leygardagur 8. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 27 - 8. februar 2003
Nr. 27 - 8. februar 2003
9
Á landsfundi Sjálv-
stýrisfloksins, sum
hildin varð í Kapp-
róðrarneystinum á
Glyvrum, 25. januar,
varð Kári P. Høj-
gaard, løgtingsmaður,
valdur til nýggjan
floksformann. Eyðun
Eltør, landsstýris-
maður, sum hevur
verið formaður í
Sjálvstýrisflokkinum
síðan seinasta lands-
fund, er nú næstfor-
maður. Landsstýris-
maðurin tók seg aftur
til fyrimuns fyri løg-
tingsmannin.
Sosialurin hevur skift
orð við nýggja floks-
formannin
FORMANSSKIFTI
Vilmund Jacobsen
Kári P. Højgaard sigur, at
formansskiftið fór fram í
sátt og semju, og at lands-
fundurin var samdur um, at
ábyrgd og avgerðir eiga at
fylgjast í politiska starvin-
um.
- Tingmaðurin er tann
politiski myndugleikin, ið
situr við ábyrgdini og av-
gerðunum, og tí helt lands-
fundurin tað vera rætt, at
eg, sum einsamallur ting-
maður floksins, eisini eri
floksformaður. Haraftrat
kemur, at ein landsstýris-
maður kann missa sessin og
sita frá degi til dags, meðan
ein løgtingsmaður í minsta
lagi situr seks vikur fram.
Hetta er tíðin frá tí, at løg-
maður kann útskriva nýval,
til val verður hildið, sigur
floksformaðurin.
Undan Eyðuni Eltør, var
Sámal Petur í Grund eitt
stutt skifti formaður í
flokkinum og undan hon-
um, Helena Dam á Neysta-
bø, sum tók seg úr flokk-
inum.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur eina starvsnevnd, har
Petur Olivur í Hoyvík, van-
liga nevndur Gimpe, er for-
maður og eina landsnevnd,
har Lassi Klein nú er for-
maður og Ása Olsen næst-
formaður. Næstformaður í
starvsnevndini er Jan Joen-
sen, sonur Asbjørn Joen-
sen, sála. Landsnevndin er
hægsti myndugleiki flok-
sins, meðan starvsnevndin
virkar sum ein arbeiðs-
nevnd undir landsnevndini.
Formaður í landsnevndini
undan fundinum, 25. jan-
uar, var Ronald Poulsen,
sum hesaferð bar seg undan
afturvali.
Aktivur formaður
Kári sigur, at hann fer at
leggja dent á at vera ein
aktivur floksformaður, og
málið er at gera Sjálvstýr-
isflokkin meira sjónligan á
politiska leikpallinum.
- Tað er avmarkað, hvat
ein einsamallur tingmaður
kann gera, men vit hava
eisini ein góðan landsstýr-
ismann í olju- og umhvørv-
ismálum. Eyðun Eltør er av
tí gamla og góða skúlanum.
Vit báðir hava eitt ógvuliga
gott samstarv, og eg kann
siga, at øvut orð er ikki fall-
ið okkara millum. Kanska
heldur hann lágan profil og
ger ikki nógvan háva burtur
úr tí, hann ger. Eyðun er
hóvligur og arbeiðir í tí
stilla, men eg haldi, at hann
hevur rokkið góðum úrslit-
um sum landsstýrismaður.
Kári vísir á, at Sjálvstýr-
isflokkurin, so hóvligur
hann er, hevur havt stóran
týdning í føroyskum poli-
tikki í nærum eina heila
øld.
- Tí eiga vit at seta øll
segl til tess at gera flokkin
meira sjónligan, nú kann-
ing eftir kanning vísir, at
flokkurin
liggur
undir
sperrumarkinum. Vit mugu
fáa fólk at skilja, at Sjálv-
stýrisflokkurin, sum er tann
hóvligi flokkurin í miðjuni,
er besta boð í føroyskum
politikki. Okkara leiklutur í
framtíðar politikki er eins
týdningarmikil, og hann
hevur verið farnu øldina.
Hann sigur, at ein av høv-
uðsuppgávunum hjá hon-
um sum floksformanni
verður at styrkja lokal-
feløgini kring um landið.
