Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 25. januar 1990 vónir til fíggjarliga ískoytið frá feroyskari síðu. Við landsstýrisskiftið 18. januar 1989 fyrilá tí eingin endalig loysn. Mest møguligt å husagang Landsstyrisskiftid — økti ikki møguleikan fyri at finna loysn, nú tóktist knappliga kostnaðurin av skyldum landsstýrisins av Heygadrangi lítlan áhuga hava. Finnbogi Isaksen legði seg í bráðskundi eftir ein- um sera virknum húsa- gangspolitikki. Loftingin skuldi avtak- ast, veðhaldini steðgast, studningurin minkast og vinnan standa á egnum feti. Nordafar, Skála og mangt annað skuldi undir hamaran ongantíð ov skjótt. Viðv. Skála, hóast skyldur landskassans júst tá vóru uppá tað hægsta. Teir yvirvurderaðu tó styrkina í veðhaldsgrunni- num — sum vit høvdu lagt 5-600 milliónir í — meðan Pauli E. og Jógvan S. frá 1981-84 játtaðu heilt niður í 5 mill. kr. árliga í hendan grunn, hóast teir høvdu hongt okkum uppá milliard í farmaskipaveðhaldum. Ein skríggjandi andsegn til, at teir hildu bankunum terva hundraðir av skatta- fríum milliónum til at standa ímóti tapi við. Bragdligi " húsagangs- politikkurin saman við 180 mill. eyka í fiskivinnu- stuðli ferdi til eina ovur- honds peninganýtslu í 1989, sum ongantíð fyrr — einar 3400-3500 milli- ónir krónur hóast fíggjar- lógin var 3100 milliónir. Neyðareggið til avtøku av »privatkommunism- uni< bleiv við buldur og brak millum Fólkaflokk og Tjóðveldisflokk 3 milli- ónir í minkaðari kreppu- lánsheimild. Tá Eilif Samuelsen talar um brennivargar, kann eg einaferð enn minna á, at eini hús, sum áralangt bit og slit hava reist, kunnu brenna eftir einari nátt. Tí vælkonsolideraða landskassa, vit hevdu gett við hundraðtals milli- óna yvirskoti hvert av árunum 1985-88 aftan á 80 millióna hallið í 1984, lótu teir hundraðir av óneyðugum milliónum rulla-úr í 1989, í staðin fyri at strekkja hesar við at gera avtalur um at fast- halda upprunaligar gjald- ætlanir fyri landskassa veðhildin lán. Sáttmáli við New Zealand Í juni 1989 og desember 1989 kunnaðu menn sam- gonguna um sera ná- greiniligt upplegg um Joint Venture avtalu við fiskivinnufyritekur í New Zealandi. Fyritokur, sum kundu útvega Heyga- drangi heilt upp í 9000 tons av dýrmettum fiska- sløgum, sum hoki, høggu- slokki, Orange Roughy, longu o.ø. umframt fría veiðu eftir summum pelagiskum fiskasløgum. Kvotur til virði av 40 milliónum krónum fyri 25 oyru/kg. Kvotur koreanar og russar hava havt, og sum norðmenn fara við, eru føroyingar ikki til reiðar. Tó at nú skuldi verið lag á manni hjá landsstýri- num at gjørt skipið liðugt — eginpeningurin var nevniliga útafturgoldin av Skála, tá teir onki skip kundu lata — so ønir landsstýrið ikki umsøkj- arunum aftur, ja, fíggjar- nevndin tímir ikki at við- gera umsóknina. (Kanska tí Sv. Á. Ellefsen ikki fekk henda kjans). Tverturímóti boðar løg- maður í út- og sjónvarpi frá, at landsstýrið ikki rerir skipið við eldtong, men vil sleppa sær av við tað líka mikið hvussu stórt tapið gerst. Er tað sonevnd fíggjar- skandala fyri undanfarna landsstýri, ein vil fram- provokera? Merk tykjast ikki vera fyri hvussu nógv Osmund Justinussen skal »premi- erast« fyri ørvitisskapin i Namibia, ella fyri hvussu nógva »menningarhjålp« ein kann veita til ut av lagi »Oprofessionella« Senegalprojekt Birgirs, Olafs og Andriassar, har vit hava mist tiggjutals milliónir áðrenn start. Hvat er so kostnaðurin? Sambært váttan frá klassanum hevur Heyga- drangur kostað 70 mill. kr. sum hann liggur, tó at byggilánið er trekt upp á 80 milliónir. Fekst nakað fyri »kontainaraskipan- ina«, t.d. 40% ella 4 mill. kr., sostatt 66 mill. kr. Leggja vit so rentur av byggilåni afturat (einar 15-20 milliónir sum er sera høgt) og trygging og vakt- arhald einar 2-3 milliónir, koma vit ikki upp á 90 mill. kr. Men eitt „tjekka vísir, at útlegg landskassans pr. ídag til Heygarang, um 35,6 mill. kr. og efturi at gjalda av byggiláni eru 60 mill. kr., íalt 95,6 mill. kr., og tá er bert partur av byggiláninum komið Heygadrangi til góða. Heldur ikki eru tær 24 milliónirnar í veðhalds út- leggum fyri prioritetir í sjálvari skipasmiðjuni komnar Heygadrangi til góðar hóast tær vóru skrivaðar upp á hann. Tær koma hinvegin nýggju án- arunum av skipasmiðjuni til góða sum eftirgeving, sjålvt um tær kundu verið lagaligt lán, sum lands- stýrið veitti. Skrædlið skuldi kanska vera sterst meguligt? Sagt verður at útleggini fyri Ocean Castle eru 142 mill. kr., og so seint sum í kveld sigur