Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Tað eydnaðist á føroyskum kjøli - hví ikki eis Eitt legið lesarabræv, hatta um før- oysku rullupylsuna og føroyska flog- felagið í Dimmalætting hósdagin - ella grein kanska - ilt er at vita, ti har var eingin avsendari av nøkrum slag. UMRØDDA bræv ella grein snúði seg um føroyska flogfelagið Atlantic Airways. Tad er kanska eitt sindur torført i fyrstu atløgu at fåa eyga å, hvat sikti er vid slíkari skriving, men minnir tad ikki sørt um skrivingina hjå Paula Ellefsen, sum heldur ikki plagar at vera mjúkur, tá tað snýr seg um at seta fót fyri nýroyndum á føroyskum kjøli ella veingjum. RITHØVUNDIN, hvør hann so enn er, ger gjøldur burtur ur føroyska flogfelagnum. Hóast onga greiða niðurstøðu, so má innihaldið metast at vera ætlað til at såa misálit á royndina hjá føroyingum at umsita og menna sítt egna flogfelag at taka sær av rutuflúgvingini millum Føroyar og Danmark. 'kreftir” í samfelagnum vilja føroysku flågvingini til livs er ilt at meta um Vit kenna so ikki alt svarid. Men at ávísir sambandsmenn við núverandi HVI nú ávísar leiðara floksins á odda undirmeta tað sum føroykst er og g?ra gjøldur burtur úr ti er so einki nýtt. Hetta finnast tað so mong dómi um. Og bestu prógvini fyri hesum finna vit við at blaða í Dimmalættingini og tá serliga í oddagreinini og í teigi Paula Ellefsens. Nú sníkir henda niðurgerð av føroyskum og føroyingum seg so eisini inn á tidindasidur blaðsins soleiðis sum greinin/brævið um føroysku rullupylsuna og Atlantic Airways er feskt dømi um. NÚ skal tað heldur ikki skiljast sum um vit halda, at bara tað er føroyskt, so er tað í lagi. Skil skal sjálvandi valda. MEN at vit føroyingar sjálvir royna at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum so sum flúgvinini til útheimin er einki minni enn rætt og rímuligt. Sjálvandi út frá tí sannføring, at vit veruliga eru førir fyri at klára tær uppgávur vit átaka okkum. EIN av hesum uppgávum er so flúg- vingin millum Føroyar og Danmark. Hon hevur leingi verið eitt nátúrligt ynski føroyinga, men hava vit verið forðaðir í tí, so leingi danir einsa- mallir hava havt konsessión uppá hesa flúgving. Men tá so vit sluppu upp í part , vóru tað fólk í hesum landi, sum tóku seg um reiggj og fóru til verka. Úrslitið gjørdist Atlantic Airways, sum keypti eitt flogfar til endamálið. Vónirnar frá byrjan vóru góðar, og hví skuldu tær ikki tað, nú vit vistu, hvat fyri gullnám føroya- lúgvingin var hjá Mærsk í Danmark, ið rætt og slætt hevur rikad seg upp uppá júst hesa flúgvingina. Ábyrgðdarblaðstjóri. Jan Múller Fyritaksstjór:- Kristjan Dahl Ljósmyndar: Kalmar Limdenskov NÚ vísir tað seg, at føroyska flog- felagið hevur fíggjarligar trupulleikar, m.a. tí tað eru ikki nóg nógvir ferða- seðlar seldir til at klára tær stóru iløg- una tað er at keypa eitt flogfar úl eina slíka rutu . Haraftrat hevur felagið verið fyri fleiri óhappum, umframt at tað enn ikki hevur eydnast at leiga flogfarið út, ta tíðina tað ikki hevur verið í luftini millum Føroyar og Dan- mark. AFTRAT hesum kann so nevnast, at spurningurin um at kyepa enn eitt flogfar er ikki loystur. Til tess at kunna klára seg í kappingini, so er eitt tílíkt felag noytt til at hava eitt eyka flogfar, sum kann setast inn í rutuna, tá hitt er til efurlit ol. Og fyri at hava tvey flogfør er so aftur neyðugt at hava neyvar avtalur við onnur flog- eløg um leigu av yvirkapasiteti. Alt hetta eru viðurskifti, sum hava tyngt raksturin hjá Atlanuc Airways. - sum hava gjørt, at vit i dag kunnu ikki siga, at her hav vit eina sunna og góða fyritøku, sum fult og heilt stendur á egnum beinum. OG tað eru so júst hesi viðurskifti, sum nú verða brúkt ímóti felagnum frå ávísari politiskari síðu, sum heldur sær, at bara Mærskair flýgur uppá Føroyar. OKKARA metan er tann, at tað er unfair móti hesi nýroynd at geva henni mønustingin nú. Tað at løgmaður brúkar fjølmidlarnar at langa út eftir leiðsluni í felagnum