leygardagur 8. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
6
Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003
SAMRØÐA
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Jens K. Vang
Uttan fyri er frosturin í ferð við
at leggja seg um vegirnar, og tað
er sera hált. Men inni í heimin-
um hjá Dagmar og Tommy Ja-
cobsen undir Brúnni er fjálgt og
hugnaligt. Tvær gentur sita í
sofuni, onnur við fartelefon, sum
bippar aðruhvørja løtu av sms-
boðum, og hin gentan hyggur
smílandi upp, tá vit koma inn.
Genturnar báðar eita Svanna og
Barbara. Tær eru systrar og
ávíkavist 11 og 12 ára gamlar. Út
at til sær tað út sum um hetta er
ein heilt vanlig familja, sum ikki
manglar nakað ella hevur nakrar
stórvegis trupulleikar. Men heilt
vanlig er hon tó ikki.
Svanna, tann yngra gentan,
hevur eina sjúku, sum eitur
cystisk fibrosa. Tað er ein álvar-
som maga- og lungna sjúka, sum
hevur við sær, at hon noyðist
niður til eftirlit einaferð um
mánaðin. Tað kann tykjast sera
strævið at skula pakka eina tasku
og flúgva niður so ofta, men
Dagmar, mamman, sigur, at tað
er ein partur av teirra lívi í dag.
— Nú hava vit flogið niður
einaferð um mánaðin í so gott
sum 11 ár, so vit hugsa slettis
ikki um tað longur, greiðir
Dagmar frá og leggur afturat, at
hóast Svanna bert er 11 ára
gomul, so hevur hon longu verið
í flogfari yvir 200 ferðir.
Dagmar fegnast um, at tey
kunnu fara niður hvønn mánaða
til eftirlit við gentuni.
— Tað gevur okkum eina
trygga kenslu, at tað verður fylgt
so væl við sjúkuni hjá Svannu, tí
tað er allatíðina okkurt, sum
kann broytast, sum so krevur
viðgerð, sigur hon og hyggur
yvir á Svannu, sum situr púra
kúrr og lurtar eftir mammu síni.
Barbara er framvegis upptikin av
síni fartelefon, men hon nikkar
samtykkjandi til tað, sum Dag-
mar sigur.
Dagmar greiðir frá, at tað er
sera gott skil á niðri.
— Har er ongin slingur í vals-
inum. Og tað hevur tað ongantíð
verið. Vit fáa altíð alt at vita,
sum tað er, og starvsfólkini eru
sera dugnalig, blíð og fyrikom-
andi, sigur hon og leggur afturat,
at tey kenna seg sum heima, tá
tey koma niður á ambulatoriið.
Dagmar og maðurin, Tommy,
plaga at skiftast um at fara niður
við Svannu, og Dagmar tosar
nógv um, hvussu týdningarmikið
tað er at vera tvey um tað, tá eins
barn er sjúkt.
— Tað er sjálvandi altíð gott at
vita, at ein hevur eitt gott trygd-
arnet at venda sær til í Danmark
við øllum sínum trupulleikum,
men tað er sanniliga eisini týdn-
ingarmikið, at vit eru tvey um
Svannu, tí so hevur Barbara altíð
annan av okkum eftir hjá sær, og
vit fáa stuðul frá hvørjum
øðrum, sigur Dagmar og leggur
samstundis afturat, at tey hava
fingið nógvan stuðul allastaðni
frá. Tað hevur eitt nú ongantíð
verið nakar trupulleiki hjá
teimum at fingið frí frá teirra
dagliga starvi til at fara niður við
Svannu.
Herfyri var uppi og vendi, at
sjúklingar við cystiskari fibrosu,
sum ferðast til Danmarkar, ikki
longur skuldu kunna tað, orsakað
av sparingum.
— Tá fingu vit ein skelk, tí vit
dugdu ikki at ímynda okkum,
hvussu tað so skuldi fara at
gangast okkum. Vit hava bara
verið niðri við Svannu í samband
við hennara sjúku, og føroysku
sjúkrahúsini hava so at siga onki
havt við okkum at gera, uttan tað
at vit plaga at fara út á deild M á
Klaksvíkar sjúkrahúsi at taka
slímprøvar, sum so verða sendir
til Danmarkar. So uttan at taka
nakað frá føroysku sjúkrahúsun-
um, so høvdu vit als ikki verið
trygg við tað av tí sama. Tí sum
er, er ongin viðgerð í Føroyum,
so vit mugu niður til Danmarkar,
sigur Dagmar og leggur dent á,
hvussu týdningarmikið tað er
fyri tey og Svannu, at tað er tað
sama staðið og so at siga tey
somu fólkini, sum tey hava við at
gera hvønn mánaða.
