leygardagur 8. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 8. februar 2003
15
Bussleiðin í Tórs-
havnar kommunu er
nú umløgd, og hon
kom í gildi 1. februar.
Leiðin er umløgd á
tann hátt, at seks leið-
ir eru nú blivnar til
fýra. Hetta skuldi
givið eina verri tæn-
asta, men sambært
borgarstjóranum í
Havn, Jan Christian-
sen, verður tænastan
tann sama
BUSSLEIÐIN
Solby A. Eliasen
– Tað er ikki beinleiðis rætt
at siga, at Bussleiðin er
minkað úr seks niður í fýra
leiðir, tí tað er ein umlegg-
ing farin fram, sum hevur
við sær, at fýra leiðir nú
røkka tað, sum seks leiðir
rukku áðrenn, sigur borgar-
stjórin í Havn.
Hann heldur ikki, at tæn-
astustøðið er lækkað nakað
nevnivert við hesi um-
legging.
– Tá ein Bussleið verður
broytt, vilja tað altíð koma
aftursvar uppá tað. Og tað
vilja altíð verða nøkur, sum
ikki eru nøgd við broyting-
arnar, tí tað verður óhøglig-
ari hjá teimum enn tað var
áðrenn, sigur Jan Christian-
sen og leggur afturat, at tey
misnøgdu altíð hoyrast so
væl. Tórshavnar kommuna
hevur tó eisini fingið teldu-
brøv frá nøgdum fólki, sum
nýta Bussleiðina.
Borgarstjórin í Havn sig-
ur eisini, at tá ein nýggj
bussleið kemur í gildi, so
merkist tað altíð aftur í inn-
tøkunum ta fyrstu tíðina.
Hetta, heldur hann, kemur
óivað av, at fólk eru vana-
bundin, og ein tílík broyt-
ing krevur av fólki, at tey
skulu tilpassa seg av nýggj-
um og venja seg við broyt-
ingarnar.
– Og tað hevur víst seg,
at tað gongur bert ein stutt
tíð, so hava fólk vant seg
við tað aftur.
Men Jan Christiansen
sigur samstundis, at við
eini broyting eru tað ofta
onkur ting, sum kunnu
verða gjørt betur. Og hann
sigur, at tey eru opin fyri at
gera rættingar, um tað gerst
neyðugt. Men hann leggur
dent á, at leiðin, sum hon er
nú, skal royndarkoyrast í
eina tíð, síðani verður
samlað upp og hugt eftir,
um rættingar eru neyðugar.
– Tað er sanniliga ikki
bara sum at siga tað at sita
við eini bussleið og skula
tilrættisleggja hana, og tá
hon so verður umløgd, so
kann ein næstan ganga út-
frá, at onkur mistøk eru,
sum krevja batar, sigur Jan
Christiansen.
Bussleiðin varð boðin út
seinasta ár, og tað varð
gjørt, sambært Jan Christi-
ansen, tí at kommunulógin
leggur upp til, at øll størri
arbeiði í eini kommunu
eiga at verða útboðin.
– Skulu vit fylgja andan-
um í kommunustýrislógini,
so eiga vit at bjóða eina tí-
líka leið út, soleiðis at øll
hava líka góðan rætt at
bjóða uppá hana, staðfestir
borgarstjórin í Havn, sum
ikki heldur, at tænastustøð-
ið á Bussleiðin er lækkað.
Bussleiðin í Havn:
Færri bussar - sama tænasta
Brandur á Broadway
Í dag verður Brandur
Enni at síggja á
Broadway í Íslandi.
Áhugin fyri konsert-
ini, sum Brandur skal
hava, er stórur. Her-
fyri hevði heimasíðan
hjá Brandi heili 900
vitjanir upp á ein dag,
og var meginparturin
av teimum úr Íslandi
STJØRNUSKOT
Ingrid Bjarnastein
Ungi
tvørádrongurin,
Brandur Enni, skal í dag,
leygardag, hava konsert á
Broadway í Reykjavík í
Íslandi. Har fer hann á pall
saman við íslendsku Jó-
honnu Gúðrun, sum eisini
hevur vitjað í Føroyum.
– Áhugin fyri Brandi vís-
ir seg vera stórur. Herfyri
hevði heimasíða hansara
900 vitjanir uppá ein dag,
og var meginparturin av
teimum úr Íslandi, sigur
Steintór Rasmussen, sum er
umboðsmaður Brand.
