Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 27 - 8. februar 2003 Nr. 27 - 8. februar 2003 11 Eitt nýtt løgmálaráð hevur ikki við sær, at føroyingar fáa fleiri lógir at akta. Tvørtur- ímóti er endamálið at rudda upp í føroysk- um lógum, so tær gerast einfaldari. Nýggja løgmálaráðið er komið upp á pláss, og fríggjadagin var móttøka í Bakka- pakkhúsinum LÓGARSMÍÐ Ingi Rasmussen Vit skulu hava færri og betri lógir. Føroya fyrsti løgmála- ráðharri, Høgni Hoydal, hevur eina einfalda uppskrift fyri, hvat endamálið við nýggja løgmálaráðnum er. Í sambandi við, at Løg- málaráðið formliga er farið at virka, varð skipað fyri móttøku í Bakkapakkhús- inum fríggjadagin. Løg- málaráðið húsast, har landsstýrið í gomlum døg- um helt til, og fjølmiðlarnir vóru bjóðaðir at sita í gomlu stólunum, har menn sum Andrass Samuelsen, Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam og Hákun Djur- huus hava stjórnað før- oyska heimastýrinum. Samstundis, sum Løg- málaráðið leitar aftur til røturnar, so er tað eitt slag av nýggjari byrjan, sam- bært landsstýrismanninum. – Høvuðsuppgávan hjá løgmálaráðnum er at syrgja fyri rættartrygdini. Bæði innanhýsis fyri borgaran og úteftir við altjóða rættar- støðuni hjá Føroyum, sigur Høgni Hoydal. Eitt sindur speirekandi hevur hendan og undan- farna samgongan verið arg- að fyri, at hon hevur havt ein landsstýrismann við oljumálum uttan olju, ein landsstýrismann við sjálv- stýrismálum uttan sjálv- stýri, og nú hava vit so eis- ini fingið eitt løgmálaráð, uttan at allar lógir eru før- oyskar. Landsstýrismaðurin slær fast, at tann gongdin, sum hann sum landsstýrismaður við sjálvstýrismálum ar- beiddi fyri, heldur fram í løgmálaráðnum. – Okkara uppgáva verður at fáa tey írestandi málsøk- ini til Føroya, at skipa um- sitingina av hesum máls- økjum og at dagføra før- oyskar lógir, sigur Høgni Hoydal. Færri lógir Hóast føroyingar hava fingið sítt fyrsta løgmála- ráð, so merkir tað ikki, at føroyingar fara at fáa fleiri lógir. – Ein av okkara høvuðs- uppgávum verður at rudda upp í teimum nógvu lógun- um í Føroyum. Tað er eitt stórt og neyðugt arbeiði. Tað er ikki endamálið at fáa fleiri lógir niðan í tingið, men hinvegin er tað eitt mál, at vit fáa færri og betri lógir, sum eru gjøgnum- førdar, og har avleiðingar- nar aftan fyri lógirnar eru greitt lýstar, sigur Høgni Hoydal. Sambært landsstýris- manninum, so eru alt ov nógvar lógir samtyktar síðstu árini, sum borgarin ongan møguleika hevur at fylgja við í. Landsstýris- maðurin heldur tað tískil vera vert at umhugsa eitt lógarstopp á summum økj- um, tí alt eigur ikki at vera loyst við løgtingslógum. Eftirkanna uppskot Eitt løgmálaráð merkir heldur ikki, sambært lands- stýrismanninum, at umsit- ingin er vaksin stórvegis. Tey 15 starvsfólkini, ið ar- beiða í løgmálaráðnum, eru øll flutt frá Løgmansskriv- stovuni, og tað vil siga, at hetta ikki av sær sjálvum hevur við sær, at fleiri fólk eru sett í miðfyrisitingina. Sostatt hevur løgmála- ráðið ongan eyka kostnað við sær enn, men sjálvandi, tá málsøkini verða yvir- tikin, fer tað at krevja eyka fólk í skipanini, sigur Høgni Hoydal. Løgmansskrivsstovan skal í framtíðini fyrst og fremst taka sær av sam- skipandi leiklutinum, með- an løgmálaráðið yvirtekur arbeiðið at eftirkanna lógarsmíð í øðrum ráðum. Allar lógir, sum skulu fyri løgtingið, skulu umvegis løgmálaráðið, har kannað verður eftir, um tær eru í lagi og samsvara við aðrar lógir. Undir løgmálaráðnum liggja eisini kommunumál. Og har liggur eisini ein stór uppgáva, nú málsøki verða flutt frá miðfyrisitingini út til kommunurnar at umsita. Yvirtaka yvirtøkur Ein partur, sum fer við stórari orku hjá embætis- fólkum í løgmálaráðnum, er at standa fyri teimum samráðingum um yvir- tøkur, sum fara fram í løt- uni. Hesin parturin lá áður undir løgmansumsitingini. Arbeiðið gongur væl, sigur Rúni Joensen, aðal- stjóri í løgmálaráðnum. Yv- irtøkan av fólkakirkjuni er mest sum avgreidd á em- bætismannastigi og fyrsti parturin av yvirtøkuni av løgregluni verður liðugt viðgjørdur í vár. Harafturat verður arbeitt við eitt nú persóns-, familju og arva- rætti, og Rúni Joensen væntar, at tær lógirnar kunnu fáa gildi í Føroyum frá 1. januar 2005. Færri og betri lógir Mál, ið skulu undir føroyskt lóggávuvald A-mál (blokkurin) – Heilsumál – Helvtin av almannamálum Yvirtikin, tá løgtingið samtykkir tað B-mál – Fólkakirkja – Løgregla, fongsulsverk, kriminalforsorg – Flogferðsla Yvirtikin eftir samráðing við Danmark Onnur mál – Dómstólur, rættarskipan – Persóns-, familju- og arvarættur – Útlendingamál – Fjølmiðlaábyrgd – Fíggjarrættur – Nøkur smærri vinnumál Undir donsku grundlógini – Uttanríkispolitikkur – Verjumál – Ríkisborgararættur Høvdu veggirnir kunnað talað. Høgni Hoydal og nýggja løgmálaráðið húsast í gomlu hølunum hjá landsstýrinum, og í hesum hølinum vóru gomlu landsstýris- fundirnir Mynd: Jens K. Vang Fakta C M Y K 11 10