leygardagur 8. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 27 - 8. februar 2003
Nr. 27 - 8. februar 2003
13
Eitt álit um eigarviðurskiftini í fiskivinnuni á landi
var herfyri handað landstýrismanninum í vinnu-
málum. Ein av niðurstøðunum var, at vit ikki skulu
ræðast útlendskan kapital í føroyskari fiski-
framleiðslu.
Hetta er ivaleyst rætt, um man gongur útfrá, at málið
við slíkari framleiðslu í Føroyum er so gott úrslti
sum møguligt fyri tað virkið, ið man eigur í
Føroyum. Soleiðis nýtist tað ikki altíð at vera. Man
kan fara so langt, sum at siga, at tað er ikki sørt
naivt, at ganga útfrá, at profitmaksimering fyri
fiskaframleiðsluna í Føroyum er motivið, um ein
stór altjóða fyritøka keypti til dømis Fiskavirking.
Tað eru nógv dømi um fyritøkur, ið hava alla ta
framleiðsluorku, teimum tørvar á europeiska
meginlandinum. Slíkar fyritøkur keypa ikki føroysk
virkir, tí teimum manglar framleiðsluorku ella
know-how, slíkar fyritøkur keypa, tí teimum mangl-
ar atgongd til rávøru og hálvfabrikata.
Vit siga ikki, at tað í øllum førum er so, men ein
vandi kann tað verða. Skuldi tað hent, at onkur
fyritøka keypti stóran part av føroysku fram-
leiðsluorkuni fyri at veita rávøru og hálvfabriakata
til virki síni á meginlandinum, so hevði hetta verið
einki minni enn ein vanlukka fyri Føroyska
fiskivinnu.
Ein gyltur millumvegur má finnast. Tað er neyvan
rætt heilt at halda útlendskan kapital úti av føroysk-
ari fiskaframleiðslu, men tað má sigast at verða
óguvliga naivt at halda, at motivini hjá útlendskum
fyritøkum til at keypa í øllum førum er tann mest
gevandi raksturin fyri ta, í heildini, lítlu eindina, ið
liggur í Føroyum.
Nógv av tí nýliberalistiska rákinum, ið floymir yvir
landið í hesum døgum, skyldast reint bláoygni og
væntandi vinnuroyndir. Tað er í nógvum førum gott,
at marknaðurin avgerð, hvussu ein vinna sær út,
men vit eiga at gera okkum greitt, at í summum
vinnum er ikki vist, at marknaðarkreftirnar tryggja,
at framkomin framleiðsla yvirhøvur er í Føroyum.
Tá gerst tað eitt politkskt problem, ið partvíst kann
loysast við protektionismu.
Protektionisma er eitt banniorð millum nógvar
búskaparfrøðingar, og er í nógvum førum skaðilig,
men í summum førum er hon neyðug fyri eitt
samfelag sum tað føroyska. Hetta hava allir flokkar
í føroyskum politikki ásannað í nogv ár, og kunnu
vit nevna nógv dømi um slíka protektionismu, eitt
nú í føroyskari oljulóggávu.
Aftur her: Alt við máta. Heimurin er ikki svartur og
hvítur. Sum oftast er hann millum ljósagrátt og
myrkagrátt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eigaraviðurskfti í
fiskivinnuni á landi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ólavur Waag
Høgnesen
Ein høvuðsuppgáva hjá
fjølmiðlunum skuldi helst
verið at upplýsa borgarar-
nar, so vit vera betri fyri at
taka støðu til dagsins mál.
Mangan eru vit tó verri
fyri, tá ið eitt mál hevur
verið gjøgnum journalist-
isku mylluna her á landi.
Í vikuni varð kunngjørt,
hvør
verður
landsanti-
kvarur. Tá ið almenn størv
skulu setast, so hevur set-
anarmyndugleikin skyldu
at seta tann best egnaða í
starvið. Tað serliga við hesi
setanini er, at setanar-
nevndin tvær ferðir hevur
innstillað ein ávísan um-
søkjara, men kortini hevur
landsstýrismaðurin sett ein
annan umsøkjara.
Tað er eitt sera álvarsligt
stig! Tí er tað rætt, sum
fleiri hava ført fram, at
landsstýrismaðurin
skal
hava sera góðar grundir fyri
síni avgerð.
