fríggjadagur 7. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 26 - 7. februar 2003
Nr. 26 - 7. februar 2003
13
Jóhan Petur
Olgarsson 40
Seinasta leygarkvøld var
veitsla í Ítróttarhøllini í
Trongisvági. Orsøkin til
hátíðarhaldið
var
at
TB´arin og postmaðurin á
Tvøroyri,
Jóhan
Petur
Olgarsson, hevði fylt 40 ár
tann 29. januar. Jóhan Petur
hevur verið virkin TB´ari í
eini 30 ár. Hann hevur
verið nevndarlimur, for-
maður í ungdómsnevndini
og venjari hjá ungdóms-
liðunum, umframt at hann
eisini skipar fyri dansi í TB
húsinum í vikuskiftunum.
Síðan 1978 hevur Jóhan
Petur arbeitt hjá Postverki
Føroya sum postmaður á
Tvøroyri.
m.g.
Havnarmaðurin
Tórleiv
Clementsen, ið býr í Hós-
vík, er settur í starv sum
servicemaður hjá Kone A/S
í Føroyum. Kone hava um-
leið 90 prosent føroyska
marknaðinum fyri lyftir.
Eftir at Keld Thorsen frá
Kone A/S í Danmark, ið
hevur ferðast til Føroya
seinastu 30 árini, fer frá við
eftirløn, hevur fyritøkan nú
tikið stig til at hava egna
deild í Føroyum.
Tórleiv Clementsen, ið er
útbúgvin elektrikari, hevur
búð í Danmark í 7 ár. Harav
arbeiddi hann í 3 ár við
lyftum. Hann hevur verið á
skeið hjá Kone A/S í Dan-
mark, og tekur hann øll tey
skeið, sum arbeiðseftirlitið
krevur. Í sambandi við at
Keld Thorsen fer frá, og
Tórleiv
Clementsen
er
settur sum servicemaður
fyri Føroyar, verður mót-
tøka á Hotel Hafnia í dag,
7. februar, frá kl. 13-16.
Kone A/S heldur til á
Vørðuvegi 7 í Hósvík.
m.g.
Húsavørðurin
hjá Postverk-
inum 40 ár
2. februar bleiv húsavørð-
urin hjá Postverkinum,
John M. Danielsen, 40 ár.
John er føddur og upp-
vaksin á Tvøroyri. Hann er
útbúgvin timburmaður, og
hevur hann arbeitt sum
timburmaður bæði í Før-
oyum og uttanlanda. Síðan
1995 hevur John, sum í dag
býr í Havn, arbeitt hjá
Postverki Føroya, fyrst í
brævsorteringini og seinnu
árini sum húsavørður. John
er kanska best kendur sum
"Hin ið altíð veit eina góða
skemtisøgu".
m.g
NØVN Í VIKUNI
Tórleiv Clementsen settur sum servicemaður hjá Kone A/S
Nú verður meira
at lesa um fólk
í Sosialinum
"Nøvn í vikuni" - les-
ið um vinir og kenn-
ingar í Sosialinum
NAVNATEIGUR
Jan Müller/Magnus
Gunnarson
Er tað nakað, sum blaðles-
arum dáma, so er tað at lesa
um fólk, ið eitt nú hava ein
ella annan merkisdag. Tí er
navnatilfar eisini ein so
týðandi partur av eitt nú
donskum bløðum. Undir
heitinum "Dagens navne"
ella "Om navne" skriva
stóru donsku bløðini, Poli-
tiken, Berlingarin og Jyl-
landsposten dagliga um
kendar sum ókendar danir,
ið hava onkran merkisdag.
Her í Føroyum er hetta
meira tilvildarligt. Og er
ein orsøkin til tað, at slík
skriving krevur nógva orku
av eitt nú bløðunum, sum
hava so nógv annað at
síggja til í dagliga tíðinda-
flutninginum.
Sosialurin vil fegin gera
meira burtur úr navnatilfar-
inum og vilja vit harvið
eisini ganga ynskjum og
áheitanum frá okkara lesar-
um á møti. Men fyri at hetta
skal eydnast, so er neyðugt
at
okkara
lesarar
og
viðskiftafólk annars geva
eina hjálpandi hond tvs.
lata okkum frætta, tá onkur
í teirra umhvørvi, tað veri
seg
í
familjuni,
í
grannalagnum ella á ar-
beiðsplássinum fyllur runt,
hevur starvsdag, verður
settur í nýtt starv, hevur
brúdleypsdag og so mangt
annað.
Tað skal vera blaðsins
vón, at lesararnir taka undir
við hesum tiltaki og eru við
til at menna henda táttin í
blaðnum saman við okkum.