- Vit hava feløg í Norð-
oyggjum, Eysturoy, Suður-
streymoy og smærri feløg í
øðrum oyggjum, eitt nú í
Vágunum. Neyðugt er, at
hesi feløg gerast meira
virkin við regluligum og
upplýsandi fundum um
ymisk evnir, sum røra seg í
samfelagnum. Vit mugu
koma á tal við fleiri fólk í
lokalsamfelagnum og fáa at
vita, hvat rørir seg har.
Yngst og elst
Kári vísir á, at tað hevur
eydnast sjálvstýrisfólki at
endurreisa Unga Sjálvstýri,
har Kenneth Rasmussen nú
er formaður, og Dan Lam-
hauge er næstformaður.
- Unga Sjálvstýri er virk-
ið og hevur longu fingið
rættiliga nógvar limir. Tað
fegnast vit sjálvsagt um. Vit
eru spent eftir at síggja,
hvat fer at spyrjast burtur úr
hesum.
Floksformaðurin sigur, at
Unga Sjálvstýri fer at taka
upp mál, ið rørast millum
tey ungu, eitt nú útbúgving-
armál og tað at seta føtur
undir egið borð.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur annars longu havt
tveir fundir síðan lands-
fundin fyri 14 døgum
síðan, og á hesum fundum
hevur flokkurin arbeitt við
eini
arbeiðsætlan
um,
hvussu virksemið skal fara
fram.
- Flokkurin er fyri øll,
bæði ung, tilkomin og eldri.
Vit tala ikki fyri áhugamál-
um hjá nøkrum serstøkum
bólki í samfelagnum. Tí eru
øll, sum taka undir við
grundsjónarmiðjum flok-
sins, vælkomin at stuðla
okkum í okkara hóvliga
politiska arbeiði fram ímóti
einum sjálvbjargnum Før-
oyum, sigur Kári.
Hann heldur, at orsøkin
til, at flokkurin er dottin
burtur ímillum teir stóru
flokkarnar, í fyrsta lagi er
kjakið um loysing og sam-
band og um høgra og
vinstra.
- Men líkt er til, at kjakið
um loysing og samband
verður minni, nú løgmaður
hevur sett út í kortið eitt
nýtt "modell" í strembanin
eftir størri sjálvræði í
Føroyum. Nú er ætlanin, at
føroyingar skulu kunna
yvirtaka øll mál, eisini tey,
sum liggja uttanfyri a og b-
málini. Hetta eru mál í tí
sonevnda gráa geiðranum,
sum ikki eru diffineraði
sum a ella b-mál. Øll hesi
skulu savnast í eini yvir-
tøkulóg, so vit kunnu yvir-
taka tey, so hvørt vit ynskja
tað, og ráðini eru til tess.
Fólkakirkjan
Kári heldur ikki, at neyðugt
er at stríðast við danskar
myndugleikar um yvirtøk-
ur.
- Lat okkum fyrst verða
samd her heima í Føroyum
og fyrireika okkum væl til
tær yvirtøkur, sum skulu
koma. Signalini frá dønum
eru greið. Teir hava ikki so
nógv ímóti hesum yvirtøk-
um, um málini verða væl
fyrireikað, hava undirtøku í
føroyska fólkinum, og vit
gjalda fyri yvirtøkurnar
sjálvi.
Floksformaðurin vísir á,
at yvirtøkan av fólkakirkj-
uni er eitt typiskt mál, har
einki politiskt er til hindurs
fyri at yvirtaka kirkjuna.
Vit skulu gera okkara
heimaarbeiði liðugt sam-
bært samgonguskjalinum,
soleiðis at kirkjan verður
yvirtikin í samráð við allar
partar, ið eru tengdir at
málinum.
- Her er longu stórt ar-
beiði gjørt og tað, sum eftir
er at gera, eiga vit at fremja
í sama anda sum við øðrum
yvirtøkum. Vit eiga ikki at
byrja við úrslitinum og
áseta ein dag fyri tílíkari
yvirtøku, men gera okkara
heimaarbeiði fyrst, væl og
virðiliga í samráð við tey,
sum varða av. Tað týdning-
armesta er at fáa gjørt tað,
sum gerast skal, eins og vit
mugu finna út av, hvussu
kirkjan skal verða framyvir.