Nú veit eg av góðum
grundum einki um málið,
men tann, sum einki veit,
veit í hvussu er so mikið:
1. Hevur setanarnevndin
peikað á tann best kvali-
fiseraða umsøkjaran, so
hevur landsstýrismað-
urin
ein
álvarsligan
trupulleika; løgmaður
má so taka tey neyðugu
stigini í málinum
2. Hevur setanarnevndin
ikki peikað á tann best
egnaða umsøkjaran og
hevur landsstýrismaður-
in grein í sínum máli, so
hevur embætisverkið (og
harvið
tær
almennu
Føroyar) ein álvarsligan
trupulleika; landsstýris-
maðurin má tá taka tey
neyðugu stigini
Mikukvøldið keypti eg
bæði Dimmalætting og So-
sialin, men í báðum førum
verða lesararnir sleptir upp-
á fjall. At landsstýris-
maðurin hevur gjørt nakað
skeivt, kann bara vera
tilfeldið, um setanarbólk-
urin hevur gjørt sítt arbeiði
til lítar og peikað á tann
best egnaða. Og tað letur
til, at bæði bløðini byggja á
ta fortreyt, at setanarbólk-
urin hevur gjørt sítt arbeiði
til lítar. T.v.s., at møguleiki
2 omanfyri verður als ikki
umrøddur. Er tað so, at
setanarbólkurin ikki hevur
peikað á tann best egnaða
umsøkjaran, so hava vit
eina heilt aðra søgu.
Nú kann tað verða, at
bløðini vita fyri vist, at
setanarnevndin hevur gjørt
sítt arbeiði til lítar (tað
mugu vit vóna, tí tað er av-
gerandi fyri trúvirðið í al-
menna starvssetanarpoli-
tikkinum); so áttu bløðini at
latið okkum vita tað. Hin-
vegin, hava bløðini ikki
holla vitan um hetta, so er
journalistiska arbeiðið ikki
hálvgjørt.
Sjálvandi eiga landsins
borgarar at taka fyri givið,
at ein bólkur av sakkønum
einans hevur saklig atlit í
slíkari viðgerð. Men ikki
pressan ... í einum slíkum
føri eigur hon at varpa ljós
á allar hugsandi møguleik-
ar.
Sum málið nú er umrøtt,
so eru vit verri upplýst, enn
áðrenn vit lósu bløðini:
Antin kunnu vit velja at
trúgva tí, sum bæði bløðini
hava blást upp sum ein
veruleika; ella kunnu vit
siga, at málið er ikki full-
lýst, og tí vita vit einki, sum
kann hjálpa okkum at hava
eina meining um málið.
Lesararnir sleptir upp á fjall
TÍÐINDASKRIV
Í fjølmiðlunum og á ting-
sins røðarapalli havi eg í
dag hoyrt tíðindafólk og
Løgmann leggja undirrit-
aðu undir at hava brotið
almenna starvsfólkapoli-
tikkin í sambandi við set-
anina av landsantikvari.
Hartil verður róð fram
undir, at talan er um eina
politiska setan.
Hetta vil eg ikki hava sit-
andi á mær. Eg undrist stór-
liga á, at slíkt verður ført
fram, uttan at Løgmaður
hevur kannað málið ella
vísir á, hvar almenni set-
anarpolitikkurin er brotin,
ella hvørjar grundgevingar
eru skeivar í málinum.
Tí skal eg sláa fast:
- Avgerðin um at seta
starvið sum landsanti-
kvarur er tikin út frá sak-
ligum og grundgivnum
fortreytum – nevniliga út
frá metingini av kvali-
fikasjónum hjá umsøkj-
arunum. Hesar grund-
gevingar kunnu allar eft-
irkannast í málinum.
- Í hesum ítøkiliga máli,
havi eg eisini spurt meg
fyri á Løgmansskrivstov-
uni um mannagongdir í
sambandi við setanina.
- Undirritaða hevur fylgt
mannagongdunum í set-
anarpolitikkinum.
Sum
landsstýrismaður
kann eg ikki lýsa alt málið í
almenninginum, tí eins og
onnur í fyrisitingini havi eg
tagnarskyldu. Men fleiri
møguleikar eru hjá bæði
teimum persónum, sum eru
partar í málinum, hjá Løg-
manni og hjá øðrum at fáa
lýst, hvat veruliga er farið
fram í málinum.
Tí eri eg fegin um, at ætl-
anin er at kæra málið til
Løgtingsins Umboðsmann,
har málið kann lýsast av
óheftum. Og eg heiti á
einstaklingar ella fakfeløg
teirra um at leggja málið
fyri Umboðsmannin.
