leygardagur 29. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 82 – 29. apríl 2000
Hundalív umborð á »Fram«
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Vit flyta okkum nakrar mánaðar
fram og eru nú komin fram at
várinum 1910. Amundsen hevði
fingid loyvi at nýta kenda
rannsóknarskipið „Fram“, sum
var kent um allan heim. Fyrsta
ferðin hjá hesum skipinum var
við Fritjof Nansen, har roynt var
at reka móti Norðpólinum.
Næsta ferðin var hjá Otto
Svendrup, sum kannaði ein
stóran part at norðasta partinum
av Ameriku. Tridja og seinasta
ferðin hjá „Fram“ var ferðin til
Suðurpólin. Hon var ikki tann
størsta sjóferðin hjá „Fram“
onnur skip høvdu siglt teinin
frammanundan. Men umborð á
„Fram“ vóru menn, sum skriv-
aðu íshavssøgu, men sum altíð
fara at verða tiknir fram, tá tosad
verður um hvussu menniskjan
tók seg fram og at enda stóð á
pólum jarðarinnan.
At gera „Fram“ til gekk eftir
ætlan og tann 23. april 1910 var
arbeiðið liðugt. Uttan nakað
hóvasták varð norska flaggið
vundið á stong um . Siðan sigldi
skipið frá Horten og til
Kristiania. Her lá tað allan mai
fyri akker uttan fyri festningin á
Akershus. Útgerð varð tikin
umborð. Tað sum teir høvdu
bruk fyri mátti takast inn í
Kristiania. Higani og heilt suður
til Hvalvikina í Antarktis var
ongin havn, har teir kundu taka
útgerð og framvegis halda
ferðina loyniliga.
Enn visti ongin, at Amundsen
hevði avgjørt fyrst at fara á
Suðurpólin, áðrenn „Fram“ helt
leiðina fram norður gjøgnum
Kyrrahavið, út í Íshavið, har
ætlanin var at reka móti
Norðpólinum. At ongin visti, er
ikki heilt rætt. Bróður Amund-
sen, Leon, sum var reiðarin
heima, varð kunnaður og eisini
skiparin á „Fram“
Loyniligt
Tridja juni 1910 sigldi „Fram“
út eftir Bundefjørðinum og kast-
aði akker beint uttanfyri heimið
hjá Amundsen. Her skuldu teir
taka smáttuna umborð, smátt-
una, sum ein av pólfarunum
Stubberup og bróðir hans høvdu
smiðað, sum eini lykla klár hús.
Smáttan stóð uppi í havanum hjá
Amundsen og ongin grunaði
nakað ilt. Heldur ikki tíðinda-
fólk. Amundsen hevði greitt frá,
at smáttan skuldi setast upp á
einum stórum ísflaka og úr
henni skuldu teir gera kanningar.
Smáttan vigaði nógv og ikki
allir av manningini hildu tað
vera ráðiligt at seta hana upp á
einum ísflaka. Helmer Hansen,
ein av pólfarunum skrivaði í
dagbókini, at ein av manningini,
Nielsen, hevði úttala, „at ongin
makt í verðini skuldi fáa hann at
sova á einum ísflaka í hasi
smáttuni.“ Tó meira varð ikki
fregnast um smáttuna. Ongin
grunaði, at norðmenn vóru á veg
móti Suðurpólinum, tá „Fram“
loysti tann beint eftir midnátt,
tann 7. juni og stillisliga sigldi
ut eftir Oslofjørðinum. Hinu-
megin fjørðin á Polhøgda sat
Nansen einsamallur og eygleiddi
sítt gamla far í summarnáttini.
Sjálvur hevði hann ætlað sær á
Suðurpólin. Tá ið hann saman
við Hjalmar Johansen lá vetur á
eini oydnari oyggj í Frantz
Josefs Land, eystanfyri Sval-
bard, hevði hann lagt ætlanir um
at fara á Suðurpólin. Hóast teir
slett ikki vistu av hvørjum
øðrum í hesum máli, Nansen og
Amundsen, so minti teirra ætlan
nógv um hvørja aðra. Nansen
var, aftaná ferðina tvørtur um
Grønland, sannførdur um, at
Suðurpólurin skuldi røkkast av
norðmonnum á skíð og við hjálp
av grønlendskum hundum. Tað
var júst hetta Amundsen ætlaði.
Men Nansen var nú ov gamal til
nýggjar stórferðir og hann hevði
latið skipið til ein yngri mann,
sum skuldi reka móti Norð-
pólinum. Nansen, sum var
dyggasti stuðulin hjá Amundsen
visti einki um, at hesin nú
stevndi móti Suðurpólinum.
Nansen greiddi soninum frá
seinni, at júst hendan løtan var
tann allar svárasta í hansara lívi.
Royndartúr
Amundsen setti ikki beinanvegin
kós suðureftir. Hann var var ein
sera dugnaligur leiðari og hann
var ein varin maður. Tað var
heilt óhugsandi hjá honum at
stevna suður í oyðuna, áðrenn
hann hevði roynt skip og útgerð.
