leygardagur 29. apríl 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 82 - 29. apríl 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 82 – 29. apríl 2000
post@sosialurin.fo
Subject:
Subject:
Subject:
Subject:
Subject: Teldubræv
Date:
Date:
Date:
Date:
Date: Tue 11. Apr. 2000
To:
To:
To:
To:
To: post@sosialurin.fo
From:
From:
From:
From:
From: arnigreg@post10.tele.dk
Reply to:
Reply to:
Reply to:
Reply to:
Reply to: arnigreg@post10.tele.dk
Brennivínið er svikaligt
Øl og brennivín hava alstóran týdning
fyri álendingar. Ikki tí teir drekka so
ovurhonds nógv, men tí at samfelagið
fær ein stóran part av sínum inntøkum
frá tollfríari sølu av alkoholvørum.
At svenskarar nú í nærmastu framtíð
fáa størri atgongd til bíligt rúsdrekka úr
øðrum ES-londum, og svensku rús-
drekkaavgjøldini samstundis lækka mun-
andi, skapar tí ikki sørt av órógv á Á-
landi.
Tey stóru ferjureiðaríini fáa megin-
partin av sínum inntøkum frá tax-free
sølu, og soleiðis kunnu ferðaseðlaprísir-
nir haldast á einum sera lágum støði.
Hetta lokkar hvørt ár milliónir av svensk-
arum og finnlendingum umborð á tær
stóru ferjurnar, sum sigla í fastari rutu
millum Svøríki og Finland. Áland slapp
sum einasta øki innan ES at varðveita
skattafría sølu eftir 1. juli í fjør, og hetta
hevur gjørt tað áhugavert hjá bæði álend-
skum og útlendskum reiðaríum at lata
skipini leggja at í Álandi á leiðini millum
Svøríki og Finland. Av hesum áðum
hava umleið 9 milliónir ferðafólk lagt
leiðina fram við Álandi seinasta árið.
Og hetta fyrsta árið tykist skattaundan-
takið mótvegis EU at hava givið Álandi
ein veldugan fyrimun í tí hørðu kapp-
ingini innan ferðamannaskipavinnuna í
Eystursjónum.
Skattafría sølan hevur higartil verið ein
sera góð forrætning fyri ferjureiðaríini.
Prísirnir í tax-free handlunum umborð
liggja í miðal bert eini 20-25% undir
prísunum í almennu rúsdrekkasølunum
í Svøríki og Finlandi, og vinningurin hjá
reiðaríunum er tí ógvuliga stórur.
Men nú eru álendingarnir vaknaðir
sum við kaldan dreym av gongdini í
grannalondunum.
Fyrr lítlum mánaði síðani gjørdu Svør-
íki og ES semju um, hvussu Svøríki skal
laga sínar reglur fyri innflyting av rús-
drekka eftir restini av ES. Ár 2004 sleppa
svenskarar at innflyta stórar nøgdir av
bíligum øli, víni og brennivíni úr øðrum
ES-londum, eitt nú Danmark og
Týsklandi. Talan verður um 10 litrar av
brennivíni og 100 litrar av øli og víni.
Longu 1. juli í ár fleirfaldast nøgdirnar
av øli og víni. Finland hevdi longu
frammanundan gjørt avtalu um somu
tillagingargongd.
Svenska stjórnin hevur kunngjørt, at
Svøríki fer at lækka rusdrekkaavgjøldini
munandi fyri at Systembolaget, almenna
svenska rúsdrekkasølan, ikki skal fara
til grundar í kappingini.
Hetta merkir at ferðavinnureiðaríini
eisini mugu fylgja við og lækka sínar
prísir. Reiðaríini eru komin við varis-
ligum metingum um, at so fer helst at
vera.
Men týsdagin kom so tann fyrsta veru-
liga bumban. Størsta álendska reiðaríið,
Viking Line, boðaði frá, at tað fer helst
at flyta tvey av størstu skipum sínum
undir annað flagg 1. januar næsta ár.
Væntandi minking í vinninginum ger tað
neyðugt at minka um rakstrarútreiðsl-
urnar. Hetta seinna, rakstrarútreiðslunar
hjá reiðaríunum, hevur verið ein nógv
umrøddur spurningur seinastu árini.
Finsk og álendsk reiðarí eru fíggjarliga
tyngd av, at Finland ikki hevur gjørt sínar
skattareglur fyri sjóvinnuna so lagaligar,
sum ES loyvir, og at Finland ikki heldur
hevur eina nettolønarskipan fyri sjó-
menn, eins og vit kenna tað eitt nú í
Danmark.
