fríggjadagur 7. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 26 - 7. februar 2003
Nr. 26 - 7. februar 2003
11
Spurningurin um støðu Føroya, um USA og Bretland
loypa á Iraq kann skjótt gerast sera aktuellur. Tá lopið varð
á Afghanistan varð frá føroyskari síðu givið grønt ljós til
at flogfør úr USA við bumbum og hernaðarútgerð brúkt
føroyskt loftrúm. Hetta var moralskt ein sera ivasom
avgerð. Nú er hesin spurningur í veruleikanum eitt ríkis-
mál, hvørt loyvi til yvirflúgving skal verða givið, men
siðvenja er helst, at stjórnin spyr landsstýrið, áðrenn hon
gevur slík loyvi. Tí eiga vit at umhugsa hann her og nú.
Eitt hernaðarligt álop á Iraq er eitt stórt moralskt problem
fyri Vesturheimin. Her verður talan um eitt fyribyrgjandi
kríggj, og er hetta sera óvanligt í vesturlendskum verju-
høpi. Tað er als eingin ivi um, at stjórnin í Iraq er bæði
harðrend og ódemokratisk, og at iraqiska fólkið er kúgað
og satt í svárari neyð. Spurn-ingurin er tó, um hesin
trupulleiki verður loystur á besta hátt við einum
hernaðarligum álopi. Eitt slíkt álop viðførir ræðuleikar
fyri irakiska fólkið og fer at geva Vesturheiminum
ómetaligar politiskar trupulleikar mótvegis serstakliga
muslimska heiminum og triðja heiminum sum heild.
Afturat hesum kemur, at tað finst ein hópur av stjórnum
kring heimin, ið kunnu metast javnt við stýrið í Iraq. Er
USA ikku moralskt pliktað at beina hesar stjórnir burtur á
sama hátt, sum gjørt verður við Saddam Hussein og
hansara einaræðið? Hvørjar fylgjur hevði tað havt fyri
heimin, um USA konsekvent fór undir eina røð av
fyribyrgjandi kríggjum? Vit kenna svarið frammanundan,
men eiga kortini at seta spurningin.
So er tað spurningurin um støðu Føroya í einum komandi
stórálopi á Iraq. Tá og um tað brestur á, fara vit at fáa
sama spurning sum seinast, nevniliga um vit vilja leggja
land og loftrúm til. Hetta er ein sera álvarsamur spurn-
ingur, sum løgmaður og uttanlandanevndin eiga at um-
hugsa sera gjølla. Føroyar hava hildið seg uttan fyri
hernaðarósemjur landa millum í øldir. At vit við stórum
menniskjansligum kostnaði fluttu fisk til Bretlands undir
seinna heimsbardaga broytir ikki hesa mynd. Løgtingið
hevur, hóast tingið ongan formliga myndugleika hevur á
økinum, fleiri ferðir boðað frá, at Føroyar eiga at vera
uttan fyri hernaðarligar ósemjur. Hetta hevur verið og er
ein sera klók støða. Hesa støðu eiga løgmaður og
uttanlandanevnd øðrumegin og Danmark og USA
hinumegin at virða. Føroyar og føroyingar kunnu ikki
moralskt liva við at valda iraqiska fólkinum ella fyri alt
tað nøkrum øðrum fólki neyð og oyðileggingar í einum
stríði, sum ikki er okkara.
Nú um dagarnar var friðargonga í Havn móti kríggi í Irak.
Eftir tað sendi Fólkaflokkurin bræv til danska stjórnar-
flokkin, har hann tók undir við tess politikki í Irakmálin-
um. Sambart skrivinum taka eisini landsstýrismenn
Fólkafloksins undir við hesum skrivi. Vit ganga út frá, at
tá tað verður skrivað landsstýrismenn Fólkafloksins, so
fatar hetta eisini um løgmann, tí flokkurin hevur bert ein
landsstýrismann umframt løgmann. Er hetta rætt tulkað
og skilt, so má tað sigast at vera sera løgið, at løgmaður,
sum annars ikki hevur viljað úttalað seg til bløðini um sína
støðu í Irakmálinum, nú glaðbeintur letur seg brúka (mis)
av sínum starvsfelaga á tingi, Óla Breckmann.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Uttanveltað
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Niels Midjord
Týsdagin nevndi Útvarpið
so hissini, at Fólkaflokk-
urin hevði sent eitt skriv,
har hann gav USA sín fulla
stuðul í ætlanum teirra
viðv. Irak og Saddam Hus-
sain.
