fríggjadagur 7. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 26 - 7. februar 2003
Nr. 26 - 7. februar 2003
23
- Besta túrin høvdu
skipini 360.000 pund
av upsa, sigur Ragnar
Olsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gingið hampiliga
væl hjá nýggju trolarunum
hjá P/F Beta, Baki og
Stelki, síðan skipini komu í
føroyska fiskiskipaflotan
stutt fyri árslok 2002.
Skipini gjørdu ein túr fyri
jól, men hetta var í stóran
mun ein royndartúrur, har
reiðskapur
og
útgerðin
annars vórðu roynd.
Síðan vórðu Bakur og
Stelkur eins og onnur skip í
flotanum rakt av verkfalli,
sum vardi nakað út í januar.
Góður túrur
Ragnar Olsen sigur, at
skipini hava gjørt einar 4-5
túrar higartil í ár, og tann
besti av hesum gav 360.000
pund, meginparturin upsi.
Tað er ein góður ísfiska-
túrur.
- Skipini eru góð og hava
roynst væl í tí buldrasliga
veðrinum, sum verið hevur
í seinastuni.
Hann vísir á, at Bakur og
Stelkur kunnu fiska í mun-
andi verri veðri enn tey
gomlu skipini kunnu, og
tað man fara at síggjast
aftur, tá ið árið er úti.
Stórir pavnar
Sum skilst, hava spøl, trol
og fiskireiðskapurin annars
riggað væl, og tólini á
brúnni hava eisini virkað
eftir ætlan.
- Trupulleikar hava tó
verið við móttøku-og vaski-
pavnunum á tann hátt, at
fiskurin hevur rósað ov
nógv og verið ov sjórikin at
síggja til, tá ið hann er
landaður. Hesir pavnar eru
stórir, og tí hava vit nú
fingið skottað teir upp, so
fiskurin í teimum ikki ferð-
ast ov nógv aftur og fram.
Ragnar Olsen sigur, at
fyrst varð eitt skott sett í
móttøkupavnin og síðan
eitt aftrat.
- Vaskipavnurtin er lang-
ur og smalur, og tá ið skipið
setir, ferðast fiskurin ov
nógv. Tí hevur eisini verið
neyðugt at seta skott í
vaskipavnin, sigur hann.
Maskinan á Skarvi
steðgaði, tá ið teir
vóru á veg til lands
hósmorgunin. Teir
fingu í gongd aftur og
komu til lands við
egnari hjálp
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað reyk ógvuliga illa úr
skorsteininum á Skarvi, tá
ið skipið kom damlandi inn
eftir Skálafjørðinum beint
eftir klokkan 8 hósmorgun-
in.
Makkarin,
Trastur,
sigldi beint aftanfyri og
fylgdist inn eftir við Skarvi,
sum næstan var fjaldur í
royki.
Sosialurin var á bryggj-
uni, tá ið skipini løgdu at.
Panikkur var eingin um-
borð, hóast lúðurin ýldi.
Roykur og eingin grind,
plaga tey at taka til, men
her var roykur, helst ikki so
nógv á vási kortini og lítil
fiskur í lastini.
Roykur og sjógvur
Ragnar Olsen á P/F Beta
sigur, at skipini hava verið
úti tað mesta av eini viku.
Veðrið hevur verið ólaga-
ligt, og lítið er komið burt-
ur úr, tí illa hevur verið
roynandi. Skipini høvdu
einar 500-600 kassar til-
samans.
- Sum eg havi skilt,
steðgaði
maskinan
á
Skarvi, tá ið skipini vóru á
veg til lands. Teir fingu í
gongd aftur og kláraðu til
lands við egnari hjálp.
Sambært maskinmannin-
um umborð á Skarvi, sigur
Ragnar, er neyvan tann
stóri skaðin hendur.
- Veðrið hevur verið
buldrasligt hendan túrin, og
skipini vóru á veg inn.
Trastur hevði eisini fingið
nakað av sjógvi í lastina, tí
trupulleikar vóru við lens-
ingini.
Havhestur tøkur
Tá ið Beta fekk nýggju
trolararnar, Stelk og Bak,
vórðu tríggir av gomlu
Kuba-trolarunum
lagdir.
Ein teirra, Havhestur, ligg-
ur tó tøkur, um brúk skuldi
verið fyri avloysaraskipi.
