Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 JÁKUP MØRK/JÓANNES HANSEN Fult umfar, t.v.s fimm dystir verða leiktir í bestu mans- deildini um vikuskiftið, og hóast tað enn er stutt útliðið, so er beinanvegin líkt til, at nakrir spennandi dystir eru á skránni Lasarett í Klaksvík Klaksvíkingar og Tomislav Sivic eru í døpurhuga undan ferðini í Gundadal, har HB bíðar. Undan klassikaranum yvir allar aðrar í føroyskum fótbólti er tað greitt, at ein lyklaspælari er langtíðar- skaddur, og at tríggir eru rættuliga ivasamir. Hetta var ikki júst tað, sum teir í Klaksvík hildu seg hava uppiborið eftir kiksaran móti NSÍ. Undir venjing hóskvøldið breyt Pazek kjálkabeinið í tveimum støðum og verður tískil ikki við nógvar tær fyrstu vikurnar. Hin mið- verjin, Jan Andreasen, hev- ur ikki vant í vikuni, tí hann varð skaddur í fótliðnum móti NSÍ. Teir í Klaksvík gera alt fyri at Jan skal vera klárur at spæla í morgin, men í gjár vóru teir ikki alt ov bjartskygdir. Arnold Joensen varð skorin fyri brokk mikudag- in. Teir rokna við, at hann kann spæla í morgin, men hetta man vera eitt sindur ivasamt. Undir venjingini hóskvøldið noyddist John Ryan at gevast. Hann hevði fingið ein vøddaskaða í lær- ið. Hvussu álvarsligur skað- in var, vistu teir ikki á døg- urða í gjár. HB kann við sigri í morg- in leggja seg seks stig fram- um KÍ, sum hevur verið mett sum besta boðið uppá FM. Lagið í HB hevur sjálvsagt verið gott hesa vikuna, men hóskvøldið vórðu teir kløkkaðir. Ingi Rasmussen hevur leingi havt fótliðsskaða. Hann gavst at venja hóskvøldið. Tað gjørdu Hallur Daniel- sen og Rúni Nolsøe eisini, tí teir hildu seg kenna vøddaskaðar. Í HB vóna teir, at skaddu menninir kunnu pjøssast saman til í morgin. Pætur Dahl hevur verið skaddur, men hann vandi aftur hóskvøldið. HB og KÍ hava ofta havt spennandi uppgerðir í Gun- dadali. Ikki minst tann í fjør var minnisrík. Tað var tá, at Kurt Mørkøre skoraði sig- ursmálið í síðstu løtu. Árstalsuppgerðin B68 fær vitjan av B36. Havnarliðið plagdi at hava tað trupult á Toftum, men síðani 1997, tá teir vunnu FM, hevur tað hilnast væl hjá B36 á Svangaskarði. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava saknað tríggjar landsliðsspælarar i vikuni. Hjá B68 eru allir spæla- rarnir tøkir. Uttan Jan Pet- ersen, sum brákaði eitt riv- jabein móti FS Vágum. Tað gongst illa hjá B36 at loysa málverjaspurning- in. Jens Marttin Knudsen, sum vardi málið seinasta sunnudag, kom til Føroya við hinum landsliðsspæla- runum hóskvøldið, men hann og hinir landsliðsspæl- ararnir, sum spæla í Íslandi, skuldu fara yvir aftur í gjár- kvøldið. Í vikuni hevur B36 enn einaferð havt ein íslendskan málverja á vitjan, men tá vit frættu ígjár, var Baldur Bra- gason á veg av landinum aftur. Úr B36 frætta vit annars, at Tróndur Vatnhamar nú er afturkomin av flatlondum, og at hann helst verjir málið á Toftum. Eykamálverjin, Rene Torgarð, er framvegis skaddur. Um annar málverji er á veg til felagið, vil Kristian á Neystabø, formaður í B36, ikki gera viðmerkingar til í løtuni. B68 og B36 vóru í sama bólki í steypakappingini, og vann B68 dystin á Toftum, meðan javnleikur varð úr- slitið í Gundadali. Bæði hava góðar vónir Vesturi á Eiðinum í Vági, taka vágbingar móti gestum av Sandoynni. Í fjør endaði dysturin við javnleiki, men stendur tað til vágbingar, sum hava allar mans tøkar til dystin, so verða øll stigini verandi har suðuri hesuferð. Sandoyingar hava tó á ongan hátt mist mótið. Burt- ursæð frá Bjrøn Thorsteins- son, sum