Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 26 - 7. februar 2003 Nr. 26 - 7. februar 2003 5 Stór oljudálking á Nólsoyarfirði Ongin hevur meldað seg fyri umfatandi oljudálkingina á Nólsoyarfirði, sum varð funnin miku- dagin. Aftur hósdagin sást dálking, hesaferð uttan fyri Hoyvík, og tá MRCC-støðin fór út at kanna støðuna, vildi Djóni Weihe ikki útihýsa, at tað kundi verða neyðugt at taka oljuna uppaftur DÁLKING Ingi Rasmussen Ein stór oljudálking er funnin á Nólsoyarfirði. Mikudagin um middags- leiti fekk sjóbjargingar- støðin hjá MRCC fráboðan um, at eitt stórt øki á fjørðinum varð dálkað. Talan er um tjúkka svarta olju, helst smyrjiolju, sum hevði ein sterkan lukt. Aftur hósdagin sást olja við Hoyvíkina, og leiðarin á MRCC-støðini roknar við, at talan er um eina og somu dálkingarkeldu. – Vit vóru úti við tyrluni mikudagin og kannaðu, men eg dugi ikki at siga, hvussu nógvir litrar talan man vera um. Tað sá rætti- liga umfatandi út, men vit máttu gevast, tí myrkrið kom á okkum, so tað er ilt at siga. Nú fara við útaftur við tyrluni at hyggja nærri eftir, segði Djóni Weihe, tá Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin hósdagin. Tær fyrstu rannsóknirnar vístu, at tað er dálkað mill- um Stong og Eystnes, norð- ureftir ímóti Tangafirði og nakað suður í fjørðin. MRCC-støðin hevur eisini fingið fráboðan um, at olja er sædd longri suðuri, so tað er greitt, at talan er um eitt stórt øki. Hvør oljukeldan er, hevur Djóni Weihe onki boð uppá. Enn hevur ongin meldað seg. Fleiri russisk skip liggja á Redini, so tað kundi verið eitt av teimum, men tað kunnu eins væl vera onnur skip, tí nógv skip sigla ígjøgnum Nólsoyarfjørð hvønn dag. Í fyrstu atløgu roknaði Djóni Weihe við, at oljan fór at reka suðureftir til havs við sjóvarfallinum, men tá olja aftur varð funn- in hósdagin við Hoyvíkina, helt hann, at tað kundi ger- ast neyðugt við eini bjarg- ingarætlan. – Tann heilt tunna filmin verður onki gjørt við, men tá talan er um svarta olju, ið rýkur illa og fevnir um eitt stórt øki, so kann tað gerast neyðugt at fáa oljuna upp, og tað ber til, sigur Djóni Weihe. MRCC-støðin hevur hav- gangandi útgerð, sum kann takast í nýtslu, men tað tekur tíð at rigga hana til. Skip skal fáast inn, útgerð- in skal fáast á keiina, hon skal lossast umborð, og síð- an skal hon setast út á hav- inum. Tvey skip skulu til, tí eitt má vera í hvørjum enda. Tað ganga sostatt nakrir tímar, áðrenn útgerðin er á staðnum, og tí kann tað vera trupult hesa árstíðina, tá tað er ljóst so stutt. Áðr- enn blaðið fór til prentingar vistu vit tó ikki, um tað var neyðugt at gera nakað. Ein stór oljudálking var funnin á Nólsoyarfirði. Oljan, ið var tjúkk og svørt, rak millum Stong og Eyst- nes, heilt norður ímóti fles- uni, og hon gekk eisini suð- ureftir fjørðinum. BORGARSTJÓRASKIFTI Ingi Rasmussen Tvøroyri: Kommunudeild- in hjá Løgmálaráðnum kannar, um borgarstjóra- skifti í Tvøroyrar býráð er í samsvari við kommunu- lógina. Finnleif Guttesen segði seg úr starvi sum borgar- stjóri av persónligum áv- um, og Kristin Michelsen tók yvir, júst tá valskeiðið varð hálvrunnið. Tað líktist einari kreativari uppsøgn. Ein borgarstjóri skal sam- bært kommunulógini sita í fýra ár, og ein avtala mill- um teir báðar um at skifta sess eftir hálvt valskeið varð tískil vrakað av Kommunala eftirlitinum. – Vit hava biðið um øll skjølini í málinum. Hetta verður skjótt avgreitt. Vit hyggja eftir, um eitt nú gerðabókin hjá býráðnum samsvarar við lóggávuna, og tað verður ikki leingi, áðrenn vit koma til eina nið- urstøðu, sigur Hilmar Høg- enni av Kommunudeildini hjá Løgmálaráðnum. Niðurstøða á gáttini Hóast tað varð kunn- gjørt føroyingum, so varð ongin fráboðan nakrantíð send Sam- eindu