hósdagur 1. februar 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NU DS
Ac
FE
g
Nr. 13 — 1. februar 1990
Klárt at
flyta inn
Sjúkrasystrar og sjúkrahjálp-
arar keypa hús
Nevndirnar í teimum báð-
um feløgunum, Sjúkra-
systrafelag Føroya og Før-
oya Sjúkrahjálparafelag
hava avgjørt at keypa hús
saman
Tað eru húsini, sum Edith
og Jákup í Jákupsstovu
bygdu í 1956 í Jóannesar
Paturssonargøtu í Havn.
Seinastu fimm árini hevur
Landsbyggifelagið átt Ják-
upsstovu.
Tað eru eini stór hús, út
við 300 fermetrar í trimum
hæddum. Tey kosta góðar
tvær milliónur krónur.
Sjúkrasystararnar og
sjúkrahjálpararnar býta
húsini sínamillum á tann
hátt, at sjúkrasystarnar hava
tvær tær ovastu hæddirnar,
í felag
og sjúkrahjálpararnir nið-
astu hædd.
Felggini halda bæði tað
vera so upplagt at keypa hús
saman. Og ikki minst, tá tað
er eitt hús, ið stendur so
høgligt í býnum. Starvsøkid
hjá feløgunum er tað sama,
og pengar eru at spara við at
keypa í felag og fyri ein part
hava felags hentleikar i
húsinum. Bæði feløg eru
fyri øktum samstarvi. Ti er
brúkfyri av og á.
Ætlanin er tó, at hvort
felag skal hava sítt, og tey
halda fram við at hava hvør
sín sáttmála.
Sjúkrahjálparafelagið er í
løtuni at kalla heimleyst, og
tær ætla at flyta inn fyrsta
dagin.
Sjúkrasystarnar halda til í
leigaðum hølum á Sval-
bardsvegun. Teimum tørvar
meira húsarúmd, og tær
gleða seg til at fáa sítt egna.
Felagið hevur tríggjar mán-
aðar uppsøgn, men tað er
kortini eingin forðing fyri,
at tær kunnu flyta inn fyrr.
Bæði Meta Johannesen,
forkvinna í Føroya Sjúkra-
systrafelag, og Jórun Joen
sen, forkvinna í Sjúkra-
systarfelag Føroya, leggja
stóran dent á, at nú fer at
bera betur til at gera meira
fyri limirnar. Sjúkrasystr-
arnarætlam.a.atuppbyggja
eitt bóksavn við fakligum
lesnaði. Sjúkrasystrafelag-
ið hevur eisini fleiri undir-
nevndir, ið higartil ikki hava
havt umstødur til at virkað
men nú verður tað eingin
umbering. Húsið gevur báð
um feløgum bestu møgu-
Sida 9
Húsini standa væl fyri
leikar at virka bæði hvør sær
og í felag, halda Jórun og
Mcta.
býnum. Tað er innrættað
sum skrivstovubygningur
og ti verður ikki neyðugt
við nakrari umbygging av
randi
týdningi