leygardagur 8. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003
Ferðin til Mauritius
"God created Mauritius and then made a copy of it to create paradise"
Mark Twain
FERÐAFRÁSØGN
Gudny Langgård
Seinni partur
Eftir at hava fortalt eitt sindur
um Mauritius í mínari fyrru
grein, fari eg nú at greiða eitt
sindur frá einum brúdleypi, ið eg
var til, um hvussu jólini verða
hildin í Mauritius, um nýggjárið,
ið er av ógvuliga stórum týdn-
ingi fyri fólkið í Mauritius, og
eisini um ymisk pláss, ið eg havi
vitjað á oynni.
Lítla jólaaftan hevði eg møgu-
leikan at verða við til eitt brúd-
leyp her í Mauritius. Hetta var eg
sjálvandi glað fyri at kunna upp-
liva og takkaði fyri. Tíverri var
tað eitt kristið brúdleyp, ið vit
eru von við í Føroyum. Tað
hevði verið eitt størri upplivilsi
at verið við til eitt hindu ella
muslimskt brúdleyp, ið vanliga
vara einar 3 - 4 dagar. Tó var eg
sjálvandi spent at síggja, hvussu
alt gekk fyri seg og tað var eisini
øðrvísi enn, hvat vit eru von við
í Føroyum. Brúdleypið varð hild-
ið í einari stórari høll, ið var
pyntað við blómum og ballónum.
Tað, sum undraði meg, tá ið vit
komu inn, var mátin, ið stólarnir
vóru stillaðir uppá. Í høllini var
ein pallur, eitt dansigólv og
síðani stóðu stólar á rað allan
vegin aftur til endan av høllini.
Hetta gav einum meira eina
kenslu av at vera til eina konsert
enn til eitt brúdleyp. Á pallinum
var ein DJ, ið spældi ymiskan
tónleik alt kvøldið. Tænarar
gingu runt og bjóðaðu gestunum
øl, whisky, saft og pinnamat.
Eftir umleið 1-2 tímar blivu lítlir
tallerkar givnir fólkunum og øll
fingu eitt stykki av høsnarunga
og ein bolla við laksi. Fólk vóru
sjálvandi pyntað og máttu sita
við matinum í føvninginum.
Seinni kom brúðarkakan inn og
ein røða bleiv hildin av systrini
hjá brúðrini. Øll fólkini stillaðu
seg rundan um brúðarparið.
Champagna bleiv serverað fyri
gestunum, og tað bleiv skálað
fyri teimum. Restina av kvøldin-
um bleiv dansað, etið og drukk-
ið, og longu eftir tveimum tím-
um byrjaðu fólk at fara heim.
Klokkan 22.30 gekk leiðin heim,
men mær er fortalt, at so leingi
sum fólk eru til staðar verður
matur serveraður og musikkur
verður spældur.
Jólini
Fyri fyrstu ferð tók eg ta avgerð
at verða heimanifrá á jólum.
Tíðin nærkaðist jólunum og enn
var lítið og einki at síggja av
jólapynti í Mauritius ella nakar
jólatónleikur at hoyra. Hitin var
nógvur og ringt var at koma í
jólahýr. Sjálvt um meirilutin av
fólkunum í Mauritius eru hindu-
arar, verða jólini hildin, men tó
ikki í sama málistákki sum
heima hjá okkum. Tá ið vit koma
inn í jólamánaðin, byrja føroy-
ingar so spakuliga at stákast til
jóla, við reingerð, jólagávum,
baking o.a. Í Mauritius er lítið og
einki sták fyrr enn sjálvan jóla-
aftan — tá sær man fólk keypa
jólagávur, gera innkeyp av mati
og eisini pyntanin av húsunum
verður bíðað við til jólaaftan.
Handlarnir eru allir opnir til
klokkan 21.00 jólaaftan og van-
liga til klokkan 13.00 jóladag.
Býirnir sjálvir verða ei heldur
pyntaðir, men mær er fortalt, at
tá ið Mauritius hoyrdi til Ong-
lands, var tað meira jólaligt á
oynni. Vit gjørdu av at fara í
kirkju jólaaftan sum siður er
heima hjá okkum, men guds-
tænastan í kirkjuni var frá kl. 21-
23. Hetta var eitt sindur keðiligt
tíðspunkt fyri okkum, tí at
døgurðin skuldi verða klokkan
21. Í familjuni eta tey vanliga
lambstjógv á jólum, saman við
salati og dressingi. Hetta varð
etið saman við góðum fronskum
víni og síðani bleiv bíðað til eftir
midnátt við at pakka jólagávur-
nar upp. Eftir hetta var tíð til
kaffi og kaku og umleið klokkan
02.00 var songartíð. Jóladag fóru
vit í kirkju kl. 10.00. Tað var ein
katólsk kirkja og har vóru so
nógv fólk, at nógv máttu standa
uttanfyri í hitanum. Tíverri var
lesturin á fronskum, so tað var
rættuliga avmarkað, hvat ið eg
skilti, og trupult var at fylga við
songunum. Seinni jóladag komu
nøkur í familjuni at vitja, og um
kvøldið varð ein kinesiskur
rættur serveraður fyri øllum.
