Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 27 - 8. februar 2003 Nr. 27 - 8. februar 2003 47 Í dag hava hjúnini Ketty og Herluf Thomasen í Sanda- vági gullbrúdleyp. Ketty er ættað úr Sørvági, og Herluf úr Sandavági, har tey búgva. Ketty og Herluf eiga tríggjar synir. Ísak, sum er tannlækni í Havn. Albert, sum er bókhaldari og kommunuskrivari í Sanda- vági, og Eiler, sum er virk- isleiðari á Kovanum í Sandavági. Ketty hevur sum føroysk- ar fiskimannakonur passað hús og børn, og ikki minst mannin, tá hann var heima. Men hon hevur eisini verið vinnurekandi kortini. Í nøkur ár hevði hon saman við systrini Paulu matvøru- handilin KEPA á flogvøll- inum, sum kanksa serliga kjøthugnrandi íslendingar vóru dúgligir at vitja. Herluf hevur sum føroy- ingar flestir í hansara aldri verið sjómaður stóran part av lívinum. Sigldi nógv sum stýrimaður og skipari. Tá hann gavst at sigla, gjørdist hann arbeiðsfor- maður á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági, har hann eisini eitt skifti var stjóri. Hann var eisini eitt skifti havnarmeistari við Mið- vágs- Sandavágs Havn, til hann gjørdist pensionistur. Sum pensionistur hevur hann mest fingist við at passa seyð og gæs, og sera væl trívist hann við kort- spæli í Undirhúsinum í Sandavági. Gullbrúdleypsdagin halda Ketty og Herluf sam- an við børnum og systkjum heima hjá Sunnuvu og Alberti. ej Síðan 1973 hevur Keld Thorsen frá Kone A/S javnan vitja í Føroy- um. Tá hann kom til Føroya fyrstu ferð vóru fimm ella seks vanligar lyftir í landinum, nú eru umleið 90. Í sambandi við at Keld nú frá við eftirløn, var móttøka á Hotel Hafnia í gjár. SERVICEMAÐUR Magnus Gunnarsson Keld Thorsen, ið er út- búgvin elektromekanikari, kom at starvast hjá Kone A/S í 1966. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í 1973. Tá vóru einans 5 ella 6 lyftir í landinum. Tey fyrstu árini var hann bert tvær ferðir um árið í Før- oyum, tá búði hann á Hotel Hafnia. Fyri 13 árum síðan fekk hann eina íbúð í Havn at búgva í. Seinnu árini hevur hann verið í Føroyum umleið 10 ferðir árliga, og verið her umleið 12 dagar á gangin. So hann hevur ver- ið her ein stóran part av ár- inum. Keld sigur, at broyting- arnar hava verið ómetaliga stórar í Føroyum á øllum økjum. Tey fyrstu árini leigaði hann hýruvognar og koyrdi við teimum ymisku rutunum út á bygd. Tá vegasambandi bleiv betri og bilferjurnar komu, sam- stundis sum teir seldu meira lyftir, gjørdu teir av hava sín egna servicebil í Føroyum. Nú eru umleið 90 vanligar lyftir umframt eini 40 avlamislyftir í land- inum. Kone A/S hava um- leið 90 prosent av føroyska marknaðinum, og hava teir fastar serviceavtalur við síni viðskiftafólk. Arbeiðs- eftirlitið hevur eisini eftirlit við, at trygdin í lyftunum er í ordan. Keld Thorsen, ið nú er 62 ára gamal, fer nú frá við eftirløn. Hann fegnast um, at Tórleiv Clementsen nú er settur sum fastur service- maður í Føroyum. Honum hevur dámt væl í Føroyum, og hevur hann nógv vinfólk her. Í gjár var móttøka á Hotel Hafnia, har Keld Thorsen segði farvæl við síni viðskiftafólk. Á mót- tøkuni vórðu eisini tríggir danskir Kone-stjórar, sum eru komnir til Føroyar í hesum sambandi. Kone, ið er ein Finsk fyritøka, er ein av størstu fyritøkum av sínum slagi í heiminum. NØVN Í VIKUNI Keld Thorsen frá Kone A/S – servicemaður í Føroyum í 30 ár Gullbrúdleyp Frá móttøkuni á Hotel Hafnia. Starvsfólkini hjá Kone A/S eru: f.v. Carsten Carstensen, fyrisitingarstjóri, Keld Thorsen, ið hevur verið servicemaður í Føroyum í 30 ár, Tórleiv Clementsen, ið er settur sum servicemaður í Føroyum, Jens Brix-Peder- sen, verkfrøðingur og deildar- stjóri, Niels Hassenkam, sølu- og servicestjóri C M Y K 47 46 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 08.02.kl. 1700 Leygardagin 08.02.kl. 1845 Sunnudagin 09.02.kl. 1600 Sunnudagin 09.02.kl. 1745 Leygardagin 08.02.kl. 2030 Sunnudagin 09.02.kl. 1930 Leygardagin 08.02.kl. 2330 Sunnudagin 09.02.kl. 2230 Leygardagin 08.02.kl. 1815 Sunnudagin 09.02.kl. 1715 Leygardagin 08.02.kl. 2100 Sunnudagin 09.02.kl. 2000