leygardagur 8. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 27 - 8. februar 2003
Nr. 27 - 8. februar 2003
7
–Tað var ógvuliga
nærliggjandi fyri meg
at søkja hetta starvið,
tá tað er hetta økið, eg
havi fingist mest við.
Tú kanst kalla hetta
fyri tað ideella starvið
fyri meg, sigur Steffen
Stummann Hansen,
nýggjur landsantikv-
arur
LANDSANTIKVARUR
Heri á Rógvi
Hann er ikki ókendur í Før-
oyum. Nýggi landsantikv-
arurin fekk sítt fyrsta ar-
beiði sum útbúgvin forn-
frøðingur í Føroyum. Tá
var hann leiðari fyri út-
grevstur á Toftanesi í Leir-
vík. Hetta arbeiðið var í
tíðarskeiðum frá 1982 til
1987. Síðani tá hevur hann
fleiri ferðir verið í Føroyum
í arbeiðsørindum.
Útbúgvingin hjá honum
er mag.art í forsøguligari í
fornfrøði. Somuleiðis hev-
ur hann lisið eitt sindur av
søgu, og hann hevur fingið
lektari døming og gransk-
ingar døming, soleiðis at
hann hevur fullan førleika
at undirvísa og granska.
Upprunaliga sergreinin
hjá 48 ára gamla dananum
var um Danmark um jarn-
øldini, men hann hevur
seinni savnað sær servitan
um fornfrøði í serliga Grøn-
landi, Írlandi og Føroyum.
Upplagt
Fyri Steffen Stummann
Hansen var hesin møgu-
leikin, at gerast lands-
antikvarur í Føroyum, upp-
lagdur.
– Tað var ógvuliga nær-
liggjandi fyri meg at søkja
hetta starvið, tá tað er hetta
økið, eg havi fingist mest
við. Tú kanst kalla hetta
fyri tað idella starvið fyri
meg, sigur Steffen Stum-
mann Hansen.
Hann er í løtuni í starvi hjá
Danmarks Nationalmuse-
um, har hann arbeiðir fyri
SILA – Nationalmuseet
Center for Grønlandsforskn-
ing. Arbeiðið hjá honum
snýr seg í løtuni um at gera
eina bók um útgrevsturin á
Toftanesi lidna. Samstundis
arbeiðir hann eisini við
trimum øðrum útgávum.
Tað er kanska nærliggj-
andi at hugsa sær, at ein
maður við so drúgvum
royndum sum Steffen Stum-
mann Hansen heldur vildi
hildið fram á einum stórum
stovni sum eitt nú Danmarks
Nationalmuseum,
men
soleiðis sær nýggi lands-
antikvarurin ikki upp á tað.
– Tað, at okkurt er stórt,
merkir ikki altíð, at tað er
gott. Føroya Fornminnis-
savn er tað nógv mest nat-
úrliga staðið hjá mær at
søkja, og eg gleði meg at
taka við hesari avbjóðing-
ini, sigur Steffen Stum-
mann Hansen.
Tá hann byrjar í starvinum
miðskeiðis í mars mánaði,
so ætlar Steffen eisini at
flyta til Føroya at búgva fast.
Hann skilur sum er heilt
fitt av føroyskum, og hann
sigur fara at royna, og hann
vónar, at hann skjótt kemur
á lagi at tosa føroyskt.
Samstarv
Hóast hann ikki er komin
til landið og byrjaður í
nýggja starvinum, so hevur
nýggi
landsantikvarurin
gjørt sær nakrar tankar um,
hvørja framtíð hann kundi
hugsað sær fyri Føroya
Fornminnissavn.
– Tað er sera týdningar-
mikið, at Føroya Fornminn-
issavn verður meira sjón-
ligt, og vit lata upp fyri
størri samstarvsmøguleik-
um, har vit fara at sam-
starva um verkætlanir við
fleiri av okkara granna-
londum og onnur lond, sig-
ur Steffen Stummann Han-
sen.