Hann sigldi ein heilan mánað
kring í Norðuratlantshavi, helst
hevur hann verið nærhendis
Føroyum eisini. Alment, so
kannaði hann havdýpið fyri
Nansen, men endamálið við
ferðini var at royna „Fram“ tad
vísir dagbókin.
10 juli 1910 legði „Fram at
bryggju í Bergen og Amundsen
Hundarnir fóru við nógvari tíð umborð...
Báðar stóru myndirnar sýna menn í rigninginum og „Fram“ á veg suður gjørgnum Atlantshavið á veg móti Antarktis
Nr. 82 – 29. apríl 2000
23
fór beina leið til Kristianiu.
Gamli figgidin vitjaði aftur,
nevniliga peningatrotið. Honum
tøvaði framvegis 150.000 krón-
ur, tað var nógvur peningur tá
og illa gekk. Men hjálpin kom
eina heilt aðrastaðni frá. Ein
norðmaður, sum fyri nógvum
árum síðan var fluttur til Agen-
tina og varð vorðin ríkmaður,
góðseigari, hevði hoyrt um
trupulleikarnar hjá Amundsen.
Hann beyð seg til at stuðla í tí
trúgv, at „Fram“ skuldi reka í
Norðuríshavi. Maðurin var
kallaður Don Pedro og hesin
fekk sera stóran týdning fyri
Suðurpólsferðina. Hann bjóðaði
seg at rinda útreiðslurnar fyri
olju og proviant og aðra útgerð,
tá teir komu til Bounos Aires í
Argentina.
Hundalív
Danski kolonibestýrarin,
Daugaard-Jensen, hevði gjørt
sær stóran ómak at fáa góðar
hundar til Amundsen. Beint
eftir, at hann og Amundsen
høvdu tosað saman í Keyp-
mannahavn, í september árið
fyri, so hevði hann sent boð til
Grønlands, at teir skuldu savna
saman eitt ávist tað av hundum,
ið vóru millum tvey og trý ára
gamlir á teimum grønlendsku
handilsstatiónunum Egedes-
minde, Godhavn og Jacobshavn.
Tá hann so um várið kom aftur
til Grønlands, so vildi hann velja
burtur úr flokkinum. Daugaard-
Jensen var vanur at ferðast á
hudasletu og var eisini ein góður
hundakuskur og kendi tí grøn-
lendska hundin.. Hann bjóði 10
krónur fyri tíkar og 12 fyri
hundar. Hetta var tvífalt vanliga
prísin. Men so vildi hann eisini
bara hava góðar hundar.. Betri
kundi tað ikki gerast.
Danir vóru beinasamir móti
Amundsen og teir fluttu hundar-
nar ókeypis til Kristiansand.
Hundarnir vóru fyrstu tíðina á
eini oyggj uttanfyri Kristian-
sand, ein oyggj, sum Amundsen
hevið lánt. Fyrrverandi kokkurin
á „Gjøa“ Adolf Lindstrøm var
komin heilt úr Alaska fyri at
ansa eftir hundunum. Hann
skuldi eisini verða kokkur um-
borð á fram og á Suðurpólinum.
Hassel ansaði eisini eftir hund-
unum. Hann hevði verið við
Otto Svendrup við „Fram“, á
stóru ferðini í Norðurkanada. Nú
hevði hann fingið trygt starv hjá
tollarunum í Noregi. Ikki var
lætt at fáa hann við. Hann ótt-
aðist fyri pensiónini. Men hann
játtaði at ansa eftir hundunum,
til teir komu til San Francisco.
Hann visti einki um, at teir
skuldu á Suðurpólin. Hassel var
ein sera dugnaligur hundakuskur
og Amundsen hevði longu av-
gjørt, at hann skuldi vera annar
av hundakuskunum, hann skuldi
hava við á Suðurpólin. Hin var
Helmer Hansen, sum hevði fylgt
Amundsen so trúliga við
„Gjøu“. Hann var eisini ein sera
dugnaligur kuskur og dugdi væl
at fara við hundunum.
Á oynni uttanfyri Kristiansand
høvdu hundarnir góðar dagar.
Teir ótu seg stívar av rossakjøti,
svóvu, sólaður sær, elskaðu,
svumu og bardust fyri lívinum.
Eftir at hava styrkt seg i tríggjar
vikur vórðu hundarnir fluttir
umboðr á „Fram“ og hetta var
tað seinasta sum varð gjørdi
áðrenn fráferðina. Dagurin var
tann 9. august. Tað tók tríggjar
tímar at fáa hundarnar umboðr
og tað gekk ikki friðaliga fyri
seg
„Ein deilig kensla at loysa og
stevna máti málinum,“ skrivaði
Amundsen í dagbókina.. „Stilli
og klárt. Heitt sum tað bara
kann vera ein heitan
summardag....“
Klokkan hálvgum níggju um
kvøldið var tann seinasti
hundurin hálaður umborð og
akkerið drigið. Fyri at vera heilt
vísur í , at alt skuldi ganga
friðaliga fyri seg, hevði
Amundsen ikki boðað frá nær
teir loystu.