tjóðum um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðar- rætti. Nú fregnast Kristina Háfoss løg- tingskvinna eftir, um løgmaður fer at standa við síni orð ST-FRÁBOÐAN Ingi Rasmussen Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti. Hetta samtykti løgtingið í síðsta valskeiði í so- nevndu samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks. Tjóðarspurningurin var eisini ein grundleggjandi ósemja, sum førdi til, at samráðingar um at skipa Føroyar sum fullveldi slitn- aðu millum donsku stjórn- ina og landsstýrið í 2000. Tá varð sagt, at nú skuldu føroyingar sjálvir fremja fullveldi heima í Føroyum, og løgmaður skuldi fráboða ST, at føroy- ingar eru tjóð við sjálvsav- gerðarrætti. Men enn er ongin fráboðan farin frá løgmanni til Sameindu tjóðir, og tað er heldur onki, sum ber á tað borðið. Tað hevur fingið Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldisflokkin, at seta Anfinni Kallsberg løg- manni fyrispurning. Hon vil hava løgmann at svara sær, hví hann ikki enn hev- ur boðað Sameindu tjóðum frá løgtingssamtyktini frá 2001 við atliti til sjálvsav- gerðarrætt føroyinga. Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður yvirhøvur hevur ætlanir um at senda áheitan til ST, har biðið verður um at fáa staðfest og viðurkent, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Og um so er, nær. – Føroyingar, altjóða ser- frøðingar og Løgtingið eru samd um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Danska stjórnin er ikki samd og metir ikki, at før- oyingar eru tjóð. Fyri hvønn dag, ið gongdur, viðurkenna føroyskir myndugleikar tískil óbein- leiðis, at føroyingar ikki hava altjóða viðurkenning sum tjóð við sjálvsavgerð- arrætti. Tí er ongantíð ov skjótt at fáa eina altjóða staðfesting av hesum rætt- indum, sigur Kristina Háfoss. Kristina Háfoss vísir á, at føroyingar lúka allar al- tjóðarættarligar treytir fyri at vera tjóð við sjálvsav- gerðarrætti. Hon heldur tað eisini hava stóran týdning at fáa tað staðfest í ST, tí tað vildi givið føroyingum rættindi á altjóða støði. Tjóðir, ið hava rættindi til sjálvsavgerðarrætt, hava nevniliga støðu sum partur í altjóðarætti. Neyðugt er ikki at vera fullveldisríki, men neyðugt er at lúka treytirnar fyri at vera tjóð og at vera altóða viðurkend sum tjóð, sigur Kristina Háfoss. Háfoss sóknast eftir ST- yvirlýsing Týsdagin var fundur millum Strandferðsl- una og Klaksvíkar kommunu, har mill- um annað varð tosað um tænastustøðið hjá Strandferðsluni STRANDFERÐSLAN Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað var Klaks- víkar kommuna, sum tók stig til henda fundin. Stein- bjørn Jacobsen, borgar- stjóri sigur, at tað var eitt ynski frá kommununar síðu at fáa ein fund við Strand- ferðsluna um leiðirnar úr Klaksvík til Leirvík og yvir á Kalsoynna. Og tí tók kommunan stig til fundin og bjóðaði Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutn- ingsleiðara og Kristian Davidsen, stjóra á Strand- ferðsluni á fund í Klaksvík. Á fundinum vóru eisin umboð fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum, formaðurin Finn Johannessen og kunn- ingarleiðarin Christian Olsen. Allir partar lótu væl at fundinum og søgdu, at nógv varð tosað og væl. Størsti parturin av tosin- um snúði seg um kunning sum heild. Um hvussu Strandferðslan og onnur, sum hava tørv á at kunna ferðafólk um ymisk viður- skifti kunnu finna eina ella aðra felagsskipan upp á manglandi kunningina í Norðoyggjum. Har komu partarnir millum annað inn á eina felagsskelting kring landið, sum er í umbúnað. Kristian Davidsen segði, at áheitanin úr Klaksvík varð vælmóttikin, tí Strand- ferðslan er altíð tilreiðar at tosa um tingini. Men hann legði eisini afturat, at Strandferðslan hevur