leygardagur 8. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 27 - 8. februar 2003
Mikukvøldið skrivaði
Jens Martin Knudsen
undir ein nýggjan trý
ára sáttmála við NSÍ,
har hann verður mál-
maður og ungdóms-
leiðari til 2005. Og
brasilski Messias
Perreira hevur eisini
gjørt sáttmála við
NSÍ.
FÓTBÓLTUR
tíðindaskriv
Ofta hevur verið sagt um
NSÍ, at felagið hevur eitt
gott ungdómsarbeiði og
góð ungdómslið. Stendur
tað til nevnd og leiðslu fe-
lagsins, verða komandi
árini heldur eingi undantøk
á hesum øki.
Mikukvøldið varð sátt-
máli gjørdur millum NSÍ
og Jens Martin Knudsen,
sum fevnir um trý tey næstu
árini, til og við 2005. Jens
Martin hevur skrivað undir
at vera bæði málmaður og
ungdómsleiðari.
— Hetta er í grundini
sami sáttmálin, sum vit
longu hava havt við Jens
Martin, sum nú verður
longdur við trimum árum,
og tað merkir fyri okkum,
at ungdómsarbeiðið er í
einari fastari legu eitt fitt
petti fram í tíðina, sigur
Jákup Mortensen, formað-
ur í NSÍ.
— Vit hava verið væl
nøgdir við tað arbeiði, Jens
Martin hevur gjørt higartil,
og vit gleða okkum til at
halda fram við samstarvin-
um.
Upp í árini
Jens Martin Knudsen, sum
fyllir 36 í summar, verður
38 ára gamal, tá sáttmálin
hjá honum við NSÍ gongur
út í 2005, so alt bendir á, at
hann endar sína virknu fót-
bóltstíð í barndómsfelag-
num.
— Enn eri eg ikki móður
av at spæla fótbólt, og tá
málmenn sigast at eldast
væl, síggi eg bara fram til
hetta sáttmálaskeiðið, eg nú
havi skrivað undir uppá,
sigur hann.
— Og at eg nú geri ein
trý ára sáttmála, merkir av-
gjørt ikki fyri mítt viðkom-
andi, at eg ikki havi stórar
ambitiónir. Eg gleði meg
tvørturímóti til at vera við í
byrjanini av einum nýggj-
um og vónandi fruktagóð-
um tíðarskeiði hjá felag-
num.
Jens Martin Knudsen
sigur, at tað eisini hevur
nógv at siga fyri seg, at
hann kann halda fram í
starvinum sum ungdóms-
leiðari hjá NSÍ, tí so kann
hann fylgja gongdini allan
vegin.
— Vit hava lagt eina
fimm ára ætlan fyri menn-
ingina av okkara ungdóms-
arbeiði, og tá eg nú havi
verið við tey fyrstu tvey ár-
ini, vil eg fegin hava fing-
urin á pulsinum trý tey
næstu eisini, sigur hann.
Messias komin
Umframt at hava gjørt trý
ára sáttmála við roynda
málmannin, hevur NSÍ
eisini fingið ein nýggjan
spælara í hópin í hesi
vikuni.
Tað er 30 ára gamli Mes-
sias Perreira, sum framman
undan hevur spælt við B68
síðani 1999, ið nú verður at
síggja í teimum gulu og
svørtu búnunum hjá NSÍ.
Hann kom í vikuni til
landið úr Brasil, og hós-
kvøldið skrivaði hann undir
ein sáttmála við NSÍ, sum
merkir at Messias spælir í
Runavík hetta kappingar-
árið.
— Sum er, haldi eg okk-
um hava ein spennandi hóp,
sum í størsta mun byggir á
okkara egna fólk. Eg síggi
spentur fram til komandi
kappingarárið, ið eisini
hevur europeiskar avbjóð-
ingar við sær, sigur NSÍ-
formaðurin Jákup Morten-
sen.
— Spælararnir hjá okk-
um hava eitt ár meira av
royndum við sær til hetta
kappingarárið, og hóast
onkur er farin burturav,
haldi eg tað síggja gott út
hjá okkum. Fyribils bendir
einki á, at vit hava fyri
neyðini at víðka meira um
hópin.