Reaktiónirnar hava verið ymiskar eftir
útspælið frá Viking Line.
Ein leiðari í blaðnum Nya Åland stað-
festir turt at... “Trúskapinum hjá stór-
fyritøkum skal ein ongantíð rokna við.
Tær flyta eftir pengunum, tað er bara so
og er einki at moralisera um“. Tað sum
hevur týdning nú, verður víðari sagt í
hesum leiðara, er at byrja at gera sær
hugmyndir um, hvussu Áland skal klára
seg vinnuliga eftir 2004. “Hvar eru
visiónirnar um, hvussu Áland skal varð-
veita sína vælferð uttan sprittið sum
smyrjievni?“
Løgmaður, ella Lantrådet sum heitið
er her, sigur í eini yvirskrift í størsta blað-
num Tidningen Åland : “Tað er álvari
nú!“ Hann sipar til tær treku sam-
ráðingarnar við finska statin um eina
lagaligari skattalóg fyri sjóvinnuna og
til tingingar millum finska statin og
Áland um at skipa eina egna álendska
skipaskráseting. Men hann staðfestir, at
tað kann taka ár, áðrenn nøkur nýggj
skipan fæst at virka. Og beint nú hevur
landsstýrið ikki nakað boð upp á, hvørji
tiltøk ein kann seta í verk, til tess at búgva
seg til støðuna eftir 2004.
Leiðarin fyri álendsku deildina av
finska sjómannafelagnum heldur, at hetta
er spæl fyri gallarínum og ein roynd at
trýsta bæði statin og fakfeløgini at geva
reiðaríunum betri sømdir.
Helst er útspælið hjá Viking Line í ein
ávísan mun politiskt.
Men fyrst og fremst er tað kortini
fyrsta tekinið um avgerandi broytingar í
búskaparligu umstøðunum og fortreyt-
unum hjá Álandi, ein fyrsta fráboðan um
at Áland stendur framman fyri sera tor-
førum buskaparligum tillagingum kom-
andi árini.
Mikkjal Helmsdal,
Áland
SJÓNVARP. Av øllum
hugsandi londum hevur
Saudi-Arabia júst keypt
donsku sjónvarpssendirøð-
ina, sum Lars von Trier
hevur gjørt eftir Morten
Korch. Talan er um eina
sendirøð í røttum donskum
anda.
Røðin um lívið í Stille-
bækken, sum eisini hevur
verið at sæð í føroyskum
sjónvarpi, gongur eftir
øllum at døma ígjøgnum
sensurin í Saudi-Arabia.
Annars eru evni sum
kynslív og átrúnaður ikki
nakað, sum verður sent í
sjónvarpinum í Saudi-
Arabia, men romantikkurin
og familjustríðini í Morten
Korch-sendirøðini kunnu
gerast vælumtókt í mið-
eystri, halda summi.
Í Saudi-Arabia verða
røddir lagdar út yvir dan-
ska málið, og sendirøðin
fer at ganga undir navn-
inum Quiet Water.
FJØLMIÐLAR. A.P. Møll-
er fyritøkan er ikki longur
ein av partaeigarunum í
Berlingske Tidende. Sam-
bært danska blaðnum Jyll-
ands-Posten
hevur A.P.
Møller selt tey umleið 14%,
sum felagið átti í Berlingske
Officin.
Berlingske Officin gevur
millum annað bløð út, og
tað sigst, at felagið eigur í
2/3 av donsku dagbløð-
unum. Ónevndar keldur
siga fyri Jyllands-Posten,
at partabrøvini hjá A.P.
Møller eru seld Den Dan-
ske Bank og norsku fyri-
tøkuni Orkla, sum framm-
anundan gevur bløð út í
Noregi, Svøríki og Póll-
andi.
- Hetta er fyrstu ferð, at
ein reint kapitalistiskur
eigari fer at brúka parta-
peningin til at vinna peng-
ar og at fáa sær upplýsing-
ar um tað, sum fer fram í
Berlingske, sigur Jørgen
Poulsen, sum er fjølmiðla-
granskari, vísandi til Orkla.
A.P.
Møller
úr Ber-
lingske
Morten
Korch til
Saudi-
Arabia
100.000 krónur fyri handrit
Hálvan august í ár er seinasta freist at lata inn handrit
til handritakappingina, sum Leikpallur Føroya skrivaði
út fyrraárið.
