Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a REE ARAFAT re RAS Nr. 9 — 23. januar 1990 og eisini fyri Heygadrang. Tá Pauli Ellefsen kort- ini talar um »svans«, må tað vera tí at hann er so innlivaður í at »svansa«, at hann heldur tað vera greitt, at allir aðrir gera tað sama. Hví varð Heyga- drangur játtaður? Á vári 1985 samtykti landsstýrissamgongan hin nógv umredda skipa- pakkan — allir fýra flokk- ar. — Hesin pakki fevndi um 16 skip og 3 treytaðar tilsegnir (optiónur). Hesi skip blivu játtað til ótroyttar stovnar, so sum: rækjur, svartkjaft, svart- kalva og skeljar, men har- umframt vóru tveir djúp- vatnsfeskfiskatrolarar, sum komu ístaðin fyri miðalvatnstrolarar, ið skuldu seljast av landi- num. Hesir báðir vóru >Brest- ir« ístaðin fyri »Skansa- tanga< og »Heygadrang- ur« ístaðin fyri »Våga- klett<. Til skipapakkan sektu einir 40-50 av okkara frægastu vinnulívs- og fiskimonnum saman við óroyndum ungum monn- um, og var tað tí ein »kabala« at fáa hendan »pakka« samtyktan við so fáum skipum sum 16. Vit vildu fegnir geva ungum monnum tann tjansin aðrir høvdu havt, tá frítt var at fara á hevu- num, men hetta læt seg jú ikki gera. Eisini vildu vit fegnir sleppa royndum fiski- og vinnulívsmonn- um at ganga nýggjar leið- ganga nygg) ir, men hesir meguleikar vóru eisini avmarkaðir. Okkurt politiskt »kompro- mis< mátti gerast og summir umsekjarar hevdu so góð lyfti frá landsstýrinum 1981-85 at halda um, at landsstýrið, sum tá steig á herðarnar á Paula Ellefsen, kendi seg bundið at taka teir við. Haldið tykkum fast Ísfiskatrolaran >Heyga- drang« arvaðu vit sostatt frá Paula Ellefsen, men tað vóru vit, sum kravdu annan bát út í staðin. Umboð fyri P/f Heyga- drang høvdu nevniliga verid og talad vid Paula Ellefsen å heysti 1984 um loyvi til at byggja trolara i Noregi. Pauli E. segåi nei til inn- flytan, men mælti teim til at gera såttmåla vid Skåla Skipasmidju. Gjørdu teir tad, vildi hann tryggja at landsstýrið jåttadi 30% studulslån, vedhald fyri Skibskreditfondlåni, veð- hald fyri at skipasmiðjan fór at lata lidnan bát og 90% veðhald fyri byggi- lánsfígging. 28. desember 1984 — meðan Pauli Ellefsen enn sat sum legmaður, gjerdi P/f Heygadrangur tí sátt- mála við Skála Skipa- smiðju um bygging av feskfiskatrolara fyri 44 mill. kr. Viðgerðini av hesum sáttmála slapp Pauli E. frá, tá Sambandið, sum vant skulkaði sær undan samgongu við Javnaðar- flokkin, eins og Pauli E slapp frá at viðgera teir tríggjar sáttmálarnar, hann hevði lovað Vest- manna Skipasmiðju — helst fyri at fáa Agnar valdan — meðan hann full- komuliga yvirhoyrdi, at skuldi Vestmanna Skipa- smiðja uppfylla hesar, so mátti hon endurreisast. Á sama hátt slapp Pauli E. undan at viðgera neyð- ugar sáttmálar til Vágs Skipasmiðju, har hann annars hevði runnið á leistum fyri at fáa menn, sum hann noktaði at byggja uttanlands, at gera sáttmálar. Skal ikki siga Paula E. ringan fyri, at hann royndi at útvega føroysk- um skipasmiðjum sátt- málar, tí vit hava ell ynskt at vit kundu bygt skip