Breið undirtøka
Kári sigur, at sum er, er
fólkakirkjan undir donsku
grundlógini, men hann
reisir spurningin, hvussu
verður, tá ið hon er yvir-
tikin, og vit enn ikki hava
fingið okkara tilsvarandi
lóg her heima.
- Eg trúgvi ikki, at prísir-
nir á prestagørðum og ann-
að verður nakar trupulleiki,
tá ið saman um kemur.
Slíkt er meira proforma,
sigur hann.
Floksformaðurin heldur,
at hugskotið hjá landsstýr-
iskvinnuni, Annlis Bjark-
hamar, um at gera eina
arbeiðsætlan í samband við
yvirtøkuna, er gott.
- Allir partar hava sagt
seg sinnaðar at fáa hesa
yvirtøku frá hondini, og
bæði innanfyri og uttanfyri
kirkjugátt er undirtøka fyri
hesum, um rætt verður at-
borið. Vit eiga at ansa eftir
ikki at skapa ótryggleika,
men fara konstruktivt í
gongd við at loysa málið úr
røttum enda, sigur Kári.
Hann sigur, at politisku
flokkarnir skulu taka sær av
tí politiska partinum, með-
an juristar hóskandi kundu
tikið sær av tí løgfrøðisliga
partinum.
- Verða spælireglurnar
fylgdar, er breið undirtøka
fyri at yvirtaka fólkakirkj-
una, sigur floksformaðurin.
Nú arbeiðið við føroysk-
ari grundlóg er lagt fyri
tingið, vísir Kári á, at fólka-
kirkjan, sum er undir
donsku grundlógini, ætl-
andi verður ankrað í før-
oysku lógini - hvussu
henda lóg so enn kemur at
kallast, grundlóg ella før-
oyalóg.
- Vit hava eina fólka-
kirkju í Føroyum, sum eftir
mínum tykki eigur at vera á
fíggjarløgtingslógini. Ætl-
aðu vit í staðin at hava eina
fríkirkju, noyðist kirkju-
fólkið sjálvt at gjalda fyri
sína egnu kirkju - og tá
hava vit ikki longur eina
fólkakirkju í Føroyum.
Hugburðurin
Sjálvstýrisflokkurin er av
teirri áskoðan, at so hvørt
haldgott grundarlag er fyri
yvirtøkum, eiga vit stigvíst
at átaka okkum tær upp-
gávur, sum enn ikki eru á
føroyskum hondum.
- Tað er so ógvuliga týdn-
ingarmikið, tá ið yvirtøkur
skulu fremjast, at hugburð-
urin í fólkinum er hin rætti.
Fólkið eigur at vera fyri
yvirtøkum, tá ið hesar
verða framdar, soleiðis at
vit ikki bert hava helmingin
av fólkinum aftanfyri okk-
um - og hin helmingin
ímóti okkum. Einasti máti
er at skapa tryggleika og
forstáilsi fyri tí, sum gjørt
verður á hesum øki. Er
ferðin ov nógv, vendir fólk-
ið okkum bakið. Vit eru í
einari slíkari "prosess" nú,
at rætt má farast fram.
Annars missa vit alt tað
góða á gólvið, og tað hevði
verið stórt spell. Við hóv-
ligari ferð vinna vit langt.
Floksformaðurin vísir á,
at sama er galdandi, nú
landsstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum, Høgni Hoy-
dal, hevur lagt fram, hvussu
arbeiðast skal víðari við
eini føroyskari grundlóg.
- Her er stórt arbeiði gjørt
av teirri nevnd, sum hevur
arbeitt við hesum máli.
Sjálvandi eru allir flokkar
ikki samdir um alt og hava
gjørt sínar viðmerkingar,
men málið hevur sum heild
breiða politiska undirtøku.
Ósemjan
hevur
serliga
staðist av, hvussu "barnið"
skal eita - um navnið skal
verða ein grundlóg ella
føroyalóg. Spurningurin er
eisini, um tað letur seg gera
at hava tvær grundlógir í
sama ríki. Somuleiðis eru
flokkar ósamdir um, hvørt
tað er rætt at hava eitt stórt
síðuleypandi ráð við so
stórari umboðan, sum skot-
ið er upp.
Kári sigur, at enn er eitt
stórt arbeiði eftir at gera,
áðrenn lógin kann sam-
tykkjast, og hann væntar, at
arbeiðast skal ógvuliga
støðugt, um ætlaða tíðar-
ætlanin skal halda.