Hann sigur seg hava inn-
trykk av, at hølisviðurskift-
ini hjá Føroya Fornminnis-
savnið eru á góðari leið,
men enn hevur hann ikki
heilt fingið skoða sítt
nýggjar arbeiðspláss.
Onga viðmerking
Tað mugu vera fá, sum ikki
hava lagt til merkis, at
setanin av Steffen Stum-
mann Hansen hevur skapt
ikki sørt av politiskum roki.
Sjálvur
hevur
Steffen
Stummann Hansen ongar
viðmerkingar til ábreiðslur-
nar til landsstýrismannin
um politiska setan.
– Eg havi søkt hetta
starvið við mínum faklig-
um kvalifikatiónum sum
grundarlag. Eg havi verið
til setanarsamrøður, og so
eru tað onnur, sum hava
mett, at eg var besti um-
søkjarin,
sigur
Steffen
Stummann Hansen.
Nýggi landsantikvarurin
er heldur ikki í iva um, at
hann er førur fyri at røkja
starvið sum landsantikvarur
við nógvu útgávunum og
drúgvu royndum sínum í
huga.
Steffen Stummann Han-
sen tekur við landsantikv-
arur miðskeiðis í mars.
Steffen Stummann Hansen, nýggjur landsantikvarur:
Tað fullkomna starvið
Kanska mest umtalaði per-
sónurin í Føroyum í løtuni,
nýggi landsantikvarurin
Steffen Stummann Hansen.
Hann sær starvið í Føroyum
sum eitt sera áhugavert starv,
og hann gleðir seg at koma til
Føroya at starvast.
Nýggi landsantikvarurin,
Steffen Stummann Han-
sen, er føddur 29. januar
1955, og hann er sostatt
júst fyltur 48 ár.
Hann tók studentsprógv í
Rødovre í 1973. Í 1983
varð hann útbúgvin mag.
art. í forsøguligari forn-
frøði á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn. Í sínum
lestarárunum luttók hann
eisini við fleiri høvi í forn-
frøðiligum útgrevstrum.
Frá 1982 til 1987 var
hann leiðari fyri útgrevstr-
inum hjá Fornminnissavn-
inum á Toftanesi í Leirvík.
Hann hevur eisini starv-
ast sum inspektør á Gille-
leje Museum í áttatiár-
unum. Seinni hevur hann
arbeitt víðari útgrevstrin-
um á Toftanesi, og hann
fæst í løtuni við at skriva
eina bók um evni í sínum
arbeiði á Danmarks Nati-
onalmuseum. Hann hevur
eisini fingist við eina røð
av øðrum uppgávum í sam-
bandi við útgrevstur.
Í nýtiárunum hevur hann
millum annað fingist við at
undirvísa. Hann fekk lekt-
ara døming á lærda háskúl-
anum í Keypmannahavn í
1996, og hann starvaðist
sum granskingarlektari har
frá 1996 til 1999.
Hann hevur eisini verið
tilknýttur eina longri røð
av verkætlanum, sum ser-
liga hava verið knýttar at
Føroyum, Grønlandi, Het-
landi og Írlandi.
Hann starvast í løtuni á
Danmarks Nationalmuse-
um á Sila – Nationalmuse-
ets center for Grønlands-
forskning.
Hann hevur fingið játtað
pening frá Sila til at gera
eina bók um útgrevsturin á
Toftanesi lidnan. Sam-
stundis fæst hann eisini við
tvær aðrar útgávur.
Samlaði útgávulistin hjá
Steffen Stummann Hansen
er drúgvur og fjølbroyttur.
Hann hevur útgvið ein hóp
av bókum og greinum um
fornfrøðilig
viðurskifti,
sum einamest snúgva seg
um øki sum Danmark, Før-
oyar, Grønland, Hetland og
Írland.
Hann hevur seinnu árini
verið á vitjan í Føroyum
nakrar ferðir, millum ann-
að helt hann ein fyrilestur í
Vági í fjør.
Steffen Stummann Han-
sen hevur eisini verið og er
limur í fleiri nevndum og
felagsskapinum. Millum
annað sat í nevndini fyri
danska magistarafelagið.
