leygardagur 8. februar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
30
Nr. 27 - 8. februar 2003
31
10
Sosialurin Nr. 27 - 8. februar 2003
Tað er løgið, hvussu heimurin
broytist. Mannarættindum og
friði kanst tú berjast fyri í
øldir uttan at nakað hendir, og
samstundis eru løtur, har alt
broytist eftir einum brotparti
av einum sekundi. Veruleikin,
tú kendi í gjár, er søga, og ein
nýggjur valdar. Amerikanarar
hava merkt hesar brádligu
broytingar áður, og leygardag-
in vaknaði USA so aftur til
eina nationala vanlukku.
Meðan vraklutir regnaðu av
himni í Texas eftir at rúmdar-
ferjan Columbia var brend upp
á veg til jarðar, gekk eg eitt
sindur súrur og leitaði eftir tí
einu fjølini, ið var farin til
stroks stutt eftir, at eg við stríð
var sloppin av lyftuni á 4.000
metra høga fjallinum Mt.
Crystal tætt við Seattle, Wash-
ington. At eg allan dagin í
lukkuligari óvissu skiftivís
royndi at koma á føtur aftur
eftir eitt minni væleydnað
sneið, og av øllum alvi royndi
at fáa tamarhald á ferðini á
fjalunum, ið høvdu hug at
ferðast skjótari enn eg føldi
meg føran fyri, ger bara kensl-
una løgnari. Føroyingar høvdu
flestallir hoyrt um Columbia
kl. 17, etið náttverða, enn
einaferð kl. 18.30 fingið tíð-
indi um vanlukkuna, verið í
býnum, og síðan sovið í fleiri
tímar, áðrenn eg nakrantíð
frætti, hvat var á vási. Heim-
afturkomin aftaná ein langan
og strævnan dag á fjalli, settist
eg í sofuni við einari øl og
tendraði sjónvarpið. Tá hevði
vælsmurda amerikanska fjøl-
miðlamaskinan verið í holt við
nýggjastu sensatiónina í fleiri
tímar.
At tað hesaferð var talan um
eina vanlukku, og ikki yvir-
gangsatsókn, tóktist ikki at
gera tann stóra munin. Sjón-
varpsrásirnar vístu myndir úr
lítlu býunum í Texas, ið
brádliga vóru vorðnir nýggja
"ground zero", tøgnin, ið
larmaði úr hátalarunum í kon-
trollrúminum á Johnson Space
Center í Houston ekkóaði í
hvørjum heimi í USA, og
Bush forseti royndi enn eina-
ferð at koma við uggandi
orðum til tjóðina. "The
Columbia is lost. There are no
survivors". Bløðini, ið vóru til
keyps tíðliga seinnapartin,
vóru stúgvandi full av greinum
um "Columbia", tey sjey fólk-
ini, ið vóru við, hvussu rúmd-
arferðir vanliga ganga fyri seg,
og hvat møguliga kann vera
hent. Tað var næstan, sum um
greinarnar hava ligið klárar, í
so fall at okkurt skuldi hent.
At alt var skrivað niðurfyri, og
nú var bara at draga upp úr
skuffunum. Man ein rúmdar-
ferja hava ein svartan kassa?
Eg veit ikki, men ein tílíkur
hevði uttan iva komið væl við
í kanningararbeiðinum.
Leygardagin leitaðu tankar-
nir hjá mongum aftur til hin
dagin í 1986, tá ið rúmdar-
ferjan Challenger sprongdist
stutt eftir fráferð. Eisini hesa-
ferð fórust 7 mannalív. At sjey
studentaskúlanæmingar doyðu
í einum skriðulopi bert 3 tímar
seinni fekk ikki so nógva
rúmd í miðlunum, men tað er
sjálvandi avmarkað, hvussu
nógvum vanlukkum pláss
kann vera fyri í einari tíðinda-
sending. Eg skammist ikki
yvir at siga, at leygardagurin
var ein tann besti dagurin eg
havi havt í langa tíð, á skí
saman við góðum fólki. Tað
síðsta í huganum á mær var
ein vanlukka, ið hendi 60 km
uppi yvir Texas, men allíkavæl
hevur onkur blaðstjóri ella
sjónvarpsmaður gjørt av, at tað
eru tíðindini, eg skal hugsa um
teir næstu dagarnar. Tíverri er
ikki rúm hesaferð fyri ungling-
unum, ið doyðu í kavanum
bert 100 km higani.