Ein spælari, sum eisini er
aftur at síggja í NSÍ, har
hann ikki hevur spælt
seinnu árini, er Eyðstein
Skipanes. Fyrst var hann
eitt ár í B68 og síðani hevur
hann verið tvey ár niðri,
men er nú leitaður aftur til
røturnar og skal fyrst og
fremst herða kappingina
um plássini á miðvøllinum.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Coca-Cola kappingin, finala
08.02
15.00
VÍF-VB, kvinnur
08.02
17.00
StÍF-Kyndil, menn
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
07.02
20.00
ÍF-Fleyr
09.02
13.00
KÍF-TB
09.02
13.00
Mjølnir-Dráttur
Meistaradeild menn
07.09
20.00
ÍF-Fleyr
09.02
15.00
Mjølnir-SÍ
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett sett stig
1 Mjølnir
15
12
-
3
40
14
26
17
2 ÍF
15
12
-
3
40
18
22
16
3 TB
15
11
-
4
38
15
23
14
4 Dráttur
15
6
-
9
23
35
-12
7
5 Fleyr
15
3
- 12
13
38
-25
5
6 KÍF
15
1
- 14
8
42
-34
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett sett stig
1 ÍF
12
10
-
2
32
8
24
12
2 Mjølnir
12
8
-
4
26
17
9
11
3 SÍ
12
6
-
6
20
20
0
9
4 Fram
12
6
-
6
22
20
2
8
5 Fleyr
12
0
- 12
1
36
-35
0
Jens Martin í NSÍ til 2005
Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, og ungdómsleiðarin í felagnum fram til 2005, Jens Martin Knudsen, skriva undir nýggjan trý
ára sáttmála
Nr. 27 • leygardagur • 8. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Lívsgleði fram um sjúku
11 ára gamla Svanna Jacobsen úr Klaksvík
hevur cystiska fibrosu
Lesið síðu 6 & 7
KAVAVEÐUR
Ingrid Bjarnastein
Endiliga, vilja summi kanska
siga, kom kavin. Fyrst í hesi vik-
uni kavaði illa, og kavin legðist
hvítur um alt landið. Til stóra
frøi hjá summum og kanska
heldur minni hjá øðrum.
Men nøkur av teimum, sum
veruliga njóta gott av kavanum,
eru børnini í Spíranum, útibarna-
garðinum í Havnardali. Eitt sind-
ur niðanfrá húsunum, uppi á
einum heyggi, síggjast nakrir
smáir prikkar. Viðhvørt flyta teir
seg skjótt omaneftir, men so
steðga teir aftur.
Tá gingið verður nærri ímóti
hesum smáu prikkunum, sæst
beinanvegin, at hetta eru børnini,
sum ganga í útibarnagarðinum.
Tey eru saman við arbeiðs-fólk-
unum farin út at spæla í nógva
kavanum. Ein stór skreiðibreyt er
gjørd oman eftir heygnum, og
longur uppi sæst, at børnin hava
lopið skalv.
– Tað er ordiliga stuttligt at
spæla í kavanum. Vit hava gjørt
eina dukku, sum vit spæla er
Jesus-barnið. Vit hava gjørt eygu
og munn og nú fara vit at gera
hár, sigur Diana, sum er ein av
gentunum, sum sita niðast við
skreiðibreytina og spæla.
Dreingirnir eru longur uppi,
men teir nærkast eitt sindur.
Børnini líkjast smáum kava-
monnum, men tey eru als ikki
køld, tí tey eru væl bjálvað.
Kjálkarnir eru reyðir, og eyguni
glógva.
– Vit hava verið úti síðani
klokkan hálvgum ellivu í morg-
un, greiðir ein av teimum vaksnu
frá. – Matpakka við, og so eta vit
úti. Tað gera vit altíð um veðrið
er til tað.
Børnunum dámar væl at vera
úti.
– Tey hava vant seg við tað, at
tað er úti, tey skulu vera. Aðrir
barnagarðar grenja um, at tey fáa
ikki børnini út, men her er tað
ongin trupulleiki.
Nú gongur leiðin heilt niðaná.
Nú skulu øll børnini vísa okkum,
hvussu skreiðibreytin riggar og
hvussu tey leypa skalv. Gentur-
nar verða tó sitandi, tær tíma
kanska ikki eins væl alt hetta
baksið. Men dreingirnir fara
omaneftir við fullari ferð. Og tá
teir eru komnir oman, fara teir
við góðum treysti niðan aftur og
royna einaferð afturat.
– Børnini eru eitt sindur móð
nú. Vit hava verið úti so leingi,
so nú fara vit skjótt at venda
nøsini heimaftur.
Men hugurin er góður og veðr-
ið eisini gott. Onkur kavaæl eru
viðhvørt, men børnini njóta
kavan. Tey hugna sær veruliga, tí
hetta er jú fyrsta rættiliga kava-
veðrið, vit hava havt í vetur.
Tey njóta kavan
Í kavaveðrinum, sum hevur ligið í vikuni, spældu børnini í
útibarnagarðinum, Spíranum, í Havnardali úti í góða veðrinum. Teimum
dámar væl at vera úti og lupu tey skalv og skreiðaðu allan dagin
Børnini í útibarnagarðinum, Spírin, í Havnardali, spældu úti í nógva kavanum, sum kom niður fyrst í vikuni. Teimum dámdi væl at vera úti og tey hugnaðu sær rættiliga í øllum
kuldanum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
21
20