við vinningi, tí føroysk »expertisa« å hesum øki er neyðug, skulu vit viðlíka- Síða 11 halda okkara flota. Eisini hevdu vit ell — fakfelogini við — skyldu til at royna at varðveita arbeiðspláss, hóast dap- urt útlit. Kortini er Vestmanna Skipasmiðja síðan 1970 tvær ferðir farin á húsa- gang, Vágs Skipasmiðja hóast nútímansgjerd eina ferð farin á húsagang, Skála Skipasmiðja tvær ferðir endurreist í 70-un- um farin, á húsagang triðju ferð í 1989. Einasta skipasmiðja, sum hevur bygt og um- vælt alla tíðina er Tórs- havnar Skipasmidja — hon má so hava havt ávís- an vinning. Hava Jergen Thomsen, Vilhelm Johannesen og Atli Dam alla ábyrgdina av, at føroyskt skipasmíð hevur fingið somu lagnu sum danskt, svenskt, bretskt, norskt og ís- lendskt, har meginpartur- in av ídnaðinum er niður- lagdur? Er Pauli Ellefsen, sum var ráðgevari í so nógvum av hesum skipaprojektum og skipasmiðjuendur- reisnum, tann sum ábyrgdarfríur kann arga og speireka í hesum sam- bandi? Tagnarskylda Onkur man hava hildið seg gingið ov vítt í arging, ti nú ljóðar, at »hoyring« kann ongin verða í hesum máli, tí ell hava tagnar- skyldu. Var so talan um upplýs- ing av hesum máli bert roynd at gera sitandi landsstýri til »Barrabas«, ið kundi gingið fríur? Sjálvsagt vilja vit ikki lata tagnarskyldu gerast forðing, nú málið er komið at liggja sum tað liggur, tí eg rokni við, at allir partar eru áhugaðir fyri at lýsa tað í æsir, so ongar giting- ar sita eftir. Ein legtings- lóg kann so í hvert fall seta legtingslógina um tagnarskyldu úr gildi í hesum feri. Skal sjálvur hósdagin geva eina tíðarfesta kronologiska — frágreið- ing um alla gongdina í sambandi við tey veðhald, sum eru vorðin »effektiv« á Skála og í Vági og vil hon prógva, at tað er ikki byggingin aw Heyga- drangi, sum hevur kostað 130 milliónir at byggja Báðar skipasmiðjurnar rullaðu nevniliga eina milliónaaldu í halli fram an fyri hverja bygging hendan alda endaði sjálv sagt í teim báðum sein astu skipunum Heyga- drangi og Sverra Olasyni Tað ber nevniliga væl til at byta hesi hall ut å allar tær byggingar, verid hava seinastu 6-8 arini, og tå hava væl bædi Jogvan Sundstein og Pauli Ellef- sen ein leiklut. Hetta må ikki skiljast undirritaði vil skúgva ábyrgdina á aðrar heldur ikki umsitingina í Tinganesi, sum Pauli E. plagar at gera — tí tað er givið at tað eftirlit, vit skuldu havt, átti at verið betri so í minsta lagi bleiv tryggjað at skipið varð gjørt liðugt og figgjad áð- renn skipasmiðjan fór av knóranum. Tá vildi ábyrgd lands- kassans svarað til 18% av kostprísinum og ikki 90% av byggiláninum. Skal royna at gera hesa frágreiðing so sakliga og objektiva sum til ber. Men tá tað er gjørt kann umhugsast um ein fram- vegis skal leggja hin vang- an til, tá Pauli E. sam- vitskuleyst roknar við, at menn ikki troysta sær í tað runudíki, hann polit- iskt ferðast í. Nú listarnir yvir effek- tiv veðhald eru komnir í blødini, hevði borið væl til at latið tann »politikaran« ella íspegilin spillnaknan. 20/1-1990 Atli P. Dam SO, at