týsdagur 13. februar 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 13. februar 1990
Birgir Danielsen um fiskivinnupakkan:
Stórt
aftur-
Meðan Sovjetsamveldið og londini í eystureuropa fara
burtur frá planbúskapi, tí hann hevur spælt fallit, so
leggur okkara landsstýrið nú til brots við hesum sama
politikki sigur Birgir Danielsen, fiskasølustjøri í eini
viðmerking til fiskivinnupakka landsstýrisins, sum
hann heldur vera eitt stórt afturstig.
»Prinsipielt kann eg siga,
at uppritið hjá landsstýri-
num, serliga í sambandi
við býti av ráveru og
bonus- og studningsskip-
an, ber við sær júst sama
slag av planbúskapi, sum
bleiv innferdur í Ruslandi
aftan á kollveltingina í
1917. Royndirnar hava
vist, at planbuskapur hev-
ur spælt eftirtrykkiliga
fallit. Hetta eru id hvussu
so er royndirnar i Rus-
landi og eystanlondunum,
sum nú ganga burtur frå
hesi skipan, meðan vit í
Feroyum fara í holt við
hana“, sigur Birgir
Danielsen, fiskaselustjóri,
í samreðu við Sosialin.
Ein vanlukka fyri
samfelagið
Vit spurdu Birgir, um
hann metir, at struktur-
broytingarnar kunnu ger-
ast ein vanlukka fyri sam-
felagið.
— Ja, tað haldi eg.
Hetta fer ikki at loysa
fiskivinnutrupulleikarnar.
At gera studningsskipan-
ina floktari enn hon hevur
verið við bonusskipanum
og tílíkum, eru almenn
inngreb í vinnuna, sum
ongantíð og ongastaðni
hava givið góð úrslit. Tað,
sum hendir, er, at nú fara
teir almennu myndugleik-
arnir at blanda seg uppí,
hvat ið framleiðast skal og
hvat ið marknaðurin vil
hava. Marknadarmekan-
ismurnar fáa ikki loyvi at
virka. Ætlanin var jú at
fáa eina strukturbroyting
í lag, men semjan, sum
hevur verið legd fram,
hevur so nógvar struktur-
varðveitandi tættir, at eg
kann ikki taka undir við
henni, serliga hesum við-
víkjandi ráverubýtinum,
og meti hetta sum eitt
stórt afturstig.
Nú tosa samgongu-
flokkarnir um semjuna
sum ávísa frígerðing av
marknaðarmekanismuni.
Hvat sigur tú til tað?
Eg havi onga við-
merking til tað. Hetta
kann man saktans siga.
Spurningurin er, um man
fremur marknaðarmekan-
ismurnar við at blanda
seg uppí vinnuna við
bonusskipanum og prís-
studningum? Nú eru vit
inni við prísstudningum
bæði á ráverusíðuni og lið-
ugverusíðuni. Marknaðar-
mekanisman kemur í
klemmu her. Júst hesum
eru tey londini, sum hava
tær longstu royndirnar av
planbúskapi, farin frá.
Tað eru smáir meguleikar
fyri, at hetta fer at geva
betri úrslit hjá okkum. Tá
vit standa frammanfyri tí
vandamáli at ráveran
manglar, loysa vit tað ikki
við at býta ov lítla ráveru
út á virkini. Eg vænti, at
oll føroysku flakavirkini
fåa trupulleikar av hesum.
Summi koma avgjørt ikki
at klåra seg. Eg vænti, at
hetta fer at koyra fleiri
virki å heysin, ikki bert
tey småu. Virkini, ella i
hvussu so er nøkur av
teimum, skulu hava órími-
liga høgan studning.
Uppbodssølan
hjålpir ikki
Uppbodssølan er ein
roynd at studla fria mark-
naðinum. Heldur tú ikki
at tað fer at eydnast?