Tað falla 100.000 krónur í lut til tað handritið, sum
dómsnevndin heldur vera tað besta.
Stýrið fyri Leikpall Føroya útskrivaði kappingina, tí
tey halda, at tørvur er á nýggjum føroyskum uppruna-
leikum – bæði fyri at lýsa støðuna í samafelagnum í
dag og fyri at viðgera evni úr fortíðini.
Dómsnevndin, sum skal meta um handritini, er broytt
nakað. Í dag eru hesi í nevndini: Vár Jacobsen, drama-
turgur, Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum og
Olaf Johannessen, sjónleikari í Kongaliga Sjónleikar-
húsinum í Keypamannahavn.
Sum íblástur hevur Leikpallur Føroya saman við
Rithøvundafelag Føroya skipa fyri skeiðum í at skriva
dramatikk.
15 apríl fingu Kristianna
Winther Poulsen, Hoyvík og
Ingolvur Gunnarson, Glyvrar,
ein son. Hann var 58 cm.
langur og vigaði 4650 gr.
16. apríl fingu Majbritt og Jón
Eli Jacobsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3800 gr.
16. apríl fingu Svava og Sjúrð-
ur Højgaard, Akureyri, Ísland,
ein son. Hann var 56 cm.
langur og vigaði 3915 gr.
19. apríl fingu Andrea og Sím-
in Pauli Johansen, Strendur,
eina dóttir. Hon var 55 cm.
long og vigaði 3600 gr.
19. apríl fingu Anja og Terje
Hansen, Søldarfjørður, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vig-
aði 3150 gr.
20. apríl fingu Malan á Svína-
fløtti og Petur Elias Debes,
Miðvágur ein son. Hann var
54 cm. langur og vigaði 3700
gr.
20. apríl fingu Robin og Ingun
Eysturoy, Lambareiði, eina
dóttir. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3250 gr.
20. apríl fingu Anita Wilhelm-
sen og Jónhallur Debes, Argir,
ein son. Hann var 55 cm. lang-
ur og vigaði 3900 gr.
21. apríl fingu Eyð Traber og
Magni Durhuus Olsen, Tórs-
havn, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3700 gr.
21. apríl fingu Ann Joan Nic-
olajsen og Magni Reinert,
Hoyvík, ein son. Hann var 54
cm. langur og vigaði 3400 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Gudstænastur 1. sunnudag eftir páskir
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri Steinhólm
Nólsoy: kl. 12, konfirmatión Sonja Klein
Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur D. Joensen
Hvannasund: kl. 12, konfirmatión, Meinhard Bjartalíð
Hósvík: kl. 11, Marjun Bæk
Vestmanna: kl. 11, Martin R. Jacobsen
Leirvík: kl. 12, Uni Næs
Christianskirkjan: kl. 11, altargangur, Hans Eiler Hammer
Árnafjørður: kl. 11, altarg. Niels Pauli Danielsen
Funningur: kl. 11, Konfirmatión Emil Olsen
Bøur: kl. 11, David Johannesen
Rituvík: kl. 11, konfirmatión Jónsvein Bech
Sandur: kl. 11, altarg.,
Skálavík: kl. 13 (45 ára konfirmantar) Jákup R. Hansen
Miðvágur: kl. 11, Bjarni Bæk
Sumba: kl. 12, (útvarp.) Elsa Funding
Sandvík: kl. 12 Ólavur Rasmussen
Øravík: kl. 11 P. M. Rasmussen
Broytt kirkjutíð: Komandi sunnudag 30. apríl verður farið í
kirkju kl. 11 í Sandavági, Miðvági, Sørvági, Bø, Selatrað,
Eiði og við Norðskála.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl.
21 útimøti.
Mánadagin kl. 20 bønarmøti.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin 1. mai kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma v/ Petur Jacob
Sigvardsen. Evni: Kirkjuviðurskiftini í gomlum døgum.
Týsdagin kl. 16 í KFUK: Várgleði, fyri børn.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06
morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 18 møti.
Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla, sunnudagsskúli, kl. 17.30
bøn og kl. 18 vitnimøti. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Rhema á Hálsi
Leygarkvøldið kl. 21 verður Cafékvøld har Eyðun Jacobsen
luttekur við sangi og vitnisburði. Sunnudagin kl. 11 morgunmøti
og sunnudagsskúli. Hósdagin og fríggjadagin kl. 06 morgunbøn.
Øll eru vælkomin.