- Havhestur, sum er ein
av teimum, ið er farin úr
flotanum, hevur soleiðis
verið einar 2-3 túrar, nú
Skrápur hevur verið til
klassingar. Men Skrápur er
liðugur nú, sigur Ragnar.
Hann vísir á, at øll skip-
ini fingu nýggjan motor í
1977-1978, og síðan tá
hava eini 2-3 av skipunum
aftur skift motor.
- Minnist eg rætt, er
Skarvur millum teirra, sum
ikki hevur skift motor á
øðrum sinni, sigur Ragnar
Olsen.
Nógvur roykur, men eingin fiskur
Kyndils-
messu-
teitið í
Losjuni
í Gøtu
UNDIRHALD
Vilmund Jacobsen
Gøta: Sunnukvøldið
kl. 20 verður Kynd-
ilsmessuteitið fram-
ført í Losjuni í Gøtu.
Hetta er eitt aftur-
vendandi tiltak, sum
Losjan í Gøtu skipar
fyri. Teir, sum taka
sær av at fyrireika til-
takið hesaferð, eru
Magni Poulsen og
Áslakkur Nesá.
Magni
hevur
í
mong ár verið ein av
fyriskiparunum
av
teitinum, og saman
við Áslakki er hann
eisini ein av teimum,
ið tekur sær av undir-
haldinum.
Ætlanin er at fram-
føra Kyndilsmessu-
teitið einar 4-5 ferðir,
helst bara 4 ferðir, tí
sum Magni Poulsen
tekur til:
- Vit vilja heldur
byrja við einum braki
og enda við einum
braki, so teitið ikki
gerst útvatnað.
Hann vísir á, at
Kyndilsmessuteitið
fevnir
um
lokalt
skemt, almenna vitan
og sang.
Fyrsta framførslan
verður nú sunnu-
kvøldið kl. 20, og
ætlanin er at hava
eina sýning aftrat
mikukvøldið
kom-
andi.
- Síðan er ikki heilt
greitt, nær hinar sýn-
ingarnar verða, men
kunngjørt verður um
tað
seinni,
sigur
Magni Poulsen.
Kyndilsmessa er, 2.
februar.
Gingið hampiliga væl
hjá Baki og Stelki
Neyðugt hevur verið at seta skott í móttøku-og vaskipavnarnar umborð á Baki og Stelki, tí fiskurin rósaði ov nógv og gjørdist sjórikin. - Skipini hava annars riggað
væl og kunnu fiska í munandi verri veðri enn gomlu trolararnir, sigur Ragnar Olsen á P/F Beta.
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góða Elsuba
Malena
Hjartaliga
tillukku við 7
ára føðingar-
degnum 28.
januar. Vit
elska teg.
Blíðar
heilsanir
mamma, Heini
og Pætur
Góða Beinta mostir
Her eru vit lítil. Tillukku
við teimum 30.
Jón
Elskaði Bjarni
Hjartaliga tillukku
við 14 ára degnum
í dag.
Ynskja mamma,
Ingun, Kristin og
Anna
Góða fitta Maria
Hjartaliga tillukku við 10 ára føðingardegnum 6. febr.
Heilsan Elias
HEILSANIR
Góði Poul
Hjartaliga tillukku við 75
ára degnum. Vit gleða okk-
um til kringluna.
Bestu heilsanir vit á D6
Hvør skuldi trúð, at henda
unga kvinnan fyllir 30.
Heilsan vit
Góða elskaða
Maria
Hjartaliga til-
lukku við 10 ára
føðingardegnum
í dag. Eisini ein
heilsa til Elias.
Ynskja omma
og gubbi
Góða fitta
stórasystir
Tillukku við
3 ára degn-
um. Tú er
tann fittasta
stórasysturin í
verðini.
Lítlasystir
Góða Elsuba Malena
Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum. Her høvdu
vit ein stuttligan túr í Suðri.
Blíðar heilsanir omma, abbi, Hans David og mostir
Góða Sólfríð
Vit ynskja tær
tillukku á 6 ára
degnum og alt
tað besta í
framtíð tíni.
Ynskja
Finnbogi,
mamma og
babba
Góði gubbi
Hjartaliga tillukku við 70
ára degnum í dag. Alt tað
besta í framtíðini.
Ynskja Bjarni og Tóra
C
M
Y
K
23
22