Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 27 - 8. februar 2003 Nr. 27 - 8. februar 2003 19 Hóast úrtøkan higar- til ikki hevur verið so góð sum vónað, so tykjast teir í Kyndli enn ikki hava slept landskappingini. Men liðskiparin dylur hinvegin ikki fyri, at steypafinalan helst er størsti dysturin á árinum STEYPAFINALA Jákup Mørk Tá mansliðið hjá Kyndli fer á vøllin leygardagin, er tað sum so ikki nakað nýtt fyri felagið. Hóast Kyndil kanska ikki hevur verið heilt so frammarliga sum vant seinni árini, so er fe- lagið eitt hitt mest siðvanda í landinum, og seinasti steypasigurin er so heldur ikki meira enn trý ára gamal. Hæddarpunktið Ein av leikarunum, sum tá var við, er núvernadi lið- skiparin, Hans Áki Dal- Christiansen. Hesa ferð verður talan um fjórðu steypafinaluna fyri hansara viðkomandi, men tað merk- ir ikki, at spenningurin er minni av teirri orsøk. - Nei, avgjørt ikki. Sjálv steypafinalan haldi eg er hæddarpunktið á hond- bóltsárinum. Sjálvandi er tað føroyameistaraheitið, sum spælt verður um ígjøg- num kappingarárið. Men hetta er tann einstaki dyst- urin, sum nógv størsta fokusið er á, og tað ger dystin til nakað heilt ser- ligt, heldur Hans Áki. Hóast stóra fokusið, sum er á einum slíkum dysti, so heldur Hans Áki ikki, at hetta er við til at taka leik- ararnar sinniliga burtur frá øðrum uppgávum. Heldur ikki hóast Kyndil á stiga- talvuni ikki stendur seg heilt so væl, sum vónirnar annars vóru til undan kapp- ingarárinum. - Avgjørt ikki. Tey stigini, sum vit spæla um í lands- kappingini eru jú eisini týdningarmikil, so tað kunnu vit ikki loyva okk- um. Hinvegin skal eg ikki útiloka, at vit seinastu tíð- ina hava hugsað nakað um steypafinaluna, men eg haldi tó ikki, at tú kanst siga, at hetta hevur skapt nakra órógv. Mugu vera 100% Sum kunnugt, so leiktu Kyndil og StÍF ein framúr spennandi dyst seinasta sunnudag. Ein dyst, har tað kanska serliga vóru teir hjá Kyndli, sum tóktust tendr- aðir til uppgávuna. Spurd- ur, hvørt hetta eisini komst av, at Kyndil vildi seta seg í respekt undan finaludystin- um, sigur Hans Áki, at tað var tað ikki. - Tað er sum sagt hvør sítt við lands- og steypakapp- ing. Móti StÍF er tað tó al- tíð so, at tú mást vera 100% klárur. Fyri at vinna leyg- ardagin, so mugu vit spæla upp til okkara allarbesta. Vit skulu hava okkara spæl at koyra og ikki minst skulu vit skora upp á møguleik- arnar, sum vit fáa. Fáa vit alt hetta at rigga, so kunnu vit ikki gera so nógv meira, og so er at vóna, at tað er nóg mikið. Tað eru tó ikki bara egnar dygdir, sum telja. Spurdur, um tað ikki eisini eru ávísir lutir av spælinum hjá StÍF, sum Kyndil skal ansa eftir, tykist liðskiparin ikki vera í iva um, hvørjir hesir eru. - Teir hava eitt gott lið sum heild, og vit kunnu ikki undirmeta nakran leikara. Men hinvegin er tað givið, at leikarar sum Costin Du- mitrescu og Marian Cirlo- ganescu eru sera týdningar- miklir hjá teimum. Og so er Sveinur Justinussen eisini ein fantastiskur leikari, sum absolutt ikki kann ganga óvardur, sigur altso Hans Áki Dal-Christiansen at enda. StÍF hevur møguleik- an at gera reint hat- trick í Coca-Cola kappingini, tá teir leygardagin fara á vøllin, men leikarar- nir tykjast greiðir um, at hetta ikki