Stakfløgan »Still Fri-
ends« verður eisini útgivin
í Íslandi í dag, og verður
hon væntandi at fáa í Før-
oyum um eina viku.
Tann 19. februar verður
»Waiting in the Moonlight«
givin út sum stakfløga í
Danmark, og tann 13. mars
kemur plátan út har.
Filmurin, »The Way I
am« fekk annars góða mót-
tøku, tá hann varð vístur í
íslendska Ríkissjónvarpin-
um her fyri.
– Brandur er sjálvsagt
spentur. Tað er ein stórur
møguleiki at sleppa at
spæla á Broadway, sigur
Steintór.
Við sær hevur Brandur
seks tónleikarar, tríggjar
dansarar, umframt tíðinda-
fólk. Millum annað verður
ein tíðindamaður við frá
danska blaðnum BT, sum
skal fylgja við á konsertini.
Bussleiðin í Havn er umløgd, soleiðis at fýra leiðir nú røkja tær seks, sum vóru áðrenn. Jan
Christiansen, borgarstjóri, heldur ikki, at tænastan er lækkað nakað nevnivert fyritað
Brandur Enni verður í dag at síggja í Íslandi. Har skal hann hava konsert á Broadway saman
við Jóhonnu Gúðrun
Danska sirkusið,
Sirkus Arena, er í
hesum døgum á
vitjan í Føroyum.
Tríggjar sýningar
eru á skránni, ein í
Runavík, í Klaksvík
og í Havn
SIRKUS
Ingrid Bjarnastein
14 artistar eru komnir til
landi við Sirkus Arena úr
Danmark. Tey fara um
vikuskiftið at hava sýn-
ingar kring landið í ávíka-
vist Runavík, Klaksvík og
Havn.
– Tíverri hava vit ikki
djór við, men vit hava sett
eina serliga skrá saman,
sum vit eisini plaga at
brúka tá vit eru í Grøn-
landi, sigur Christian
Warrer, sum er talsmaður
hjá Sirkus Arena.
Við á ferðini eru klovn-
ar, jonglørar og onnur
spennandi fólk, sum fara
at geva áskoðarunum eini
tveir tímar av undirhaldi.
– Vit vænta nógv glað
fólk fara at koma at
hyggja. Tey fáa eina stutt-
liga familjuuppliving burt-
urúr, sum tey kunnu tosa
um aftaná. Tað er okkara
mál. At geva áskoðarunum
nakað, sum teir gerast
glaðir av, og síðani kunnu
práta um aftaná. Sirkus er
fyri øll, sigur Christian
Warrer.
Sjálvt um ongi djór eru
við, so lovar talsmaðurin
fyri sirkusið, at sýningin
verður ikki verri enn um
djór høvdu verið við.
Sama skráin verður brúkt,
sum tá sirkusið ferðast í
Grønlandi, tí har er jú
heldur ikki loyvi at hava
djór inn við í landið.
Talan er um vetrarsirk-
us, sum Sirkus Arena
eisini ferðast kring Jút-
land við um veturin.
– Orsøkin til, at vit
koma til Føroya er, at vit
hava ikki verið her í eini
tíggju ár, og nú hildu at
tað var tíð uppá at koma
aftur. Eisini tað, at koma
til Føroya, er ein uppliving
fyri tey, sum eru við, sigur
Christian Warrer at enda.
Skráin hjá Sirkus Arena
er soleiðis: fríggjakvøld í
ítróttarhøllini í Runavík,
leygardag í KÍ-høllini í
Klaksvík og sunnudagin í
ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn.
Sirkus Arena í Føroyum:
Fyrstu ferð í
tíggju ár
Sirkus Arena er fyri fyrstu ferð í tíggju ár aftur í Føroyum.
Tríggjar sýningar eru á skránni. Ein í Runavík, ein í
Klaksvík og ein í Havn
15
14
Nr. 27 - 8. februar 2003
Fleiri týðandi limir í
amerikansku Kongr-
essini halda, at
stjórnin hjá George
W. Bush, forseta fer
alt ov lætt um krepp-
una við Norðurkorea.
Teir krevja, at stjórn-
in alt fyri eitt fer
undir samráðingar
við norðurkoreansku
stjórnina
NORÐURKOREA-USA
Árni Joensen:
Ótryggu viðurskiftini mill-
um USA og Norðurkorea
hava elvt til altjóða ótta, og
óttin er serliga stórur í Suð-
urkorea og Japan, har fólk
bera stúra fyri, at norður-
koreanar eru førir fyri at
gera kjarnorkuvápn.
