Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 27 - 8. februar 2003 Nr. 27 - 8. februar 2003 5 MENTAN Nevndin í Grunni Thor- valds Poulsen av Steinum hevur á fundi gjørt av, at í 2003 verður gávan, kr 60.000, latin Tróndi Boga- syni Hansen, tónasmiði. Gávugóðs úr Grunni Thor- valds Poulsen av Steinum verður givið ungum við listarligum gávum til út- búgvingar. Tróndur Bogason Hansen hevur víst hegni og nýskap- an, tá ið talan er um nýggj- ari partiturtónleik, og hans- ara fjølbroytta arbeiði við tónleiki skarar framúr. Hann hevur spælt violin hjá Erik Petersen og í nógv ár klaver hjá Bjarna Restorff. Hann hevur gingið á kom- positiónskeiðum hjá Sun- leif Rasmussen. Í rockbólk- inum MC-hár hevur Trónd- ur Bogason spælt og gjørt løg, og hann hevur lagt til rættis annan rútmiskan tón- leik. Í 1999 fór Tróndur at lesa á komponistbreytini hjá Det kgl. danske musik- konservatorium. Tróndur Bogason Hansen hevur vunnið eina kapping um at skriva ein sats til Tórshavnar manskór og í 2000 fekk hann fyrstu virð- isløn í kapping um at skriva eina nýggja ólavsøkukant- atu. Fleiri verk hjá Tróndi Bogasyni hava verið frum- framførd á Summartónum, og hann skrivaði setanar- verkið til Listastevnuna í 2002 Grunnur Thorvalds Poul- sens av Steinum frøist um at kunna stuðla listarligu útbúgving og menning hansara við hesum gávu- góðsi. Í nevndini eru Odd- fríður M. Rasmussen, Elsa Birgitta P. Petersen og Mal- an Marnersdóttir. Gávu fyri hegni og nýskapan Tróndur Bogason Hansen fekk gávugóðs Mynd Jens K. Vang Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi Hans Jacob Debes Tórshavn doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur og góða hjálp. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á B6. Vegna familjuna børnini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið hava hjálpt og stuðlað okkum á so mangan hátt ígjøgnum hesa sváru tíð, síðani vit mistu okkara høgt elskaða son, pápa, bróður, svág og pápabeiggja Gudmund Lindenskov Joensen Tøkk fyri heilsanir, vitjanir, blómur og kransar Vegna familjuna Rannvá,Tummas, lítla Rannvá, Kathrina, Jógvan Edvard og Hanna Tað er beinleiðis skeivt, tá Fólkaflokk- urin í brævi til dan- ska forsætisráðharran sigur, at Saddam Hus- sain hóttir trúarfræls- ið, sigur limur í adventistasamkomuni í Havn TRÚARFRÆLSI Edvard Joensen Tá ein sendir bræv til for- sætisráðharran og ákærir fólk fyri eitthvørt, eiga ákærurnar at vera sannar. Tað eru tær hjá Fólka- flokkinum ikki, tá flokkur- in leggur Saddam Hussain og stjórnina í Irak undir at hótta trúarfrælsið, sigur Thorbjørn Brochs, sum er limur í adventistasamkom- uni í Tórshavn. –Tað undrar meg, at ein- gin hevur víst á tað bein- leiðis skeiva í útmeldingini hjá Fólkaflokkinum, tá hann leggur Irak undir at hótta trúarfrælsið, sigur Thorbjørn Brochs. Tí eg veit, at Irak er einasta muslimska landið yvirhøv- ur, sum virðir trúarfrælsið. Thorbjørn Brochs vísir á, at sjálvt ein so lítil sam- koma sum Adventkirkjan í Irak, hevur egnar kirkjur, egnar skúlar og frí á sabbatsdegnum. Stjórnin í Irak hevur avgjørt, at tað er umráðandi, at minoritetir- nar ikki verða gloymdar, sigur hann. –So tá Fólkaflokkurin brúkar hóttan móti trúar- frælsinum sum grundgev- ing fyri at stuðla USA í at loypa á Irak, ber ikki til at fara meira skeivur enn akkurát har, vísir Thorbjørn Brochs á. Hann leggur dent á, at tað á ongan hátt skal skiljast sum, at hann styðjar stýrið í Irak ella Saddam Hussain, og tað gera adventistarnir soleiðis yvirhøvur heldur ikki, sigur hann. Kanska hava Fólkaflokkurin og Óli Breckmann, sum undir- skrivaði bræv teirra, rætt í fleiri førum, men her fara teir skeivir, vísir Thorbjørn Brochs á. Brævið, sum Fólkaflokk- urin hevur sent forsætisráð- harranum, stendur á heima- síðu Fólkafloksins og verð- ur her endurgivið orðarætt av heimasíðuni: »Statsministeren, Ha. Andeers