Stormur í Ermasundi
„Fram“ var bygd sum ein balja
og hon rullaði sera illa. Teir
fingu ódnarveður á seg í
Ermasundi og tað tók teimum 10
dagar at sigla igjøgnum.
Endiliga gekk hann upp í norðan
og teir fingur góðan byr so
stevndu út í stóra Atlantshavið.
Amundsen kendi seg lættan um
hjarta, nú var hann langt burtur
frá teim grommu kreditorunum.
Men lagið umnorð var eitt sind-
ur ivasamt. Allir høvdu varðhug-
an av, at okkurt var áfatt, men
ongin visti rættuliga. Í veru-
leikanum so vóru allir lumpaðir.
Teir høvdu játtað seg til eina
ferð í Norðuríshavi, nú vóru teir
á veg móti Suðurpólinum og
ongin visti av tí.
Leiðin gekk móti Madeira.
Amundsen sat í kahyttini og
skrivaði bræv til Fritjof Nansen.
Hetta var ikki lætt. Hann hevið
fingið nógvan stuðul frá Fritjof
Nansen, fyri at ferðin skuldi
koma í lag. Nansen var høgt í
metum i Noregi og hann kundi
fáa mangt í gjøgnum. Amundsen
kendi, at hann hevði lumpad
Nansen og tað dámdi honum
ikki.
Hann greiddi í brævinum
Nansen frá, at tá hann hoyrdi, at
Dr. Cook og Peary høvdu verið
á Norðpólinum, so kendi hann,
at hansara ætlaða ferð í Norðu-
ríshavinum var í vanda. Hann
hevði ongantíð ætlað at gevast á
hondum. Men hann var noyddur
at gera okkurt, sum kundi vekja
áhugan hjá almenninginum.
Annars fekk hann ikki pening til
sína stóru ætlan fyri norðan.
Einasta staðið, sum var
áhugaverð nú var Suðurpólurin
og hann hevði longu tikið
avgerð um at fara hagar, tá ið
hann hoyrdi um, at menn høvdu
staðið á Norðpólinum. Men
ferðin til Suðurpólin skuldi bara
vera ein avstingari. Hann ætlaði
saman við átta monnum at fara á
landi í Antarktis og síðan skuldi
„Fram“ gera dýbdarmátingar í
Suðuratlantshavi, menðan teir
tóku pólin. Tá teir vóru aftur-
komnir til smáttuna í Hvalvíkini,
skuldi skipið avheintað teir og
síðan skuldi tann upprunaliga
ferðin takast upp aftur.
Brævið skuldi sendast, tá teir
komu til Madeira.
Tá teir vóru komnir til
Madeira og høvdu ligið har
nakrar dagar og umvalt motorin,
kallaði Amundsen manningina
saman. Nú var tann stóra løtan
komin, har hann ætlaði at
fortelja monnum sínum sína
ætlan. Deyðatøgn var umborð,
meðan Amundsen sáttliga
greiddi frá síni ætlan. Hann
greiddi út í æsir hvussu „Fram“
skuldi sigla móti Hvalvíkini við
Ross Barrier í Rosshavinum.
Har skuldi níggju manns setast
av og teir skuldi seta kós móti
Suðurpólinum. Teir skuldu liggj-
a vetur í Anktarktis og tilbúgva
ferðina.
Amundsen stendur langur og
myndugur og greiður monnum
sínum frá. Hetta er tíðliga um
heystið 1910. Várið nærkast á
syðru hálvu. Amundsen hevur
ætlanir um at standa á sjálvum
Suðurpólinum nakað fyri jól árið
eftir og einaferð tíðliga í 1912
skal „Fram“ koma aftur eftir
teimum.
Hetta er ein stórsligin ætlan.
Av Suðurpólinum skulu teir
norðureftir Íshavið og har skulu
teir reka í samfull sjey ár.
Amundsen hevði halgað sítt lív
til køldu oyðuna.
Manning sat kvirr og lurtaði.
Siðan blivu teir ein og ein
spurdir um teir tóku undir við
ætlanini. Um ikki, so kundu teir
fara heim aftur beinanvegin við
postbátinum av Madeira.
Allir tóku undir við ætlanini.
Tað lætti í, misstemmningur
hevði verið umborð, nú var hann
horvin. Teir høvdu eitt
spennandi mál fyri framan og
teir ætlaðu sær at vinna.
Fyrsta reaktiónin kom frá kenda
skíðrennaranum Bjåland, sum
Amundsen hevði tikið við, júst tí
hann var so frammalaga á skíð.
„Gott, og vit skulu eisini
vinna.“ segði Bjaaland.
Nú fingu allir úr at gera, brøv
vóru skrivaði og allar ætlanir
vórðu broyttat. Amundsen og
hansara menn vóru á veg til
Norðpólin um Suðurpólin. Ein
veldig kanningarferð, tann
størsta nakrantíð.
... og manningin helt nógv av teimum