Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 26 - 7. februar 2003 Nr. 26 - 7. februar 2003 7 Jacob Vestergaard er eitt óskrivað blað í fiskivinnuni, men tað heldur hann er meiri ein styrki enn ein veikleiki, nú hann skal verða landsstýr- ismaður í fiskivinnu- málum NÝGGJUR LANDS- STÝRISMAÐUR Áki Bertholdsen Tá ið fólkaflokkurin spurdi Jacob Vestergaard á Økr- um, um hann hevði hug at átaka sær starvið sum landsstýrismaður í fiski- vinnumálum eftir Jørgen Niclasen, brúkti hann ikki langa tíð um at umráða seg. Hann hevði ikki brúk fyri so drúgvari umhugsunartíð, tí tað hevur fyrr verið upp á tal, at hann skuldi verða landsstýrismaður fyri fólkaflokkin. – Tá ið samgongan varð skipað eftir løgtingsvalið fyri einum ári síðani, varð møguleikin umrøddur at fólkaflokkurin skuldi fáa sær landsstýrismann úr Suðuroynni. Eisini tá varð eg spurdur um eg hevði hug til starvið, skuldi tað follið soleiðis út, og tað játtaði eg. Sostatt hevði eg longu gjørt mær greitt, hvørja støðu eg hevði til hetta starv og tí varð ikki brúk fyri so drúgvari tíð at umráða seg í hesuferð. Hann sigur eisini, at hann hevur verið greiður yvir í eina tíð, at hann hevur verið eitt landsstýrisevni hjá fólkaflokkinum, nú eftir- maðurin hjá Jørgen Nicla- sen skuldi finnast. Men hann endaliga til- boðið fekk hann týskvøldið og tá tók hann av. Nú hann verður lands- stýrismaður, ætlar hann ikki at flyta til Havnar. – Men tað er eisini greitt, at tað verður ov strævið at ferðast ímillum hvønn dag, so eg noyðist helst at finna mær okkurt at búgva í í Havn. Men vikuskiftini ætlar hann at verða á Økrum saman við húskinum í tann mun tað yvirhøvur ber til. Hann leggur afturat, at hóast hann hevur áhuga fyri politikki, hevur hann eisini onnur áhugamál. Eitt teirra er sum hjá so mongum úti á bygd: Seyðurin og tað frí- tíðarítrivið ætlar hann ikki at sleppa fyri tað, at hann er blivin landsstýrismaður. Men nú kemur tað í størri mun enn áður at hanga á hinum í húskinum at passa seyðin til dagligt. Fer at lurta eftir vinnuni Jacob Vestergaard hevur altíð verið fólkafloksmaður og tað hevur hann fingið inn við móðurmjólkini, sigur hann. – Eg eru frælslyntur av hugsjón og eg taki undir við sjálvstýrispolitikkinum so hjá mær er ongin ivi um, hvar eg hoyri heima, sigur hann. Men fiskivinna er ikki júst tað, tú hevur fingist mest við? Nei, tað er tað ikki. Men eg haldi ikki, at tað er nakað bági. Tvørturímóti vænti eg, at tað verður ein styrki í mínum starvi sum landsstýrismaður. – Tað eru leikfólk, sum fáast við politikki, bæði í løgtingið og í Landsstýrið. Upgávan hjá einum politik- ara er at brúka vanligt vit og skil. Serfrøðingarnar á tí málsøki, hann umsitur, hev- ur hann í umsitingini, har fakligi kunnleikin er, sum politikarin hevur at styðja seg til. Útfrá metingum og tilráðingum frá eini faklig- ari umsiting og ikki minst frá vinnuni sjálvari, skal politikarin so taka eina avgerð úfrá vanligum viti og skili við støði í tí pol- itiska baklandi sum er. Tvørturímóti metir Jacob Vestergaard, at tað kann vera ein fyrimunur og ein styrki, at hann ikki hevur verið uppí í fiskivinnuni. –Tað ger, at eg havi ongar bindingar og ongar fordóm- ar, nú eg taki við starvin- um, um ein kann málbera so og tað haldi eg er ein styrki, tí eg fari til arbeiðis uttan at nakað tilknýti til ávísar bólkar í fiskivinnuni. Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at politikarar lurta væl eftir vinnuni og tað ætlar hann sær avgjørt at gera. Annars hevur hann royndir úr kommunalpolit- ikki og ikki minst hava hesi bæði árini sum formaður í Føroya Kommunufelag givið eina virðismikla bar- last, tí hóast hann er eitt óskrivað blað í fiskivinn- uni, kennir hann eitt sindur til tað politisku verðina. Ov tíðliga Annars heldur nýggi lands- stýrismaðurin, at tað er nakað tíðliga at siga nakað um, hvat hann serliga fer at leggja dent á í sínum nýggja starvi. Men hann sigur, at hann tekur fult undir við sam- gonguskjalinum. Hann tek- ur eisini undir við økis- menningarpolitikkinum hjá samgonguni og hann heldur avgjørt, at vit eiga at skipa so fyri, at fiskivinnan eisini kann verða úti um landið. – So hóast hann tekur undir við, at vinnan skal klára seg, uttan almennan stuðul, heldur hann eisini, at tað er ein spurningur um at geva øllum sama møgu- leika at virka í vinnuni. – At stuðulin til fiskivinn- una er tikin av, hevur víst seg at hava ógvuliga gagnliga ávirkan, men fyri tað er tað ein spurningur, um vit ikki eiga at gera skip- anir, so at øll hava sama møguleika at virka í vinn- uni, uttan at hann enn kann siga, hvussu tað skal gerast. Men sum formaður í Før- oya Kommunufelag legði hann alstóran dent á rættin hjá teimum lítlu kommun- unum úti um landið og hann heldur fast við, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at bú- setingarmynstrið verður varðveitt so, at fólk býr um alt landið og tí eiga vinnu- ligir møguleikar eisini at vera um alt landið. Annars heldur hann, at tað kann vera sunt við útlendsk- um pengum í fiskivinnuni, men vit eiga avgjørt at ansa eftir, at føroyingar ikki missa ræðisrættindini á okkara høvuðsvinnu. Samstundis heldur hann, at tað skal bera til at keypa og selja fiskirættindi í ein ávisan mun. – Tað kann vera bæði fyrimunir og vansar við fríum rætti at keypa og selja fiskirættindi. Fyrimunurin kann verða ein effektiv vinna, men vansin kann vera at øll fiskirættindi savnast á nøkrum fáum hondum, har pengarnir eru, og tað er í mistaðarøkinum. Tí kann fríur rættur at keypa og selja fiskirættindi raka útjaðaran hart. Og Jacob Vestergaard tekur avgjørt undir við, at livilíkindini úti um landið verða varðveitt, og tað er eisini hetta, sum stendur í samgonguskjalinum. Nýggi landsstýrismaðurin tók eina skjóta avgerð Nýggi Landsstýrismaðurin, JacobVestergaard, á bryggj- uni á Tvøroyri í gjáramorg- unin. Tað er Brestir sum liggur aftanfyri og avreiðir. Hann sigur, at tað hevur týdning at lurta eftir vinnuni Mynd: Leivur Nygaard JacobVestergaard í práti við Signar Mortensen, útróðrar- mann úr Øravík. Hann held- ur, at tað hevur stóran týdn- ing, at livilíkindini kring landið verða varðveitt. Mynd: Leivur Nygaard VANGAMYND Áki Bertholdsen Jacob Vestergaard er 41 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin á Økrum. Hann tók realprógv í Vági í 1978 og studentsprógv í Hoydølum í 1981. Eftir tað arbeiddi hann á flakavirkinum í Vági, men í 1985 fór hann til Danmarkar at læra til løgreglumann. Útlærdur í 1987, varð hann fyrst løg- reglumaður í Klaksvík, men í 1990 flutti hann aftur til Suðuroyar at verða løgreglumaður og búsettust á Økrum. Hann kom uppí komm- unalpolitikk í 1984, tá ið hann varð valdur í bygda- ráðið í Sumbiar Komm- unu, sum fevnir um bygd- irnar Sumba, Akrar, Lopra og Víkarbyrgi, men hann fór úr bygdaráðnum aftur beinanvegin, tá ið hann fór at læra til løg- reglumann. Í 1992 varð hann aftur varð valdur í bygdaráðið í Sumbiar Kommunu. Eitt gott hálvt ár seinni fór borgarstjórin, Andrias Thomsen, úr bygdaráðn- um og tá varð Jacob Vest- ergaard valdur til borgar- stjóra og tað starvið røkir hann enn. Í 2000 varð hann valdur til formann í Føroya Kom- munufelag og tað starvið røkir