fríggjadagur 7. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 26 - 7. februar 2003
Nr. 26 - 7. februar 2003
3
NØVN Í VIKUNI
Í dag fyllir Finnbogi
Ísakson, fyrrverandi
løgtingsformaður,
sekti ár. Bert 23 ára
gamal, varð hann
fyrstu ferð valdur á
ting fyri Norðoya
valdømi. Finnbogi er
ein fjølbroyttur
maður við mongum
áhugamálum og
evnum. Hansara rødd
hevur verið at hoyrt í
Útvarpi Føroya í eitt
mannaminni. Sum
smádrongur var
Finnbogi ein sera
stillur og pliktupp-
fyllandi drongur.
Hann tosaði lítið, og
skúlatingini komu
altíð í fremstu røð
FØÐINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
Finnbogi er ættaður úr
Klaksvík,
sonur
Onnu
Katrinu Wolles av Trølla-
nesi og Jógvan Fredrik
Isaksen úr Leirvík, vanliga
nevndur
Billi-Jógvan.
Anna og Jógvan keyptu hús
úti í Brekkunií Klaksvík, og
har sleit Finnbogi sínar
barnaskógvar.
Í blaðnum í gjár skrivar
vinmaður og partamaður
hansara, Signar á Brúnni,
um politisku avrik hansara,
so tað skulu vit ikki endur-
taka her.
Finnbogi er yngstur av 7
systkjum. Bert 5 ára gamal
gjørdist hann faðirleysur, tá
pápin brádliga doyði. Hetta
hevur ivaleyst merkt hann,
tí hann var sum smádrong-
ur bangin av sær.
Hann var serstakliga still-
ur. og so løgið tað ljóðar,
tosaði hann lítið. Tá ið hann
kom úr skúlanum, vóru
skúlatingini altíð tað fyrsta,
hann setti seg við. Tað
gjørdi ikki mun, um dreing-
irnir komu at spyrja eftir
honum; skúlatingini vildi
hann ikki misrøkja.
Men hesin stilli og eitt
sindur óttafulli drongur
vaks upp og bleiv ein av
teimum, sum hevur sett
varandi spor eftir seg, bæði
mentunarliga og politiskt.
Nakar ræðuskítur hevur
hann ikki verið, hvørki so
ella so. Hansara meiningar
hava komið bæði klárt og
greitt fram. Hann hevur
gjørt eftir síni sannføring
og ikki lagt í tað, sum hini
hildu vera rætt ella best.
Tað eru ikki smávegis
sendingar, Finnbogi hevur
lagt til rættis, bæði í útvarpi
og sjónvarpi. Ein hópur av
skrivaðum tilfari er komið
frá hansara hond.
Finnbogi hevur fingist
við eitt sindur av hvørjum;
millum annað hevur hann
roynt seg sum listamann. Í
barnaheiminum í Brekkuni
hongur okkurt listaverk frá
hansara hond.
Fjøllbroyttur maður
Í hugnaliga heiminum við
Villingadalsvegin, búgva
Finnbogi og kona hansara,
Ása, saman við hundinum.
Laika er uppkallað eftir
fyrsta hundinum, sum varð
skotin út í rúmdina við
russiska rúmdarfarinum,
Sputnik. Laika er sera vin-
arlig og eins gestablíð sum
tey bæði, Ása og Finnbogi.
Finnbogi
hevur
nógv
áhugamál, millum annað
hevur hann bæði høsn,
dunnur og gæs. Dunnusløg
hevur hann fleiri, og eisini
er onkur æða í millum.
Á stykkinum niðanfyri
húsini stendur úthúsið hjá
teimum. Hetta er eitt sjáld-
samt
úthús.
Í
niðaru
hæddini halda djórini til, og
á ovaru hevur hann skriv-
stovu sína, har alt finst,
sum eini nútímans skriv-
stovu hoyrir til.
Alt, bæði innan- og
uttandura, er væl hildið,
sjálvt ánna, sum renur eftir
stykkinum, vaskar Finn-
bogi av einslystum.
Millum mongu áhuga-
málini hjá Finnboga er
eisini ættargransking. Hann
hevur fingið sær eitt amer-
ikankst ættarforrit. Higartil
hevur hann sligið 3600
nøvn inn á telduna. Hann
hevur eitt framúr gott
minni, og tað stendur ikki á
at greiða frá familjubond-
um, fellur prátið inn á tað.
Svarar so tað situr
Finnbogi er kendur fyri síni
kviku og beinraknu aftur-
svar. Ikki bert er hann
skjótur at svara, men er
hartil stuttligur og stundum
bersøgin
At hann hugsar skjótt, er
henda lítla søgan dømi um:
Tá Finnbogi var blaðung-
ur, kom hann á einum polit-
iskum fundi at sita í millum
teir báðar kendu landspolit-
ikkararnar, Hákun Djur-
huus og Jákup Fredrik Øre-
gaard. Onkur, sum sat har á
leið, spurdi unga og klæntr-
asliga Finnboga, hvussu
hann kendi seg millum hes-
ar báðar politisku kempur-
nar.
"Sum eitt tíggjuoyra mill-
um tvey fimmoyru", var
Finnbogi kvikur at svara.
Tað kundi verið mangt at
sagt frá um Finnboga; men
pláss verður ikki fyri øllum
her. Við sínum skrivaða
tilfari og yrkingum, útvarps
og
sjónvarpssendingum,
hevur hann givið okkum
øllum varandi dýrgripir.
Sosialurin ynskir Finn-
boga hjartaliga tillukku á
sekti ára degnum.
Evnaríkur og arbeiðssamur maður fyllir seksti
Finnbogi saman við hundi
sínum. Laika er uppkallað
eftir russisku Laiku, ið varð
skotin út í rúmdina við
Sputnik
(Mynd Jens K. Vang)
Finnbogi hevur mong
áhugamál. Í úthúsinum
beint niðanfyri sethúsini við
Villingadalsvegin, hevur
hann gæs, dunnur og høsn
(Mynd Jens K. Vang)
C
M
Y
K
3
2