- Men tað er ynskiligt, at
hetta mál kemur undir land
í hesum valskeiðnum, sigur
hann.
Ikki 80, men 50
Formaður Sjálvstýrisflok-
sins sigur, at samgonguav-
talan,
sum
landsstýris-
flokkarnir arbeiða eftir,
tekur fleiri stig móti størri
sjálvstýri í Føroyum.
Tá ið hann verður spurd-
ur, hvar Føroyar sum full-
veldi er havnað í ætlaða
yvirtøkupolitikkinum, sum
nú er á tapetinum, sigur
hann:
- Fullveldið er ein av-
gerð, sum Føroya fólk kem-
ur at taka tann dag, tíðin er
búgvin til tess. Tað, sum vit
nú arbeiða fram ímóti, er at
gera okkum fíggjarliga
óheftar av dønum.
Kári vísir enn einaferð á,
hvussu umráðandi tað er, at
slík stig hava undirtøku í
fólkinum, soleiðis at fólkið
ikki skilir seg í tveir líka
stórar partar í hesum spurn-
ingi.
- Eg haldi, at allir polit-
iskir flokkar í dag ynskja,
at føroyingar kunnu standa
á egnum beinum fíggjar-
liga. Men koyra vit 80 km.
um tíman, tá ið vit áttu at
koyrt 50, ræða vit fólk og
fáa ikki neyðugu undir-
tøkuna fyri tí, vit gera. Tað
eru tey, sum halda, at tað
gongur ov skjótt, og at
vandi er fyri vælferðini, um
vit ikki settu ferðina niður.
Vóru vit búgvin til full-
veldið, trúgvi eg ikki, at
nakar hevði verið ímóti,
men vit noyðast eisini at
lurta eftir fólkinum, sigur
floksformaðurin.
Gjalda skuld
Kári vísir á, at skuldin hjá
okkum til danska statin er
smáar 4 miljardir, og við
árslok 2002 áttu vit 2,3
miljardir í Landsbankan-
um.
- Uppgávan hjá okkum
eigur at vera at fáa skuldina
til danska statin av vegnum
so skjótt tilber, tí skuld er
eisini binding. Skulu vit
hava politiskt frælsi, mugu
vit eisini hava fíggjarligt
frælsi.
Hann sigur, at føroyska
samfelagið rindar umleið
350 milj. krónur til danska
statin um árið fyri rentur og
avdrøg.
- Tá ið vit eru leysir av
hesi binding - vónandi
skjótari enn ætlað, hava vit
meira pening av ráða yvir,
sigur Kári P. Højgaard.
...
Vit kunnu skoyta uppí, at
Kári Post, sum hann verður
róptur í heimligum um-
hvørvi, hevur gingið við
posti í 30 ár. Hann byrjaði
at ganga við posti, 1. august
1971 og gavst sjálvan 30
ára dagin, 1. august 2001.
- Tingarbeiði krevur so
nógv, og tekur so langa tíð,
at eg avgjørdi burtur av at
taka mær av hesum. Tað er
heldur ikki so lætt at vera
einsamallur tingmaður í
einum flokki.
Síðan Kári gavst at bera
út post, hevur hann hend-
ingaferð verið aftur á goml-
um gøtum, tá ið tørvur
hevur verið á fólki.
- Men tímarnir í mínum
gamla starvi síðsta ár vóru
fáir, sigur nýggi floksfor-
maðurin, sum tekur polit-
isku uppgávuna í størsta
álvara.
Honum dámar væl at
vera á báti - og ein slíkan
túr av og á noyðist Kári
kortini at geva sær stundir
til.
– Eg vil verða ein aktivur
floksformaður
Í samfull 30 ár gekk hann við posti, men
gavst á sjálvum 30 ára degnum, tá ið
politiska arbeiðsbyrðan gjørdist so stór.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Her helt Sjálvstýrisflokkurin landsfund, 25. januar, og her varð Kári P. Højgaard valdur til
floksformann eftir Eyðun Eltør, sum nú er næstformaður í flokkinum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Yvirtøkan av fólkakirkjuni skal fremjast í sátt og semju millum allar partar, bæði innan-og uttanfyri kirkjugátt, sigur Kári P.
Højgaard.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8