Óheppin løta at vísa sín
stuðul, sjálvt um nøkur au-
toritetstrúgv NATO-lima-
lond hava kent seg noydd at
gera tað sama.
Tí bæði Frakland og ser-
stakliga Týskland hava sagt
seg vera ímóti einum álopi
á Irak, og t.d. hevur enska
kirkjan boðað frá, at eitt
sovorið kríggj kann ikki
rættvísgerast.
Eisini í sjálvum USA
hava mótmæli verið, t.d.
hava tey flestu, ið fingið
hava Nobel-virðisløn hað-
ani skriva og mótmælt ætl-
aða krígnum.
Men hvat er tað so fyri
høvuðsgrundgeving, sum
Bush hevur, fyri at fara í
kríggj?
Hann sigur, at Saddam
Hussain er ein hóttan tí at
hann møguliga hevur hóp-
oyðingarvápn, og tí er
kríggið neyðugt.
Lat okkum siga at hetta
er rætt og at irakar higartil
hava dugað at fjalt vápnini
fyri ST-eftirlitsfólkunum.
Men eru tað hópoyð-
ingarvápnini, sum gera
allan munin, hvør man so
hava fleiri hópoyðingar-
vápn av teimum báðum,
Hussain ella Bush?
Tí lítil ivi man vera um at
USA hevur hópoyðingar-
vápn, sum teir eisini nýttu í
Vietnam-krígnum, millum
annað undir tí tiltikna
jólabumbuálopinum.
–
Tað, sum fekk John Lennon
at skriva sangin: Now it is
Christmas.
Hetta bendir so á, at
verðins hættisligasti maður
kanska als ikki eitur Sad-
dam Hussain ella fyri alt
tað Osama Bin Laden; men
heldur George W. Bush.
Ein
grundin
til
at
fólkaflokkurin hevur sent
hetta
stuðulsskriv
er
kanska, at teir vilja hava
Føroyar upp í NATo, og tað
er ivaleyst nattúrligt við tað
at vit eru partur av tí økin-
um, sum verjusamgongan
umfatar.
Men um NATO skal nýt-
ast sum stuðul til at bumba
fátæk ella lítið á leið komin
lond, so eiga vit at halda
fingrarnar langt burtur frá
tí samgonguni.
TÍÐINDASKRIV
Restorffs Bryggjarí fer
tvær ferðir um árið at hava
eitt dansitiltak í Sjónleikar-
húsinum til frama fyri ein-
um góðum samfelagsligum
tiltaki. Fyrsta dansikvøldið
verður leygarkvøldið 15.
februar. Gott orkestur við
kendum solistum fara at
standa fyri tónleikinum,
sum verður lættur og góður.
Hóast Vertshúsið ikki er
liðugt inn verður ábit har
seinni um náttina. Restorff
hevur sjálvt boðið umleið
200 gestum, men vil fegin
bjóða øðrum 100 dansi-
glaðum fólki við til tiltakið.
(sí lýsing í blaðnum ídag)
Fólk kunnu seta seg í
samband við Restorff og
melda seg til.
Tiltakið er ókeypis, men
fólk fáa høvið at lata ein
styrk sum hesuferð óskerd-
ur fer til nýstovnaða tiltakið
við sorgarbólkum fyri børn,
sum hava mist foreldur.
Fólkaflokkurin og Irak
Restorffs dansur
TÍÐINDASKRIV
Tann 1. februar 2003 varð
Jónleif Th. Jacobsen settur
sum
deildarleiðari
og
Kristine Ellingsgaard sum
varaleiðari fyri deildirnar í
Eysturoy. Fráfarandi leið-
arin, Tummas M. Jacobsen,
hevur avgjørt at taka við
nýggjum avbjóðingum í
Sparikassanum.
Í hesum sambandi verður
skipað
fyri
móttøku
fríggjadagin 7. februar kl.
15 – 17 á deildini í Runa-
vík. Sparikassin bjóðar øll-
um hjartaliga vælkomnum
inn á gólvið.
