Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 26 - 7. februar 2003 Nr. 26 - 7. februar 2003 9 Arbeiðið hjá Altjóða Barnalegum er enn sum áður eitt neyðugt klípi í tí garði, sum fleiri og fleiri menn- iskju um allan heim royna at byggja um eina friðarliga og mannsømiliga fram- tíð hjá heimsins fólki RØÐA Pauli Nielsen Eg skal fyrst av øllum takka teimum, sum hava verið við til at halda lív í Altjóða Barnalegum í Før- oyum øll hesi árini. Uttan tykkara ósjálvsøkna arbeiði hevði tað ikki verið gjørligt hjá mær at staði her í dag og minst aftur á, hvussu vit komu upp í hetta fyri 25 árum síðani. Eg var lærari á Venjingar- skúlanum tá, og ein dagin kom Jorun Simonsen, sum eisini var lærari har tá, við einum brævi úr Noregi. Hon spurdi, um eg kundi hyggja at tí. Brævið var frá einum norðmanni, Ketil Lehland, sum greiddi frá endamálin- um við CISV. Hann skriv- aði, at tey fegin vildu hava Føroyar við, og bjóðaði 2 gentum og 2 dreingjum á 11 ára aldri, og einum vaksnum leiðara, á altjóða barnalegu á Stai í Noregi ein mánaða sama summar- ið. Hetta var í 1978. Hann skrivaði eisini, at hamnn áður hevði roynt at fáa sam- band hendavegin, men tað hevði ikki eydnast. Áheitanin ljóðaði sera spennandi, so eg gjørdi av, at eg skuldi svara játtandi aftur. So var at finna børnini. Sjálvur hevði eg eina dóttir, Elsu, sum var 11 ár, og mamma hennara vildi fegin fara sum fyrsti før- oyski leiðarin á eina legu hjá Altjóða Barnalegum, sum vit valdu at kalla fel- agsskapin á føroyskum. Skjótt komu Kristjan, Jóan Petur og Eyð uppí, og so fóru vit øll, børn og for- eldur, at fyrireika okkum til leguna, soleiðis sum Ketil Lehland greiddi okkum frá, at vit skuldu. Legan gekk væl, og vit, sum vóru so heppin at senda børn okkara á fyrstu leguna, vit samdust um, at her var vert at vera uppií, men vit vistu eisini, at um vit veruliga vildu koma uppí millum hini heimsins lond, so var best at taka dik á okkum beinanvegin og gera eina barnalegu í Før- oyum næsta summarið. Vit vistu, at vit fóru at fáa ov mikið um oyruni, tí eitt var at skipa fyri leguni, men annað mál var at fáa pening til vega at halda leguna fyri. Tað er soleiðis, at verts- landið rindar allar útreiðsl- urnar av sjálvari leguni. Vit fingu góða hjálp og nógv beinasemi so at siga alla- staðni, har vit spurdu, og onnur vaksin komu aftrat at hjálpa okkum, sum byrjaðu summarið fyri. Vit vóru ung tá, sum tit er, sum nú taka toyggið. Vit sluppu at nýta Meginskúlan á Sandi til endamálið, og so var eftir at fáa altjóða skriv- stovuna at góðkenna okk- um sum vertsland til eina av barnalegunum í 1979. Um hetta skrivar Ketil Lehland skemtiliga í CISV- blaðnum nøkur ár seinni: »Eftir fyrstu leguna, sum føroyingar vóru við á – hetta var legan á Stai í Noregi – komu luttakar- arnir til Oslo, og Pauli Nielsen var eisini har. Vit hittust heima hjá nú- verandi norska landsfor- manninum í CISV, Åse Lier, og har tók Pauli meg til viks og spurdi: »Hvat eiga vit at gera fyri at sleppa at hava eina altjóða barnalegu í Føroyum kom- andi summar?« Vanliga er tað jú so, at neyðugt er at gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd á CISV í einum nýggjum landi, og ikki minst fyri at fáa eitt nýtt limaland til at tora at gera eina legu. Og her kendi eg, at eg næstan mátti gera tað mótsetta við at minna á, at »tað kostar nógvar pengar« og at »tað krevur nógv arbeiði«. Men Pauli helt, at tað mundi nokk fara at ganga við tí, og tað gekk eisini, so Føroyar enn standa sum eindømi í CISV-søguni – at skipa fyri altjóða barnalegu longu árið eftir, at landið hevur verið á fyrstu barnaleguni. Áðrenn tað var komið so langt,« skrivar Ketil Lehland víðari, »hevði eg verið á altjóða aðalfundi og nevnt møguleikan fyri legu í Føroyum. Tey flestu søgdu bara »What country??