Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 22 23 • Fimm manshópneyðtaka eina gentu, sum fer beint á nærm- astu politistøð at melda til- burðin, tá ið av er gingið. — Á nei, tað var ikki neyðtøka! — Vit hildu, at hon vildi prøva sínar sexuellu grensir av. — Allir blivu fríkendir. • Ein maður slær eina kvinnu í skallan ferð eftir ferð við ein- um hamara. — Eg ætlaði at drepa hana, fortaldi hann politistinum, sum kom á stað- ið. — Ná, nei tað ætlaði eg nokk ikki alíkavæl, segði hann seinni. — Tey mistu bæði tamarhaldið á støðuni, var nið- urstøðan í rættinum. — Mað- urin fekk nakrar mánaðir handan rimar. • Ein ávirkaður maður kemur í taxabili til ein bakara og hóttir við at snara heysin av teimum ungu gentunum, sum standa hinumegin diskin, um ikki hann fær pengarnar í kass- anum. — So kom ein kundi inn, og gerningsmaðurin rýmdi út aftur í bilin. Hann bleiv tikin lítla løtu seinni. — Hann stendur til seks ár í skuggan- um!!! Hvussu ólukkan hongur hetta saman? Jú, tað er sera einfalt! Í fyrsta døminum var talan um fimm gerningsmenn, sum spældu býtt í rættinum, móti einum offri, ið ikki hevði nøkur onnur vitni at styðja seg til, enn eina læknafrágreiðing gjørd, meðan prógvini enn vóru fesk. Í næsta døminum er talan um ein mann, sum fyrst játtar seg sekan, fyri síðani ‘tá ið hann er kólnaður nakað’ at siga, at hann mintist ikki tilburðin, móti ein- um offri, sum hevur fingið lækn- ans orð fyri, at hon er ótrúliga heppin at vera á lívi. Triðja dømið er áhugavert. Tí her er talan um ein mann, ið sum so ikki hevur gjørt annað enn at hótta við at brúka harðskap, um kravboð hansara ikki vórðu fylgd. — At hann so seinni segði, at talan var um eitt neyð- arróp, man tíverri hjálpa honum lítið, um vitnini ikki lata sakina falla. Tí í hesum, sum í óteljandi øðrum harðskapsmálum, er tað nevnliga fullkomiliga líkamikið, um offrið meldar, ella um ákærdi játtar seg sekan á gerningstað- num! — Tað einasta, sum hevur veruligt virði í rættinum, er vitnisfrásøgnin. — Er einki vitni, so er einans talan um pástand móti pástandi. — Og tá er tað, sum harra gud veit við úrslitin- um. — Um nakar ivast í hesi útsøgn, so kunnu vit hyggja at hinum aktuella hópneyðtøku- málinum. Tá fingu menninir dóm, tí eitt vitni kundi vátta tað, sum gentan segði! — Og ein teirra var enntá ósekur í hinari sakini. Var sjálvur fyri álopi í mínum ungu døgum. Fýra móti einum, fekk ein springknív á barkan, eitt blátt eyga og tordi ikki at møta fólki í myrkri í fleiri ár. Og í rættinum árið eftir vóru vit fleiri offur frá sama kvøldi. Men avgerandi faktorurin, tá ið dómur skuldi fella, var, at eitt vitni hevði sæð teir, tá ið teir gjørdu seg inn á meg. — Eitt vitni, ið fór og meldaði tilburðin á Politistøðini. — Og takk havi tú fyri tað, tí annars veit eg ikki, um eg hevði torað (ella tímað) at melda eina aðru ferð! Tað er eitt grundleggjandi prinsipp í okkara rættarskipan, sum stendur fyri skotum í hesum aktuellu málum. — Prinsippið um, at eingin er sekur, fyrr enn rætturin hevur dømt hann. Tað er sum so eitt skilagott prinsipp, sum, minnist meg rætt, kom í kjalarvørrinum av fronsku koll- veltingini á sinni, tá