leygardagur 8. februar 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 27 - 8. februar 2003
Nr. 27 - 8. februar 2003
43
HEILSANIR
Góði, fitti Oddur
Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum. Nú er kalt
og kavi, so tað hevði verið gott við einum góðum bita.
Frá okkum tær norðastu
Góða Katrin
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 8 ára degnum.
Mamma, babba, Gunnvá
og Angela
Góði Andrias!
Vit
ynskja
tær
hjartaliga tillukku
við 1 ára degnum.
Vit elska teg.
Heilsan mamman,
pápin og Ásvald
Eg og foreldur
míni takka
hjartaliga øllum
tykkum, sum
gleddu okkum á
konfirmatiónsdegi
mínum 6. oktober.
Heilsan Trygvi Bech
Árting
Marianna Holm Jacobsen
Góða, elskaða dóttir og systir. Hjartaliga tillukku við 7 ára
føðingardegnum 11. febr. Ein serlig heilsan frá babba.
Ongantíð enn hevur babba verið í føðingardag hjá tær.
Bestu heilsanir frá mammu og babba, William, Páll og
Magnus
Góði Tórhallur!
Hjartaliga tillukku við 20
ára føðingardegnum 10.
febr. Alt tað besta verður
ynskt tær.
Karla og Eiler
Góða Marianna
Tær verður ynskt hjartaliga tillukku við 7 ára føðingar-
degnum 11. febr. Nú fert tú skjótt í skúla. Hetta var ein
stuttligur túrur við abba.
Bestu heilsanir frá ommu og abba í Hvalba
Góði pápi
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 28 ára degnum. Vit
elska teg.
Heilsan Andrias og Ásvald
Hesi trý hava føðingar-
dag 9. og 10. febr. og
vit
ynskja
teimum
hjartaliga tillukku.
Frá familjuni oman
fyri garðin
Hesir báðir
eru bestu
vinir og hava
tað altíð
stuttligt
saman.
Hjartaliga
tillukku við
føðingar-
døgunum 26.
januar og 17.
febr.
Heilsan…
ja, gita hvør
Góða Katrin
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við 8 ára degnum.
Omma og abbi
á Velbastaðvegnum
Góði Oddur
Hjartaliga tillukku við 60
ára degnum 9. febr.
Heilsan kona tín
Góði abbi!
Hjartaliga
tillukku við
75 ára
føðingar-
degnum.
Takk fyri
mangar
góðar løtur
saman við
tær.
Heilsan
abbabørnini
Góða mamma,
vermamma og
omma
Hjartaliga tillukku
við tí hálvrunda
degnum. Alt tað
besta í framtíðini.
Takk fyri alt tú
hevur verið fyri
okkum. Kærastu
heilsanir frá okkum
øllum.
Ann Tordis,
Anna Katrin,
Torfinn, Sverri
og Guðrun
FØÐINGAR
28. jan. fingu Anni og Jógvan Thomsen, Hvalba, ein son.
Hann var 52 cm. og vigaði 4090 gr.
31. jan. fingu Sólja Jacobsen og Rani Nattestad, Sumba,
eina dóttur. Hon var 57 cm. og vigaði 4500 gr.
2. feb. fingu Frígerð Baldvinsson og Bárður Mortensen,
Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 56 cm. og vigaði 3650
gr.
2. feb. fingu Marie og Hjarvil Rasmussen, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm. og vigaði 3300 gr.
3. feb. fingu Durita R og Høgni Hansen, Oyndarfjørður,
eina dóttur. Hon var 57 cm. og vigaði 4500 gr.
4. feb. fingu Meinhild og Bogi Kallsberg, Kolbeinagjógv,
ein son, ið eitur Poul. Hann var 55 cm. og vigaði 4100 gr.
4. feb. fingu Turid Thomsen og Elias Hansen, Norðragøta,
eina dóttur. Hon var 56 cm. og vigaði 3900 gr.
4. feb. fingu Heidi Agnarsdóttir Thomsen og Jákup
Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði
4200 gr.
5. feb. fingu Poulina og Edvard Mikkelsen, Søldarfjørður,
eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 3500 gr.
5. feb. fingu Poula Ennistig og Andras Petersen, Tórshavn,
ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 4400 gr.
Gudstænastur
leygarkvøldið 8.februar
Sjóvar kirkja: kl. 20.30
Ungdómsgudstænasta, Jógvan
Fríðriksson
5. sunnud. eftir trettanda
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10,
Christianskirkjan: kl. 11,
Hans Eiler Hammer
Haraldssund: kl. 12, Niels
Pauli Danielsen
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Elsa Funding
Viðareiði: kl. 12, altarg., Elsa
Funding
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur
D. Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja
Klein
Hvítanes: kl. 11, Bjarni Bæk
Kirkjubøur: kl. 12, Heri
Joensen
Fuglafjørður: kl. 12, altarg.,
Uni Næs
Gøta: kl. 12, Martin R.