Møtiskrá
fyri Føroyatúr hjá Hera Elttør, trúboðara: 30. apríl: Á Skála.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18 møti við Knút Larsen.
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti v/ Gunnar Reynslág
o.ø.
Frelsunarherurin í Havn
Sunnudagin kl. 11 møti, Ruth og Gordon Cocking leiða og tala,
kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Irena og
Eyðun Christiansen luttaka.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19 møti við Hera
Eltør, trúb. Innsavnan.
Keldan, Skálafirði
Alpha-legan byrjar leygarmorgunin kl. 09.30, tessvegna einki
opið hús leygarkvøldið. Sunnudagin møti kl. 17. Barnamøti kl.
17. http://kort.olivant.fo/˜keldan/
Filadelfia, Gøtu
Leygardagin kl. 16 verður barnamøti, kl. 20 evangeliskur fundur
og kl. 22 verður ungdómsmøti.
Sunnudagin kl. 18 verður møti fyri alla familjuna, børn og
vaksin. Svenning av Lofti, Óla Hendrik av Fløtum og Jens
Hammer Egholm luttaka á øllum møtunum.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Møti verður leygarkvøldið kl. 20. Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli og sunnukvøldið kl. 18 er møti. Luttøka norðanfjørs
við talu og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ítróttarhøllin í Klaksvík
Tiltakið sum Heimamissiónin skipar fyri: Sunnudagsskúlin ár
2000 »Eingin er ov lítil til Jesus«, verður sunnudagin 30. apríl
kl. 15. Tiltakið er fyri allar Norðuroyggjar. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Ungdómshúsið á Eiði
Eingin ungdómsløta verður fríggjakvøldið. Víst verður til fel-
agsungdómsmøti á Glyvrum, leygarkvøldið kl. 20.
Kirkjan, Norðskála
Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl.
18 evangel. fundur.
Mánadagin kl. 20 bønarfundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur.
Samkoman Sion, Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudagsskúli.
Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Aglow, Suðuroy
Fundur verður í Porkeris skúla leygardagin kl. 16. Allar kvinnur
eru hjartaliga vælkomnar.
1000-ára haldið
Leygardagin 29. apríl kl. 16 letur framsýningin um kirkjurnar í
Føroyum upp í skúlanum á Giljanesi. J. P. Gregoriussen, arkitektur
hevur skipað fyri og greiðir frá.
Leygardagin 29. apríl kl. 15 heldur Meinhard Bjartalíð, prestur
fyrilestur um Grundtvig í kirkjuni á Húsum.
Sunnudagin 30. apríl kl. 16 heldur Marjun Bæk, prestur,
fyrilestur um Thomas Kingo í kirkjuni í Bø. Havnarkórið syngur.
Sunnudagin 30. apríl kl. 16 lesur Ebbe Rasmussen, prestur,
fyrilestur hjá Axel Tórgarð um Petter Dass í kirkjuni í Hesti.
Tórshavnar Manskór syngur.
Sunnudagin 30. apríl kl. 16 verður »Fagnaðarljóð«)í Vest-
urkirkjuni. Andakt verður við Alfred Olsen. VOX v/Ásbjørn
Berthelsen, Frelsunarherurin. Sigrid Sivertsen leiðir. Victor Carl-
sen spælir.
22. apríl fingu Trine Krämer
og Gunnar Onghamar, Hjørr-
ing, eina dóttir. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3380 gr.
22. apríl fingu Anja og Vagn í
Geil, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 4000 gr.
23. apríl fingu Olga Stenholt
Aasiaat og Høgni Müller, Sal-
tangará, búsitandi í Aasiaat,
eina dóttir. Hon var 49 cm.
long og vigaði 3280 gr.
24. apríl fingu Ingrid Poulsen
og Jóhan Danbjørg Heinesen,
Klaksvík, eina dóttir. Hon var
52 cm. long og vigaði 3500 gr.
24. apríl fingu Eyðbjørn og
Jóhanna Jacobsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm. lang-
ur og vigaði 3500 gr.
25. apríl fingu Janet Matras,
Toftir og Jógvan Joensen,
Tórshavn, ein son. Hann var
55 cm. langur og vigaði 4150
gr.
26. apríl fingu Anja og Vilhelm
Tell, Jena í Týsklandi, eina
dóttir, ið eitur Elsa. Hon var
53 cm. long og vigaði 3560 gr.
27. apríl fingu Fríðunn Nicla-
sen og Eilif Petersen, Hoyvík,
ein son. Hann var 53 cm. lang-
ur og vigaði 3800 gr.