Hetta vóru avgjørt eini øðrvísi
jól fyri meg, og tað var ikki sørt,
at tankarnir vóru heima í Før-
oyum hjá familjuni og vinum teir
dagarnar, men tó eri eg glað fyri
at hava roynt at hildið jól á einari
subtropiskari oyggj saman við
einari hindu-familju.
Nýggjárið
Fyri kinesarum er nýggjárið av
ógvuliga stórum týdningi og
hetta hevur smittað fólkini í
Mauritius. Eingin dagur á
árinum hevur so stóran týdning
sum nýggjársdagur, og hesin
dagur og nýggjársaftan skulu
helst verða hildnir heima saman
við fámiljuni. Kinesarar trúgva,
at tá ið tey skjóta rakettur upp í
Mauritius er ein subtropisk oyggj, ið liggur í Indiska Havinum, 800 kilometrar eystan fyri Madagaskar. Hon er til støddar á leið sum Føroyar, 65 kilometrar long og 45 kilometrar breið, og har
búgva umleið 1,2 milliónir fólk
Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003
5
luftina, reka tey allar illar andar
vekk frá teirra heimi fyri tað
farna árið og fáa lukku í tí
nýggja árinum. Tískil er siður at
vera heima á midnátt. Hesin
siður bleiv eisini hildin í okkara
fámilju. Ein góður døgurði bleiv
etin um kvøldið og síðani bleiv
bíðað við spenningi til midnátt.
Rakettur blivu fyrireikaðar og
champagnan bleiv tikin fram.
Ein hoyrdi rakettur allan dagin
og sjálvandi eisini um kvøldið,
men tá ið klokkan nærkaðist
midnátt vaks mongdin og á
midnátt vóru so nógvar rakettur,
at ein hvørki kundi hoyra nakað
vegna buldur av rakettunum ella
síggja nakað vegna royk. Eftir
midnátt bleiv champagnan
skonkt og familjan byrjaði at
ringja runt fyri at ynskja hvørj-
um øðrum eitt gott nýggjár. Fyri
fólk á Mauritius er tað av stórum
týdningi, at tey byrja tað nýggja
árið við at biða og tískil fara tey
kristnu í kirkju, hinduarar í teirra
tempul, muslimar í teirra
muskéir o.s.v., tíðliga um morg-
unin nýggjárdag, og síðani verð-
ur koyrt runt fyri at vitja
familjuna.
Parkin
Á Mauritius er nógv ymist at
síggja. Í mínum steðgi reistu vit
nógv runt og vitjaðu ymisk støð.
Vestanfyri á oynni er ein stór
park, ið eitur Casela. Har vóru
vit ein dag. Í parkini eru nógv
ymisk sløg av fuglum frá øllum
heiminum at síggja, umframt
fiskar, leyvur, apur og onnur dýr.
Tíðin gekk skjótt og vit komu
runt eftir umleið trimum tímum.
Tá høvdu vit spákað spakuliga
runt alla parkina, umframt at
hava etið ein góðan bita í tí
eksotisku matstovuni, ið er
umringað av pálmum og fugla-
songum. Ein annan dagin gjørdu
vit av at fara suðureftir á oynni
og har vitjaðu vit ta væl umtóktu
krokodilluparkina. Innkomin
verður ein móttikin av seks
stórum krokodillum. Í parkini
eru nógvar krokodillur at síggja,
í ymiskum støddum, umframt
onnur dýr, so sum fiskar, froskar,
yvirvaksnar skildpaddur o.a.
Skjaldbøkurnar eru sagdar at
verða umleið 100 — 150 ár og
tær eru ógvuliga sterkar.
Óðansæð um ein vaksin persónur
setti seg á tær, lótu tær ikki við
seg koma, men gingu við somu
ferð. Hesar skjaldbøkurnar eru
einans á landi, men tað er eitt
annað slag, ið er á sjónum og tær
vóru friðaðar í 1990. Áðrenn
vórðu tær jagstraðar og etnar og
mær er fortalt, at tær smakka
ógvuliga væl.
Le Morne
Tann eina dagin fóru vit til eitt
stað, ið verður kallað Le Morne.