Eg havi gjørt av, at fjølmiðl-
arnir sleppa ikki at oyðileggja
mær henda annars so væleydn-
aða leygardagin.
Annars er alt um at verða
gerandisdagur aftur hesumegin
Atlantshavið. Fimbulveturin,
ið hevur ligið um alla eystur-
strondina, er um at taka seg
aftur, og skúlin fer at byrja
aftur fyrsta dagin. Fyrr í
vikuni sá eg Stillahavið á
fyrsta sinni. Á at líta tykist tað
ikki stórt øðrvísi enn tað so
vælkenda Atlantshavið. Eins
illfýsið og kalt. Um hugt
verður heilt væl, er tað møgu-
liga eitt sindur bláari, men ikki
nakað stórvegis. Nú ein
lestrarhálva er farin afturum,
havi eg roynt at hugsa eitt
sindur um, hvussu fyrsta hálva
árið hevur roynst. Eg minnist
ikki, hvat eg væntaði mær,
áðrenn eg fór úr dunnuhylin-
um har heima, men eg havi so
ikki sæð nakað til tað enn. Tað
er sum við havinum, tú hevur
allar tær ymsu myndirnar í
høvdinum av, hvussu tað eigur
at vera, men í veruleikanum
skalt tú hyggja gjølla áðrenn
tú sært mun á. Fordómar og
ræðumyndir eru gjørd til
skamma. Veruleikin í dag er
tann, at munurin á einum
bostonbúgva og einum føroy-
ingi ikki er so stórur sum fólk
vilja vera við; men kanska
veruleikin er ein annar í
morgin.
»The Columbia is lost«
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Bartal N. Poulsen, Boston, bartal@mit.edu
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
E - og t
ónleikuri
Edmund Jacobsen,
tónleikari
Hann er helst best kendur sum
sangari í bólkinum Chase.
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja, men tað bleiv sjáldan spælt
upp á tey.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Ja, eitt sindur av hvørjum. Men
ikki nóg væl til, at eg spæli
alment.
Syngur tú undir brúsuni?
– Ja.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Alt!
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Eini 400 fløgur og 200 gamlar
lp-plátur.
Hvat er tín yndisfløga?
– »Badmotorfinger« hjá Sound-
garden.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– »Aquarium« hjá Aqua.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– »Omma« hjá Símun úr Konoy.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Ein hjá Shakin' Stevens, eg
minnist ikki heitið.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »Honesty« hjá Billy Joel.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Eitt sindur skeivur poppur ella
rokkur: Akkurát nú er tað C.V
Jørgensen: »Fraklip Fra Det
Fjerne«, Baal: »The Supreme
Machine«, D-A-D: »Soft Dogs«.
Ella kanska okkurt klassiskt.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Sálmar.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– R&b – sovorðið sukursøtt
tvætl!
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Gloria Gaynor og »I Will
Survive«.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Sangurin æt »Holiday«, men
eg minnist ikki, hvussu bólkurin
æt.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– »7 míl frá Hollywood« saman
við Chase.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »Happy Trails« hjáVan Halen.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– D-A-D í Esbjerg, februar 2002.
Eg havi ongantíð upplivað nakað
nær námind!!
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– David Coverdale.
Lærari
Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi søkja vit eftir
lærara til Sands skúla 19 tímar um vikuna frá 12.
mars 2003 til 1. januar 2004.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá fyrstalærar-
anum á tlf. 361647 ella 161127.
