Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 23. januar 1990 Heygadrangur syndabukkur — kostar als ikki 130 milliónir Pauli E. lovaði í 1984 P/f Heygadrangt feskfiskatrolara av Skála, men i dag argar hann Palleba, ti hesin fær dupulta »uppsparing« av hesum lyfti hans. Í Dimmalætting 9. januar ynskir Pauli Ellefsen Palleba tillukku vid at hava fingið eitt skip fyri 200.000 kr., hevur kostað 110 milliónir at byggja. Hann koppar tó hesum lukkuynski á og talar um eina av mongum figgjarskandalum í kjalar- vørrinum av undanfarna javnadarlandsstyri. — Tekk fyri, at tað hóast tjóðveldisluttoku, sjálv- stýris- og kr. fólkafloks og framburðsfloks var eitt javnaðarlandsstýri. Hann skírir eisini av- leiðingarnar av húsa- ganginum á Skála fyri »svans«, Atli Dam, Vilhelm Johannesen og Jørgen Thomsen hava loyvt. Og fyri at arga fak- feløgini, sum vid fullum rætti muta imoti skatta- og tollplågan fyri hundr- aðir av milliónum, skerj- ing av barnastyrki, av- teku av prístalsviðgerð og setan av arbeiðsrætti, so sum sum se SAR roynir hann at gera Heygadrang til orsek til hesi tiltøk. Argingin um at Heygadrangur kostar Palleba meira enn saml- aða tvungna uppsparingin í 1989, tó at hon kemur at kosta skattaborgarunum 250 mill. kr. — eydnaðist so mikið væl, at fakrersl- an nú krevur kanning av nøkrum, sum Pauli E., Jógvan S., Signar H. og Jóngerð P. halda seg kunna krossfesta Atla Dam og aðrar javnaðar- menn við. Hetta er syndabukka- spælið einaferð enn. Oli Breckmann hevur spælt tað so meistarliga í mong ár, men hann lærdi tað jú eisini av tí stóra meistara- num í tríatiárunum. Um degini skrivar Pauli E. grein, har hann við vaksandi yvirskriftum let- ur fólkið biðja um Atla Dam, men tað hann veru- liga er úti eftir, er at fáa fólkið einaferð enn at biðja um ein »Barrabass« Løgmadur blåsti ålvars liga til eldin hann sjónvarpi tyduliga øst ur avdúkaði hvussu á- byrgdarleyst landsstýrið Sjálvsagt eina »Hoyring« KUIU s Men ein slík hoyring vil eisini avduka, hvussu gal- id tad kann ganga, tå tad gongur galid i teirri skip- an, sum er uppbygd i Før- oyum. Væl at merkja gongur galið til skeiva tíð — t.v.s. tá landskassin hevur 90% veðhald fyri byggiláni heldur enn 20% veðhald fyri prioritetsláni. Gongur galið, tí tað al- menna hevur verið noytt til at spenna eitt trygdar- net undir alt privat fyri- takssemi, og tí tað al menna í studningsveiting- um má tryggja eina um- fordeildingar figgjarorku til nærum hvenn vinnu- lívsleiðara, útflutnings- fyriskipara ella virkisleið- ara, jú, sjálvt tryggja virksemi peningastovn- anna í hevd og afturpart. Tað eru ikki Jørgen Thomsen, Vilhelm Jo- hannesen ella Atli Dam, sum einsamallir hava skapt hesa skipan — sum varð grundað í 50-unum — men vit hava verið við til at útbygt hana og nýtt hana. Sjálvsagt trúðu vit — eins og aðrir — at hon kundi roynast sum eitt slag av menningarhjálp til eitt vinnulív — ið, tá tað var sett í gongd — so við og við gjørdist rationelt og effektivt, so tað so við og við kom at standa á egnum feti. Ístaðin mugu vit í dag ásanna, at skipanin gjørd- ist fríholt, ið liggur ímill- um veruligu krevini, vinnulívið skuldi livað upp til og tað, vinnulívið — so sum tað er skipað — megnar. Kortini minkaði lands- stýrið 1985-89 stigvíst veðhaldini fyri skipabygg- ing úr 30%, í 1984 til 5% síðustillað við 5% veðhald frá banka í 1989. Stuðuls- lánini vórðu avmarkað úr 30% í 1984 til 10% í 1989 við bygging i Føroyum og 0% við bygging uttan- lands. Nakað av rentutil- skoti kom so við bygging í Føroyum. Eisini fingu vit til vega kvalifiserað uppskot um góðkenning av eginpen- ingi, og ásettu í reglugerð greitt hvussu slíkur skuldi váttast. M.a. at peningur vunnin í sam- bandi við sáttmálagerð ikki kann roknast sum eginpeningur, men skal gera samlaða projektið bí- ligari. Hetta broytti fullkomu- liga ta fíggjarnevndar- samtykt frá 1967, sum åsetti, at þprovisiónir kundu nýtast til eginpen- ing. Annað mál er so tað, at undirritaði í 1984 undir landsstýrissamráðingu- num mælti til at enda- venda skipanini, so kravið um eginpening varð slept til fyrimuns fyri eini bankafígging av ytstu pri- oritetunum — ytstu lánu- num — so ein kvalifiserað — skuldi ein trúð — pro- jektmeting frá peninga- stovnum kom inn í mynd- ina. Hetta tordu aðrir flokk- ar ikki, og byrjaði lands- stýrið 1985-89 tí eftir somu reglum sum guldu meðan Pauli Ellefsen var legmaður, nevniliga at eginpeningur bleiv váttað- ur sum innisteða í pen- ingastovni. Munurin var bert hann, at figgjarnevndin 1981-84 bert einaferð segði limu- num frá hvussu eginpen- ingurin fekst til vega — og tá var hver kommoda og song tald við — meðan Jørgen Thomsen, hverja ferð hann bleiv spurdur, fekk til vega váttanir — >