dregist við knæ- skaðan, sum hann fekk í steypakappingini, eru allir mans tøkir, frættist av Sandi. Jógvan Jón Petersen noyddist út móti HB, men roknað verður við, at eisini hann er klárur at taka nýtt tørn. Annars siga sandoyingar seg ikki vænta nakran lætt- an dyst har suðuri. Hinvegin eru teir eisini fullgreiðir um, at talan helst ikki verður um nakrar lættar dystir, so í so máta kann tað gera tað sam- an, hvaðani stigini koma, og stig ætla teir sær við aftur norður um fjørðin. Fyrstu ferð í Sørvági Fyri fyrstu ferð skal lands- kappingardystur í fyrstu deild leikast í Sørvági. Ikki tí, SÍ hevur áður verið við í fremstu røð, men tá æt deildin meistaradeildin, og í so máta verður talan um søguskriving sunnudagin. Mótstøðuliðið er NSÍ, sum higartil hevur staðið seg sera væl á útivølli í ár, og sum í fyrsta umfarinum megnaði at basa føroya- meistarunum úr Klaksvík. Vágamenn hava tó eisini fingið góð úrslit í steypa- kappingini, og hóast teir ikki fingu nakað við sær av Svangaskarði mánadagin, so er tað við góðum treysti, at teir nú fara undir fyrsta heimadystin. Bakus, sum royndi seg í okkurt um ein tíma á Toftum, og Darius, sum ikki fekk verið við ta ferðina, eru nú báðir um at vera klárir, so liði tykist na- kað styrkt hesu ferð. Hin- vegin verður ikki roknað við, at Kim Poulsen ella Eyðfinn Davidsen verða klárir. Hjá runavíkingum eru all- ir mans tøkir, og venjarin, Trygvi Mortenesen, hevur góðar vónir. Hann heldur at nú ræður um at smíða með- Skert KÍ vitjar í Gundadali Fótbólturin um vikuskiftið: Pacek breyt kjálkabeinið hóskvøldið, og bæði hjá HB og KÍ eru fleiri aðrir leikarar ivasamir Dystir um vikuskiftið 1. deild menn, 2. umfar 30.04 FS Vágar-NSÍ Kim Ejdesgaard 30.04 B68-B36 Niklas á Líðarenda 30.04 GÍ-Sumba Birgir Sondum 30.04 VB-B71 Petur Reinert 30.04 HB-KÍ Jens Petur Brattalíð 2. deild menn, 1. umfar 29.04 GÍ-TB Jákup Martin Kjeld 29.04 B36-KÍ Hans F. Hansen 29.04 ÍF-LÍF Tummas Pauli Olsen 29.04 NSÍ-HB Regin Egholm 29.04 Royn-EB/Streymur Eiler Rasmussen 3. deild menn, 2. umfar 30.04 FS Vágar-Skála Ólvaur Weihe 30.04 B68-B36 Dagfinn Olsen 30.04 ÍF-TB Kristian Joensen 30.04 VB-B71 Jens Albert Simonsen 30.04 AB-KÍ Arni Gunnarson Kvinnudeildin 30.04 HB-VB Jóhan Krogh 30.04 Sumba-GÍ Frits Poulsen 30.04 Skála-AB EB/Streymur 30.04 KÍ-NSÍ Jón Kári Frederiksen 30.04 EB/Streymur-B71 Magni Hansen an jarnið er heitt, soleiðis at liðið kann tryggja sær eina góða byrjan upp á árið. Samstundis ávarar hann tó moti ov stórum bjartskygni, tí hann sigur seg hava stóra virðing fyri vágamonnu- num. Ikki stórsigur Seinasti dysturin verður í Gøtu, har sumbingar koma á vitjan. Tey bæði seinastu árini er hesin dysturin end- aður við risasigri til gøtu- menn, men Johan Nielsen heldur ikki, at orsøk er til at taka nakra gleði upp á for- skot. Gøtumenn tykjast enn ikki at hava somu styrki sum undanfarin ár, og har- umframt mugu teir vera Helga L. Petersen fyri uttan, tí hann fekk reytt kort í dyst- inum móti B36 mánadagin. Úr Sumba frættist, at har eru fleiri mans tøkir nú, enn tað vóru undanfarna viku- skifti. Páll Magnar Kjærbo er tó framvegis ikki komin heilt fyri seg, og harum- framt er Birgir Jørgensen eisini ivasamur. Hinvegin eru Dánjal Johan Joensen og Jan Poulsen nú aftur tøk- ir, so tað er við vónum um eitt líkinda úrslit, at sum- bingarnir leggja leiðina norðureftir. TIPS 13 Vika 17. • 23.