Umsóknir við próguvm og møguligum viðmælum
skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi
23.2.2003.
Skúlastýrið fyri Sands skúla
att.: Anna Horn
210 Sandur
Rætti kø
æ
álið
frá
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
veitst tú ikki tað?
31
Løgmaður fer nú at
kanna málið til botns
um, hvat fór fram, tá
Annlis Bjarkhamar
skúgvaði tilmælið hjá
setanarnevndini til
viks, tá ið hon setti
landsantikvarin.
Løgmaður hevur ikki
gloymt tað, sum fór
fram í Løgtinginum
herfyri og hereftir fer
hann tí at verða nógv
skjótari at leggja seg
út í, hvussu
landsstýrismenn
umsita sítt starv
ALMENN STARV
Áki Bertholdsen
Løgmaður vil hava fulla
greiði á, hvat fór fram, tá ið
Annlis Bjarkhamar setti
Steffen Stumman Hansen í
starvið sum landsantikvar-
ur.
Tað gjørdust greitt eftir
løgtingsfundin nú fyri eini
løtu síðani.
Hóast setanarnevndin, ið
skuldi gera tilmæli um
starvið, tvær ferðir einmælt
mælti Annlis Bjarkhamar
til at seta Símun Arge í
starvið, gjørdi hon kortini
av at seta danan, Steffen
Stumman Hansen, í starvið.
Tað hevur vakt ans og í
Løgtinginum í dag, vildu
bæði Heðin Mortensen og
Katrin Dahl Jacobsen hava
at vita, hvat Løgmaður
ætlaði at gera við málið.
Heðin Mortensen vildi
hava at vita, um Løgmaður
metti, at rætt var farið fram
og um hann ætlaði at kanna
málið, tí eftir tí, sum varð
komið fram, kundi talan
vera um eina politiska
starvssetan.
Hann vísti á, at uttanum
vanliga mannagongd, og
uttanum setanarnevndina,
hevði Annlis Bjarkhamar
havt setanarsamrøðu við
umsøkjarnarnar.
Løgmaður svaraði, at tað
er rætt, at almenni setanar-
politikkurin er ikki fylgdar
í hesum føri.
Hann segði, at tað er
ógvuliga umráðandi, at rætt
verður framfarið, so at øll,
sum søkja, bæði tey, sum
fáa starv og tey, sum ikki
fáa eitt starv, ikki kunnu
seta ákærur fram um at ikki
alt er rætt framfarið.
– Tí er tað, sum er farið
fram í sambandi við lands-
antikvarin, sera, sera har-
miligt, keðiligt og skaði-
ligt, og Løgmaður fer tí at
taka sær av málinum so at
full greiða kann fáast á,
hvat er farið fram.
– Tað er neyðugt, at
ongin kann sáa iva um
setanarpolitikkin
legði
hann afturat.
Heðin Mortensen takkaði
løgmanni fyri, at hann
tekur málið upp, men heitti
kortini á Landsstýrismála-
nevndina um at taka málið
upp.
Kristina Háfoss vardi
floksfelaga sín og gjørdi
greitt, at onki løgfrøðiliga
skeivt var farið fram, tí tað
er landsstýrismaðurin, sum
setir starvið og tað ikki
uttan grund at tað eitur inn-
stillingarnevnd.
Tað var týðiligt, at løg-
maður sipaði til málið um
Jørgen Niclasen, tá ið hann
svaraði Kristinu Háfoss
aftur:
– At onki skeivt er farið
fram løgfrøðiliga havi eg
hoyrt av tingsins røðara-
palli fyri ikki so langari tíð
síðani.
– Men ivi er sáddur um
starvssetanina og tað havi
eg eisini hoyrt frá tingsins
røðarapalli.
Og so legði hann afturat:
– Løgmaður hevur tikið
til eftirtektar tað, sum fór
fram í tinginum fyri eini tíð
síðani, so hann verður
munandi skjótari at leggja
seg út í umsitingina hjá
landsstýrismonnum
her-
eftir, enn hann hevur verið.