Tað er vestanfyri á oynni og er
ótrúliga vakurt, við nógvum
flottum hotellum og strondum,
men tað er ikki júst hetta, ið fekk
okkum til koma hagar. Le Morne
er eitt týdningarmikið søguligt
stað fyri fólkini á Mauritius. Í
1809, tá ið Mauritius hoyrdi til
Frakland, vóru 7.194 hvít fólk,
7.366 fríir afrikanarar, og restin
av fólkunum - 58.728 vóru
trælir. Í 1840, eftir at
onglendingar vunnu á Fraklandi,
gjørdu teir trælirnar fríar, men
áðrenn hetta bleiv fortalt fyri
teimum, flýggjaðu nakrir.
Trælirnar goymdu seg í umráð-
num í Le Morne, og tá ið teir
sóu, at eingilskir hermenn komu
eftir teimum, flýggjaðu øll niðan
á eitt høgt fjall og kastaðu seg
oman. Teir vildu heldur taka
lívið av sær, enn at verða noydd
aftur til teirra harra — tíverri
leitaðu hermenninir eftir trælu-
num, fyri at geva teimum tey
góðu boðini um at tey vóru frí!
Síðani hesa syrgiligu hending, er
plássið kallað Le Morne, ið
merkir sorgarleiki á fronskum.
Urtagarðurin
Ein av teimum síðstu døgunum
gekk leiðin norðureftir, har
franskmenninir gjørdu ein flottan
urtagarð í 1725 — Pample-
mousses Botanical Gardens.
Urtagarðurin verður í dag nógv
vitjaður, bæði av ferðafólki og av
teimum lokalu. Har eru fleiri
túsund ymisk sløg av blomstrum
og trøum at síggja. Trøini eru
risa stór og hava nógv ymisk
sløg av fruktum á teimum.
Summi av trøunum eru søgd at
vera frá upprunatíðuni hjá
urtagarðinum og annars eru fleiri
og fleiri blomstur og trø komin
við tíðuni. Blomstrini og trøini
verða innflutt úr øllum heimin-
um og plantað í urtagarðinum.
Eisini eru áir við fiskum og
onnur dýr at síggja í urtagarðin-
um. Hann er ógvuliga stórur og
avgjørt verdur at vitja, serstak-
liga um ein hevur áhuga í
blomstum og trøum.
Ile aux Cerfs
Vit gjørdu nógvar aðrar túrar á
oynni, men túrurin, ið mær
dámdi best, var til eina oyggj, ið
liggur eystanfyri Mauritius — Ile
aux Cerfs. Túrurin kostaði einans
200 krónur og vardi frá klokkan
10 á morgni til klokkan 17
seinnapartin. Fyrst sigldu vit við
einum báti runt umkring. Vit
fóru millum annað til tann
størsta fossin í Mauritius og sóu
nøkur lokal kava niður í fossin.
Eisini høvdu vit møguleikan at
snorkla. Tað var eitt gott upp-
livilsi. Har vóru nógvir flottir
fiskar at síggja við ymiskum
litum og tíbetur var eingin hávur
upp á lúr! Eftir hetta fingu vit
okkurt gott til matna. Maturin
varð grillaður umborð á bátinum
og var høsnarungi, fiskur og
hummari. Gjøgnum allan túrin
bleiv sodavatn, vatn, øl, vín og
rom serverað. Eftir ein góðan
bita, fóru vit inn á Ile aux Cerfs.
Ikki er møguleiki at búsetast á
oynni, hon verður einans nýtt til
vitjandi. Har er ótrúliga flott og
friðarligt. Ikki so nógv fólk,
nógvar vakrar strendur og nakrar
matstovur. Ætlanir eru um at
gera ein stóran golfvøll á oynni.
Nógv av fólkunum á Mauritius
eru ímóti hesum og tann enda-
liga avgerðin er ikki tikin enn.
Eftir nakrar tímar á oynni, fóru
vit aftur umborð á bátin og
sigldu vælnøgd til Mauritius.
Samanumtikið eri eg ógvuliga
væl nøgd við túrin til Mauritius.
Har er ógvuliga vakurt og fólkini
eru ótrúliga gestablíð og hjálp-
som. Hitin er sjálvandi nógvur
og tað kann gerast ringt at sova
til tíðir, bæði vegna hita og eisini
vegna moyggjabitar, ið stinga og
virka ógvuliga glaðir fyri at fáa
vitjan norðanifrá — men eisini
hetta verður gloymt í øllum
vakurleikanum á Mauritius.
Rithøvundin Mark Twain segði, at: »God created Mauritius and then made a copy of it to create paradise«, ið
fortelur okkum eitt sindur um vakurleikan á oynni. Sum sagt er hetta ein ógvuliga væl umtókt ferðamannaoyggj
fyri tey ríku og kendu. Øll hotellini á oynni eru trístjørnað og meira
Meirilutin av fólkinum á oynni eru hinduarar — teir teljast 50% av fólkatalinum. Síðani eru tað kristin, ið eru
umleið 30%, og muslimar, ið teljast umleið 17%