leygardagur 20. januar 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
PM hevur verið
okkum dyrt
og hevði verið nógv dýrari, um ikki onnur hildu
honum aftur.
At ditta sær at seta eim
fingur á nakað, sum bý-
ráðsformaðurin í Havn,
Poul Michelsen, hevur við
at gera, er ikki lukkuligt.
Tað hevur mangur maður
sannað hesi árini Poul
Michelsen einsamallur
hevur rått fyri borgum í
Havn.
Í mínum starvi sum
blaðmaður loyvdi eg mær
at skriva eina grein um
havnaútbyggingina á
Skansabogunum. Hetta er
eitt arbeiði, sum higartil
hevur kostað stívliga 100
miljónir. Hetta arbeiði er
gjørt samstundis sum havn
er gjørd á Sundi fyri 50
miljónir, og tí var ikki
annað kugsandi enn at tað
hevði áhuga, -um ikki
annað fyri havnafólk.
Hesar havnaútbyggingar
skuldbinda hvøt húski í
Havn 30.000 krónur. Hetta
eru eisini pengar, í hvussu
er hjá vanligum havna-
fólki.
Greinin í Sosialinum 9.
januar snúi seg um
havnalagið uttan fyri
molan. Og nidurstødan
var, at hóast stivliga 100
miljónir higartil eru lagdar
í ætlanina, hava vit fingið
eina kei, sum bert kann
brúkast á hásumri. Skal
keiin brúkast alt árið, skal
arbeiði fyri 50 miljónir
gerast aftrat.
Her skal vera sagt, at
hetta vóru ikki pástandir,
sum undirritaði ella Sosi-
alurin kemur við. Upp-
lýsingarnar eru frá einum
heimildarfólki, sum skuldi
verið eitt hitt besta í júst
hesum máli.
Vanliga siga vit frá,
hvørji fólkini eru, vit tosa
við, og tað kundi eg eisini
gjørt í hesum sambandi
men tað vildi eg ikki
Hetta av teirri orsøk, at eg
óttaðist fyri, at viðkom-
andi tá vildi fingið av at
vita frá býráðsfor-
manninum. Eg vildi heldur
taka skoluna sjálvur.
Og nú er hon komin.
Poul Michelsen breiðir
seg út á heilari síðu í
seinastu leygardagsdimmu
um hesa grein mína í
Sosialinum.
Eitt av hjartamålunum hjå
byrådsformanninum var
at jardleggja Sunds bygd.
Nu hevur hann fingid eina
kei har, men veit ikki hvat
hann skal brúka hana til.
Tad er ikki lukkuligt, at
nakar sigur sína hugsan
um hetta projektið.
AVSANNAR EINKI
Men eftir at hava lisið
grein býráðsformansins
fór eg at ivast í, hvat hann
veruliga vildi við henni. Tí
EINKI, sum stóð í greinini
í Sosialinum varð víst
aftur. Heldur undirbygdi
hana.
Í staðin fyri at viðgera
hesa 100 miljóna fløgu, og
hvat vit hava fingið fyri
hesar pengar, sum Sosi-
alurin loyvdi sær at gera,
skrivar býráðsformaðurin
um heilt onnur mál.
Millum annað um meg
persónliga. Hetta haldi eg
ikki hava nakran sum helst
Nr. 8 — 20. januar 1990
Á
almennan áhuga og lati tí
hesi sparkini fara aftur við
borðinum.
ILØGUBALLID
Gamalt agg til Jav-
nadarflokkin gongur eisini
gjøgnum alla greinina hjå
býráðsformanninum. Ser-
liga tað hann kallar iløgu-
balli0 hjå Javnadar-
flokkinum. (Kanska veit
hann ikki enn, at figgjar-
málaráðharrin í "Javnaðar-
landsstýrinum" er sami
persónur, sum nú er bú-
skaparráðharri í "Fólka-
flokslandsstýrinum") -
men sama ger.
Sagt verður, at hetta
góða javnaðarlandsstýri
vildi forða Poul Michelsen
í at gera eitt og annað.
Vatnverk, brennistød, íd-
naðargki, havnalag o.s.fr.
Asannast má, at illa var
forðað. Hetta er jú alt
gjørt. Veit Poul Michelsen
heldur ikki tað?