Móttøka í Spari-
kassanum í Runavík
Vegna røktarstarvs-
fólkið á E2
Sólbjørg Símunarson
og Monica Brickman,
sjúkrarøktarfrøðingar
E3, 23. januar 2003
Herfyri stóð ein grein í
Sosialinum, skrivað av
Charlottu á Váli Olsen, sum
tá umboðaði Miðflokkin á
tingi, millum annað um
tørvin á eini deild fyri fólk
við skaða aftaná blóðtøppi
ella bløðing í heilanum
(apopleksi): »Einari apo-
pleksideild, har sjúklingar-
nir kunnu vera í tryggum
hondum
hjá
útbúnum
fólki«. Hetta vísir greitt, at
greinskrivarin als einki
visti um, at tílík deild longu
er á Landssjúkrahúsinum.
Vit hava frá deildini kunn-
að Charlotte á Váli Olsen
um uppvenjingardeildina
E3, men hon er kanska ikki
tann einasta av okkara
politikkarum og øðrum á-
hugaðum, sum ikki veit um
E3, tí hendan grein við
kunnan um deildina og
søgu hennara.
Frá almennari heili-
ráðdeild til serdeild
Nógv munnu minnast spar-
ingarnar, sum vóru av tí
mesta fyrst í 90-unum. Á
røktar
og
heiliráðdeild
E2/E3, sum heldur til í tí
langa svarta bygninginum
frammanfyri Landssjúkra-
húsið, vístu sparingarnar
seg við afturvendandi hótt-
anum um niðurskering ella
niðurlegging av deildini, og
sýntust vónirnar fyri at
varðveita
deildina
sera
lítlar.
At tørvur var á hesum
bæði røktar- og heiliráð-
plássum, var tó eingin ivi
um, tí deildin var altíð full-
sett. Men arbeiðsumstøð-
urnar versnaðu støðugt av tí
ótryggleika, sum tær aftur-
vendandi hóttanirnar góvu,
samstundis sum starvs-
fólkið á deildini vildi berj-
ast fyri at varðveita deild-
ina.
Tí tók røktarstarvsfólkið
stig til nýhugsan um júst
eina intensiva uppvenjing-
ardeild fyri tey, sum vóru
rakt av apopleksi. Tær
vunnu sær neyðugan kunn-
leika um uppvenjingarhætt-
ir og fingu fysioterapeutar
og ergoterapeutar við í
arbeiðið. Tá tær vendu sær
til sjúkrarøktarleiðsluna á
Landssjúkrahúsinum,
vórðu tær væl móttiknar.
Skjótt frá hugsan til verka
Longu í 1991 var deildin,
sum fevndi um 9 pláss, í
gongd! Bæði sjúkrarøktar-
frøðingar og sjúkrahjálpar-
ar fingu upplæring í dag-
ligari venjing av apopleksi-
sjúklingum, soleiðis at
venjingin ikki einans fer
fram, meðan sjúklingurin
er í fysioterapi ella ergo-
terapi, men hvørja ferð eitt-
hvørt skal fara fram: Tá
sjúklingurin fer í og úr
song, flytir úr einum stóli í
annan, skal vaska sær, und-
ir brúsu, lata seg í, fáa sær
at eta/drekka, stutt sagt
undir
øllum
dagligum
handlingum. Fyri at styrkja
musklarnar og fyribyrgja
feilstøður í musklum/liðum
verður stórur dentur lagdur
á, hvussu ein liggur í seing-
ini, situr í stólinum og at
gera dagligar venjingar,
áðrenn farið verður í gongd
við dagsins verki.
Hetta er sjálvandi sera
orkukrevjandi, og tí mátti
normeringin (starvsfólka-
prosent per sjúkling) vera
hægri enn á hinum heiliráð-
deildunum. Men úrslitini
vóru samstundis sera sjón-
lig: Sjúklingar, sum higartil
vórðu liggjandi í seingini
og kanska lyftir upp at sita
av 2 portørum, kundu nú
við hjálp av einum fólki
fáast upp at sita og kanska
standa! Eisini tað, at fáa ein
tungan røktarsjúkling til ein
lættan,
er
ein
stórur
vinningur. Fyri tann ein-
staka sjúklingin merkti
hetta, at hann ella hon, um
umstøðurnar annars vóru
nøktandi, kundi sleppa
heimaftur og luttaka í
heimlívinum, í staðin fyri
at vera vístur til røktar-
heim, um pláss var, ella
bara tað at vera seingjar-
liggjandi heima.
Aðrir sjúklingar komu og
koma nógv longur: Við
intensivari venjing síggja
vit menn og kvinnur, sum
ikki ein gongd megnaðu at
bera høvdið, nakrar mán-
aðar seinni fara við stavi í
hond gangandi av deildini.
