Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003 9 8 Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003 KVINNUR OG SJÓLÍV Rúna Sivertsen Ingerð Klein Olsen er 35 ára gomul, dóttir Marjun Klein og Jákup Olsen í Vestmanna. Longu sum blaðung genta fekk hon hug til sjógvin og fór eftir loknan fólkaskúla at sigla við føroyskum farmaskipum. - Eg vil verða skipari, segði hon við mammu sína, tá hon sum 14 ára gomul arbeiddi í kioskini á Ternuni, sum sigldi um Vestmannasund. Mamma hennara helt ikki, at hetta mundi fara at blíva til nakað, men hon fekk annað at síggja. So skjótt, Ingerð var liðug í fólkaskúlanum, bað hon sær kjans hjá Skipafelagnum, har hon sigldi í eitt ár, til hon fór á HF-skúla. Tá Ingerð hevði fingið húgv- una, fór hon eitt hálvt-áraskeið á sjófartsskúla í Svendborg. Eftir tað arbeiddi hon eitt ár á Hag- deildini, sum Føroya Hagstova kallaðist tá. Dreymur til veruleika Men nú skuldi dreymurin gerast til veruleika. Ingerð søkti um at sleppa sum aspirantur hjá DFDS, og seks ár seinni, 27 ára gomul, tók hon prógv sum skipsførari á sjómansskúlanum í Svendborg. - Eftir at hava siglt við farma- skipum hjá DFDS millum Ong- land og Týskland, tímdi eg ikki at liggja og tvætla í Norðsjónum longur, sigur hon og flennir. Tá ið Ingerð var troytt av farmasiglingini, søkti hon sær kjans hjá enska reiðarínum, Cunard Line. Hon hevði ikki meiri enn søkt, tá ið boð vóru eftir henni at koma við stóra ferðamannaskipinum, Vistafjord. Hetta var í 1997, og síðani tá hevur hon verið umborð á fleiri skipum hjá Cunard Line. Tað tók henni sløk fimm ár at arbeiða seg upp á toppin í reiða- rínum. Og í juni í fjør upprann stóra løtan. Dreymurin hjá Ingerð, sum hon hevði havt, síðani hon bert var ein stór smágenta, gjørdist til veruleika. Hon varð sett í starv sum mannskapskapteinur umborð á Seaburn Pride. Vistafjord og fleiri av skipun- um, sum Ingerð hevur siglt við, hava verið í Føroyum. Tá Vista- fjord í 1998 fyrstu ferð kom á Føroyar, var Ingerð millum teirra, sum mannaðu skipið. Gjørdi gerðabýti Ingerð gjørdi av at taka skips- føraraútbúgving, tí henni dámdi so væl at sigla. Men hon var eisini greið yvir, at hetta kom at krevja nógv av henni. Arbeiðið umborð á skipi er mangan tungt og knossut, og nógv av arbeið- num ber heilt einfalt ikki til hjá eini kvinnu at gera. - Men eg setti meg ikki afturá fyri tann skuld og segði, at hatta ella hitt kláraði eg ikki. Ístaðin gjørdi eg gerðabýti, sigur hon. Tá ið trailaralastir verða koyrdar umborð á farmaskipini, verður bilhúsið loyst frá. Tá skulu tungir bukkar setast inn- undir framendan á lastunum, og tað var nakað, sum Ingerð ikki megnaði. - Eg segði við onkran av mannligu dekkarunum, at um hann vildi seta bukkarnar undir, so skuldi eg leggja allar keturnar klárar. Hetta var ein fín skipan okkara millum, og eg hoyrdi ongantíð eitt øvugt orð um tað, sigur hon. Ingerð undir luppi Ingerð sigur, at ógvuliga væl verður hugt eftir, hvussu hon nú fer at megna hetta starvið, sum allar tíðir hevur verið eitt mann- fólkastarv. Hon er einasta kvinna í reiðarínum, ið siglir sum kap- teinur. - Eg kenni hetta ikki bara sum eina avbjóðing fyri meg persón- liga, tí eg veit, tað verður hugt eftir, um eg sum kvinna nú megni hetta arbeiði. Tað kann koma at hava týdning fyri aðrar kvinnur við somu ambitiónum, sum eg sjálv, sigur hon. Starvið sum mannskaps- kapteinur hevur nógvar uppgávur við sær. - Eg skal bíleggja og keypa inn tað, sum vit hava brúk fyri. Alt frá gardinkrókum til máling skal eg syrgja fyri at hava um- borð, greiðir hon frá. Eisini roknskapinum á dekksíðuni tekur