ið eina- veldini eitt fyri og annað eftir vóru avloyst av rættarsam- feløgum. Hendan seinasta tíðin hevur tó fingið mong at ivast í, um hvussu skilagott tað er, at mun- urin millum rætt og rangt, mill- um lógligt og ólógligt, skal vera so heft at, hvussu dugnaligur sakførarin er. Sum hasin pro- fessarin segði: Man átti kanska at broytt skipanina soleiðis, at ákærdi kann dømast fyri, at hann átti at vitað betur. Tað er í hvussu er ein tanki at royna hetta, tá ið talan er um mál við harðskapi og sexuellum ágangi. 2 Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Bara eingi vitni eru! Bergur Rasmussen skrivar Á aðalfundi hjá ÍSF 4. februar í 1978 varð Jógvan Arge valdur til sætta forseta ítróttar- sambandsins FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Tað var tann 4. februar í 1978, at Jógvan Arge gjørdist formaður í ÍSF. Hetta skrivar Sosialurin í útgávuni fyri júst 25 árum síð- ani, tann 8. februar í 1978. Erhard Næs var ÍSF-forseti frammanundan, men hann bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Jógvan Arge valdur – Jógvan var einasta valevni. Men Jógvan Arge var frammanundan næstformaður í nevndini, og í hansara stað var Sverre Midjord valdur. Sverre fekk tó harðan dyst, tí Heðin Mortensen og Sverri T. Hansen buðu seg eisini fram. men Sverre vann á Heðini við 24 atkvøðum móti 23. Triði maðurin í nevnd ÍSF’s í 1978 var Jógvan Páll Lassen. Nýtt ítróttarfelag í Hvalvík Á fundinum var eisini nýggja ítróttarfelagið í Hvalvík/Streym- nesi tikið upp sum limur í ÍSF. Formaður í ítróttarfelagnum í Sundalagnum var Niels Petersen í Hvalvík. Sosialurin hitti hann á máli saman við næstformannin- um, Jón Láadal. Niels greiddi frá, at tað vóru dreingirnir, ið vóru komnir til hansara og spurdu, um hann hevði áhguga fyri at hjálpa teim- um við at fáa sett á stovn tað ítróttarfelag, ið tosan hevði verið um at sett á stovn í tvey ár. Felagið luttók um hetta mund- ið bert í fótbólskappingini, og høvdu teir meldað tvey lið til kappingina hetta leikárið, eitt dreingjalið og eitt smádreingja- lið. Seinni varð ætlanin at melda eitt gentulið til hondbóltskapp- ingina. Eingin fótbóltsvøllur var um hetta mundið í Hvalvík/Streym- nesi. Men samráðingar vóru um eitt ávíst øki. Um vøllurin ikki varð klárur til komandi árið, so máttu liðini spæla sínar heima- dystir á Eiði ella í Gøtu, søgdu teir. Nýggja ítróttarfelagið skipaði seg við við Niels Petersen sum formanni, Jón Láadal sum næst- formanni, Hans Jákup Magnus- sen sum kassameistara, Sjúrði Ferjá sum skrivara og Finnboga Johansen sum stjórnarlimi. Umleið helmingurin av teim- um 400 íbúgvunum í Hvalvík/ Streymnesi høvdu teknað seg sum lim í felagnum. Argjamenn ov seinir Á aðalfundinum hjá ÍSF hevði nýggja ítróttarfelagið á Argjum, AB, biðið um loyvi at luttaka í fótbóltslandskappingini. Men hendan umsóknin varð ikki gingin á møti. Argjamenn vóru ov seinir at teknað seg til, og tað fór at verða ov trupult at leggja alla leikskránna um, varð hildið av fundinum. Jógvan vil hava fleiri almennar pengar Í samrøðu í Sosialinum hendan sama 8. februar í 1978 sigur nývaldi ÍSF-forsetin, at ÍSF ynskir fleiri almennar pengar