Ómøguligt á øðrum heili-
ráðdeildum
Hesi úrslit eru ómøgulig at
røkka á deildum, sum eisini
hava sjúklingar við øðrum
sjúkum. Fyri tað fyrsta tí, at
tey ofta ikki hava orku til
tess, og fyri tað næsta, tí at
tað at røkta apopleksisjúk-
lingar krevur serkunnleika
og seráhuga.
Brek, sum ikki eru at
síggja
Ein annar sera týdningar-
mikil partur av arbeiðinum
á E3 er saman við ergo- og
fysioterapiini at uppdaga
og greina brek, sum kunnu
koma av heilaskaðanum,
men sum ein ikki verður
varur við, uttan at ein veit,
at tey kunnu vera har. Til
dømis kann rúm-, tíðar-,
krops- ella sitatiónsfatanin
vera skadd soleiðis, at ein
maður ella kvinna, sum
gongur væl og fær brúkt
báðar hendur, ikki dugir at
kenna klokku ella uppliva
tíðarlongd, ikki dugir at
skyna avstand ella ikki
dugir at uppfata samskiftið
manna millum/ í einum
felagsskapi. Hesir skaðar
kunnu kanska venjast upp-
aftur, og í øllum førum
kann tann brekaði, og ikki
minst kunnu familjan/tey
nærmastu fáa kunnleika um
brekið og læra at liva við tí.
Tað er ikki torført at
hugsa sær, hvussu trupla
støðu fólk kunnu koma í, tá
tey koma heim, um hesi
brek ikki eru vorðin kend
undir innleggjanini. Til
dømis tá ein maður, sum
ikki kann meta um avstand
fer at koyra bil!
Somuleiðis er uppvenj-
ingin av teimum, sum hava
expressiva ella impressiva
afasi (ikki fáa tosa ella ikki
skilja tað, ið sagt verður)
saman við talulæraranum
sera týdningarmikil.
Vón um betri
arbeiðsumstøður
Røktarstarvsfólkið á E3
hevur í fleiri ár barst fyri at
fáa betri umstøður til
deildina. Bygningurin er
gamal og uppslitin, bygdur
fyribils fyrst í 1960’unum
og ofta ber ikki til at gera
arbeiðið so væl, sum til
hevði borið við størri og
meira hóskandi hølum.
Sera nógv arbeiðsorka fer
óneyðuga.
Sum
dømi,
kunnu vit nevna støðuna
við máltíðirnar: Sjúklingar-
nir mugu oftast hava sítt
fasta pláss, alt eftir hvussu
teir eru lammaðir ella
skaddir. Tí hendir tað við
hvørja máltíð, at ein ella
fleiri sjúklingar mugu flyt-
ast fyri at fáa rúm fyri
øðrum sjúklingum, sum
koma seinni til borðs – ella
um tann, sum situr innast
skal frá borðinum! Hetta tí,
at bert fáir sjúklingar fáa
gingið sjálvir, og flestu sita
í koyristóli.
Eitt annað átrokandi mál
er, at fáa rúm og umstøður
til at móttaka akuttar apo-
pleksisjúklingar.
Hagtøl
uttanlanda vísa, at framtíð-
arvónirnar eru so nógv
betri, um hesir sjúklingar
verða innlagdir beinleiðis á
eina serdeild, tí nógvir
óbøtandi skaðar henda tey
fyrstu døgnini aftaná blóð-
tøppin/bløðingina.
Tíverri er E3 als ikki við
í hugsanini, nú nýbygning-
ur tekur útsýnið frá núver-
andi deild.
Bert 5-7 pláss
Í 6 av teimum seinastu 7
mánaðunum í 2002 vóru 4
av teimum 9 seingjarpláss-
unum stongd vegna spar-
ingar og starvsfólkatrot.
Fyrst í januar opnaðu 2
pláss aftur, tað vil siga, at
deildin í løtuni einans
hevur 7 seingjarpláss.
At hetta ber til, at ófatu-
ligt, tí árliga fáa millum 70
og 100 fólk í Føroyum
apopleksi, og vísa ser-
frøðingar uttanlanda á, at
øll, sum fáa apopleksi, eiga
at verða innløgd til kann-
ingar og viðgerð, so sjálvt 9
pláss eru alt ov fá! Verða
tey raktu ikki innløgd, er
tað stórur menniskjansligur
missur bæði fyri tann sjúka
og teirra avvarðandi.
At
hetta
peningaliga
eisini er sera kostnaðarmik-
ið vísa kanningar í øðrum
londum.