« Eitt sindur av skemti kom eis- ini. Aðalskrivari okkara, Bill Matthews, sum er ein fittur og sakligur maður, ið ikki loypur á leistum eftir øllum beinanvegin, segði: »What´s next - Rockall?« Tað besta og stuttligasta av øllum var at uppliva, at eingin, heldur ikki frá danskari síðu, segði, ja, men Føroyar eru jú danskar.« Soleiðis byrjaði tað, og CISV í Føroyum kann vera errið av øllum tí, sum nátt er hesi árini síðan 1978. So avgjørt minsta lima- landið hevur megnað at hava tríggjar legur í seks ár, eitt virksemi sum nógv limalond við nógvum hundrað ferðir so stórum fólkatali kunnu øvunda føroyingum.« So mikið Ketil Lehland. Og tí, góðu áhoyrarar, havi eg hug at siga: vit føroyingar nýtast ikki at smæða okkum burtur, bara vit taka tað arbeiðið á okkum, sum skal gerast, og ta ábyrgdini., sum hoyrir við. Sum eg standi her beint nú haldi eg tað vera heilt súmbolskt at uppliva so staðiliga, at føroyskar røddir hoyrast og verða virdar uttanfyri Føroyar, soleiðis sum vit hoyrdu og sóu tað fyri bara nøkrum fáum tímum síðani. Eg hugsi um ungu tvøroyrar- gentuna, sum lokkaði tárini fram í eyguni á nógvum hundrað túsnd fólkum í gjárkvøldið. Pauli Nielsen, fyrsti formaður hjá Altjóða Barnalegum í Føroyum: Orðið er heimsins sterkasta makt Umboð fyri MFS eru komin til Føroya á árliga lestrarkunningar- ferð kring landið LESNAÐUR Heri á Rògvi Aftur í ár eru umboð fyri MFS komin til Føroya úr Danmark at greiða frá um lestrarviðurskifti uttanlands. Í ár eru tað tær báðar, Gurið Weihe og Annika Helgadóttir Joensen, sum ferðast kring landið fyri at siga eitt sindur um útbúgvingar. – Dentur verður lagdur á at greiða frá at kunna um fíggjarlig, sosial, faklig og prakt- iskt viðurskifti. Vit fara sjálvandi ikki inn í hvørt fak sær, men royna at kunna breitt um ymisk praktisk viðurskifti, sig- ur Gurið Weihe. Sjálv lesur Gurið stjórnmálafrøði á síðsta ári, og Annika lesur sál- arfrøði á triðja ári. Tær eru báðar í MFS ráðn- um. Við sær hava tær eisini Holger Arnbjerg frá Al- tjóða skrivstovuni, sum kunnar um útbúgvingar uttanfyri Norðurlond. Gurið sigur, at teir flestu næmingarnir velja at halda ein steðg í eitt ár ella longur, áðrenn farið verður av landinum í lestrarørindum. Hon hevur ikki inn- tryk av, at flestu næm- ingarnar eru byrjaðir at hugsa av álvara at lesa víðari. – Oftani byrja næm- ingar at hugsa um víð- arilestur í endanum av 3. S ella í 2. HH, sigur Gurið Weihe. Kunningin hjá teimum snýr seg serliga um Danmark, og tá tær báðar lesa í Keypmanna- havn, so er tað nærliggj- andi, at tær duga best at siga frá viðurskiftum í danska høvuðsstanum. Mest fíggjarligt Annika og Guðrun lata væl at áhugan hjá næm- ingunum fyri kunning- ini. Næmingarnir eru serliga fegnir um, at fíggjarliga viðurskifti verða tikin fram og greitt frá. Tað eru eisini serliga fíggjarlig og onnur praktisk viðurskifti, ið næmingarnir spyrja um, sigur Gurið. Eitt nú hvussu virkar Føroya frádrátturin. Higartil hava MFS umboðini verið í Hoy- dølum, á Kambsdali og í Vestmanna. Mánadag vera tey á Handilsskúl- anum í Havn, og týsdag- in fara tey um Suðuroy- arfjørð og vitja á mið- námsskúlanum í Suðuroy. MFS á ferð Gurið Weihe, her avmyndað saman við Hallu Nolsøe Poulsen, er á kunningarferð kring landið at greiða miðnámsskúlanæmingum frá um hægri útbúgving saman Anniku Helgadóttir Joensen. Mynd: Jens Kristian Vang. Pauli Nielsen var fyrsti formaðurin í CISV C M Y K 9 8