hann eisini enn. Fyrstu ferð, hann varð uppstillaður til løgtings- val fyri fólkaflokkin var í 1984. Ímeðan hann var undir útbúgving kom steðgur í, men síðani 1990 hevur hann verið fastur maður hjá fólkaflokkinum í Suð- uroynni á listanum til løg- tingsval og hann hevur eisini verið fólkatingsval- evni nakrar ferðir. Hann hevur verið upp- stillaður í suðuroyar Val- dømi og á løgtingsvalin- um seinast fekk hann 85 atkvøður. Nýtilnevndi landsstýris- maðurin í fiskivinnumál- um er giftur við Sólfríð av Tvøroyri og tey eiga fýra børn. Tey eru Jan, sum er 19 ára gamal, Rói er 13 ára gamal, Gurðið er 11 og Vár er 10 ára gomul. Jacob Vestergaard skal nú siga størvini sum borg- arstjóri í Sumbiar Komm- unu, sum formaður í Før- oya Kommunufelag frá sær, samstundis sum hann fer at biðja um farloyvi úr starvinum sum politistur. Jacob Vestergaard tekur við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum mána- morgunin 17. februar. Stutt um Jacob Vestergaard Hetta er tað, sum sam- gonguskjalið sigur um fiskivinnupolitikkin og tað hetta verður sostatt tann politikkur, sum Jacob Vest- ergaard skal útinna Høvuðsendamálið við fiskivinnupolitikkinum er, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir bú- skapinum. Fiskivinnan skal standa á egnum beinum uttan al- mennan stuðul, og fiska- stovnarnir skulu gagnnýtast á sunnum vinnuligum og lívfrøðiligum grundarlagi. Framtøk skulu gerast innan útbúgving og gransk- ing í samstarvi við vinnuna til at økja um úrtøkuna og at eggja ungfólki at starvast í hesi vinnu í menning. Hildið verður fast við fiskidagaskipanina, og økis- og gýtingarfriðingar- nar verða varðveittar. Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari við tí endamáli, at útróðurin sum vinna og fólkamentan kann mennast kring landið. Fult gjøgnumskygni skal vera við fiskirættindunum, har brúksskyldur fylgja við brúksrætti til fiskatilfeing- ið. Tiltøk til at forða "spe- kulatión" við fiskirætt- indum verða støðugt ment og sett í verk. Fiskivinnuni á landi skulu skapast fríir og javnbjóðis kappingarmøguleikar. Samstarvið við okkara grannalond um sínámillum fiskirættindasáttmálar á høgum støði skal halda fram, so at vánaligur fiskiskapur á einum øki ávirkar búskapin sum minst. Kunngerð um arbeiðs- umhvørvið umborð á skip- um verður gjørd í samráð við vinnuna og sett í verk. Føroyska altjóða skipa- skrásetingin skal styrkjast, so hon kann gerast ein inn- tøkukelda aftrat hjá lands- húsarhaldinum. Samgonguskjalið um fiskivinnupolitikkin Nógv omanlop Kavin seinastu dagarnir hevur verið drúgvur. Nú, hann bráðnar, eru eisini trupulleikar KAVI/FERÐSLA Annika S. Olsen So kom regnið, eftir allan kavan, sum hevur verið. Men regnið kom ikki einsa- malt, tí við regninum komu eisini fráboðanir um lop av ymsum slagi. Hósmorgunin vóru nógv skriðu-, oman- og áarlop, og hetta tarnaði tí ferðsluni eitt sindur. Løgreglan boðaði hós- morgunin frá, at vandamik- ið kundi vera hjá bilførar- um at koyra av nógvu om- anlopunum, og bóðu tí før- ararnar um at ansa væl eftir. Onkrir bilar høvdu rent á dungar av omanlopi, bæði í Kollfjarðadali og Skála- botni. Í Statoilstøðini í Koll- fjarðadali var vatn komi inn í bygningin. Løgreglan upplýsir, at økið kring Kollfjarðardal og Kaldbaksbotn er serliga útsett fyri omanlop, tí líðir- nar eru brattar, og har legst nógvur kavi. Eisini eru nógvar áir, bæði størri og smærri, sum nú flóta yvir, tá kavin fer vekk aftur. Nógvar áir flutu yvir, og eisini varð ferðslan tarnað av skriðu- og omanlopum hósmorgunin Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6