týsdagur 6. februar 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
AAA AAA AAA
Nr. 15 — 6. februar 1990 |
Ein lítil glotti í allari neyðini:
Fólk kunnu
rokna við
minni skatti
i februar
Skattaskipanin hevur við sær, at fólk rinda
lutfalsligan nógvan skatt í januar, men februar
verður lagaligari, sigur skattavaldið.
Fyrsta dagin fáa fólk at vita, hvat tey hava
rindað í bundnari uppsparing í fjør.
Fólk flest ógvaðust við, at
tey fingu lønina fyri januar
mánað. Skatturin var enn
eins høgur sum í fjør hóast
sagt varð, at bundna
uppsparingin ikki fór at
raka meir enn helmingin
so hart sum í fjør. Í fjør
skuldi bundna uppspar-
ingin fyri allar tólv
mánaðirnar rindast í bert
seks mánaðir mótvegis
hvgnn mánað í ár, og tí
vóru allar orsøkir at rokna
við, at meira var eftir av
lønini nú.
Sam Hansen, deildar-
leiðari á Líkningarráðnum
sigur, at skatturin fyri
januar mánað er lutfalsliga
høgur. Hetta av teirri
orsøk, at skattaárið endar
31. desember, og flestu
fólk fáa lønini útgoldna
25. januar. Sostatt verður
skatturin ikki roknaður
fyri ein heilan mánað, men
bert 25 dagar, sum gevur
eitt hægri prosent at rokna
skattin eftir. Hinvegin
verður tað, fólk hava
goldið ov nógv, mótrok-
nað í februar.
Fyri teir komandi
mánaðirnar verður skatt-
urin - um inntøkan er jøvn
- roknadur månad fyri
månad, og ti verdur skatt-
urin javnari tå.
NU KOMA TØLINI
Fyrsta dagin fer
Líkningarráðið at senda út
kontoavritini. Tá fáa fólk
at vita, hvat teirra
skattainntøka er sambært
arbeiðstakaran. Sam Hans-
en sigur, at tað er ógvuliga
umráðandi, at fólk kannað
hetta avritið og boða
Líkningarráðnum frá bein-
anvegin, um skeivt er.
Líkningarráðið bíðar
nakrar dagar við at senda
sjálvuppgávuna út so
hesar møguligu rættingar
kunnu koma við.
Saman við kontoavritu-
num fáa fólk eisini at vita,
hvat tey hava rindað í
bundnari uppsparing í
1989.
NOGV ANNAÐ
ARBEIÐI
Sambært lógina um
bundna uppsparing skal
hendan uppsparingin, sum
er inngoldin í fjør, í
landskassan. Men upp-
sparingin, sum nú verður
goldin saman við skatt-
inum, verður sett á konto í
føroyskum peningastovni
áljóðandi navninum á
honum ella henni, sum
eigur uppsparingina.
Soleiðis varð í hvussu er
sagt, tá lógin varð sam-
tykt.
Men so skjótt gongur tað
kortini ikki. Pengarnir,
sum eru goldnir í januar
mánað, liggja enn í lands-
kassanum, og har koma
teir at liggja erna tid enn
Sam Hansen sigur, at tað
er ein stórri fyritøka, at
gera eina skipan, sum ger,
at pengarnir fara út á
kontoir hjá hvgrjum upp-
sparara. Eisini skulu
bankarnir hava tíð at gera
sítt fyrireikingararbeiði.
Líkningarráðið varð
eisini nógv skert á
fíggjarlógini, samstundis
sum Líkningarráðið fekk
álagt fleiri uppgávur, sum
hava nógv arbeiðið við
Skattateldurnar á
Elektron eru skipaðar so
at januar er ein
kediligur” skatta-
mánaður
sær, sum sum korum einki
hava vit skatt at gera. Sam
Hansen sigur, at alt hetta
darvar Ráðnum í ti ar
beiðið, tað upprunaliga
varð sett til.
tór.-
Ungur figgjarstjóri
Landsstýrið hevur sett hin 31 ára gamla Kára Petersen úr
Hvalvík í starvið sum fíggjar- og búskaparstjóra.
Kári Petersen tók prógv
sum buskaparfrødingur í
Keypmannahavn í 1987. 1
lestrartíðini arbeiddi hann
eitt skifti í Fiskivinnu-
ráðnum, og eftir útbúgving
hevur hann starvast í
Fossbankanum, sum skriv-
ari i Føroya Arbeiðara-
felag, og nú seinast í
Landsbankanum.
Sum fíggjar- og búskap-
arstjóri er tað m.a. hansara
uppgåva at gera metingar
av búsparligum tiltøkum
og taka sær av teimum
toll- og skattamálum, sum
liggja beinleiðis undir
landsstýrinum. Annars
skal hann eisini rgkja
samskiftið millum lands
stýrið og teir almennu
stovnarnar, sum hava við
fíggjarmál at gera.
Fíggjar- og búskapar-
deildin er nýggj í
Tinganesi. Frammanundan
eru lønar- og starvs-
fólkadeildin, almanna-
deildin, samskiftisdeildin,
menta- og undirvísingar-
deildin, fiskivinnudeildin
og lógardeildin.
Kári Petersen tekur við
nýggja starvinum 1. mars.
tór.-
Kári Petersen, fíggjar- og
búskaparstjóri í Tinganest
Kunngerð um
el-prísir
Gjørt verður kunnugt, at vanligu elprísir
nir, samtyktir av stýrinum fyri SEV og
góðkendir av Foroya Landsstýri verða
hesir við gildi frá 1. januar 1990:
Brúkarastedd:
Nýtsla í KWh
um árið
0 10.000
10.000 — 100.000
Yvir 100.000
Streymgjald: Fast gjald:
Oyru 1
pr. KWh mánaðir
1,36 42
1,27 113
1,24 335
Øll onnur gjøld so sum åminningargjøld
slitingargjøld og
óbroytt.
Nærri upplýsingar hesum við
ibindingargjøld eru
við at venda sær til SEV
Vestmanna, tann 2. februar 199
Elfelagið S.E.V.