Sparing í løtuni kann
verða kostnaðarmikil
Í 1994 kom eitt rit frá
Sunnheitsstýrinum
við
heitinum
»Apopleksibe-
handling – fremtidig orga-
nisation« greidd úr hondum
av arbeiðsbólki viðvíkjandi
viðgerð
av
apopleksi.
Seinasti partur í ritinum
nevnist
»Ressource-
mæssige overvejelser« og
har
verður
sagt:
»Internationalt er skjal-
prógvað, at sjúklingar, sum
verða viðgjørdir á apoplek-
sideildum, verða skjótari
útskrivaðir og við einum
betri virkistøði enn sjúk-
lingar, sum verða viðgjørd-
ir á traditionellan hátt.
Samstundis verður deyði-
ligheitin
niðursett. Tey
góðu úrslitini sýnast fyrst
og fremst at koma av skjótt
byrjaðari
relevantari
sjúkrarøkt/rehabilitering«.
(s. 73-74) og: »Royndirnar
vísa, at tann intensiva
hjálpin gevur styttri liggitíð
og
harvið
lægri
sjúkrahúsútreiðslur. Sam-
stundis hava sjúklingarnir
eitt betri virkisstøði aftaná
útskrivanina, sum gevur
færri útreiðslur til endur-
uppvenjing, sosialar út-
reiðslur við meira«. (s. 75)
Við hesum í huga saman
við teimum royndum vit
hava frá E3 hesi árini, hon
hevur virkað, heita vit á
okkara politikkarar at virka
fyri, at intensiva uppvenj-
ingardeildin
fyri
apo-
pleksirakt í Føroyum fær
høvi til at verða útbygd.
Og meðan hugsað verður
um
sparingar/brúk
av
ressoursum, er kanska gott
at minnast til, at talið av
apopleksiraktum komandi
ár helst ikki lækkar men
hækkar, tí talið av eldri eins
og talið av fólkum við
hjarta-karsjúkum og sukur-
sjúku økist, og júst hesir
bólkar eru útsettir fyri at
fáa blóðtøpp ella bløðing í
heilan.
VIÐMERKINGAR
Uppvenjingardeildin E3
Ein kunnan til politikarar og onnur áhugað
TÍÐINDASKRIV
Nú leygarkvøldið 8.
februar kl 22.00 verður
hin næsta konsertin í
røðini við prix -aktu-
ellum bólkum í Losjuni í
Gøtu.
Hesuferð eru tríggir
rokkbólkar á skránni.
Nummar tvey frá 2.
umfari í prixnum sein-
asta leygarkvøld, Mind´s
Eye úr Klaksvík saman
við tveimum nýggjum
bólkum úr Eysturoynni,
Mary´s Baby og Bracket
- hesir verða báðir við í
prixnum 15. februar.
Mind´s Eye vóru sera
væl dámdir eftir umfari
1. februar. Teir spæla
harðan rokk í stíl við
bólkar sum t.d. Limp
Bizkit.
Bracket spæla pro-
gressivan rokk og mann-
ingin telur millum annað
guitarsnillingin
Arna
Zachariassen, sum er
kendur m.ø. frá I Am og
sangarin
er
Andrias
Højgaard, sum gjørdist
nummar 2 í ársins song-
rødd kappingini 2001.
Mary´s Baby hevur
eisini eina fyrrverandi
ársins songrødd finalist
við í manningini. Tað er
frálíka evnaríka Olivia
Mikkelsen, sum gjørdist
nr 2 í ársins songrødd
2002. Onkur av mann-
ingini er eisini kendur úr
bólkinum Marigold.
Tiltakið verður leygar-
kvøldið kl 22.00 í Losj-
uni í Gøtu. Kostnaðurin
er
80 kr, tó fyri limir í
Grót einans 50 kr.
Konsert við Prix-
bólkum
Onkur vil frið
við friði
onkur vil kríggj
fyri friðin
annar vil friðin
við kríggi
triði vil kríggj
við kríggi
-
fáur veit
frá kríggi
at siga
uttan
tann deyði
-
onkur demagogspíri
sigur seg vilja frið
víð kríggi
sprænir eitur
í smáum
ómerkjandi
niðrandi
óátalaður
ótálmaður
hálur
sum álllur
og
opportunistur
-
VÆLSIGNAÐUR
veri hann
sum bindur
FRIÐ
Erling S
ONKUR BINDUR FRIÐ
C
M
Y
K
11
10