Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 1. mars 1990 — tdi S0Sjalurin Á Alt virksemið steðgar upp: Lastbilaeigarar sera illa fyri Gjørdu stórar iløgur í nýggjar bilar í sam- band við arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin, sum brádliga varð steðgað - bíða nú eftir svari frá landsstýrinum um tollendurgjald í á samband við at selja bilarnar av landinum. Ein teirra er Rólant Isaksen í Vestmanna, sum Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við. Tað er alt annað enn stuttligt at vera lastbila- eigari í Føroyum í dag. Stødan hjá fleiri av last- bilaeigarunum kring land- ið er nú so mikið álvars- som, at verður ikki meira arbeiði, ella sleppa teir ikki onkursvegna av við hesa dýru bilar, so fara menn á húsagang. Ein teirra er Rólant Isaksen í Vestmanna. Hann gjørdi sum fleiri aðrir lastbilacigarar, tá arbeiðið uppá undirsjóv- artunnilin gjørdist veru- leiki, keypt ein stóran og dýran dumpara, ið var serutgjørdur ul at klára uppgávur í samband við undirsjóvartunnilin. Eingin kundi vita, at arbeiðið steðgaði -Men hvgr hevði hugsað um, at hetta arbeiði bråd- liga fór at verða steðgað spyr Rólant Isaksen í dag, nú hann hevur ein dumpara fyri næstan eina million krónru standandi heima í túninum - so gott sum óbrúktur. Rólant fór at koyra lastbil í 1985, tá útlit vóru ul, at nógv arbeiði fór at vera tey komandi árini. Hann hevur hesi árini havt ein kranabil, men tá tað so kom hartil, at arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin skuldi byrja, so fingu hann og aðrir at vita, at til hetta arbeiði kravdust stórri og serliga utgjørdir bilar. M.a. skuldu hesir kunna trekkja á fýra afturhjólum og skuldu heldur ikki vera ov langir. -Fyri at varðveita ar- beiði gjørdi eg so av at keypa eina stóran dump- ara og varð mær sagt, at við hesum varð arbeiði tryggjad í fýra ár ella meira. Tað sama gjørdu so eisini aðrir, ið longu áttu lastbilar. Í dag er tað sami sorgarleikur fyri teir allar. Bara til undirsjóvartunn- ilin vórðu á henda hátt keyptir einir 4 stórir dumparar. Umframt tann í Vestmanna, standa tveir í Leynum og í Havn. Deytt Frá at hava verið væl av arbeiði bleiv tað brádliga knívskorið sigur Rólant Isaksen, og í dag er alt so púra deytt. Kranabilurin hevur lítið og einki at gera, okkurt er av og á fyri gamlar kundar, men tað er ikki nokk til at liva av. Rólant Isaksen sigur annars, at hann er kanska betur fyri enn aðrir, ti hann er åtlærdur bilmek- anikari og kann tískil takast við tað. Annars hevur hann ein annan at koyra fyri seg. Tað er Torbjørn Djurhuus, sum hevur koyrt kranabilin i gott og væl eitt år. Setid arbeidi i gongd Men hvussu sær so framtíðin út! Rólant Isaksen: -Eg kann so bara vóna, at okkurt verdur at gera hjå kranabilinum, men cg veri so helst noyddur heilt at avskriva dumparan. Spuringurin er so, hvat eg kann gera við hann. Sjálvur heldur Rólant Isaksen, at arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin átti at verið kid uppaftur, tí tað longu eru gjørdar so stórar íløgur í hetta arbeiði. Har er keyptur borivognur, gummigedir o.a. og ein stórur partur av útgerðini stendur í pakkhúsinum og bíðar. Undirsjóvartunnilin sum grótbrot! Rólant vísir á, at tað hevði helst verið eitt gott hugskot at brúkt undir- sjóvartunnilin til grótbrot ístaðin fyri Hundsarabotn, nú fleiri arbeiði skulu ger- ast og stórur tørvur verður á gró. Ætlanin er at brúka nógv grót í Kollafirði til vegagerð og Hósvíksveg- urin skal eisini gerast, so her verður brúk fyri nógvum gréu. Tað hevði verið eitt gott hugskot at fingið hetta grótið frá undirsjóvartunnlinum. Bara til hesi arbeiði skulu borast einir 3 kilometrar av tunnlinum. -Vit hava øll amboðini í landinum, so rokna vit uppá hetta, so er tað givid,at tað hevði verið bíligari fyri landið at sett hetta arbeiði í gongd, soleiðis at fólk koma aftur ul arbeiðis heldur Rólant. Men enn er so einki, sum bendir á, at arbeiði uppá undirsjóvartunnilin verður byrjað aftur ella onnur stórarbeiði. Søs Vest umframt Rólant Iskasen i manna henda ein hevur kranabilin storan varð keyptur tl undirs artunnilin bilførari Torbjørn Djurhuus saman elsini 4, , x dumpara, ið Á myndini er hansara við 2 ára gamla soninum Bjarta leingi teir hava arbeiði OVISI er NvVuSSU Alt steðgað upp -Eg stiri tí fyri gongdini í Norðsteymoy, ti her er alt steðgað upp. Eg viðgangi, at tað var alt ov nógv virksemi ta einu tíðina, men tað skal vera máu við at minka um virksemi, og so heilt at steðga øllum frá einum degi ul annan sigur Rólant, sum vísir á, at tað mesta av landinum liggur lamið orsakað av, at alt virksemið er steðgað upp Hann heldur, at bara har í økinum hava emi 100 fólk mist arbeiði hesar seinastu månadimar. Og tað sær ikki mætari út enn at tað verður enn verrri sum frálíður. Av landinum Rólant er í teirri stóðu nú at einasu møguleiki er at fáa dumparan av aftur landinum. Og tað eru eisini keyparar ul hann. Men spumingurin er so bara, hvat landsstýrið ger Hann hevur saman við øðrum lastbilaeigarum søkt landsstýrið um at fáa tollin afturgoldnan, nú teir flyta bilarnar av aftur landinum. Uttan tað er eingin meining í at selja teir av landinum. -Vit hava enn einki svar fingið, og tað er greitt, at hetta hevur skund, tí vit vita ikki, um tilboðið fer at standa við leingi aftrat. Rólant Isaksen sigur at enda, at tað er nógv fyri, at vit skulu lata so góð amboð fara av aftur landinum, nú vit hava fingið tey hendavegin. Men verður einki at gera nú í næstum, so er søla av landinum einasta bjarg- ingin hjá honum og mongum ødrum, sum rætt og slæu eru "brendir inni" við hesum sera kostnað- armiklu akførunum. -Mini råd ul Jógvan Sundstein, løgmann, eru hesi: Set gongd å aftur arbeiði uppá undirsjóv- artunnilin, so tit fáa grót til arbeiðini í Kollafirði og Hósvík og set eisini ferð á aftur arbeiði uppá Kald- bakstunnilin, heldur enn at koyra við hálvari ferð. Tað bara verður nógv dýrari í longdini. jan