Amerikanskir talsmenn
hava sagt, at USA hevur
lagt hóskandi ætlanir, sum
tikið verður til, men Colin
Powell, uttanríkisráðharri
hevur kortini lagt dent á, at
grannalondini hjá Norður-
korea mugu átaka sær teirra
part av uppgávuni fyri at
tryggja støðug viðurskifti í
økinum.
Talsmaðurin hjá Bush,
Ari Fleischer, segði týsdag-
in, at kreppan eigur at
verða loyst við samráðing-
um, og at Suðurkorea, Jap-
an, Kina og Russland eiga
at taka lut í hesum samráð-
ingunum.
Men fleiri leiðandi and-
støðupolitikarar í USA
halda, at stjórnin hjá Bush
fer alt ov lætt um kreppuna,
sum teir siga vera sera
vandamikla. Leiðarin hjá
demokratunum í Senatin-
um, Tom Daschle, segði í
gjár, at forsetin eigur at
skipa fyri beinleiðis sam-
ráðingum við Norðurkorea
alt fyri eitt.
- Hóast eg væl dugi at
skilja, at stjórnin hugsar
mest um Irak í løtuni,
undrar tað meg, at hon
leggur so lítlan týdning í
kreppuna við Norðurkorea,
sum kanska er ein uppaftur
størri hóttan ímóti okkum
og okkara sameindu, enn
Irak er, sigur demokratiski
senatorurin Joe Biden.
Tað er avmarkað, hvat
frættist úr Norðurkorea,
men í gjár ljóðaði, at lands-
ins fremsti herovasti, Kim
Yong-chan, skal hava biðið
landsmenn sínar fyrireika
seg til ta endaligu uppgerð-
ina við tað amerikanska
hjálandaveldið. Kim Yong-
chan sigst hava stóra polit-
iska ávirkan á stýrið í
Pyongyang.
Skeivur
búskaparpolitikkur
Tíggju amerikanarar, sum hava fingið Nobelvirðis-
lønina í búskapi, finnast í einari felags fráboðan at
seinasta uppskotinum hjá stjórnini um at endurreisa
amerikanska búskapin.
Teir tíggju viðurkendu búskaparfrøðingarnir
skriva, at uppskotið hjá stjórnini fer ikki at bøta um
arbeiðsloysið, og at tað fer heldur ikki at skunda
undir búskaparvøksturin. Teir fýlast eisini á, at
stjórnin hevur skotið upp at strika skattin á
vinningsbýti, tí tað tænir bert einkultum persónum
og ikki vinnulívinum, og um skattabroytingarnar
annars siga teir, at tær fara at skerja skattainntøkuna
hjá tí almenna, sjálvt um tað ikki er ætlanin hjá
stjórnini.
Teir tíggju, sum hava skrivað undir fráboðanina,
eru Lawrence Klein, Franco Modigliani, Joseph
Stiglitz, Paul Samuelson, Kenneth Arrow, Robert
Solow, William Sharpe, Douglas C. North, Daniel
McFadden og George Akerlof.
Hann er sum oldurabbin
Nógvir týskarar eru í øðini, eftir at amerikanski
verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sett
Týskland í bás saman við Kuba og Libya. Tað gjørdi
Rumsfeld, tá hann fyrradagin varð spurdur, hvørji
lond alment hava boðað frá, at tey eru ímóti álopi á
Irak.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Rumsfeld hevur tosað
heldur niðurlátandi um Týskland. Fyri nøkrum
døgum síðani segði hann, at Týskland og Frakland
eru trupul sameind at hava við at gera, men at tey
hoyra til tað gamla Evropa, sum hann tók til.
Orðalagið hjá amerikanska verjumálaráðharran-
um er fallið nógvum týskarum fyri bróstið, men
týski innanríkisráðharrin, Otto Schilly, royndi í gjár
at sissa sínar landsmenn. Hann vísti á, at oldurabbi
Rumsfeld var úr Norðurtýsklandi, har fólk hava tað
fyri at taka í so rívan til. Oldurabbin hjá amerik-
anska verjumálaráðharranum var úr einari bygd
uttan fyri Bremen.
