Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Tjúgu góð ár við norðmonnum í Barentshavinum - nu uppsagdur } Minkandi fiskakvoturnar í Barentshavinum raka londum sum nú í nógv år hava liv að av hesum fiskiskap meimt hjá teimum inum halda sera illa ul standa, kanska Vit føroyingar serliga tí at vit hava fingið kkum ein heilt nýggjan g dýran flota ul fiskiskap á hest fjarleið Men verri man standa teimum mongu inunum sum altid hava livad av fiskinum í Barentshavinum. Nú teirra Kvotur eru minkaðar niður 1 næstan cinki er sSjálvt 1a K i nking KA SI rk ving If. S ng ong ar iva Siglt ð rskun tiskiski Tad ir tann O, at einir 70 tl 80 tøroyskir fiskimenn vóru við til at manna fiskibåt- arnar ur stora fiskivinnu bynum Ålesund I dag er so gott sum eingin efur. Ein tann sein- ast, sum trúliga hevur tænt hesum flota í skjótt 20 ár er Jacob Petersen, vanliga nevndur Jakku. Góð tid Sosialurin hevur tosað við hann, nú hann er koyrdur í land og ikki kann rokna við at fáa tjans við norðmonnum aftur í bræði. Jakku dylur ikki fyri, at hann heldur tað vera stórt spell, at tann góða tíðin við norskum trolara nú efur øllum at dóma er av. Jakku, sum í dag er 41 ára gamal, fór til skips longu tå hann fylti 14 år Tvey ár var hann so i Grønlandi og arbeiddi å flakavirki. Tå teir nyggju kjølbrotrolararnir komu til landið bad eisini Jakku um tjans, ti hann hevði góðan hug at royna trolaralívið. Men har bar ikki til. Gravgangurin at sleppa við teimum skipunum var stórur. So Jakku gjørdi mangir aðrir av sínum javnaldrum, hann fór við sum SO norskum línubáti. Hetta var í 1968 Saman við 9 ødrum føroyingum fór Jakku til Grønlands vid norska linubåtinum Pioncr, hetta var ein fyrrverandi hvalabátur og tann fyrsu yvirbygdi norski linubåturin Jakku ynskti framvegis at sleppa við trolara, og í 1973 fór hann so saman ið 8 øðrum førovingum ul Bátsfjórðin, har tei oru við cinum feskfiska en] roiara Tjans vid verk- smidjutrolara Árið efur fekk hann so sitt ynski uppfylt nevniliga at fáa tjans við einum av teimum stóru verksmidjutrolarunum sum fiskadu i Barents havinum og høvdu heim stad i Ålesund. Og har hevur Jakku verid sidani - ul hann nú fyri kortum varð uppsagdur vegna tørvandi kvotur. -Tað er ikki sért hug- stoytt at koma heimaftur og vita, at tú ikki sær títt gamla arbeiðspláss aftur sigur Jakku. Hann sigur seg hava havt nøkur sera góð ár umborð á norskum trolara. Tað hevur verið eitt gott lív at vera trolaramaður. Eg havi verið sera væl viðfarin av norðmonnum, sum mær eisini hevur dámt væl. Kanska eru norðmenn ikki líka gestablíðir sum vit, men har hevur so ongantíð verið nakað skeivt okkara millum. Vit eru komnir sera væl út av tí oll hesi árini sigur Jakku Betri umstødur Hann vísir eisini á. at tað hevur verið gott lív at sigla við norskum trolara. Eg kundi sjálvandi roynt at fingið tjans við føroyskum trolara, men hartil er at siga, at tad hevur verið betri liv at vera við norskum trolara enn um eg var við einum av okkara egnu. Eg havi kanski ikki fortjent lika nógv, men arbeiðstíðin hevur verið gðrvísi. Túrarar hava ikki vart í meira enn góðar tveir mánaðir og eg hava verið heima ein mánað hvert summar og altíð á jólum. Við føroyskum fjarfiski- trolara vara túrararnir oftani upp í fleiri mánaðir til eitt Jakku hålvt år sigur Men nú er hatta so søga Har er einki meira. Nógvur fiskur Vit spurdu Jakku, hvat hann heldur um støðuna hjá fiskastovunum í Bar- entshavinum. - Tad er legið, at gransk- ararnir skulu siga, at eingin fiskur er eftir har, tí vit sum hava fiskað har øll hesi árini, síggja, at nógvur fiskur er til. Tí duga vit ikki at skilja, at kvoturnar skulu skerjast so nógv. Annars heldur Jakku, at føroyingar eru nógv betur fyri, tá talan er um kvotur í Barentshavinum. Føroyingar fáa meira Tey føroysku skipini kunnu fiska 400 tons hvør umframt stórar nøgdir í sovjettiskum sjógvi, með- an norðmenn bara fáa 90 tons uppá skipið, so í veruleikanum fáa før- oyingar nógv meira enn norðmenn í hesum øki- num, hóast hetta er út fyri norskt land. Jakku viðgongur, at hetta undrar hann ikki sért, og er tað kanska heldur ikki so løgid, at nógvir norðmenn eru rættiliga ónggdir við, at føroyingar hava fingið meira enn teir. Farin tíð -Men tíðin við norð- monnum er farin. Tann tíð, tá fleiri hundrað før- oyingar mannaðu norskar trolarar og línubátar kem- ur helst ongantíð aftur. Í dag kunnu teir føroyingar, sum sigla við norskum fiskiskipum helst teljast á einari hond sigur Jacob Petersen at enda. Nr. 19 — 15. februar 1990 Er Jakku telist ikki millum teirra og nú roynir hann at fåa tjans vid onkrum føroyskum fiskiskipi. Noregstidin er farin med alla. jan NU er at spenna BELTINI