at arbeiða við, og tí hevur hann biðið um fund við fíggjarnevnd løgtingsins. – Arbeiðsuppgávurnar hjá Ítróttarsambandinum gerast feliri og fleiri, og tað skerst ikki burt, at tann peningur, sum verður latin til ítróttina á hvørjum ári, ikki strekkir til. Tað er vón okkara, sum arbeiða innan ÍSF, at tað almenna vil vaksa um studningin, segði Jógvan Arge við Sosialin. Á fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum hetta árið (fíggjar- árið byrjaði tá 1. apríl) eru ætl- aðar 450.000 krónur til ÍSF. Hetta er minni enn árið fyri, tá studningurin til raksturin var 573.000 krónur – ið tó fyri ein part varð ætlaður at rinda gamalt hall, segði Jógvan Arge eisini. Málið hjá Jógvani var, at stuðulin skal hækkast frá 450.000 til 600.000 krónur. Jógvan Arge sat sum ÍSF- forseti hetta skeiðið. Á aðalfund- inum í 1980 varð Heðin Morten- sen valdur í hansara stað – og har situr hann enn, 23 ár seinni … Tá Jógvan Arge gjørdist forseti … Jógvan Arge var 30 ára gamal, tá hann í 1978 varð valdur til nýggjan formann í ÍSF. Hann var sætti formaður sambandsins, og var hann fyrstu ferð valdur í nevndina í 1979, tá sum næstformaður Nývalda nevndin í ÍSF, Sverre Midjord, næstformaður, Jógvan Arge, formaður og Jógvan Páll Lassen, saman við frá farandi forsetanum, Erhard Næs Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003 3 JAMES BOND Árni Joensen Vit eru stødd á tí kenda kost- skúlanum Eaton í Onglandi í 1925. Ein 17 ára gamal drongur hevur møguleika at gerast tann besti á skúlanum annað árið á rað. Vinnur hann, er tað fyrstu ferð, at tað hendir, síðani skúlin fór at virka í 1440. Men tann 17 ára gamli hevur ein trupulleika. Hann hevur brotið reglur skúlans og skal revsast fyri tað, og hans- ara trupulleiki er, at tann revs- ingin skal fara fram júst undir teirri avgerandi kapprenningini. Men drongurin royndi ikki at sleppa undan revsingini. Tvørtur- ímóti bað hann um at fáa revs- ingina framskundaða eitt korter, so hann eisini kundi renna kapp. Hann fekk sína revsing og vann kapprenningina. Drongurin æt Fleming, Ian Fleming. Nú, 75 ár seinni, kenna vit hann sum mannin, ið skapti heimsins størstu filmshetju. Tað eru 50 ár, síðani James Bond fyrstu ferð trein inn í njósnaraheimin í spenningsfilm- inum "Casino Royale", og 40 ár eru liðin, síðani hann fyrstu ferð bjargaði mannaættini í filminum "Dr. No". Síðani hevur Agent 007 við sínum drápsloyvi fleiri ferðir forðað fyri, at heimurin gekk til grundar av kjarnorku- bumbum, vandamiklum geiðsl- ingum og mannaskaptum náttúruvanlukkum. Seinastu 40 árini hava fólk goldið einar 65 milliardir krónur fyri at sæð filmarnar um James Bond, og mett verður, at umleið tvær milliardir fólk hava sæð teir. Bara í USA rindaðu fólk umleið eina milliard krónur eftir fýra vikum fyri at sleppa at síggja tann seinasta filmin "Die Another Day". Agent 007 tykist vera líka við- komandi í 21. øld, sum hann var undir Kalda krígnum, og tað hevur eydnast honum at fylgja við tíðini, uttan at hann er vorðin eldri. Ian Fleming skrivaði ikki bert søgurnar um James Bond. Hann er James Bond, bæði í veruleik- anum og tí ímyndaða heiminum, sum hann skapti við sínum