– Og hetta er í hvussu so er
eitt av teimum málum, har
Løgmaður fer at leggja
uppí beinanvegin, segði
hann.
Við stýrisskipan
arlógini í hondini, vildi
Katrin Dahl Jaobsen hava
at vita um Løgmaður metti,
at ein landsstýrismaður
hevur umsitið sítt málsøkið
á fullgóðan hátt, tá ið hann
hevur kallað inn ein um-
søkjara til samrøðu, uttan-
um setanarnevndina, eftir
at setanarnevndin tvær
ferðir hevði mælt til at seta
sama umsøkjara í starv.
Løgmaður svaraði at or-
søkin til at hava eina setan-
arnevnd, var júst fyri at fáa
tann best skikkaða umsøkj-
aran í eitt starv og tí skuldi
nevndin vera sett soleiðis
saman, at hon kundi taka
bæði faklig og umsitingar-
lig og onnur atlit.
Hann visti onki dømi um,
at setanarnevndin kallar
umsøkjarar til samrøðu í
fleiri umførum.
– Og eg veit so slett onki
dømi um, at ein landsstýris-
maður aftaná hevur kallað
umsøkjara til samrøðu.
Løgmaður
sigur,
at
landsstýrismaðurin hevur
ábyrgdina av setanarnevnd-
ini og at áðrenn setanar-
samrøðurnar við umsøkj-
arar byrja, eigur landsstýr-
ismaðurin at hava gjørt
greitt, hvørjar eginleikar,
tann, sum verður settur í
eitt starv, skal hava.
– Kemur landsstýrismað-
urin so aftaná til ta niður-
støðu, at útgangsstøðið hjá
setanarnevndini, var ikki
tað rætta, hevur hann verið
ov seinur á sjóvarfallinum.
– Og tá er tað øgiliga
skjótt at fáa mistanka um,
at tað ikki bara eru tey
fakligu atlitini, sum hava
vigað.
Løgmaður segði, at bara
tað, at hesin ivin verður
sáddur, er ógvuliga demor-
aliserandi.
– Tí mugu vit royna at
koma aftur á beint so at ein
og hvør, sum søkir eitt
alment starv, kann verða
vísur í at fáa eina rættvísa
viðgerð, segði Løgmaður.
Hann segði, at tað undr-
aði hann at ein faklig
nevnd, sum varð sett at gera
eitt tilmæli um, hvør skuldi
havca starvið, tvær ferðir
kemur til somu niðurstøðu,
men at landstýrismaðurin,
sum ikki er fakmaður,
kortini kann koma við góð-
um grundgevingum fyri at
seta annan umsøkjara í
starv.
– Tað krevur eina ótrúliga
góða frágreiðing og tað frá-
greiðingina vil eg fegin
hava, segði løgmaður.
Viðmerkjast skal eisini,
at landsstýrismaðurin sjálv-
ur, Annlis Bjarkhamar,
hevði forfall og var tí ikki á
tingfundi.
Løgmaður vil hava fulla greiðu
á hvat Annlis hevur gjørt
Samstarv
Í gjár varð samstarvsavtala
millum Føroya Handils-
skúla og Robert Gordon
University
í
Aberdeen
undirskrivað í Havn. Før-
oya Handilsskúli hevur í
eitt gott ár havt samstarv
við skotska universitetið.
Nú meta so báðir skúlar, at
tíðin er búgvin at fara inn í
eitt meira skipa samstarv
um útbúgvingar á hægri
stigi. Ætlanin er ikki einans
at bjóða fram hægri út-
búgvingar í Føroyum men
eisini í Grønlandi og Ís-
landi sum fjarlestur. Í gjár
undirskrivaðu stjórarnir á
skúlunum
báðum
eina
samstarvsavtalu.
Stjórarnir á
Føroya Han-
dilsskúla og
Robert Gordon
University
undirkriva
søguliga avtalu.
Mynd: Jens K