Eg taki fulla ábyrgd av
gongdini og avgerðunum í
hesum máli, og tað tykir
mær rangvørt, at niðurstøð-
ur verða gjørdar, áðrenn
nakar hevur sett seg inn í
málsgongdina.
At samanberingar verða
gjørdar við onnur mál, har
bæði
landsstýrismanna-
nevnd og kanningarstjórar
hava lýst málini og gjørt
sínar niðurstøður, sigur
mær rættiliga greitt, at alt
annað enn sjálvt málið
verður viðgjørt í løtuni.
Tórshavn, 6. februar 2003
Annlis Bjarkhamar
landsstýrismaður
Málið um landsantikvarin
Hvørki starvsfólkapolitikkur ella aðrar reglur eru brotnar
-heiti á einstaklingar ella fakfeløg um at fara til Løgtingsins Umboðsmann
Jóannes Eidesgaard
Um tað var so, at Óli
Breckmann ikki visti betur,
so var tað sín søk, at hann
við fríum vilja villeiðir um
søguligar veruleikar. Men
vit vita flestøll, at Óli
Breckmann fullvæl kennir
søguligu gongdina í farnu
øld, og at hann við vilja
svíkur sín fakliga stoltleika
fyri at vinna nøkur bílig
politisk point. Tí ger hann
tey, sum ynskja frið, til
viðhaldsfólk hjá Hitler,
Sovjett og Saddam Hussein
og verst av øllum til tey,
sum eru ímóti kristin-
dóminum.
Í sendingini "Sostatt"
førdi Óli Breckmann nøkur
sjónarmið fram í kjakinum
um eitt møguligt kríggj
millum USA og Irak, sum
avgjørt mugu rættast og
fáast upp á pláss, soleiðis at
lurtarin fær røttu myndina
og samanhangin av søgu-
ligu gongdini.
Hann segði m.a., at hann
kendi nógv av fólkunum
aftur, sum luttóku í friðar-
gonguni seinasta leygar-
dag. Hetta vóru jú tey
somu, sum í 70 og 80´ár-
unum gingu friðargongu til
frama fyri Sovjettsamveld-
inum og kommunismuni,
sum hann málbar seg. Men
hetta er beinleiðis lygn. Ein
friðarrørsla, tá sum nú,
hevur einans ein boðskap,
og tað er ynskið um frið.
Ein friðarrørsla hevur eitt-
ans eitt mótmæli, og tað er
mótmælið ímóti kríggi. Ein
friðarrørsla kann tískil ikki
vera fyri einum landi, sum
leypur á eitt annað land,
ella fyri einari hugsjón,
sum kúgar sítt egna fólk.
Ger rørslan tað, so er hon
snøgt sagt ikki longur ein
friðarrøsla.
Javnaðarflokkurin saman
við SU vóru millum stig-
takararnar til friðarfundin.
Og júst sosialdemokratisku
flokkarnir runt um í heim-
inum, og fyrst og fremst her
í Norðurlondum, tóku fyri
umleið 100 árum síðan
greiða frástøðu frá spírandi
kommunismuni, og hava
gjørt tað alla tíðina síðani.
Og hesir somu sosial-
demokratar
hava
verið
besta
trygdin
fyri,
at
kommunisman
ongantíð
vann sær fram ikki bert her
í Norðurlondum, men eisini
aðarstaðir. Sosialdemokrat-
iska hugsjónin byggir alt
sítt virksemi á friðarligar
loysnir. Ikki bumbur og
kanónir, men talaði orðið
og samráðingarborð. Tískil
hava somu sosialdemo-
kratisku flokkarnir eisini
tikið frástøðu frá ameri-
konsku
hersetingini
av
bæði Korea og Vietnam, tó
uttan harvið at vera í parti
við kommunistum. Sakin
var, tá eins og nú, at virka
fyri friði, og at allar ó-
semjur skulu loysast uttan
bumbur.
Kundi eisini hugsað mær
at spurt Óla Breckmann,
hvørji glæsilig úrslit liggja
í slóðini eftir eitt nú Viet-
nam-krígnum, sum USA
forrestin tapti.
Síðan segði Óli Breck-
mann, at tað var sama
friðarrørsla, sum gjørdi, at
bølmennið Adolf Hitler
ikki varð steðgaður. Hetta
er beinleiðis søgulig vill-
leiðing. "Peace in our
time", hesi orðini, sum
søgumaðurin Óli Breck-
mann nú legði samlaðu
friðarrørsluni í munnin,
vórðu søgd av bretska
konservativa
viðhalds-
manninum hjá Óla Breck-
mann nevniliga Chamber-
lain, forsætismálaráðharra.