-29. apr. Við Rúna Nolsøe Seinasta freist leygard. kl. 14.50 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 Aston Villa Coventry Enska Premier League Chelsea Liverpool Enska Premier League Everton Arsenal Enska Premier League Newcastle Coventry Enska Premier League Southapmpton Leicester Enska Premier League Tottenham Derby Enska Premier League West Ham Middlesbrough Enska Premier League Charlton Ipswich Enska fyrsta deild Crewe Bolton Enska fyrsta deild Huddersfiel Stockport Enska fyrsta deild Nottingham Forest Port Vale Enska fyrsta deild Swindon Barnsley Enska fyrsta deild Walsall Pourtsmouth Enska fyrsta deild 1 X 1 X 2 X 2 1 1 X 2 1 X 1 2 1 X 2 X 2 1 1 X 2 1 X 2 JÁKUP MØRK Flestu av hinum fótbólts- deildunum fóru undir sínar kappingar fyri viku síðani, men orsakað av tøttu steypaskránni um páskirnar hevur næstbesta deildin bíð- að eina viku. Fimm dystir standa á skránni, og líkt er eisini til, at summir av hesum kunnu gerast rættuliga áhuga- verdir. Óli til Gøtu Í gøtu hittast næstbestu lið- ini hjá GÍ og TB. Mest á- hugaverda við hesum dysti er helst, um Óli Johannesen verður við á TB liðnum. Tá vit frættu seinast, var spæliloyvi enn ikki komið til landið, men havandi í huga, hvussu skjótt eitt líkn- andi loyvi varð avgreitt fyri knappari viku síðani, er lítið at ivast í at hetta kemur í rættlag. Áhugavert er eisini í hes- um sambandi, at Gøta verð- ur fyrsti staðið har Óli skal royna seg. Tað var jú júst GÍ, sum eisini vildi hava fatur á landsliðsleikaranum, men sum kunnugt valdi hann barndómsfelagið, og við landsliðsleikaranum á liðnum, hava tvørámenn fingið sær ein avgerandi fyrimun, longu áðrenn dyst- urin er byrjaður. Tey næstbestu royna seg Næstbesta liðið hjá klaks- víkingum skal eins og besta liðið til Havnar at royna seg. Onnur deild hjá KÍ skal tó royna seg móti B36, sum nú aftur hevur lið í næstbestu deildini. Í fjør var B36 liðið full- komuliga einaráðandi í trið- ju deild, og spennandi verð- ur nú at síggja, hvussu leik- ur fer at fara í ár. Klaks- víkingar hava nú staðið sína roynd í 2. deild í nøkur ár tilsamans, og lítið er tí at ivast í, at teir fara at gera sítt fyri at prógva, at tað er munur á fótbóltsspælinum í triðju- og aðru deild. Líkist toppdysti Hóast tað enn ikki eru leiktir nakrir dystir í deildini, so kann dysturin í Fuglafirði nærum rópast fyri toppdyst. Talan er um niðurfluttu fuglfirðingarnir, sum skulu royna seg móti grannunum úr Leirvík, sum tey bæði undanfarnu árini hava vunnið silvurmerki í aðru deild. Einki er at ivast í, at bæði feløgini hava ætlanir um at enda ovarlaga í deildini, og tí er eisini umráðandi at fáa eina góða byrjan. Tá talan samstundis er um granna- uppgerð, skuldu allar for- treytir fyri einum spennandi dysti verið til staðar. Alt kann henda Í Runavík skulu næstbestu liðini hjá NSÍ og HB royna seg. Bæði liðini mugu met- ast at vera heimahoyrandi í aðru deild, hóast tey neyvan vera millum liðini, sum skulu taka sær av heiðurs- 2. deild í gongd Í dag verða fyrstu dystirnir í næstbestu fótbóltsdeildini leiktir, og so er alt fót- bóltsárið farið á rull merkjunum seinast í sep- tember mánaði. Mett eftir úrslitunum frá undanfarnu árum, mugu havnarmenninir metast sum lítlir favorittar, men runa- víkingar hava fyrimun av heimavølli, so tað líkist ein- um dysti, har alt kann henda. Royn tykist sterkari Seinasti dysturin hetta um- farið verður í Hvalba, har EB/Streymur kemur á vit- jan. Hvalbingar standa seg vanliga sera væl á heima- vølli. Harumframt hevur EB/Streymur onkursvegna vanliga sera torført við at fóta sær fyrstu umførini av kappingini, og tí talar