egnu dreymum og royndum sum grundarlagi. Hann hevur heldur ongantíð dult fyri, at samband er millum lagnuna hjá sínum høvuðspersóni og lagnuna hjá sær sjálvum, hóast ávís frávik eru, treyðugt so. Søgan um tilburðin í Eaton sigur frá einum ungum manni, sum ikki fýrdi fyri at taka við sínari revsing, og sum kortini náddi á mál, og sum eftir øllum at døma treivst væl, sjálvt um hann ikki altíð lagaði seg eftir teimum ásettu reglunum. Nakað tað sama kunnu vit siga um James Bond. Avmyndaði seg sjálvan Ian Fleming var skoti. Eins og faðirin, sum doyði undir fyrra heimsbardaga, varð Ian sendur á Eaton-kost- skúlan og síðani á hern- aðarskúlan Sandhurst, men drong- urin vísti seg ikki at vera sum faðirin og varð koyrdur úr báðum skúlunum. Ístaðin endaði hann á kendu tíðindastovuni Reuters, har hann slapp at arbeiða á deildini í Moskva. Eftir at hava verið aftur í Ong- landi eina tíð varð hann sendur aftur til Moskva í 1939, hesa- ferð sum tíðindamaður hjá blaðnum The Times. Seinni hava frásagnir avdúkað, at hann hesaferð og fyrru ferð lutvíst ar- beiddi sum bretskur njósnari í russiska høvuðsstaðnum. Tá seinni heimsbardagi brast á, varð Ian Fleming settur í starv á fregnartænastudeildini hjá bretska herflotanum. Hann vísti seg at vera sera væl egnaður til hetta arbeiði og gjørdist skjótt ein av teimum bestu njósnarun- um hjá bretum. Hann var ar- beiðssamur og djarvur og dugdi harafturat væl at ferðast millum tað betra slagið, og ikki minst hevði hann kvinnutekki. Segði nakað James Bond? Tá seinni heimsbardagi endaði, bleiv Ian Fleming stjóri á uttan- landsdeildini hjá blaðnum Sunday Times, men stutt eftir valdi hann at búseta seg á Jamaica. Har hevði hann verið, stutt áðrenn heimsbardagin endaði, og longu tá hevði hann sett sær fyri at flyta hagar. Hann keypti sær nú grundstykki og bygdi sær eini hús, sum hann nevndi "Goldeneye". Næstu seks árini búði hann tveir mánaðir á Jamaica og tíggju mánaðir í Bretlandi um árið, men tá hann giftist, valdi hann at verða verandi á Jamaica. Her var tað, at hann skapti James Bond úr sínum egna bílæti. Persónurin skuldi vera njósnari, gentlemað- ur, hann skuldi hava kvinnutekki og skuldi njóta lívið. Hansara egnu royndir gjørdu hann føran fyri at lýsa tær mest óhugsandi umstøðurnar á ein slíkan hátt, at fólk trúgva tí, sum tey lesa ella síggja. Sum gamal njósnari kendi hann hvønn smálut í hesum arbeiði. Sjálvur slapp Ian Fleming bert at síggja, hvussu góða móttøku teir fyrstu filmarnir um hetju hansara fingu. Náttina millum tann 11. og tann 12. august í 1964 - ein mánað áðrenn film- urin "Gold- finger" varð frumsýndur - doyði høvundurin bert 56 ára gamal. Hann hevði havt hjartatrupul- leikar, og hóast hann fullvæl visti, at hetta komst av hansara lívsførslu, var hann ikki tann, sum kærdi seg um tað, sum farið var. Tvørt- urímóti var hann sami sum tann dagin í Eaton. - Eg fari ikki at spilla mínar dagar burtur í einari roynd at fáa nakrar afturat, segði hann. Tann tólvta og seinasta skaldsøgan hjá Ian Flem- ing, "Maðurin við teirri gyltu skamm- byrsuni", kom út í 1965 nakrar mán- aðir eftir deyða hans- ara, og tær báðar stutt- søgurnar "Octopussy" og "The Living Daylight" komu út árið eftir. Allar tríggjar eru síðani gjørdar til film. Bond er Bond Tann seinasti filmurin, "Die Another Day", er alment tann 20. í røðini um James Bond. Orðið "alment" hevur samband við, at ymsir filmsframleiðarar hava havt rættindini til at gera bøkur- nar hjá Ian Fleming til film. Eftir at tann sera væl umtókta "Gold- finger" í 1964, komu fleiri eftir- gerðir á marknaðin, og tí verður eitt nú filmsútgávan av teirri fyrstu bókini, "Casino Royale", ikki roknað millum teir almennu Bond-filmarnar. Hesin filmurin kom í 1967, og var tað David Niven, sum hevði leiklutin sum James Bond, men burtursæð frá heitinum hevur filmurin einki við innihaldið í bókini hjá Ian Fleming at gera. "Never Say Never Again", sum kom í 1983, er heldur ikki ein av teimum almennu Bond-filmun- um. Filmurin varð gjørdur sum kapping ímóti tí almenna "Octo- pussy", og tað sjáldsama við honum var, at her hevði tann gamla Bond-hetjan Sean Conn- ery høvuðsleiklutin. Filmurin var ein eftirgerð av "Thunderball" frá 1965, og tað var neyvan av tilvild, at seinastu orðini hjá Sean Connery í filminum vóru "Never again". Í áttatiárunum gjørdist teimum, sum stóðu aftan fyri Bond-film- arnar, greitt, at okkurt mátti gerast, tí kappingin frá øðrum filmum var vorðin so hørð, at sjálvt James Bond stóð fyri falli, varð ikki okkurt gjørt. Men sum so ofta funnu fólk í filmsheim- inum upp á hyggjuráðini. Í 1989 kom filmurin "Goldeneye" við undirheitinum "The secret life of Ian Fleming - the real James Bond". Árið eftir kom "Spy- maker", sum hevði sama undir- heitið, og tað gjørdi ikki filmin minni áhugaverdan, at sonur sjálvan Sean Connery, Jason Connery, hevði leiklutin sum Ian Fleming. Meðan hesir báðir filmarnir um Ian Fleming vórðu gjørdir, arbeiddu fólkini aftan fyri filmarnar við at nútímansgera tann veruliga James Bond. Tann nýggi filmsheimurin setti onnur krøv so sum meiri ferð, fleiri og harðari spreingingar og ikki minst kvinnur. Ella sum onkur segði tað: Meiri Schwarzenegger og minni Sherlock Holmes. Sam- stundis fekk James Bond menn- iskjaligar kenslur og ein nýggjan samleika. Tann fyrsti filmurin við teirri nýggju útgávuni av hetjuni var "GoldenEye", sum eisini vísti seg at gerast tann best umtókti av øllum Bond-filmun- um. Men Bond er framvegis Bond, og ein Bond-filmur er framvegis ein samanrenning av tí gamla og nútímans tøkni ella júst tað, sum hyggjararnir vænta sær av einum tílíkum filmi. Ella sum núver- andi høvuðsleikarin, Pierse Brosnan, sigur tað: - Heimurin elskar James Bond orsakað av kvinnunum, maskin- unum, sex, romantikkinum, tí ímyndaða og teirri fullkomnu hetjuni." Ian Fleming ella James Bond Ian Fleming, maðurin aftan fyri heimsins best kendu filmshetju, James Bond, hevur ongantíð dult fyri, at eitt ávíst samband er millum hansara egnu lagnu og lagnuna hjá høvuðspersóninum, sum seinastu 50 árini hevur bjargað heiminum undan kjarnorkubumbum, vandamiklum geiðslingum og náttúruvanlukkum – Heimurin elskar James Bond orsakað av kvinnunum, maskinunum, sex, romantikkinum, tí ímyndaða og teirri fullkomnu hetjuni, sigur Pierse Brosnan, núverandi James Bond