Jacobsen
Oyndarfjørður: kl. 12, altarg.,
Jógvan Fríðriksson
Miðvágur: kl. 12, David
Johannesen
Sørvágur: kl. 12, deyvaguds-
tænasta, altarg. Talvan gongur
fyri deyvameinigheitina,
Jónsvein Bech
Norðskála: kl. 12, barna- og
familjugudstænasta, Sonja
Tausen og Meinhard Bjartalíð
Hvalvík: kl. 12, M. Bæk
Sandur: kl. 12, Jákup R.
Hansen
Porkeri: kl. 12, Ólavur
Rasmussen
Nardus samkoman,
Tórshavn
Eangel. fundir verða í Losjuni
við Tinghúsvegin í Havn
leygarkvøldið kl. 20 og
sunnukvøldið kl. 18. Talari
verður Torkild Terkelsen.
Sjómanskvinnuringurin
í Havn
kemur saman á Sjómansheim-
inum mánakvøldið kl. 19.30.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Minnis-
máltíð Harrans – ímeðan er
barnaansing, kl. 12 Sunnu-
dagsskúli – samstundis er
møti, har Øssur Berghamar
talar. Evni: »Endurføddur –
inn í Guds familju!«
Heimasíða www.hebron.fo
Missiónsvikan á Argjum
Sunnukvøldið kl. 20 Møti,
Thomas Thomassen talar,
sangur: Teir 4.
Mánakvøldið kl. 20 Møti,
Harry Hansen, Nes talar,
sangur: Manskórið í Meinig-
heitshúsinum.
Týskvøldið kl. 20 Møti, Inga
Poulsen Dam, Miðvágur talar.
Sangur: Meinigheitskórið.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Tummas Jacobsen, kl.
11.30 Barnagudstænasta, kl.
18 Evangel. møti við luttøku
frá Lívsins Orð.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin (møti teirra trúgvandi).
Heimasíða: www.filadelfia.fo
Samkoman Lívdin
Leygarkvøldið kl. 20 Ung-
dómstiltak, sum er fyri øll.
Regin Guttesen fer at tala um:
Hvussu vinni eg á undirluta-
kenslunum.
Sunnumorgunin í Hoyvíkar
skúla, familjumøti kl. 10.30
Jákup Jacobsen talar um:
Hvat segði Jesus um
Himmalin? og tilbiðjanarmøti
kl. 12 Høgni Johannesen talar
um: 1. Kor. – Væntandi
sjálvdisiplin. Barnaansing er
undir báðum møtunum og
sunnudagsskúli er kl. 12.
Millum møtini er drekka-
munnur.
Týskvøldið kl. 19.30 Bøn- og
bíbliutími úti á Fløtum. Janus,
Hallur og Høgni tosa um:
Forfylging av teimum kristnu.
Heimasíða. www.livdin.fo
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møtirøð
við evninum: Efesusbrævið
kap. 4-6.
Týsdagin kl. 17 Frítíðar-
arbeiði.
Mikudagin kl. 17 AWANA.
Kl. 20 Bønar- og uppbygg-
ingarmøti. Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Rhema á Hálsi
Mikukvøldið kl. 20 Húsmøti
hjá Edith og Jónfinn Petersen,
Leitisgøta, Argir
Fríggjakvøldið onki ATAP
(Barnaklubbur).
Sunnudagin kl. 17 Møti og
Sunnudagsskúli, Dánjal á Dul
Jacobsen talar. Øll eru
vælkomin. www.rhema.fo
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti, kl.
14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bønarmøti og kl. 18 Møti,
sangur, vitnisburður og tala.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótafundir.
Týsdagin kl. 17 og 20 Kór-
venjing.
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Jógvan Steintún.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Hósdagin kl. 20 verður Taizé-
kvøld (bønarstund við sálma-
sangi úr Taizé) í bønarrúm-
inum hjá Franciskanasystr-
unum, Varðagøta 16. Øll eru
vælkomin.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Martin de Leur í Mariukirkj-
uni, kl. 14 Sunnudagsskúli.
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni fyri 6. fl. og
eldri.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Ólavur í Mittúni Christiansen.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00 Mor-
gunmøti, kl. 18.00 Evangel.
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13
Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 Evangel.
møti við breyðbróting.
Mánadagin kl. 20 húsmøti hjá
Fríðbjørn og Kristu.
Telefonandaktin 424 741.
Mansstevna, Sørvágur
Mansstevna verður í Sørvági í
døgunum 14.-16. feb. Møtir
og seminar verða í Missións-
húsinum, meðan stevnuluttak-
ararnir gista og eta á Hotel
Vágum. Nærri fæst við at
ringja til Harald Haraldsen,
tlf. 217506/314027.
Thabor, Fuglafjørður
Leygardagin kl. 9.30 Morgun-
breyð, Bíbliutími við Sverra
Kass. Evni: »Berið byrðar
hvør hjá øðrum«, kl. 16
Barnamøti, kl. 20 talar Olaf
Magnusen, Streingakórið í
KFUM og K syngur, kl. 22.30
Ungdómsløta, Christian
Joensen talar, Lovsangs- og
vitniløta.
Sunnudagin kl. 12 Guds-
tænasta við altarg., v/ Una
Næs, kl. 14.30 Felags sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Pól Johanne-
sen talar, Thaborkórið syngur.
