Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 19 — 15. februar 1990 Søguligi tátturin Julius Johannesen legði afturat: — Sær man á tað segu- liga fyri okkara viðkom- andi, so er steðan tann, at her á vestursíðuni hava verið flakavirki síðan 1960. Fyrst Dávavirkið, síðani Joensen og Olsen og Útróðrarvirkið. Tá ið teir góvust yvirtóku vit ta ráveruna og koyrdu víð- ari. Tað vísti seg at vera meguleiki fyri okkum og hann hava vit so brúkt. Taka vit nú hesar segu- ligu tættir í ráverugongd- ini her, so skuldu vit fing- ið eitt stað millum 3-4000 tons um árið. Miðstýring Julius segði, at hann var prinsipielt ímóti uppriti- num og at hann tók undir við sjónarmiðunum hjá Birgir Danielsen, fiska- selustjóra, í Sosialinum týsdagin. Tað ber ikki til at fremja ella stimbra vinnuni við slíkari mið- stýring. >Ég stúri fyri, hvussu tað fer at gangast okkum“, segði Julius Jo- hannesen. Uppbodssølan I sambandi vid uppbods- søluna segði Julius, at Roykivirkid hevur møgu- leikar at bjóða sum onnur virki. Men tað gevur ógvu- liga lítla meining kortini, segði Julius. Sagt verður, at tað kostar útvið 1 kr. pr. kg at koyra fiskin igjøgnum uppboðsseluna. Ongin fer á uppboðsselu, fær hann ikki 1 kr. meira pr. kg. Hetta týðir, at upp- boðsselufiskurin fer at kosta minst 2 kr. meira pr. kg. Tað er sera gott, um eitt væl rikið flakavirki fær 2 kr. í studningi pr. kg. Sostatt dugi eg als ikki at síggja, at flaka- virkini kunnu fara á upp- boðsselu at keypa fisk. Vit hava demini um hetta úr Íslandi. Tað sum hendi — og hetta kom fram í út- varpinum týskveldið — var at uppboðsselan gjørdi, at ráfiskaprísurin fór upp og virkini fóru av knóranum. Tey klåradu ikki at fáa tað inn aftur í seluni av lidnu vøruni, sum tey noyddust at gjalda fyri ráveruna. Minnist meg rætt, kom hetta eisini fram hjá As- mundi Gudjónsson á fiski- vinnutingi, har uppboðs- sela varð umredd. As- mundur legði fyri við at siga, at í Íslandi vóru teir byrjaði við auktión og prísirnir vóru farnir upp. Úrslitini vóru tey, at virk- ini ikki fingu fylgt við og vóru farin fallit. Síðani segði Asmundur, at hann helt at vit skulu fara undir uppboðsselu allíkavæl, lata øll virkini fara fallit og byrja aftur í eskuni. Nú veit eg ikki, hver tímir at gera tað. Men so- leiðis vænti eg at tað fer at vera her, um ráverubýt- ið verður koyrt igjøgnum. Ég veit bert, at eg ætli mær ikki at byggja upp aftur úr øskuni, um hetta verður tilfellið. Eg havi offrað 10-15 ár uppá virkið og fingið tað upp at standa, og tað koyrir enn. Missa vit ráveruna er bara eitt at gera, og tað er at geva teimum lyklarnar. Blindastovnur Føroya hevur opið mánadag— friggjadag kl. 9.00—16.00. Telefonir: 182 22 og 192 88 Tvangsauktion På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tørshavn afholdes Torsdag den 8. marts 1990 kl. 13.00 -tvangsauktion over matr. nr. 491 Fugla- fjørð. Auktionen er begæret af advokat Ólavur Jákup Kristoffersen, Tórshavn, Advokatskrivstovan telefon 11145. Ejendommen er et beboelseshus op- ført i 1968 på en 420 m? stor grund. Det bebyggede areal udgør 106 m? i to etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 12.02.1990 Birgit Skriver, fm. Råvørubyti = vanbyti Pa Bygdamenning, sum hev- ur verið niðurlagið sein- astu nógvu árini, man neyvan vera tað, ið mest er hugsað um, tá lands- stýrið hevur lutað út á virkini teir prosentpartar, teimum nú er ætlaður av samlaðu landingunum. Kanska gott tað sama, tí meira innantómt og po- litiskt misnýtt hugtak, man ikki áður hava verið fyri i foroyskum politikki. Men haðani ífrá og til við einari so stívrendari privatkommunistiskari og hartil planøkonomiskari skipan at avsiga alla fram- tíðar fiskavirking á ávís- um plássum, man vera mongum ovboðið. Alt gott um at stýra, men so skal tað vera eftir skipanum, sum til ber at umsita. Er tað ikki tað, so | er pátikin stýring verri enn einki. Hon ikki bert ørkymlar tey virki, ið veruliga vilja nakað skilagott, men sum verri er, slíkar skipanir kveikja upp í ljósan loga teir ójavnar til arbeiðs- og vinnulíkindi, ið veruliga TX valda í landinum í dag. Ónegdina á stórplássu- num við alt tað, ið gjørt hevur verið á smáplássu- num í heilaga navni bygdamenningarinnar, kenna vit. Eisini kenna vit misnegdina á smáplássu- num við útbyggingina av eitt nú skúlum, umsiting 0.