27. apríl fingu Estrid og Fróði
Hansen, Sandavágur, ein son.
Hann var 57 cm. langur og vig-
aði 4200 gr.
28. apríl fingu Birgit og Inge-
mar Højgaard, Toftir, ein son.
Hann var 56 cm. langur og vig-
aði 4900 gr.
ANDLÁT
19. apríl
Óli Michael Norðberg, Hvalba, 74 ár
Eliesar Hans Evald Nolsøe, sonur Andrias og Grace
Nolsøe, 72 ár
Rosith From Petersen, fødd Jensen, Amager í DK.
abbadóttir »Sakan« í Sumba, 61 ár
20. apríl
Malla Andersen, fødd Egholm í Keypmannahavn, 88
ár
21. apríl
Hildibjartur í Dali, skorsteinssópari, van. nevndur
Bjartur, 82 ár
22. apríl
Hanna Knaabe, búsitandi í Haderslev, fødd Heinesen
úr Saltangará, 82 ár
24. apríl
Petrina Joensen, Klaksvík, fødd Poulsen, ættað úr
Kollafirði, 89 ár
Hilmar Poulsen, Argir, 70 ár
25. apríl:
Amalia Olsen, ættað úr Hósvík, búsitandi í Havn, 84 ár
26. apríl
Zacharias Hansen, Sandavágur, 73 ár
Trúgvi Olsen, á Argjaboða, 70 ár
Páskaboð – 1. leygardag eftir páskir
»Og reiðiliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til
grøvina, um sólarris. –4Og tær søgdu hvør við aðra: Hvør skal
velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum«. (Markus 16,3–
3).
Við sólarris komu kvinnurnar út til Jesu grøv til tess at salva
likam hansara. Hendan tunggongda leiðin í náttarmyrkri. Hesin
hugtungi dámurin, at vísa Meistara sínum tann seinasta heiðurin,
– og skilnaðarløta um ævir.
Líka so valdandi myrkrið var langa fríggjadag, tá ið myrkur
legðist um alt landið líka til nóns. Líka so hugtungt lagið var í
Jesu vinaskara, vónloysi og dapurt lyndi. Líka so kveikjandi og
lívsjáttandi hevur hendan løtan hin fyrsta dagin í vikuni verið, tá
kvinnurnar komu út til grøvina um sólarris.
Lívsins stóra umskifti hendi páskamorgun. Tá ljóðaðu gleði-
Eitt ljós á
gøtu míni
boðini snimma á morgni, og sólarljósið krýndi lívið og deyðans
leggstað. Hann var risin upp av deyða og grøv. Hin stóri steinurin
við gravarmunnan var veltur frá, og trupulleikin tikin burtur. Nú
lá leiðin opin inn í grøvina til tess at salva Harrans likam.
Páskamorgun fingu kvinnurnar við Jesu grøv at síggja, at tað
tær mettu sum ein stóra trupulleika. Tær sóu, at steinurin var
veltur frá grøvini. Tær sóu, at grøvin var tóm. Tær hoyrdu eingilin
siga: »Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret, hinum krossfesta; hann er
risin upp, hann er ikki her«.
So lívsjáttandi ljóðar evangeliið um uppreisn Jesu Krist, og so
vælsignað mundi sólarljósið kennast hendan fyrsta morgunin í
vikuni. Hann var risin upp av deyða og grøv, hin krossfesti vinur
teirra.
»Sum ígjøgnum sorta skýggja / kemur fram hin gylta sól, / so
at bølmyrkur má flýggja, / lýsir í um tind og hól«.
Sum tað gekst kvinnunum við grøvina, soleiðis kemur tað
eisini at gangast okkum. Páskaundurið er lívsins sanna kelduvað.
Har vellur gleðin fram, og har fær hin troytta sálin hvíld eftir
stríð og strev. Guð gevi oss at søkja hesa tómu grøv, so at dagsins
fyrsta sólarris krýnir trúgv vára. Tá trúgvin verður krýnd av tí
upprisna, tá er dagurin altíð lættari, ja sælur, sjálvt um eitthvørt
darvandi liggur á vegnum. Amen.
Mikudagin 3. mai hava Jóna og Niels Juul Kristi-
ansen, Æðuvík, silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 6. mai í Bygdarhúsinum
í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða silvur-
brúðarparið við at koma, kunnu tekna seg í sein-
asta lagi 27. apríl á tlf. 448337.
Silvurbrúdleyp