Um Kyrrahavið í sevbáti
Amerikanski ævintýrarin Phil Buck hevur sett sær
fyri at sigla tvørtur um Kyrrahavið í einum sevbáti.
Sjálvur sigur hann, at báturin er tann tryggasti, sum
mannahendur nalrantíð hava gjørt.
Umframt Phil Buck verða átta mans við bátinum,
og fyrsta dagin ætla teir at leggja frá landi í Kili, har
teir eisini hava gjørt bátin. Ætlanin er so, at teir
skulu sigla teir næstan 10.000 fjórðingarnar til
Sidney í Avstralia, og gongst eftir ætlan, fer ferðin at
taka seks mánaðir.
Fyri trimum árum síðani sigldi Phil Buck frá Kili
til Páskaoynna, og amerikanski ævintýrarin dylir
ikki fyri, at hansara stóra fyrimynd er norðmaðurin
Thor Heyerdahl, og at tað var ferðin hjá Heyerdahl
við »Kon Tiki«, sum eggjaði sær til at royna at sigla
um Kyrrahavið.
Gjalda fyri vígslur og
jarðarferðir
Kirkjan í Bergen er so illa fyri fíggjarliga, at leiðslan
hevur skotið upp, at í framtíðini skulu fólk gjalda
fyri at verða vígd í kirkjuni. Skulu fólk til gravar úr
kikrjuni, skulu teirra avvarandi gjalda fyri tað.
Martin Kulid, kirkjuverji í Bergen, sigur við
norska útvarpið, at eftir uppskotinum skulu hjún
rinda 805 krónur fyri at verða vígd í kirkjuni, og
gjaldið fyri eina jarðarferð verður tað sama. Hann
væntar, at hesar eykainntøkurnar fara at geva kirkj-
uni umleið eina millión krónur um árið.
Martin Kulid sigur, at hóast talan er um eina meir-
inntøku, er tað ikki nóg mikið til tað, sum vígslur og
jarðarferðir kosta kirkjuni.
Fyrrverandi
amerikanski forsetin,
Bill Clinton,
njósnaðist fyri CIA, tá
hann las á lærda
háskúlanum í Oxford
NJÓSNING
Árni Joensen:
Bretski
tíðindamaðurin
Christopher Hitchens vil
vera við, at fyrrverandi
amerikanski forsetin, Bill
Clinton,
arbeiddi
sum
njósnari hjá fregnartænast-
uni CIA, tá hann las á lærda
háskúlanum í Oxford í
Bretlandi, har Hitchens eis-
ini las um sama mundið.
Sambært tíðindamannin-
um kunnaði Clinton amer-
ikansku fregnartænastuna
um studentar og onnur, sum
vóru ímóti amerikansku
krígsførsluni í Vietnam í
1968.
- Ein ella annar gav CIA
hesar upplýsingar, og eg
haldi fyri vist, at tað var
hann, sigur Christopher
Hitchens, sum ofta fanst at
Bill Clinton tey árini, hann
var amerikanskur forseti.
Seinastu tríggjar
vikurnar hava fimm
fangar í Guantanamo
roynt at taka lívið av
sær. Síðani fangarnir
komu hagar fyri
einum ári síðani, hava
15 sjálvmorðsroyndir
verið
FANGAR
Árni Joensen:
Í seinastuni hevur ljóðað, at
fleiri av fangunum, sum
amerikanarar
fluttu
úr
Afghanistan til herstøðina
Guantanamo á Kuba, hava
roynt at taka lívið av sær,
og fyrradagin váttaði amer-
ikanska verjumálaráðið tíð-
indini.
Í váttanini stendur, at
fimm av fangunum hava
roynt at taka lívið av sær
seinastu tríggjar vikurnar,
og at verjumálaráðið hevur
biðið læknar og sálarfrøð-
ingar tryggja, at menninir
ikki gera sær sjálvum
skaða.
Ein talskvinna hjá verju-
málaráðnum váttar, at síð-
ani fangarnir komu til
Guantanamo fyri einum
góðum ári síðani, hava 15
sjálvmorðsroyndir verið.
Umleið 625 fangar úr
umleið 40 londum eru í
Guantanamo.
UTTAN ÚR HEIMI
Bush undirmetir kreppuna
við Norðurkorea
Clinton njósnaðist fyri CIA
Bill Clinton. Var hann njósnari fyri CIA undir Vietnamkrígnum?
Royna at taka lívið av sær
C
M
Y
K
14