ø. á stórplássunum Hesar trupulleikar hava ivaleyst øll samfeløg og av royndum vita vit, at er- kvisni i so måta ikki er minst i oyggjasamfeløg- um sum okkara. Men hvat, id ikki var áður, verður nú. Nu verð- ur ikki bert stríð millum smærru bygdirnar og sterru plássini, men tað, ið verri er, landspartarnar ella oyggjarnar ímillum. Tí hvat munnu suðringar við sínum tilsamans 11,68 prosentum halda um, at eitt nú Skálafjerðurin einsamallur fær 16.94 pro- sent ella Eysturoyggin sum so heili 33,89 prosent. Hvat munnu t.d. norð- streymoyingar við sínum bert 6,41 prosentum siga um teirra lut í mun til tey Arbeiðsmanna- felagið Framtíðin Arsaðalfundurin verður 19. februar kl. 19.00 í felagshølinum. Skrå samb. lógunum. Allir limir eiga at møta. | Nevndin 16.94 á Skålafjørdinum ella til at verða nærum javnsettir við Sandoynna við hennara 5.82 prosent- um, og hvat siga sandoy- ingar, sum ikki hava ann- að enn flakavirkini til teirra 5.82 prosent, mett ja við nærum eitt- hvert av hinum ekjunum Ella man útróðrarhá- borgin mikla, Klaksvíkin saman við Norðdepli fara at halda, at tað er í lagi við tilsamans 14.45 prosent- um, tá hesi ella hasi ekini, t.d. Skálafjorðurin einsa- mallur fær 16.94 prosent. At so Suðurstreymur, íroknað Nólsoy, fær eitt so soltið bein at gnaga sum 11.68 prosent — ella sam- anlagt minni enn Sand- oyggin og Norðurstreym- oy — hóast eitt íbúgvara- tal, svarandi til ein triðing av ellum føroyingum, sig- ur ikki so lítið um tað manglandi skil og álvara, sum landsstýrið hevur lagt í hetta vanlukku upp- skot. Eitt er so tað, at eingin nakrantíð man halda seg hava fingið nóg mikið, annað er við lóg at áseta so stórar ójavnar oyggj- anna millum. Lat fara, at uppskotið er illa umhugsað í so máta og ikki til at halda skil á tí geografiska viðvíkjandi, men verri er, at ikki eitt orð lata teir falla um, hver, ið selja skal nýggju meirgóðskaðu og harvið dýrari framleiðsluna. Hetta átti ikki at verið týdningarminsti spurn- ingurin, tá umráddi at fáa sum mest burturúr iil- feingi okkara. Eingin ivast í, at ver- andi virki heldur enn fegin vildu framleitt dýrastu seluveruna, og avmark- ingin av hesi framleiðslu sam- > stendst avgjert ikki bert av tervandi ráfiski til hesa veru. Her skal og má selan sjálv mennast, men sjálvsagt treytað av, at hesin marknaður er til. Við tí neyðarsliga parti av heildarútflutningi okk- ara, ið fer til hesa dýru framleiðslu, kundi okkurt bent á, at hesin markn- aður kortini ikki er so sjálvsagdur, ið vit kanska halda — men er hann kort- ini tað, so er okkurt spinn- andi galið við okkara selu- politikki. Heldur einki sæst í upp- skotinum um at studn- ingsveitingarnar í fram- tíðini verða einfaldari, heldur tverturímóti. Nú skal studningur leggjast í øll liðini, og ikki nóg mikið við tí — eisini latast til innflutning av »råvøru«, sum vit ikki fáa nakað at vita um, hvat gerast skal við. Eitt er vist, at skal hon góðskast til sámuligt steði, so krevur henda ikki at vera vánaligari enn miðal av tí, ið feroysku skipini avreiða dag um dag. Vit kunnu tí aftur spyrja okkum sjálvi, hví kortini so lítil partur av okkara hóast alt toluliga fiski verður virkaður til dýrari framleiðslu — tí talan kann neyvan vera um at innflyta fisk við studningi til bíligastu framleiðslu, eina fram- leiðslu, vit eru ovbyrjað av frammanundan. Nei, góðu fadrar at hes- um uppskoti, takið tað aftur og vísið í verki, at tit veruliga meina nakað skilagott við at lata libe- ralu marknaðarmekanism- urnar ráða. Latið vinnuna á sjógvi sum á landi sam- an við fakfeløgum og sølu- fyritøkunum greiða hesa flokju. Vinnulivsmadur