Innsavnan til Heimamissión-
ina, nátturði aftaná, kl. 21
Eftirmøti.
Lívsins Orð
Barnamøti verður í dag kl.
17.15. Møti verður sunnu-
dagin kl. 10.30. Ungdóms-
møti verður mánakvøldið kl.
20.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Arna Abrahamsen.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 11 Barnamøti, kl. 19
Evangel. møti. Vælkomin í
Kelduna. www.keldan.fo
Evangeliskt møti
verður í hølunum hjá Arbeið-
arafelagnum »Hæddini« í
Runavík mikudagin 12. feb.
kl. 19.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin!
Vibeke Schaffalitzky og Inger
S. Hildershavn.
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Kæri himmalski faðir! Takk fyri barnaár, faðir og móður.
Vælsignað foreldur og børn, og hvørt eitt heim og býlið.
Amen
»Sum ein faðir er mildur mót børnum sínum, so er harrin
mildur mót teim, sum hann óttast«
Sálmur 103,13
»Fátt er sum faðir – einki sum móðir«. Soleiðis verður tikið
til, og máliskan er væl kendur sannleiki. Orðafellið ber
positivan dám bæði mótvegis pápanum og mammuni. Torført
er at koma í faðirs stað, og mamman er einans ein.
Hesar streingir slær skaldið Jákup Hansen í vakra kvøld-
sálmi sínum »Góða mamma eg vil sova«. Skaldið er í upp-
runa havnamaður, men búsettist í Syðrugøtu og fekk navnið
»Havnar-Jákup«.
Sálmurin er yndisligur. Meðan hann verður sungin, rennur
teim vaksnu í huga sælar barnadagar. Tað heimliga og fjálga.
Og tá sálmurin verður sungin fyri teim smáu, legst friður yvir
barnasinni. So mangan sovnaði barnið í tryggum føvningi, tá
tað varð rurað í blund ella borið, meðan sálmurin varð sungin.
»Góða mamma, eg vil sova, // eygu míni møðast brátt; //
Jesuspápi hevur lovað // meg at verja væl í nátt.«
Áhugavert er at varnast, at skaldið, sum so yndisliga kvøð-
ur um móður sína, fekk øðrvísi barnaár enn mong onnur.
Mamman doyði, og hesin lítli pilturin gjørdist móðurloysing-
ur. Úr hesum upphavi, fjálgum minnum og sakni, spratt ein
hin vakrasta samanrenningin ímillum móðurkærleika og
guðstrúgv. Mamman sum hin friðberandi jarðiska, ið legði
forløg barnsins í alvaldshendur. Hendur, ið røkka, har sjálvt
móðirhond má sleppa.
Náttin við síni skýmligu myrking, har skuggarnir hvørva
og gerast eitt við valdandi myrkur. Svøvnur og møði, ið bera
tað tilvitaða inn í dreymaland, har eyga hvílir í duldum
medviti.
Tað er so nógv, kent og ókent. Tá at síggja mammuna og
merkja hond hennara, tað heimliga og fjálga. Kenna friðin,
har Jesuspápi er himmalski faðir okkara, eisini meðan vit
ganga foldum á.
»Góða mamma, eg vil sova, // eygu míni møðast brátt; //
Jesuspápi hevur lovað // meg at verja væl í nátt.
Tað er ein førningur verdur at geva í arv til nýggjar tíðir.
Hin heimliga guðstrúgvin sungin í loynikamari. Guðs vernd
og verja ber okkum sjálvt tá illa veit við. Tað er hitt stóra
lyftið, at Guð vil vera við okkum allar dagar, alt til veraldar
enda.
Amen.
Jógvan Fríðriksson
PRÓGV
Annie Heinesen, Tórshavn, fekk tann 31.01. prógv sum
cand.arch. á Kunstakademiets arkitektskole í Keyp-
mannahavn.
ANDLÁT
23.01
Elsa Vang, Essa, Svínoy, 85 ár
Marius Olsen, Klaksv., bús í Mikladali, 60 ár
Karl Trúgvi Jensen, Sandi, 77 ár
25.01
Súsanna Malena Ziska í Klaksvík, vanliga nevnd Sa-
Malena, 87 ár
26.01
Hans Jacob Debes í Tórshavn, ættaður frá Gjógv, 62 ár
27.01
Katrina Jacobsen, fødd Lamhauge í Søldarfirði, 97 ár
Joen Frederik Djurhuus, Selatræ, 88 ár.
Jacob Pauli Sivertsen ættaður úr Funningi, búsitandi á
Á Argjum, 88 ár
28.01
Lítli Jákup Egilson, sonur Anna-Mariu og Egil Olsen,
í Runavík
29.01
Niels Christoffur Debes, í Tórshavn, 78 ár
03.02
Elsebeth Maria Joensen, Sandvík, 87 ár
Rakul Petersen, í Klaksvík, ættað av Húsum, 88 ár
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 8.2. Fuglafjørður, tlf. 44 40 38
Sunnudagin 9.2. Gøta, tlf. 44 10 86
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 10-11. Tlf. 314544.
LÆKNAVAKTIR
C
M
Y
K
43
42