SVF, at lands- kassin missir 50 milliónir við liðug-gerðingini av Ocean Castle. Hetta er sjálvsagt burturvið, tí endalig virðismeting av skipinum fyriliggur, og hon er altíð kostprísur fyri nýbygt skip. Hon er um 100 mill. kr. Byggilánið hjá Ocean Castle var — tá skipa- smiðjan fór í likvidatión — trekt til 89 mill. kr. og varð tá bygt fyri 62.5 mill. kr., so hallið er í mesta lagi 26 mill. kr. Tá ein altíð eigur at »dupulttjekka«, fara vit inn ein annan veg og siga, at saldoin á gjaldstovuni veruliga er 142 mill. kr., men so eru 16 milliónir av prioritetsfíggingini settar sum trygd fyri Skibskre- ditfondsfíggingini, altso ein dupultfígging, nú eru vit á 126 mill. kr. Tað, sum farið er í onnur skip, er torført at skilja frá, men taka vit bert eftir- fylgjandi bygginummarið, sum er ein rækjubátur settur í gerð uttan tilsegn og kjølstrektur og bygdur fyri 8 mill. kr. (við rentum 10 mill. kr. ídag) eru vit á 116 og rívuliga eru 10 að- rar farnar í onnur hol áð- renn komið var til liðugt- gerð av Ocean Castle, so nú eru vit á 106, sum er prísurin á Hvítanesi fyri tveimum árum síðani og sambæriligt við prísirnar á Fame og Ango, sum lógu um 100 mill. kr. fyri tveimum árum síðani. Hvar er so peningurin? Vesturskin gav hall 6 mill. kr., og eru hesar ídag vaksnar til 9 milliónir fyri Skála. Teim var boðin akkord uppá 3 mill. kr., men tíverri lyftu teir henni ikki. Noråstjørnan rindaði ikki eina krónu av teim seinastu 9,8 milliónunum, umbyggingin kostaði, hesar eru væl 15 ídag. Hvítanes gav 6 mill. kr. í halli, men teir menn greiddu akkord uppá 3-4 mill. kr. og er tí ídag talan um útreiðslu fyri Skála uppá 3-4 mill. kr. Hjá Helenu manglaðu 600.000 kr. ella ídag 1 millión. Rækjubáturin áður nevndur 8 mill. kr. ella 10 ídag. Skip, ið umvæld eru, men ikki hava goldið. um- boða fleiri milliónir. Við árslok 1987 átti skipasmiðjan útistand- andi 38 mill. kr., og bert lítil partur av hesum er innkomin i likvidatións- búgvið í dag. Alt hetta er endað hjá Ocean Castle og Heyga- drangi áðrenn sáttmála- veðhaldini gjørdust effek- tiv og landsstýrið kundi seta skipasmiðjuna undir administratión. Tá hetta var gjørt komu afturat fe- lagsútreiðslur 20 mill. kr., t.v.s. leigan av skipa- smiðjuni at gera sáttmál- arnar lidnar. Tað er sostatt mesn at siga, at Heygadrangur og Ocean Castle hava kostað landskassanum ávikavist 130 og 142 mill. kr. (50 mill. í halli). Í Vági gekst á sama hátt. Sagt verður, at Sverri Ólason kostaði 50 mill. kr. at byggja meðan lands- stýrið mátti lata hann fyri sáttmálaprísin niðanfyri 30 mill. kr., men tað eru sjálvsagt hallini av Royndini Fríðu, Vestfart og Miðvingi, sum endaðu í Sverra Ólasyni. Kemur »Hoyringin« til annað úrslit? Undirritaði hevur ídag ikki fulla atgongd til allar upplýsingar um hesi mál og má tí byggja á minni mítt, skjel, eg havi avrit av frá míni landsstýristíð og slíkum, ið kann útleið- ast við eitt sindur av tankavirksemi og útrokn- ing. Men tað skal vera leg- ið, um ikki ein hoyring kemur til áleið sama úr- slit. Vóni at mær sum partur í sakini verður loyvt at skifta orð við rætta við- komandi um uppsetingina av hesum útrokningum. síða 7 7 Hvat hava vit lært? Kortini stendur eftir av teimum royndum, vit enn einaferð hava gjørt, at vit eru ikki nóg dugnalig at leggja okkara skipasmíð til rættis. Hvert broyttu reglur- nar um eginpeningsásetan ella ein sáttmálastovnur, sum er uppi í sum ráðgevi og eftirlit frá fyrst til síðst kunnu beta um hetta, fáa vit at síggja um nekur ár. Men so mikið er greitt, at økjandi studningur til einstøk projekt, sum po- litikarar — upp undir val — reypaðu sær av at hava útvegað øll tey árini stuðulslánini vuksu úr 5% upp í 30% og toll- og farmagjaldsendurgjaldið vaks úr ongum upp í 21% av byggikostnaðinum, er ikki leiðin í dag. Skúling í tilrættislegg- ing, upplæring í >Manage- ment«, effektivisering av amboðum og rationaliser- ing av arbeiðsgongd, fe- lags innkeyp og útlegging av special uppgávum til serlig undirleverandørfe- løg hevði loyst seg betur at »investera« i. (Haldi meg minnast hava verið við til at skriv- að hetta í 1970: Ídnaður í sjeytiårunum). Ti er so harmiligt, at útbúgvingarskipanin nu verður sett aftur í tíðina av nýggju fíggjarlógini. Sveríki ásannaði fyri 10- 12 árum síðani at leggjast mátti um í skipasmiðju- ídnaðinum, og at lúking mátti setast í verk. Tað kostaði dýrt. Men 5-6 år seinni vunnu teir tað fleir- falt inn aftur í eking av háteknologiska ferleika- num. 23/1-1990 Atli P. Dam >