fingið karmar at arbeiða innan- fyri, og so ræður um at fáa tað besta burturúr. – Og tað kann best gerast í samstarvi við teimum, sum varða av staðnum, tí tað er eyðsæð, at kommun- an hernorðuri veit betur, hvat rørist millum fólkið her, enn vit, sum sita á okkara skrivstovum í Havn. Tí er hetta ein avbera góður møguleiki at fáa tosa um nøkur viðurskifti og møgu- liga loyst onkrar praktiskar trupulleikar, sum ikki neyð-ugt kosta so nógv, sigur stjórin á Strandferðsluni. Eisini var tænastustøðið hjá Strandferðsluni uppi og vendi, har Steinbjørn Ja- cobsen nevndi nøkur dømi upp á fólk, sum eru komin við hjartasuffum um Strandferðsluna. Á fundinum varð eisini tosað um Dúgvuna, Tern- una og Sam. Sum er røkir Dúgvan farleiðina millum Klaksvík og Leirvík, og Sam er settur inn afturat til vinnuna, tí Dúgvan ikki nøktar tørvin. Poul Jákup Thomsen segði, at sum heild eru bert positivar aft- urmeldingar komnar um tað. Men síðani Ternan gavst at sigla um Vestmannasund, hevur tosið í Norðoyggjum verið um at fingið Ternuna í staðin fyri Sam. Til hetta segði Strandferðslan, at alt er møguligt, men spurning- urin er, hvussu tað skal fíggjast. Serliga nú Strand- ferðslan skal spara. Men teir báðir frá Strand- ferðsluni nýttu eisini høvi til at vísa á, at tað er mun- andi bati hendur á leið 50, sum er millum Klaksvík og Leirvík. – Vit eru komin upp á einar 10.000 túrar um árið, og tað er ein stór øking, sigur Poul Jákup Thomsen, sum heldur, at tað eigur at verða hugt at, hvar vit vóru fyri nøkrum árum síðani, og hvussu langt vit eru komin í dag. Viðvíkjandi leið 56, sum er millum Klaksvík og Kalsoynna, varð tosað um komandi ferjuleguna á Syðradali. Hon ger, at Barsskor,sum er farin væl upp um pensjiónsaldur, ikki longur fer at røkja ta leiðina. Tosað hevur verið um, at Sam skal røkja ta leiðina, men har er onki fastlagt enn. Og hvat síðani hendir við Barsskor er heldur ikki greitt. Í høvuðsheitum snúði fundurin seg mest um at fáa kunningina betri til út til fólkið og harvið at veita eina betri tænastu. Strandferðslan, Klaksvíkar kommuna og ferðavinnan í Norðoyggjum avmyndað saman eftir fundin teirra millum í býráðshúsinum týsdagin Á nevndarfundi tann 4. februar 2003 viðgjørdi og góðkendi nevndin hjá Norðoya Sparikassa roknskapin fyri 2002 ROKNSKAPUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Úrslitið fyri 2002 gjørdist eitt avlop áðrenn skatt upp á 27,2 milliónir krónur. Endaliga ársúrsltitið eftir skatt gjørd- ist 21,3 milliónir krónur móti 19,8 milliónum í 2001. Innlánið hjá Sparikassan- um øktist við 5, 2 % úr 837 milliónum til 880 milliónir, meðan útlánið øktist við 14 % úr 697 milliónum til 794 milliónir. Eisini var øking í inntøkunum og útreiðslun- um upp á ávíkavist góðar fýra milliónir og tríggjar milliónir krónur. Eginpeningurin vaks við 10, 6 milliónum og er nú 224 milliónir krónur, sum er 20,1 % av samlaðu fíggj- arstøðuni, ið tann 31. de- sember javnvigaði við 1.115 milliónum krónum. Norðoya Sparikassa hev- ur aðalfund týsdagin tann 25. februar 2003 klokkan 15. Høvuðstøl úr ársroknskapi 2002 tøl í mill. kr. Rakstrarroknskapur 2002 2001 Netto rentu- og kostnaðarinntøkur 55,8 51,6 Virðisjavnan av lánsbrøvum, gjaldoyra o.ø. 3,1 2,3 Aðrar vanligar inntøkur 2,8 1,2 Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur 28,7 25,7 Avskrivingar av ítøkiligum ognum 0,9 1,1 Avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar 5,0 4,2 Úrslit áðrenn skatt 27,2 24,1 Skattur 5,8 4,3 Ársúrslit 21,3 19,8 Høvuðstøl úr fíggjarstøðuni Innlán 880 837 Útlán 794 697 Eginpeningur 224 203 Fíggjarstøða íalt pr. 31. desember 2002 1.115 1.054 Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa góðkendur Strandferðslu- fundur í Klaksvík C M Y K 5 4