fríggjadagur 7. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 7. februar 2003
15
Leygardagin 8. feb-
ruar byrja DJ-Show-
ini aftur, men nú
verður tað eitt sindur
strangari. Umsjónar-
fólk og náttaravnar
fara at vera uttanfyri,
so at grannarnir ikki
verða órógvaðir
DJ-SHOW
Theresa S. Krogager
Eftir jól steðgaðu DJ-
showini. Tey vórðu hildin í
Badmintonhøllini í Havn.
Orsøkin til at tað steðgaði
var, at nærmastu grannar til
Badmintonhøllina klagaðu
um ov nógvan larm. Eftir at
grannarnir høvdu klagað í
langa tíð um hetta, gjørdi
býráðið av, at DJ-showini
skuldu enda kl. 2 ístaðin
fyri kl. 3.30. Hetta dámdi
teimum ungu einki, so tað
vóru ikki nógv, ið fóru.
Annar jóladagur var so
síðstu ferð at DJ-Show var.
Síðan tá hava tey ungu
millum 14 og 18 ár ikki
havt nakað stað at vera í um
vikuskiftini. Ungdómurin
gramdi seg nógv um hetta,
og til endans fóru tveir
dreingir, Tummas Hans
Rubeksen og Rói Bjarna-
son Poulsen, at savna
undirskriftir. Hetta gekk
sera væl, teir fingu umleið
700 undirskritir.
Og nú fara DJ-Show
aftur í gongd.
Umsjónarfólk
Borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen, sigur at allir
partar hava verið á fundi í
málinum um henda trupul-
leika. Grannar, løgregla og
tey sum standa fyri DJ-
showunum. So øll sjónar-
mið vórðu hoyrd. Tey blivu
samd um, at Dj-showini
skulu verða 3. hvørt viku-
skifti líka til heystar, og
enda kl. 3.30 sum vanligt.
Tey ætlaðu eisini at seta 15
ára aldursmark á, men av tí
at Margarinfabrikkin hevur
eitt aldursmark upp til 13
ár, tað vil siga at tey, sum
eru 14 ár, ikki sleppa inn.
Fyri at tey 14 ára gomlu
eisini skulu hava eitt stað at
vera er aldursmarki á DJ-
Showinum 14 ár.
Fyri at grannarnir ikki
skulu verða órógvaðir meir
enn neyðugt hava teir, ið
standa fyri tónleikinum,
sett filtur á bassin, so at tað
ikki hoyrist so væl út.
Uttan fyri fara umsjónar-
fólk, sum samstarva við
náttarravnarnar at vera.
Hesi umsjónarfólk fara at
ganga uttan fyri høllina og
ansa eftir, at tey ungu ikki
larma ov nógv og gera her-
verk.
Lova nýggjum framat
Fleiri ung, sum sosialurin
hevur tosa við, halda at tað
hevði tað verið eitt gott
hugskot, at latið teir nýggju
bólkarnir framført á DJ-
Showum. Hetta hevði eisini
verið sera áhugavert bæði
fyri bólkarnir og áhoyrarar.
Hetta hevði eisini givið
møguleika fyri bólkarnar,
at víst teirra tónleik, og tað
hevði
verið
ógvuliga
áhugavert, at hoyrt nakað
nýtt í staðin fyri altíð teir
somu amerikonsku bólk-
arnar. Ein bólkur hevði
kunnað framført helvtina
av kvøldinum, og hina
helvtina kundi man hoyrt
disco tónleikin, sum man
vanliga hoyrur.
Ein kann gleða seg til
føstulávintskonsertina 1.
mars, sum eisini fara at
hava fleiri bólkar frá Prix
Føroyum, ið fara at spæla
og undirhalda í Badminton-
høllini.
Í februar vera, sum
vant, ymisk tiltøk
runt í Havnini.
Millum annað kemur
eitt sirkus til Føroya,
filmar vera frum-
sýndir og DJ-show
byrja aftur
TILTØK
Annika S. Olsen
Norðurlandahúsið er, sum
vant, karmur um nógv
tiltøk. 3 februar varð virðis-
lønti finski filmurin »Mað-
urin við ongari fortíð«
sýndur har, og vikuskiftið
14. til 16. februar verður
norðurlendsk
barnatalv-
kapping.
Í ítróttarhøllini á Hálsi
kemur norðurlendska sirk-
usið, Cirkus Arena at sýna
fram. Hetta verður sunnu-
dagin 9. februar kl. 16.00.
7. februar verður klovnurin
Pjerrot úr sama sirkusi á
Torginum í SMS, har hann
fer at vísa fram kynstur
síni.
Konsertir og tónleikur
Ymsar konsertir vera eisini
í
Norðurlandahúsinum.
Havnar Hornorkestur verð-
ur 100 ár í ár, og í tí sam-
bandinum verður heiðurs-
konsert, leygardagin 8. feb-
ruar, har vitjan verður av
heimskenda trompetspæl-
aranum John Wallace úr
Skotlandi.
12. februar fara trý úr
Aldubárini at spæla í
Klingruni, og 22. februar
verður skipað fyri sangi og
tónleiki við norðurlendsk-
um kvæði.