alt fyri einum heimasigri í hes- um dysti. Hetta er eisini neyðugt, um hvalbingar ætla sær at røkka teimum hæddum, sum liðið reið á í áttatiáru- num, men sundalagsmenn ætla sær helst eisini at hava okkurt orð at siga í hesum sambandi. Jákup Mørk Føroya Fimleikasamband boðar í tíðindaskrivi frá, at kapping í reiðskapsfim- leiki fyri yngru bólkarnar verður á Kambsdali um vikuskiftið. Kappingin verður hildin á Kambs- dali, og verður kappast í tveimum bólkum hjá á- víkavist gentum og dreingjum, soleiðis at talan er um fýra kappingar tilsamans. Talan er um aldursbólkarnar 9-11 ár og 12-13 ár. Kappingin er býtt sundur soleiðis, at leygardagin verður liðkapping, har luttakandi liðini eru Havnar Fimleikakapping á Kambsdali Leygardagin og sunnudagin skipar Fimleikasambandið fyri kapping í reiðskapsfimleiki fimleikafelag, Støkk av Glyvrum, Fok úr Gøtu og Ljósið úr Havn. Sunnudagin verður einstaklingakapping við luttakarum úr somu feløgum. Umleið 70 luttakarar eru við í kappingunum teir báðar dagarnar. Kappast verður í lopi, gólvíðkan, á bita og í ringum. Serliga tykist áhugin at vera stórur fyri gólvíðkanunum, har framburðurin hevur verið sera stórur, síðani nýggja fimleikagólvið varð tikið í nýtslu fyri trimum árum síðani. Leygardagin 29 apríl skipar Bragdið fyri fyrstu kasti kapping í ár. Tað snýr seg um ein kasti 5- kamp fyri menn og ein kasti 4-kamp fyri kvinnur. Greinarnar sum menn- inir kappast í eru: Hamar- kast, Kúlustoyt, diskos- Bragdið skipar fyri kapping Fyrsta kappingin hjá Bragdinum verður leygardagin kast, vektkast og spjót- kast. Kvinnurnar kappast í: hamarkast, kúlustoyt, diskoskast og spjótkast. Kappingin byrjar kl. 13.00. Luttøkugjald 50,- kr. fyri hvønn persón. Øll eru vælkomin. Rúni tippar Veddingarmaður okkara hesa vikuna er liðskaparin hjá HB, Rúni Nolsøe JÁKUP MØRK Tað er longu langt síðani, at Rúni Nolsøe av fyrstan tíð prógvaði, at dugur er í honum á fótbóltsvøllinum. Nú skal hann so eisini royna kynstur síni uttanfyri fótbóltsvøllin, tá hann á hesum síðum fer at gita um úrslitini í ensku kappingini. Fáir greiðr favorittar Veddingarseðilin hesu ferð er anars merktur av, at talan er um óvanliga fáar greiðar favorittar. Eisini verður veddingin nakað torførari, tá vit nú nærkast endanum av kappingarárinum, tí tað er júst um hesa tíðina, at liðini í báðum endum av stigatalvuni veruliga spíla seg úr, meðan tey í miðjuni kanska eru farin at hugsa meira um komandi kappingarár. Tríggjar sikrar Veddingarskipanin er hin vanliga, U-4-6-100, og hetta merkir so eisini, at tríggir sokallaðir sikrir dystir skulu finnast. Rúni hevur satsað upp á tríggjar heimasigrar í hesum dystum, Newcast- le-Coventry, Hudders- field-Stockport og Nott- ingham Forrest-Port Vale. Hevur Rúni kollgitt hesar tríggjar dystir, eru góð útlit fyri einum vinn- ingi. Upp á skift Sum kunnugt eru tað lið- skiparnir á teimum fýra liðum, sum í fjør endaðu ovast í landskappingini. Fyri viku síðani royndu John Petersen og Magni Jarnskor at gita um úrslit- ini, og komandi vikuskift- ið verður tað ein av før- oyameistarunum úr Klaksvík, Jan Joensen, sum fer at meta um, hvar krossarnir á veddingar- seðlinum skulu setast. Leygar- og sunnudagin verður kapping í reiðskaps- fimleiki hjá yngru íðkarunum hildin á Kambsdali Umframt at royna seg móti KÍ, skal Rúni Nolsøe eisini royna seg í tipping hetta vikuskiftið Óli Johannsen verður nú aftur at síggja í heimligu kapp- ingin. TB hevur leiga landsliðsleikaran tað, sum eftir er av donsku kappingini