Og hetta var langt úti. Tí
vit vita, at Hitler fyrst og
fremst sá sosialdemokratar
sum sínar argastu fíggindar.
Sosialdemokratar, komm-
unistar, intellektuell og jød-
ar. Og hann fór ikki fram
við mýkindum, men so
harðliga, at nógvir sosial-
demokratar vórðu týndir,
um tað ikki eydnaðist teim-
um at flýggja. Men Óli
Breckmann kundi hugsandi
svarað uppá, hvussu eitt nú
partar av ávísum politisk-
um flokki í Føroyum í
30´árunum
tóku
ímóti
boðskapinum
frá
sama
Adolf Hitler?
Síðan vildi hann hava
okkum øll, sum stóðu á
Vaglinum henda leygar-
dagin, at vera í parti við
einum øðrum bølmenni,
nevniliga Saddam Hussein.
Men tað er eingin okkara,
sum ynskir Hussein sitandi
við valdið, tvørturímóti.
Eins lítið, sum vit vóru í
parti við Adolf Hitler, hvør
av okkum, sum livdu tá,
eins lítið eru vit í parti við
Hussein.
Men ringasta bakbitið frá
Óla Breckmann í hesu
somu sending fekk henda
friðargongan, tá hann vildi
vera við, at vit vóru ímóti
kristindóminum. Barnsliga
niðurstøða hansara var, at
tá vit ikki ynskti kríggj við
Saddam Hussein, so var tí,
at vit fyri islam og ímóti
kristindóminum. Og júst
her fór Óli Breckmann
nógv stig út um mark.
Hetta var reindyrkað popul-
isma og óndsinnað lygn, tá
henda vísir seg í sínum
ræðiligasta hami. Tað kann
væl vera, at Óli Breckmann
heldur seg vera frægari
kristnan enn flest okkara,
men harfrá at siga, at vit
eru ímóti kristindóminum,
tað er bara ov langt úti av
einum leiðandi politikkara
at siga - sjálvt um hann
eitur Óli Breckmann
VIÐMERKINGAR
Rætting
Í sambandi við grein okkara í gjár um dans í Gunda-
dalshøllini er onkur misskiljing íkomin. Jan
Christiansen, borgarstjóri sigur, at herfyri hevði hann
fund við grannar um dansin í Badmintonhøllini. Tá
varð so avgjørt saman við løgregluni at enda dansin
klokkan 2. Men tað vísti seg, at hetta gekk ikki. Fyri-
reikarnari mettu ikki, at hetta bar til. Síðani varð
tosað aftur um málið og varð avgjørt sum eina roynd
3. hvørja viku til í heyst at hava dans tvs. DJ-show til
klokkan 3.30.
Blaðm.
Nevndin fyri
Náttarravnarnar
í Tórshavnar
kommunu
Eitt tíðindaskriv um dans
í Badmintonhøllini hevur
verið í fjølmiðlunum
seinastu dagarnar. Hvør
sum hevur skrivað og
sent tíðindaskrivið fram-
gongur ikki, men við at
spyrja okkum fyri, hava
vit fingið at vita at tað er
fyritøkunan
DJ-Show,
sum er dansifyriskipari í
Badmintonhøllini, ið er
avsendari.
Av tí at Náttarravnarnir
vera nevndir í skrivinum
á ein hátt, sum kann mis-
fatast, vilja vit gera hesa
rættleiðing.
Greitt verður frá, at
dansur fyri tey ungu
millum 14 og 18 ár nú
aftur verður til kl. 3:30,
og at ávísar broytingar
verða viðvíkjandi vaktar-
haldi uttanfyri høllina.
Sagt verður, at hetta
verður gjørt í samstarvi
við Náttarravnarnar, og
at endamálið er at fyri-
byrgja ófrið hjá grannun-
um.
Lesarin kann fáa ta
fatan, at Nátarravnarnir
onkursvegna hava verið
við í málsviðgerðini,
sum er endað við, at fyri-
skipararnir av dansi í
Badmintonhøllini
nú
aftur sleppa at hava dans
til kl 3:30, og at Náttar-
ravnarnir eru í onkrum
slagi av samstarvi um
vaktarhald
uttanfyri
dansihøllina.
Vit vilja við hesum
siga frá, at vit als einki
hava við dansiloyvir ella
vaktarhald at gera. Vit
eru ikki umboð fyri nak-
að privat felag, býráðið
ella nakran annan mynd-
ugleika. Um vit umboða
nakran, so eru tað for-
eldrini.