kemur av sær sjálvum STEYPAFINALA Jákup Mørk Seinastu tvey árini hevur StÍF veruliga markerað seg sum besta steypaliðið í Føroyum. Hóast avrikini í landskappingini til tíðir hava verið framúr, so hevur liðið verið ov óstøðugt til at gera seg veruliga galdandi í landskappingini. Hinvegin hava teir hvørja ferð megn- að at togað tað allar besta fram í finaludystinum, so- leiðis at teir tvær ferðir á rað hava bast liðum, sum eftir stigatalvuni at meta skuldu verið betri enn strandingarnir. Tó at finalusigurin á Neistanum í fjør sjálvsagt var úrslitið av einum lið- avriki, so var tað serliga ein leikari, sum fekk nógva umrøðu eftir dystin. Sveinur Justinussen, sum tá var í sínum fyrsta ári í vaksnamannahondbólti sýndi ikki nervar av nøkr- um slag, tá hann í einum sera spennandi dysti skeyt tey bæði seinastu stranda- málini og harvið tryggjaði StÍF sigurin. Í ár hevur Sveinur víst seg sum ein hin mest týð- andi leikarin á StÍF liðnum, og hann gleðir seg eisini til sína næstu steypafinalu. - Tað er so avgjørt nakað, sum eg gleði meg til aftur at verða ein partur av. Í fjør var tað í øllum førum øgi- liga stuttligt at vera við, og vónandi verður tað ikki minni stuttligt hesaferð, heldur hann. Fáa fleiri streingir Sum nevnt, so hevur StÍF ikki verið heilt frammi í oddinum í landskappingini tey bæði seinnu árini. Nak- að sum kanska eisini hevur gjørt, at liðið hevur kunna savnað alla orku til ein dyst. Í ár er støðan nakað øðrvísi, nú teir teljast mill- um favorittarnir í FM-stríð- num, men Sveinur metir tó ikki, at hetta kann gera, at leikararnir virðismeta steypafinaluna á sama hátt, sum teir annars hava gjørt. - Tað kann mann so av- gjørt ikki siga, men hin- vegin haldi eg heldur ikki, at vit lata finaluna koma fram um alt annað. Yvir høvur hava vit roynt at tikið hvønn dyst, sum hann kemur. Venjingarnar hava eisini verið, sum tær plaga at vera, soleiðis at vit ikki skapa ov nógva órógv við at gera ting, sum vit ikki eru vanir við. Spurdur, hvat StÍF serliga skal leggja dent á, um teir aftur nú skulu vinna steypa- finaluna, heldur Sveinur, at tað fyrst og fremst ræður um at fáa teirra spæl at koyra. - Úrslitið seinasta sunnu- dag vísir í øllum førum, at tað ikki er nøkur løtt upp- gáva, og í øllum førum mugu vit stríðast enn meira hesaferð, enn vit gjørdu tá. Tað vísti seg eisini í tí dyst- inum, at vit fingu stórar trupulleikar, tá teir seinastu løtuna spæla við einum eittara í verjuni, og tað er so í øllum førum nakað, sum vit mugu finna okkurt mót- trekk til. Tá tosið fellur inn á Kyndil, vil skálamaðurin treyðugt seta navn á nakr- an, sum serliga skal ansast eftir. - Teir hava eitt gott lið við góðum leikarum á øllum plássum. Seinast var tað kanska serliga Jacob Jóns- son, sum gjørdi um seg, og tað skal hann so ikki sleppa aftur. Men sum útgangs- støði mugu vit ansa eftir hvørjum einasta leikara, sigur Sveinur at enda. Størsti dysturin Mugu stríðast Vit skulu hava okkara spæl at koyra og ikki minst skulu vit skora upp á møguleikarnar, sum vit fáa, heldur Hans Áki Dal-Christiansen - Venjingarnar hava eisini verið, sum tær plaga at vera, soleiðis at vit ikki skapa ov nógva órógv við at gera ting, sum vit ikki eru vanir við, sigur Sveinur um fyrireikingarnar