Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 16 Nr. 27 - 8. februar 2003 Deyðarevsingin livir framvegis í Føroyum Deyðarevsing í krígstíð er framvegis galdandi í Føroyum. Hóast Løgtingið fyri langari tíð síðan hevur samtykt, at hernaðarliga revsi- lógin, sum inniheldur ásetingar um deyða- revsing í Føroyum, skal takast av, so 65 ára gamla lógin fram- vegis í øllum góðum LÓGARSMÍÐ Ingi Rasmussen Vesturheimurin er á gáttini til at fara í kríggj. Loypir NATO á Irak er Danmark og harvið eisini Føroyar óbeinleiðis partar av krígnum. Tað setir føroyingar í eina margháttliga støðu. Ein gomul hernaðarlig revsilóg er nevniliga framvegis galdandi, og hon hevur við sær, at deyðarevsing kemur í gildi í Føroyum. Talan er um lóg nr. 114 frá 7. mai 1937: »Militær straffelov«. Í grein 16 í lógini verður staðfest, at landsskaðiligt virksemi kann geva deyðadóm. Í grein 34 verður sagt, at »den, der tjener Fjenden som Spion straffes med livet«. Í Danmark var lógin tikin av í 1973 og ein nýggj lóg sett í staðin. Men í Føroy- um er lógin ongantíð broytt. Sostatt er deyðarevsing enn galdandi í Føroyum hóast tað sjálvandi bert er á gulnaða pappírinum. Eitt undarligt tekin at senda út hjá eini tjóð, sum bæði sigur seg vera uttanveltað í ósemjum millum lond, og sum byggir á eina kristiliga og humanistiska siðvenju, ið vanvirðir deyðarevsing. Avtøka samtykt Løgtingið samtykti tann 22. desember 2001 ríkislógar- tilmæli um at taka av hernaðaligu revsilógina fyri Føroyar, so at deyða- revsingin varð jarðað. Sostatt er málið avgreitt í Føroyum, men enn er ríkislógartilmælið ikki kunngjørt av donsku mynd- ugleikunum. Deyðarevsing er sostatt framvegis í gildi Føroyum. Ríkisumboðið hevur sent málið víðari til danska forsætismálaráðið. Steen Ryd Larsen, skrivstovu- stjóri í forsætismálaráðn- um, sigur, at tey ikki eru partur av málinum, tí tað hoyrir til verjumálaráðið. Í verjumálaráðnum var rætti viðkomandi ikki at hitta, tá Sosialurin spurdi seg fyri. Ikki til at liva við Orsøkin til, at deyðarevs- ingin aftur er komin upp at venda, er at løgtingið hós- dagin viðgjørdi eitt uppskot um at góðkenna ein ískoyt- issátmálla til evropeiska sáttmálan um mannarætt- indi, sum fullkomiliga avtekur deyðarevsing. Henni tóku allir ting- menn undir við, men so leingi hernaðarliga revsi- lógin ikki er tikin av í Før- oyum, er deyðarevsingin kortini framvegis galdandi. Á tingfundinum fóru løg- tingsmenn tískil at umrøða hernaðarligu revsilógina, sum eftir øllum at døma er trupul at fáa lívið av. – Tað hevur ikki verið óvanligt, at tað hevur tikið drúgva tíð at fingið rík- islógartilmæli staðfest, tá tey eru farin frá løgtingin- um. Eg veit ikki, hví danskir myndugleikar ikki hava avgreitt málið enn, men eg haldi tað vera sera óheppið. Tí vit vita, at um kríggj brestir á, so fær hernaðarliga revsilógin gildi í Føroyum – og har- við eisini deyðarevsing. Og tað er ikki til at liva við, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður við lógarmál- um, sum altso eisini fevna um deyðarevsing. Løgmaður lovaði á ting- fundinum hósdagin at taka málið upp við danska for- sætisráðharran. Lisbeth spyr um fjølmiðla- ábyrgd FJØLMIÐLAR Ingi Rasmussen Lisbeth L. Petersen, fólkatingskvinna, hevur á Fólkatingi sett danska løgmálaráðharranum Lene Espersen fyri- spurning um fjølmiðla- ábyrgd. Hon vil hava Lene Esp- ersen at greiða sær frá, hvat slag av avtalu varð gjørd millum hana og Høgna Hoydal lands- stýrismann tann 3. februar, tá avrátt var, at føroyingar kunnu yvir- taka ábyrgdina av fjøl- miðlunum. Orsøkin til fyrispurn- ingin er, at Sambands- flokkurin í Føroyum hevur skotið upp, at før- oyingar seta donsku lóg- ina í gildi, meðan bíðað verður eftir, at føroying- ar sjálvir hava fingið ábyrgdina av fjølmiðl- unum á føroyskar hend- ur og hava