Ein kundi ímyndað sær, at tað
er sera krevjandi at hava eitt
sjúkt barn og noyðast niður so
ofta. Men tað hvørki merkist ella
sást á Dagmar. Hon tykist ógvu-
liga avklárað við støðuna sum
hon er, og við løttum sinni sigur
hon, at túrurin til Danmarkar er
at samanlíkna við ein túr til
Havnar eftirhondini. Hóast tær
skulu í flogfari.
— Eg havi, nú eg hugsi um
tað, ikki verið ein svipptúr til
Havnar í fleiri mánaðar, men tað
er eisini tí, at tað havi eg als ikki
tørv á. Tí gott nokk er túrurin í
sjúkraørindum, men eg royni
altíð at gera hann hugnaligan á
ein ella annan hátt kortini. Um
tað er tíð til tað, so plaga vit
báðar altíð at fara ein túr at
hyggja í handlar ella at fáa
okkum okkurt at eta, tí eg vil
fegin, at túrurin skal verða
nakað, sum Svanna kann síggja
fram til heldur enn nakað annað,
sigur Dagmar, sum hevur fingið
sær til fast prinsipp at tøma task-
una so skjótt, sum tær eru komn-
ar heimaftur, tí so sær alt út sum
vanligt aftur, og onki minnir á, at
næsti túrur bert er ein mánaða
burtur.
Kollvelting
Dagmar og Tommy vóru lukku-
lig, tá tey fingu Barbaru í febr-
uar í 1990. Og tá so Svanna kom
í september árið eftir, tyktiskt alt
fullkomið.
Tær fyrstu fimm vikurnar eftir,
at Svanna varð fødd, grunaði
Dagmar ikki ilt. Gentan hostaði
illa, men Dagmar helt ikki, at tað
var óvanligt kortini. Men tá
hostin helt fram, fór hon til
læknan við henni. Men ongin
dugdi at siga, hvat bagdi Svannu,
so tað blivu til nakrar túrar inn
og út frá læknanum. Dagmar gav
bróst, og Svanna seig og seig,
men spýði meginpartin uppaftur
hvørja ferð. Hetta var ein sera
krevjandi tíð. Og í januar 1992
varnaðist Dagmar, at Svanna
Lívsgleði fram um sjúku
11 ára gamla Svanna Jacobsen úr Klaksvík hevur cystiska fibrosu. Tað er ein
kronisk, ólekilig maga- og lungnasjúka, sum millum annað hevur við sær, at
hon skal til eftirlit á ambulatoriinum á Ríkissjúkrahúsinum einaferð um
mánaðin. Foreldur hennara lata sera væl at umstøðunum og starvsfólkunum í
Danmark, og tey fegnast um, at tey framvegis kunnu fara niður við dóttrini
Svanna nýtir masku hvønn dag, fleiri ferðir um dagin. Maskurnar hjálpa henni sera væl, tær hjálpa til at fáa slímið
úr lungunum hjá henni og niðurberja bakteriurnar
Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003
7
hevði tapt 300 gram. Tá visti
hon, at okkurt var galið og
kravdi at verða innløgd við
henni. Og hon bleiv so innløgd
fyrst tveir dagar í Klaksvík og
síðani tíggju á Landssjúkra-
húsinum. Men har funnu tey ikki
út av, hvat var galið við henni, so
tey vórðu send niður.
Um hálvan januar fóru
Dagmar og Tommy teirra fyrsta
túr til Danmarkar við Svannu,
sum tá var fýra mánaðar gomul.
Hon vigaði tá ikki meira enn ein
miðalstórur nýføðingur, og hon
var dehydrerað, undirfødd og
sera bleik. Og Dagmar og
Tommy óttaðust tá, at tey fóru at
missa hana.
Dagmar heldur, at læknarnir
hava vitað nokk so skjótt, hvat
var galið við henni, men onki
varð sagt við tey, fyrr enn sjúkan
var staðfest.
Svanna bleiv kannað. Blóð-
royndir vórðu tiknar og ein so-
kallað sveittaroynd varð eisini
tikin. Tvær ferðir heldur enn
einaferð fyri at vissa skuldi
verða fyri tí. Og umsíðir kom
staðfestingin. Svanna hevði
cystiska fibrosu.
Dagmar sigur, at hon og
Tommy stóðu sum spurnartekin,
tí tey høvdu ongantíð hoyrt um
hesa sjúkuna áður, tey dugdu
nóg illa at úttala hana. Men hon
viðurkennir eisini, at tað var ein
lætti at fáa at vita, hvat tað var,
sum var galið.