hjá StÍF til steypafinaluna Hjá Alis Høghamar verður steypafinalan leygardagin tann seinasta fyri hennara viðkomandi. Hetta kappingarárið er nevnliga hennara seinasta í fyrstu deild STEYPAFINALA Jákup Mørk - Ja. Nú er tað slutt. Eg spæli hetta árið liðugt, men so verður tað so ikki meira fyrstudeildarhondbóltur hjá mær. Tað er greiða svarið frá Alis Høghamar, tá vit spyrja hana roynda striku- spælaran hjá VÍF, um hetta kanska fer at verða seinastu ferð, at hon er partur av eini steypafinalu í hondbólti. Hon hevur annars fleiri ferðir tosað um at leggja harpiksið á hillina, men hvørja ferð hevur hon kortini tikið eitt ár afturat. - Nú fara vit jú eisini at fáa eina høll her á Eiði, so tað kundi verið stuttligt, um eg kundi verið við til at endurstovna hondbóltin her norðuri, men tá hetta er liðugt, er fyrsta deild í øll- um førum søga fyri mítt viðkomandi. Framvegis stórt Hóast hon uttan iva telist millum tær av aktivu leikar- unum, sum hava flestu og drúgvastu royndirnar á føroyska hondbóltspallin- um, so dylir Alis ikki fyri, at steypafinalan helst er tann dysturin á árinum, sum leikararnir gleða seg mest til. Sjálvandi treytað av at liðið vinnur seg so- mikið langt. Somikið avgjørd er hon, at hon metir hendan eina dystin sum nakað størri dystirnir, tá hon hevur verið við til at fáa FM-heitið til høldar. - Í øllum førum sum tað hevur verið seinnu árini. Uttan at seta niður á nakr- an, so hava vit bæði í fjør og í fyrraárið vunnið gullið í somikið góðari tíð, at talan ikki hevur verið um nakran einstakan avgerandi dyst. Tað er tað hinvegin við steypafinaluni. Har er tað betra liðið júst tann dagin, sum fær steypið, og tað í sjálvum sær ger tað til nakað serligt, og so er tað jú eisini alt fokusið, sum verður vent móti finaluni. Verður spennandi Um finaluna í ár heldur Alis, at tað eru allar orsøkir at rokna við einum spenn- andi dysti. - Støðan á stigatalvuni ger avgjørt spenningin hjá okkum størri, og eg rokni við, at talan verður um ein sera spennandi dyst. Hóast tað er hampuliga javnt á stigatalvu, so hevur tað onkursvegna lagað seg so, at dystirnir millum okkum og VB hava verið sera ójavnir. Vit vunnu stórt heima, og tær hava tvær ferðir vunnið stórt á okkum í Vági, men eg haldi kortini ikki, at munurin millum liðini er so stórur, heldur hon. - Hesa ferð er dysturin eisini í Havn, so kanska er fyrimunurin hjá liðunum við heimavølli burtur. Seinasti stórsigurin hjá VB á VÍF var fyri bara knappari viku síðani, og Alis er hampuliga avgjørd, tá vit spyrja, hvat VÍF skal broyta í mun til hendan dystin, um steypið aftur í ár skal fara til Vestmanna. - Fyrst og fremst koyrdi álopið hjá okkum ikki nóg væl. Tær vardu sera væl, men tá eiga vit antin av avmarka mistøkini, so tær ikki fáa skjótálopini í gongd, ella mugu vit finna aðrar hættir til at sleppa inn um verjuna. Tað má undir ongum umstøðum vera so, at vit fara niður við høvd- inum, bert tí vit eru nøkur mál aftanfyri. Vit vita, at vit kunnu spæla væl, men spælið hjá okkum hevur verið ov svingandi í ár, og skulu vit vinna nú, so skulu vit vera á toppinum. Tað eru bert fimm mánaðir síðani at Gurið Mortensen átti ein son, men hon hevur longu leikt fleiri dystir við VB, og leygardagin verður hon við í síni