini
ásannar presturin, at tíðin,
tá ið kirkjan hevði einkar-
rætt til sunnudagin, er farin
í søguna:
– Tað mugu vit nokk
síggja í eygnuni. Vit fara
ikki at vera annað enn eitt
tilboð av fleiri. Tí áliggur
tað eisini kirkjuni at finna
út av, hvussu vit gera tað
meira innbjóðandi at vera
við í tí kristna felagsskapin-
um.
»Skulu vit hava ítrótt í framtíðini,
so ber tað rætt og slætt ikki til at
forbjóða honum sunnudag«
Niclas Davidsen, formaður í B68 og kirkjuráðslimur
»Ítrótturin kann koma at fylla so nógv,
at vit snýta okkum fyri eitt vælsignilsi,
sum Guð vil geva okkum lut í«
Jónsvein Bech, prestur
Grafikkur Sosialurin