— Tað hjálpir ikki nógv,
tí tað kemur lítið av
studningsfiski á uppboðs-
seluna. Tann fiskurin,
sum kemur á uppboðssel-
una, ið verður løgd í Norð-
oyggjum, verður toskur
og hýsa, sum ikki er
studningsfiskur framman-
undan. Tað er mest nær-
liggjandi at hugsa sær, at
toskurin og hýsan verða
seld fyri góðan prís, og so
verður veran tikin niður
til Danmarkar og seld víð-
ari har frá igjøgnum fesk-
fiskahandilin uttan toll.
Selja vit tað hiðani, verður
tað við 15—18% tolli. Tað
verður sostatt ikki studn-
ingsfiskur, sum fer á auk-
tión. Hevdu teir lagt tað
soleiðis til rættis, at tað
var kongafiskur ella blá-
longa, ella onnur slík
fiskasløg, sum fóru yvir
auktiónina, so hevði eg
sæð eina vissa meining í
tí. Men eg síggi onga
meining í at fara at selja
tosk og hýsu. Hetta virk-
ar eisini beinleiðis mót-
vegis ætlan, tí um skipini
fáa meira fyri toskin,
verða 50% útgoldin í len
beinanvegin, og tað fer út
til forbrúk. Tað er júst
forbrúkinum, vit vilja
bremsa. Hvar er so logikk
urin?
Alternativ
Hevur tú
ternativ?
nakað al-
— Eg kom fram við tí á
alitinginum herfyri. Al-
ternativið snýr seg um at
leggja tað soleiðis til rætt-
is, at summi av flakavirkj-
unum verða utbygd til at
viðgera alifisk. Tey eru jú
næstan klár til tað í for-
vegin. Tey hava frystarí,
frystilager, gólvpláss,
saniterar umsteður o.s.fr.
Tað hevði verið skilabetur
at lagt viðurskiftini soleið-
is til rættis, at nøkur av
flakavirkjunum fingu
spesialiserad seg í kryvj-
ing, pakking, flakaskering
av alifiski o.s.fr. Hetta
kann ikki gerast saman
vid toski, men tad kann
gerast å sama virki, men
tad må vera i hvør sinum
fabrikshøli. Eitt annad i
sambandi við alternativ er
kvotering av fiski. Hend-
an skipan verður prakti-
serað kring allan heimin. Í
hesi skipan er ásett, at
skipini ikki kunnu fiska
meira enn so og so nógv
av toski, hýsu, upsa o.s.fr
Hetta elementið er púra
útilatið í semjuni millum
samgonguflokkarnar og
tað er spell. Hetta er
akkurát sum við einum
haga. Tú kanst ikki bara
fara í hagan og taka seyð
eftir flettingarkapasiteti.
Tú veiður noyddur at
hugsa um, hvat ið hagin
ber. Havið ber ávísa nøgd
av fiski og tí er man
navddur til at áseta kvot-
ur. Hetta er ein sera um-
rådandi partur av svari-
num. Eg havi langt sidani
gjørt myndugleikarnar
varugar við okkara sjónar-
mið og teir hava kent til
tað igjøgnum fleiri mån-
aðir. Serliga við ráveru-
býtinum havi eg gjert teir
varugar við, at her verður,
eftir míni meting, skotið
langt við síðuna av.
Birgir Danielsen segði,
at viss positiv ting eru í
uppritinum, eitt nú kon-
demneringsskipanin.
»Fiskiflotin er ov stórur
og flakavirkini eru ov
nógv. Ein sanering má
fara fram«, segði fiska-
selustjórin at enda.
etj.-
Sida 5
Meðan stýrini i eystur
europa og Sovjetsam-
veldinum viðganga, at
teirra planbúskapur hevur
spælt fallit, so leggur
okkara landsstýrið til
brots við hesum sama
planbúskapi, og hetta
verður einki minni enn ein
vanlukka fyri samfelagið
Birgir Daniel-
sen fiskasølustjøri í eini
viðmerking til uppskot
landsstýrisins til struk-
'urbroytingar í fiskivinn-
sigur
4ni
$
J. Paturssonargøta 18
Tlf. 17547
Videofilmar
til sølu
VHS 50. 700.
Bert 30; 19; -