triðju steypafinalu STEYPAFINALA Jákup Mørk Hóast hetta bert er fjórða árið, at Gurið Mortensen spælir hondbólt í bestu kvinnudeildini, so er talan longu um triðju steypa- finaluna hjá henni, tá hon leygardagin fer á vøllin saman við liðfeløgunum úr VB. Tær báðar undanfarnu ferðirnar hevur tað verið sum partur av tapandi lið- num móti ávíkavist Kyndli og VÍF, men stendur tað til Gurið sjálva, so er einki at ivast í hesaferð. - Hesa ferð skulu vit vinna. Tað er einki at ivast í. Tær báðar fyrru ferðirnar eru vit rættiliga skjótt kom- nar langt afturum, men tað er so nakað, sum ikki má henda hesaferð. Kanska hava tað verið nervar, ella okkurt heilt annað, sum hava gjørt tað, men sleppa vit undan tí, so ivist eg ikki í, at vit hava møguleikan. Skuldi ikki verið við Tað stuttligasta hjá øllum við Gurið er kanska, at tað sum so als ikki var ætlanin, at hon skuldi vera við VB hetta kappingarárið. Í summar gekk hon við stór- um búki, og 3. september átti hon ein son, og so vildu tær flestu helst tikið tað róligt eina tíð. Men so var tó ikki í hesum førinum. - Tað var nokk ætlanin, at eg bara skuldi slappa av hesa fyrstu tíðina, men tað gekk somikið væl hjá VB, at eg vildi vera ein partur av liðnum aftur. Fyrstu tíðina var tað eisini sera strævið, men tað gongur betri og betri. Spurd um tað ikki kann vera trupult, tá hon soleiðis hevur eitt smábarn at taka sær av, samstundis sum venjing og dystir krevja sína tíð, sigur hon, at tað man fara at ganga. - Her er nóg mikið av fólki, sum vilja passa hann, og eg haldi eisini, at hann er rættiliga góður í sær, so nú er hann vandur. Hon sigur tað ikki sjálv, men ivaleyst er tað eisini so, at lítli drongurin er føddur inn í eina ítrótta- familju. Í øllum førum er tað so, at omman ikki fær verið barnagenta, tá mamman er til venjing, tí mamma Gurið, Eybritt, er eisini partur av VB-liðnum, sum verður til finaluna. Verjan má rigga Og fyri at koma aftur til finaluna, so spurdu vit at enda Gurið, hvat skal til, fyri at VB hesaferð kann fara av vøllinum við steyp- inum. - Fyrst og fremst, so mugu vit fáa okkara spæl at koyra. Ikki minst í verjuni, har vit vunnu dystin móti VÍF. Og so mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki mis- nýta ov nógvar møguleikar. Gera vit tað, so sleppur VÍF ígongd við sítt kontraspæl, og tá eru tær mest sum vónleysar at steðga. Vónleysar at steðga vóru tær í øllum førum ikki sein- asta vikuskifti, tá VB so ruddiliga staðfesti odda- støðuna í bestu kvinnu- deildini, men tað tykist ikki, sum um Gurið vil hugsa ov nógv um tann dystin. - Tað var á heimavølli hjá okkum, og hugburðurin var kanska eitt sindur øðrvísi. Meira soleiðis, at vit vildu vinna, fyri at liggja so væl fyri sum gjørligt. Nú er tað ein dystur, har alt verður avgjørt, og hesin verður spældur í Havn, so tað eru heilt aðrar fortreytir, sigur hon at enda. Seinasta finalan Spælarin, sum ikki skuldi vera við - . Har er tað betra liðið júst tann dagin, sum fær steypið, og tað í sjálvum sær ger tað til nakað serligt, sigur Alis um tað at spæla steypafinalu - Fyrst og fremst, so mugu vit fáa okkara spæl at koyra. Ikki minst í verjuni, har vit vunnu dystin móti VÍF, sigur Gurið Mortensen um uppskriftina at basa VÍF C M Y K 19 18