Fogh Rasmus- sen, MF, Christiansborg 1218 København K Støtte til USAs holdning til Irak Folkeflokken ønsker her- med at tilstede den støtte, som De på vegne af Dan- marks regering sammen med andre europæiske statsledere har givet Præsi- dent Bush og den amerik- anske regering i dens faste og ansvarlige holdning over for den trussle, Sad- dam Hussein og hans re- gime udgør imod fred, demokrati, trosfrihed og menneskeværd. Med venlig hilsen p.v.a. Folkeflokkens lagtings- og landsstyremedlemmer Óli Breckmann« Thorbjørn Broch sigur, at fólk halda ivaleyst, at tá tal- an er um muslimskt land, er einki trúarfrælsi. Men hann vísir á, at høgtstandandi stjórnarlimir í Irak eru kristnir. –Nú veit eg ikki, hvørja kirkju Tariq Assis hoyrir til, men kristin er hann. Hann var uttanríkisráðharri, men eg haldi, at hann hevur fingið eitt annað, minst líka høgt starv. Tað, sum eg haldi vera so trist, er at ein ikki er meira nágreiniligur, soleiðis at tað, ið verður sagt og skrivað, er rætt, sig- ur Thorbjørn Brochs. Fólkaflokkurin fer lætt um sannleikan –Tað undrar meg , at eingin hevur víst á tað beinleiðis skeiva í grundgeving Fólka- floksins, tá væntandi trúar- frælsi í Irak verður brúkt sum grundgeving fyri stuðuli til álop á landið, sigur Thor- bjørn Brochs, sum er virkin í adventistasamkomuni í Havn Ætlanir eru um at savna samferðslu- søguna hjá Vágum og Mykinesi í bók. Fyrsta stigið varð tikið við framsýning á Vestan- stevnu í Miðvági í fjør SØGA Edvard Joensen Vágar: Søgan um sam- ferðsluna vestur í Vágar skal savnast á einum stað. Ætlanir eru um at geva eina bók út um evnið. Ein teirra, sum hevur birt upp undir tiltakið, er Dánjal Poulsen, sum er vágamaður búsitandi í Havn. Hann er ættaður úr Vatnsoyrum. Dánjal Poulsen sigur, at hugskotið spratt upp undir Vestanstevnuna seinast, samstundis sum Vága- tunnilin var komin væl á- leiðis. Samstarv varð tikið upp millum Miðvágs Forn- minnisfelag og Dánjal Poulsen, og ein framsýning kom upp á Ellisheiminum á Vestanstevnu. Tá tunnilin lat upp í desember í fjør, varð sama framsýningin sett upp aftur á Giljanesi. Hesaferð var tað Lions Club Vágar, sum stóð fyri. Dánjal Poulsen sigur, at nú rímiliga nógv tilfar er tókt, er nærliggjandi at hugsa, at tilfarið skal gevast út í bók. Ætlanin er at fara víða, sigur Dánjal Poulsen. Eitt er søgan um fasta samband- ið, sum er áhugaverd. Men hon er bara ein heilt lítil partur av samferðslusøguni hjá vágafólki. Ætlanini er at fara langt aftur í tíðina, sigur hann. Dánjal Poulsen leggur dent á, at ætlanin er at skriva søguna hjá øllum økinum. Tað vil siga bæði Vágum og Mykinesi. Eisini skulu smáu bygdirnar, sum verið hava í Vágum, Slætta- nes og Víkar, takast við, sigur hann. Evnið verður býtt upp í fleiri partar. Bæði flutning um Vestmannasund, ta til- tiknu Vesturleið, bygdar- gøtur í Vágum og ikki min- st flogferðsluna. –Júst flogferðslan fær ein stóran part í hesi søguni, sigur Dánjal Poulsen. Hóast hugskotið er kom- ið í samstarvi við Miðvágs Fornminnafelag, eru eisini onnur áhugað í at halda fram. Eitt nú Sørvágs Bygdarsavn og einstakling- ar, eins og áhugi eisini tyk- ist vera í Sandavágs Forn- minnisfelag, sigur Dánjal Poulsen. Tað er kostnaðarmikið at fara undir slíka verkætlan, sigur hann, og tí eru um- sóknir sendar stovnum og feløgum um fíggjarligan stuðul. Eitt nú hava komm- unurnar í Vágum fingið áheitan um fíggjarliga stuð- ul, sigur Dánjal Poulsen. Skriva samferðslusøgu í Vágum Ein fittur partur av samferðslusøguni um Vestmannasund er knýttur at Olsen familjuni í Vestmanna, sum í fýra ættarlið røkti samferðsluna um Sundið. Deksbáturin Ólavur átti sín stóra lut í heusm flutningi Mynd: Edvard Joensen Graving Vit átaka okkum alt vanligt graviarbeiði við maskinu (3,5 t.) t.d.snøgga rundan um hús.Grava út fyri hjalli, bilhúsið o.s.v. Sp/f ENL Tlf. 223717 C M Y K 5 4