Steffen Stummann Han-
sen byrjar sum landsant-
ikvarur miðskeiðis í mars.
Um Steffen
Stríð um setanarpolitikk
– Tað er ikki brot á
setanarpolitikkin ikki
fylgja einum tilmæli.
Tað er heldur ein
spurningur um, hví
landsstýrismaðurin
velur ikki at fylgja til-
mælunum, sigur
Marjun Hanusardótt-
ir, løgmansstjóri.
Annlis Bjarkhamar og
Anfinn Kallsberg
hava hvør sína áskoð-
an um setanarpol-
itikkin
SETAN
Heri á Rógvi
Gjørdi Annlis Bjarkhamar
rætt, tá hon setti Steffen
Stummann Hansen sum
landsantikvar, eftir at setan-
arbólkurin tvær ferðir hevði
tilmælt einmælt, at Símun
V. Arge skuldi setast í starv.
Hetta er spurningur, sum tað
flestu av fjølmiðlunum í
løtuni royna at fáa svar upp
á. Frá politiskari síðu verður
somuleiðis leita við øllum
hugsandi amboðum eftir at
fáa greiðu á málinum.
Í Sosialinum hósdagin
søgdu bæði Andras Mort-
ensen og Arne Thorsteins-
son, at eftir teirra tykki var
talan um eina politiska set-
an, har politisk fyrilit vórðu
tikin framum tey fakligu.
Løgmaður hevur gjørt
greitt, at málið ikki er í tráð
við setanarpolitikkin hjá
landsstýrinum. Men Annlis
Bjarkhamar,
landsstýris-
maður, sum hevur ábyrgdina
av setanini, heldur, at setanin
var í tráð við setanarpolit-
ikkin hjá landsstýrinum.
Av nógvu skrivinigini um
evnið og úttalilsum hjá løg-
manni, so hevur Annlis
Bjarkhamar sent út eitt tíð-
indaskriv. Hon hevur tó ikki
verið at fingið hendur á til
eina viðmerking, hóast
dúgliga hevur verið roynt.
– Í fjølmiðlunum og á
tingsins røðarapalli havi eg í
dag hoyrt tíðindafólk og
Løgmann leggja undirritaðu
undir at hava brotið almenna
starvsfólkapolitikkin
í
sambandi við setanina av
landsantikvari. Hartil verður
róð fram undir, at talan er
um eina politiska setan.
Hetta vil eg ikki hava sit-
andi á mær. Eg undrist stór-
liga á, at slíkt verður ført
fram, uttan at Løgmaður
hevur kannað málið ella
vísir á, hvar almenni setan-
arpolitikkurin er brotin,
ella hvørjar grundgevingar
eru skeivar í málinum, sig-
ur Annlis Bjarkhamar í tíð-
indaskrivi.
Hon endurtekur tað, sum
hon eisini verður endurgiv-
in fyri at siga í Sosialinum
hósdagin, at setanin byggir
á fakligar og væl grundaðar
grundgevingar, sum hon til
eina og hvørja tíð kann
standa inn fyri.
Hon sigur seg einki hava
ímóti, at málið verður tikið
um av einum kærumyndug-
leiki, tí alt er farið rætt fram
í málinum, og hon avvísir
staðiliga, at talan er um
nakra politiska setan.
Hon eggjar til, at málið
verður lýst til fulnar, men
vil framvegis ikki siga
nakað ítøkiliga um sína
avgerð, annað enn, at besti
umsøkjarin varð settur, og
tað er sakliga grundað.
– Eg eri fegin um, at ætl-
anin er at kæra málið til
Løgtingsins Umboðsmann,
har málið kann lýsast av
óheftum. Og eg heiti á ein-
staklingar ella fakfeløg
teirra um at leggja málið
fyri Umboðsmannin.
Eg taki fulla ábyrgd av
gongdini og avgerðunum í
hesum máli, og tað tykir
mær rangvørt, at niðurstøð-
ur verða gjørdar, áðrenn
nakar hevur sett seg inn í
málsgongdinal, sigur Ann-
lis Bjarkhamar.