Í býin
Cleopatra, Manhattan, Plat-
form og Club 20 skipa eis-
ini hendan mánaðan fyri
dansi, diskoteki og livandi
tónleiki. Café Natúr fer í
februar at hava tvær vitjan-
ir, Doc fer at spæla fýra
ferðir, fyrru helvt av mán-
aðanum
og
tónleikarin
Chris McCarter framførir
fýra ferðir í seinnu helvt av
mánaðanum.
Fyri tey ungu undir 18 ár,
fer DJ-show at byrja aftur.
Tann 8. februar verður DJ-
show.
Annars vera, sum vanligt
er, eisini barna- og ung-
dómsdiskotek fríggjakvøld
í Margarinfabrikkini.
Havnar Bio fer at hava
tríggjar Frumsýningar í
februar. 7. februar verða
tveir filmar frumsýndir,
»Junglebogen 2« og »The
Ring«. 21. februar verður
filmurin
»Two
Weeks
Notice« frumsýndur.
Tiltøk í februar
DJ-Show við
strangari eftirliti
15
14
Nr. 26 - 7. februar 2003
Grótkastið í Skálavík sjunkar
Grótkastið, sum verjir
bátahylin í Skálavík er
í støðum lækkað upp
móti tveimum metr-
um. Undirlagið skríð-
ur undan, og tað ger
innsiglingina keðiliga
hjá óstaðkendum
fólki
HAVNARVIÐURSKIFTI
Edvard Joensen
Í støðum er grótkastið í
Skálavík lækkað við upp
móti tveimum metrum,
síðan tað varð lagt út sein-
ast í sjeytiárunum. Støðið
skríður undan, og botnurin
gerst breiðari. Tað ger aftur,
at tað kann vera keðiligt hjá
óstaðkendum fólki at sigla
inn og út úr bátahylinum,
sigur virkandi borgarstjórin
í Skálavík.
– Grótkastið treingir til
ábøtur, men tær verða helst
so
kostnaðarmiklar,
at
kommunan orkar ikki at
gera tær, sigur Palli Olsen,
varaborgarstjóri í Skálavík.
Hann er í løtuni virkandi
borgarstjóri, tí valdi borgar-
stjórin er burturstaddur.
Tað er soleiðis, greiðir
hann frá, at botnurin er
breiðkaður, tí tað skríður
undan. Grót er soleiðis
komið út móti innsigling-
ini, har tað ikki var frá byrj-
an.
– Tað er ikki tí, at tað ger
nakað hjá teimum, sum
vita, hvussu út sær, sigur
Palli Olsen. Men kemur
fremmant fólk, kunnu tey
fáa trupulleikar, um heilt
illa vil til.
Skálavíkar
Kommuna
hevur havt ætlanir um at
gera nakað við grótkastið,
men hevur ikki pengar, sum
er, sigur virkandi borgar-
stjórin. Fyri árum síðan
varð farið at savna saman
av stuðulsjáttan, sum fingin
varð, men sum ikki rakk
nóg lagt við einari játtan.
Men kreppan fór við øll-
um, sigur Palli Olsen. Allir
slíkir grunnar vórðu avtikn-
ir, og peningurin hvarv.
– Slíkar játtanir eru eisini
smáar, og íløgumark er eis-
ini, so her gerst einki, sum
er, sigur hann. Tað fæst ikki
meira enn fyri at flyta
maskinurnar aftur og fram,
sum hann tekur til.
Skálavíkar
Kommuna
hevur eisini brúkt pengar
uppi á landi seinnu árini,
vísir Palli Olsen á. Til døm-
is eru lagdar kloakkir, og
vegirnir eru umvældir og
asfalteraðir, eins og nýtt
vatnreinsiverk eisini er
gjørt. Pengar hava tí ikki
eisini verið til at gera verju-
garðin fyri, sigur hann.
Tað verður ikki róð út við
stórum bátum úr Skálavík.
Eini 15 tons man vera tað
mesta, bátarnir kunnu vera,
sum liggja her, heldur Palli
Olsen. Einki serligt hevur
verið
av
vetrarútróðri
seinnu árini heldur, men nú
er bátur komin aftur til
bygdina, og teir hava drivið
tað rættiliga í heyst, sigur
hann. So væntandi kann, at
lív verður í aftur í bátahyl-
inum eisini.
Skálavík er brimpláss á
eysturættum. Serliga land-
nyrðingurin er ringur. Men
síðan grótkastið kom, hava
bátar kunnað ligið í hylin-
um alt árið, sigur Palli Ol-
sen. Tað er tó ikki so, at
hylurin hevur kunnað verið
fullur av bátum, men nakrir
hava altíð kunnað ligið.
Eisini hevur verið ávís
ferðsla til Skálavíkar við
smærri bátum. Serliga um
summarið. Tað kemst av, at
beding er í Skálavík, sum
tekur smærri deksbátar og
stórar installeringar upp,
har teir so kunnu reinsast
og gerast við. Hon verður
brúkt av bátum úr allari
oynni, sigur virkandi borg-
arstjórin í Skálavík.
Grótkastið, sum verjir fyri bátahylinum í Skálavík, er frið at
sjunka. Í støðum er tað lækkað einar tveir metrar, síðan tað
var lagt út seinast í sjeytiárunum
Mynd: Oskar Oskarsson
C
M
Y
K
14