— Eg var bangin fyri, at vit
fóru at missa hana, tí hon var so
lítil og neyðarslig, so tað var ein
himmalskur lætti at sleppa úr
óvissuni, sigur hon stillisliga.
Hetta var ein kollvelting fyri
alla familjuna, tí nú skuldi
Svanna hava viðgerð og heilivág
í langum banum.
— Tað vóru so nógv ymisk
ting, sum vit fingu at vita, at vit
rúmaðu ikki øllum, men nógv og
góð hjálp var at heinta allatíðina.
Svanna fekk maskur fimm ferðir
um dagin, og tað var ómetaliga
hart at síggja í fyrstuni. Og tú
skuldi sæð her, tá vit komu
heimaftur. Heimið líktiskt einum
sjúkrahúsi við øllum maskunum,
slangunum og heiliváginum.
Men tað týdningarmiklasta er, at
tað hjálpti henni, og vit vandu
okkum skjótt við tað, sigur
Dagmar.
Hon sigur eisini, at tað sjálv-
andi var so nógv tey fyrstu árini,
og at tað er vorðið munandi
lættari so hvørt sum Svanna
eldist.
Røsk genta
Men tað var ikki bert cystisk
fibrosa, sum gjørdi um seg hjá
Svannu. Sama árið, sum sjúkan
varð staðfest, varnaðist Dagmar,
at gentan sá illa. Hon datt ikki
endiliga so ofta, men tá hon tók
lutir í hondina, førdi hon teir
heilt upp til eygað fyri at síggja,
hvat tað var. Dagmar gjørdi
beinanvegin vart við hetta, og
stutta tíð eftir var greitt, at
Svanna hevði grástær í báðum
eygunum. Hon varð løgd undir
skurð og fekk brillur við styrki +
20. Læknarnir søgdu við Dagmar
og Tommy, at tað ikki hevði
nakað við sjúkuna at gera.
Tá Svanna var um tvey ára
aldur, bleiv hon sjúk av øllum
heiliváginum. Hon toldi hann
ikki og bløddi í tjúktarminum.
Tað var sera álvarsamt, men hon
fekk viðgerð fyri tað og kom
burturúr tí.
Svanna hevur altíð verið sera
løtt at hava við at gera. Ongantíð
hevur hon gramt seg, tá hon
hevur fingið masku ella tikið
heilivág. Tað truplasta er at fáa
hana at eta. Hon hevur sera
ringan matarlyst, og tað sæst á
henni. Hon er sera kløn, er 134
sentimetrar og vigar 27 kilo.
Sjúkan ger, at hon ongar ensymir
hevur at taka føðina upp við, og
tí má hon taka 12 ensymtablettir
til hvørja høvuðsmáltíð. Annars
upptekur magin ikki føðina.
Harafturat tekur Svanna 15
tablettir íroknað vitaminir um
dagin. Og hon byrjar hvønn dag
við at maska tvær ferðir í minst
15 minuttir hvørja ferð, áðrenn
hon fer í Ósáskúlan, har hon
gongur í fjórða flokki. Og so
maskar hon aftur einar tvær
ferðir um dagin. Maskurnar
hjálpa henni at fáa slímið úr
lungunum og minka eisini um
bakteriurnar. Og kanningarnar
vísa, at tær hjálpa henni væl.
Hóast alt hetta, so sigur
Dagmar, at tey hava ikki havt
nakað verri lív enn onnur.
— Vit hugsa als ikki um
sjúkuna til dagligt, hóast Svanna
tekur nógvan heilivág og má
maska hvønn dag. Tað er ein
partur av lívinum hjá okkum, og
vit ganga høgt uppí tað.
Sjálvandi eru upp- og niðurtúrar,
men eg haldi, at tað veldst mest
um Svannu. Tá hon hevur tað
gott, hava vit øll tað gott, sigur
Dagmar og gevur Svannu, sum
hevur stillað seg við síðuna av
mammu síni, eitt stórt klemm.
— Og mammusa raska genta,
sigur hon og fær ein muss frá
Svannu.
Svanna sjálv sigur, at hon
hevur ongantíð havt trupulleikar
í skúlanum av, at hon er sjúk.
Hon er ein fitt og blíð genta,
sum ikki er bangin fyri at siga
frá. Hon hevur nógvar vinkonur
og klárar seg í allar mátar væl.
Ein lívsglað genta, sum ikki letur
sína sjúku ávirka sín gerandisdag
útyvir viðgerðir og heilivág.
– Svanna hevur altíð verið ótrúliga løtt at hava við at gera. Hon hevur ongantíð gramt seg um nakað, men hon
etur ikki nógv. Tað er ein dagligur kampur hjá okkum, sigur Dagmar Jacobsen
Barbara, systir Svannu, hevur onkuntíð verið við í Danmark