Vit eru ein felagskapur
av sjálvbodnum vaks-
num, sum vilja vera í
náttarlívinum, á ein skip-
aðan hátt, fyri at økja um
tryggleikan hjá teimum
ungu. Vit hava sum so
ikki viðgjørt spurningin,
men flestu limir okkara
halda óivað, at tað er alt
ov seint at enda dansin
kl. 3:30 fyri 14 ára gom-
ul. Vit harmast um at tað,
av fíggjarligum orsøkum,
ikki skal bera til at enda
dansin fyrr.
Henda rættleiðing skal
ikki skiljast so, at vit ikki
ynskja
samstarv
um
viðurskiftini hjá teimum
ungu í náttarlívinum. Vit
høvdi fegin luttikið, um
kalla varð saman til ein
fund, har t.d. umboð fyri
býráðið, løgregluna, so-
sialar
mynduleikar,
dansifyriskiparar,
for-
eldraumboð og onnur,
møttust fyri at tosa um,
hvussu tey ungu kundu
fingið betur og tryggari
umstøður.
Rættleiðing frá
Náttarravnunum
Óli Breckmann broytti søguliga veruleikan
Abraham Mikladal
Nú er løgmaður komin
undan dýnuni á Viðareiði
og er farin til verka.
Hann tevjar blóð - tjóð-
veldisblóð. Orsøkin er set-
anin av landsantikvari.
Við jøvnum millumbil-
um koma nevndir og stovn-
ar við tilmælum til okkara
landsstýrismenn. Hetta eru
tilmæli og verða og eiga at
verða handfarin, sum til-
mæli.
Metir landsstýrismaðurin
at tilmælið er rætt og skila-
gott so fylgir hann tí, ann-
ars tekur hann eina aðra
støðu.
Sum dømi kunnu nevnast
tey fakligu (og helst ópolit-
isku) tilmælini frá Fiski-
rannsóknarstovuni o.ø. við.
Nær er eitt slíkt tilmæli
fylgt.
Nevndarlimir og -for-
menn hava enntá sagt seg
úr starvi, tí teir meta tað
ósakligt, politiskt, ófakligt
og skaðiligt, at teirra til-
mæli ikki eru fylgd av
landstýrismonnunum.
Í hesum málinum hava
vit havt eina setanarnevnd,
ið hevur givið landsstýris-
manninum eitt tilmæli.
Landsstýrimaðurin var ikki
nøgdur við arbeiðið hjá
nevndini og gav henni ein
møguleika afturat at koma
við einum tilmæli, ið var
nóg væl undirbygt til at
taka støðu útfrá. Men tað
fekk hann ikki. Tí tók hann
málið í egnar hendur.
Tað hevur hann fulla
heimild til. Og hann hevur
skyldu til at fylgja síni
sannføring og ikki lata seg
noyða at fylgja einum til-
mæli, sum hann ikki metir
vera nóg væl grundgivið.
Finnbogi Arge fylgdi ikki
tilmælinum frá setanar-
nevndini
tá
Oyvindur
Brimnes bleiv settur sum
Landsverkfrøðingur, Bjarni
Djurholm fylgdi ikki til-
mælinum, tá nevndin í
Framtaksgrunninum varð
vald,
Helena
Dam
á
Neystabø fylgdi ikki til-
mælinum frá setanarnevnd-
ini tá kommunulæknin Tur-
ið Petersen var sett í
Suðurstreymi, Høgni Hoy-
dal fylgdi ikki tilmælinum
frá setanarnevndini tá Rúni
Joensen var settur, sum
aðalstjóra í Løgmálaráð-
num.
Og legg til merkis, hetta
fekk ongar avleiðingar. Og
ongar kanningar vóru settar
í verk.
Løgmaður vil hava hevnd
fyri Jørgin!
Tað kann hann til ein-
hvørja tíð fáa. Hann hevur
heimild at siga ein lands-
stýrismann úr starvi, tá tað
passar honum. Legg til
merkis: TÁ TAÐ PASSAR
HONUM, og hetta málið
sær út til at PASSA honum.
So hann er komin ta
longu leið undan síni fjálgu
dýnu á Viðareiði til at verða
formaður í drápinum av
einum landsstýrismanni, og
sjálvandi vil hann hava at
drápið skal ganga skjótt
fyri seg. Nú fáa vit at
síggja, um hann heldur
landsstýrismannin til ella
letur hann sleppa.
Eitt tilmæli er eitt tilmæli - Anfinn Kallsberg
C
M
Y
K
13
12