smíðað sína egnu lóg. Lisbeth L. Petersen vil eisini hava løgmálaráð- harran at svara, nær lóg- in um yvirtøkuna av fjølmiðlaábyrgdini verður framd. Yvirtøku- lógin skal standa sína roynd YVIRTØKUR Ingi Rasmussen Enn er yvirtøkulógin hjá løgmanni bert eitt upp- skot. 18. februar skal hon standa sína roynd, tá føroysk og donsk em- bætisfólk fara at fundast um málið í Keypmanna- havn. Endamálið við lógini er at savna øll málsøkini, sum liggja uttan fyri heimastýrislógina, í eina og somu lóg. So- statt verða øll málsøkini yvirtikin í einum, tá Fólkatingið samtykkir uppskotið. Allir flokkar á løgtingi hava verið positivir mót- vegis uppskotinum. Før- oysku embætisfólkini, sum eru við á ferðini, eru úr løgmálaráðnum og løgmansskrivstovuni. Dagin eftir verður fund- ur í Havn, har rættar- gangslógin er á skránni. Ríkisumboðið hevur sent før- oysku deyðarevsingina víð- ari. Men enn er onki frætt aftur úr Danmark, har verjumálaráðið viðger avtøk- una av hernaðarligu revsilógini Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 27 • leygardagur • 8. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hjá kvinnunum hava tey trý oddaliðini dystir móti teimum trimum niðaru lið- unum um vikuskiftið, og hjá monnunum er spenningurin størst- ur í Klaksvík FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Sum vant verða tríggir dystir leiktir í bestu kvinnu- deildini um vikuskifti. Hesa ferð tykist tað ikki vera orsøk til at rokna við teimum stóru broytingun- um á stigatalvuni, sum úr- slit av dystunum, tí í øllum trimum førum er talan um greiðar favorittar. Á Kambsdali tjóvstartar ÍF vikuskiftið, tá tær taka ímóti Fleyr. Fleyr hevur ikki havt nakað serliga gott ár í ár, men seinastu vikur- nar hava tær tó lyft seg eitt langt pettið frá niðurflyt- ingarvandanum. Hóast hetta, so kann tó ikki roknast við, at tær fara at gera nakað við ÍF, sum í sínum lag stríðist fyri at halda seg í oddinum. Har dystast tær í løtuni fyrst og fremst við Mjølnir, og tær hava sunnudagin heimavøll, tá Dráttur kemur á vtijan. Dráttur er uttan iva tað sterkasta av teimum trimum niðastu liðunum, men yvir høvur hava teirra avrik verið ov óstøðug til veruliga at hótta ovaru lið- ini, og sum Mjølnir spælir í løtuni, er ilt ímynda sær, at vágakvinnurnar skulu gera nakað sum helst við odda- liðið. Seinasti dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, har TB kemur á vitjan. Hjá KÍF tykist tað nú mest sum at spælið í bestu deildini er av á hesum sinni. Og tær skulu í øllum førum ikki gera sær tær heilt stóru vónirnar um stig í hesum dystinum. Tó kann teirra møguleiki vera, um TB nú hevur gloymt alt um FM, og ístaðin hugsar um steypafinaluna um eina viku, men hinvegin er ilt at ímynda sær, at munurin millum liðini ikki fer at koma greitt til sjóndar. Spenningur í Klaksvik Hjá monnunum er støðan kanska ikki heilt so greið við favorittleiklutunum. Tó er einki at ivast í, at ÍF er risa-favorittur, tá teir taka ímóti Fleyr á Kambs- dali. ÍF hevur annars eftir tíggju sigrar á rað brádliga tapt tveir dystir, men móti Fleyr er mest sum óhugs- andi, at fuglfirðingarnir skulu gera nakað sum helst. Tað er kanska eisini óhugsandi, at sørvingar skulu gera nakað við Mjølnir, sum nú tykist vera komið rættiliga ígongd. SÍ hevur sýnt sera óstøðug avrik seinastu tíðina, men fyri viku síðani gekk tað rætta vegin, tá teir vundu burtur úr Fram. Sum nevnt, so hevur Mjølnir tó fingið veruliga ferð á nú. Oddasessurin, sum annars hevur verið fjarður alt kappingarárið, er nú brádliga í eygsjón, og so tykist tað í øllum førum skilaleyst, um teir nú fara at tveita nøkur stig burtur. Tríggir favorittar Av teimum fimm flogbóltsdystunum um vikuskiftið, tykist størsti spenningurin vera í Klaksvík, tó at Mjølnir eru greiðir favorittar, tá SÍ kemur á vitjan C M Y K 16