Ingerð sær av. Hetta eru tó tær lættaru upp- gávurnar í mun til ta ábyrgd, sum Ingerð hevur av manningini. – Mín uppgáva er eisini at ansa eftir, at øll, sum eg havi undir mær, gera sína skyldu. Eisini eri eg noydd at geva ávarðingar og við hvørt at siga fólki úr starvi, sigur hon. Kann enda í geglinum Men størsta ábyrgdin við starv- inum hjá Ingerð man vera at ansa eftir, at manningin ikki brýtur reglurnar í hesum ymisku londunum, siglt verður til. Í eitt nú Alaska eru myndugleikarnir serstakliga strangir, um reglurnar um umhvørvi og fiskirættindi verða brotnar. Dømir eru um, at skiparar hava fingið uppí 9 ára fongsulsrevsing fyri fusk við oljudagbókunum. Við Seabourn Pride sigla nógvir filipinarar. Teimum dámar ógvuliga væl fisk, og tí kundi verið freistandi hjá teimum at blaka eitt snøri uttanborðs fyri at fáa í pottin. - Men tað verður ikki lukku- ligt fyri meg og reiðaríið, finnur nakar uppá slíkt. Verða vit tikin í Alaska við einum lítlum húki uttanborðs, so verða vit at rokna sum fiskiskip, ið fiskar uttan fiskiloyvi, sigur Ingerð. Dómurin fyri at fiska uttan loyvi í hesum londum er ikki mildur. Ein partur av arbeiðnum hjá Ingerð er tí at kunna mann- ingina um hesi viðurskifti. – Eg má nærmast ræða tey frá lívinum, fyri at tey ikki skulu tora at taka nakran kjans, sigur hon. Ikki so einsamøll kortini Við Seabourn Pride siglir eisini drongur Ingerð, Laurent Balazuc. Hann er fransmaður og siglir sum yvirtænari umborð. Tað riggar fínt, og reiðaríið roynir at skipa so fyri, at tey eru úti í senn, men tað ber sjálvsagt ikki altíð til. Spurd, nær børnini fara at koma, sigur Ingerð: - Jú, vit hava hugsað um tað, men tað ber ikki til, so leingi í øllum føri eg eri á sjónum. Tað er ikki lætt at siga sjólívinum farvæl, tí hóast tað er stressandi, so er tað eisini eitt gott lív, sigur hon. - Sjólívið hevur sínar positivu síður, tí tá ið vit eru heima, hava vit frí og kunnu gera tað, vit hava hug til, sigur hon. Ingerð og Laurent eru heima í Danmark nú, har tey búgva. Um eina góða viku fara tey avstað aftur. Um tey koma heim til Føroya í summar, sum tey plaga, er ilt at siga, tí í juni skal Laurent verða mammubeiggi fyri fyrstu ferð — og ta upplivingina ætlar hann ikki at lata fara aftur við borðinum. – Tað verður hugt væl eftir um eg sum kvinna megni hetta starvið – Sjómenn eru eitt konservativt fólkaslag, og tað er ikki lætt hjá kvinnum at fáa leiðandi starv á einari skipsbrúgv, sigur 35 ára gamla Ingerð Klein Olsen úr Vestmanna. Fyri góðum hálvum ári síðani varð hon sett í starv sum mannskapskapteinur umborð á ferðamannaskipinum Seabourn Pride. Ingerð er fyrsta kvinna í so høgum starvi hjá enska reiðarínum, Cunard Line Á veg um Vestmannasund við Ternuni fyri seinastu ferð. Tað var júst her umborð, at hugurin hjá Ingerð til sjógvin varð vaktur. Myndin er tikin seinasta summar, tá ið hon saman við Laurent fór niður aftur til Danmarkar, har tey búgva Her er Ingerð avmyndað í matrósaklæðum saman við beiggja sínum, Peturi Ingerð hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eitt skifti, meðan hon gekk á navigatiónsskúla, sigldi Ingerð kanalrundferð í Keypmannahavn Ingerð er einasti kvinnuligi kaptainur hjá enska reiðarínum, Cunard. — Starvið sum kapteinur er ikki bara ein avbjóðing fyri meg persónliga, tí eg veit, tað verður hugt eftir, um eg sum kvinna nú megni hetta arbeiði. Tað kann koma at hava týdning fyri aðrar kvinnur við somu ambitiónum, sum eg sjálv, sigur hon Ingerð og drongur hennara, Laurent Balazuc, avmyndaði í starvsbúna. Laurent, sum er fransmaður, er yvirtænari umborð á Seabourn Pride