Aðrastaðni sæst at lesa,
at løgmaður hevur sett síni
fólk at hyggja nærri at mál-
inum.
Í tráð?
Løgmansstjórin,
Marjun
Hanusardóttir, sigur, at ar-
beiðið hjá einum setanar-
bólki er at gera eitt út-
greindi arbeiði, sum skal
stuðla avgerðini hjá lands-
stýrismanninum.
– Ein setanarbólkur, sum
er settur saman við umboð-
um fyri leiðslu, starvsfólki
og umboð fyri eitt nú ávísar
bólkar, ið viðkoma starvs-
økinum, skal fyrireika mál-
ið.
Uppgávurnar hjá bólkin-
um er at tryggja, at tann
besti umsøkjarin úr einum
heildasjónarmiðið
fær
starvið, og at umsøkjarar,
ið ikki fáa starvið kunnu
føla seg vísan í, at rætt er
farið fram í málinum, sigur
Marjun Hanusardóttir.
Hon leggur dent á, at hon
ikki kennir til málið, men
tosar yvirordnað umsetan-
arviðurskifti. Í skrivandi
stund hevur Løgmansskriv-
stovan ikki móttikið tilfar
um málið.
– Tað er ikki beinleiðis í
stríð við setanarpolitikkin
ikki fylgja einum tilmæli.
Tað er heldur ein spurning-
ur um, hví landsstýrismað-
urin velur ikki at fylgja til-
mælunum, sigur Marjun
Hanusardóttir.
Løgmansstjórin sigur, at
tey hava ikki havt líknandi
mál til viðgerðar, men hava
havt mál, sum í aðrar mátar
hava havt við setanarpolit-
ikkin at gera.
Starvsmannafelagið
hyggur í løtuni at
málinum um lands-
antikvarin við atliti
at setanarpolitikkin-
um
LANDSANTIKVARUR
Heri á Rógvi
Tað er ikki bara Magist-
arafelagið, sum hevur
áhuga fyri málinum við-
víkjandi
setanini
av
nýggjum landsantikvari.
– Vit fylgja við málin-
um, men vit eru ikki farin
upp í málið, tí sjálv setan-
in liggur ikki hjá okkum
at viðgera, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, formaður
í Starvsmannafelagnum.
Fleiri av limum Starvs-
mannafelagsins arbeiða á
Føroya Fornminnissavn-
ið, og felagið hevur og fer
at tosa við sínar limir um
starvssetanina av nýggj-
um landsantikvari.
Gunnleivur
Dalsgarð
leggur stóran dent á, at
teir bara fylgja við í
málinum. Tað er serliga
við atliti at setanarpol-
itikkinum.
– Skal mann hava ein
setanarpolitikk,
so
er
neyðugt at fylgja honum.
Annars kann mann bara
lata vera við at hava nakr-
an tílíkan politikk, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Málið er í skrivandi
stund spildurnýtt fyri
Starvsmannafelagið, og
Gunnleivur Dalsgarð vil
ikki gera aðrar viðmerk-
ingar til málið. Hann vil
einki siga um, hvørji
møgulig tiltøk ella onnur
stig felagið ætlar ella
kundi hugsa at tikið.
Starvsmannafelagið:
Hyggja at
málinum
Annlis-Anfinn: Annlis Bjarkhamar og Anfinn Kallsberg kunnu ikki semjast um, hvussu best at røða um setanarpolitikkin hjá landsstýrinum.
Hetta er lýsingin, sum stóð í
føroyskum bløðunum fyri
fyrstu ferð 28. september
2002. Fyriuttan at siga, at
landsantikvarurin fær í
minsta lagi 36.000 kr. um
mánaðin, so er einki óvanligt
við lýsingini, men seinni hev-
ur Annlis Bjarkhamar tikið
onnur atlit. Hetta kemur
fram í brævið til Símun V.
Arge.
C
M
Y
K
7
6