Tað ber til at fylla lep-an út
á hesi síðuni og senda hann
til okkara sum post, fax ella
sum teldupost ella tit bara
taka telefonina og ringja.
Hevur onkur eina mynd
liggjandi og tit vilja skriva
nøkur orð, so sendið okk-
um hetta. Annars hava vit
journalistar og fotografar,
sum fegnir fara undir slíkar
uppgávur. Fyri at fáa gongd
á og fyri at fáa hetta at rigga
frá byrjan hevur blaðið sett
Magnus Gunnarson til at
taka sær av tilfarinum.
Tað er so, at hvønn dag
fara nógvar ymiskar hend-
ingar fram, sum bert tey
nærmastu ella starvsfelagar
vita um. Tað verið seg
merkisdagar, rundir føðing-
ardagar, brúdleypsdagar,
starvsdagar, at fólk eru sett
í starv ella eru farin úr
starvi. At fólk flyta av
landinum ella tey koma
heim eftir at hava búð
uttanlands í longri ella
styttri tíð. Tað kann vera
hvat sum helst. Hetta er tó
nakað, sum eisini onnur
høvdu verið fegin at lisið
um.
Tí fara vit sum greitt frá
omanfyri at leggja meira
orku í hendan partin av til-
fari í Sosialinum. Tey, sum
vilja gleða vinfólk og kenn-
ingar, ið hava ymiskar
merkidagar, eru vælkomin
at siga okkum frá við at
ringja, faxa, senda teldu-
post ella útfylla lepan
"Nøvn í vikuni" og senda
okkum hann. Eisini ber til
at leggja lepan í brævbjálva
í postkassan hjá Sosialinum
á Argjum.
At skriva um fólk verður
altíð meira viðkomandi, um
tað er saman við eini mynd,
so lesarin sær hvønn persón
talan er um. Vit vænta, at
fólk taka væl undir við
hesum tátti.
BLAÐTILTAK
Jan Müller
Fyri betri at nøkta tørvin
hjá okkara lesarum og við-
skiftafólki og til tess betur
og skjótari at kunna bera út
tíðindi og annað blaðtilfar
til allar okkara lesarar í
blaðnum og á internetinum
er Sosialurin nú farin undir
eina tænastu við vaktar-
skipan um vikuskifti.
Tíðindaflutningur
og
fjølmiðlavirksemi
sum
heild – og tað kanska ser-
stakliga í Føroyum - er í
stóran mun avmarkað til
gerandisdagarnar. Í viku-
skiftinum liggja føroyskir
fjølmiðlar mestsum í dvala.
Hetta hevur tó sína náttúr-
ligu og sjálvsøgdu orsøk.
Og hon er orka. Ella rættari
tørvurin á bæði peninga-
ligari og menniskjansligari
orku.
Men nú tøknin og sam-
skiftið er so nógv ment og
harvið gevur heilt nýggjar
møguleikar fyri ikki minst
fjølmiðlarnar - og Sosial-
urin hevur bygt út sítt virk-
semi við lokalredaktiónum
kring alt landið - sær blaðið
nýggjar og óroyndar møgu-
leikar. Ein teirra er at skipa
eina vaktarskipan um viku-
skiftið tvs. frá fríggjadegi
til sunnukvøld. Í tann mun
tað er gjørligt vilja vit
"dekka"
tiltakið,
taka
myndir ella vit innsavna
upplýsingar til morgun-
reaktiónina, sum so tekur
við mánamorgun.
Tað, sum umræður, er at
gera meira sjónligt tað, sum
fer fram í landi okkara um
vikuskiftið. Føroyingar eru
so virknir nettupp um viku-
skiftið, at tá eigur ein fjøl-
miðil sum Sosialurin at
vera á blettinum.
Í hesum sambandi heita
vit á fólk, feløg og felags-
skapir kring landið alt,
sum eru við í onkrum til-
taki ella vita at siga frá onk-
rum tiltaki, fundi oø., sum
kann hava almennan áhuga
at ringja til okkara ella at
senda okkum ein teldupost.
Hetta vikuskiftið hevur
Solby Eliasen í Klaksvík
vikuskiftisvaktina. Hóast
stødd í Klaksvík so fevnir
vaktararbeiðið allar Føroy-
ar. So er onkur í Sumba, í
Skúvoy,
í
Gásadali,
í
Tjørnuvík, í Elduvík ella í
Havn, sum hevur okkurt
hugskotið, tipsið ella søg-
una, so setið tykkum í
samband við Solby:
458686/228479
solby@sosialurin.fo
Blaðfólk nú at hitta alt vikuskiftið
C
M
Y
K
13
12