tykist rættiliga logið, ístaðin fyri at bróta upp ermar og saman við flogfelagnum at leggja kósina. VIT eru noydd til at góðtaka, at tað er Ikki bara sum at siga tað at fara í gongd við ein nýggjan vinnuveg sum flúgving við ferðafólki. Slíkt krevur tíð til uppbygging, og tá vit vita, hvussu stórum fyritøkum vit arbeiða ímóti í eini rættiliga torførari kapping, tå er greitt, at tað eisini frá politiskari síðu má vísast ábyrgd og álit mótvegis okkum sjálvum. Dettur hetta tiltak niðurfyri nú, so verður tað ongantíð at síggja dagsins ljós aftur. Og taparar vera bara vit sjálvi. Tey útlendsku flogfeløgini sleppa tå einsamøll at skúma róman . At fólk ferðast minni nú merkir ikki, at so fer at vera í allari framtíð. LAT tað vera sagt enn einaferð, at tað er ikki ti, at skjaldrarmerkið er føroyskt, at vit halda, at hetta tiltak skal stuðlast og mennast. Tað er harafturímóti tí, at tað er einki meiri enn nátúrligt, at vit eru við í kapp- ingini, tí uppá longri sikt vil flúg- vingin á føroyskum veingjum verða ein týðandi inntøka fyri føroyska samfelagið. OG Í eini tíð, har vit tosa um at finna aðrar vinnuvegir enn júst tað, sum havið gevur, tá skuldi ein trúð, at allar Blaðfólk Hegni Djurhuus Útgevari P/f Sosialurin Randi Jacobsen Tórfinn Smith Prent: Uppseting: P/t Sosialurin P'4 Pressan 1981 . . z Bústaður: Argjavegur 26 ini á føroyskum veingjum! SO RNS BINU2S góðar kreftir stuðlaður eini roynd sum henni at menna eitt føroyskt flog- felag. Og tá tað verður sagt at stuðla, so merkir hetta ikki, at tað almenna skal seta seg í botnleysa skuld, men harafturímóti verða við til at seta í gongd og meira aftrat, um tað er neyðugt í eini torførari uppbygging- artíð. FYRI at fólk betur kunnu skilja, hvat býr undir royndini hjá ávísum polit- ikarum eitt nú formanni sambands- flokins at seta kílar í hjólið hjá At- lantic Airways, so kunnu vit vísa til ein paralell, eitt dómi frá eini aðrari roynd at bróta upp úr nýggjum - tá á føroyskum kjøli og ikki á veingjum - tá eisini sambandsflokkurin við Paula Ellefsen á odda royndi at forkoma hesi roynd longu í fødingini og av- reiða hana á fremmandar hendur og harvið geva øðrum vinningin og ar- beiði av einum vinnuvegi, sum sjálv- andi skuldi vera okkara. TAÐ hugsað verður um her er Smyril Line. Vit minnast, hvussu trupult tað gekst hjá hesum skipafelag í byrjan- ini. Og har var júst ein av orsøkunum til trupulleikarnar tann, at:tað var so torført at leiga yvirskotskapasitetin út tvs. at tá skipið ikki varð í sigling uppá Føroyar, tá var torført at finna leigara. Júst tað sama er nú galdandi fyri Atlantic Airways og verður enn meira álvarssamt, tá felagið skal hava eitt flogfar aftrat. EISINI tá var tað guru sambands- floksins Pauli Ellfesen, sum gjørdi tað hann kundi fyri at forkoma hesum skipafelag og harvið gevandi vinnu- vegi. Vit minnast, hvussu hann bardist sum úlvur á skóg fyri at nokta landsstýrinum at játta lán til Smyril Line í tí mest torfóru uppbyggingartíðini. Og hóast tað, at landið fekk trygd fyri,at hesin peningurin fór at koma aftur í landskassan, tá felagið kom fyri seg aftur. TÁ søgdu afturhaldskreftirnar í Føroyum við Paula Ellfesen á odda, at kundi Smyril Line ikki alt fyri eitt standa á egnum beinum, so skuldi høvdid kappast av hesum tiltakinum. Einki við at meta um týdningin og framtíðar virði og møguleikan hjá einum fyri okkum nýggjum vinnu- vegi, nei bara at vera ímóti fyri at vera ímóti. Tað var luturin hjá hesum snævurskygdu politikarunum tá, og tað er hann aftur í dag, nú tað snýr seg um ein nýggjan vinnuveg á veingjum. Síðani vita vit, hvussu hevur gingið hjá felagnum, at tað hevur goldið landskassanum skuldina aftur. HEVDI Pauli Ellefsen rått einsa- mallur tå, eins og hann ger i dag, so var eingin uttanlandasigling og einki Smyril Line. Nú tá sami maður hevur veruliga valdið í Tinganesi er øll grund til at bera ótta fyri, hvat fer at henda við Atlantic Airways. Í dag síggja vit, at Smyril Line er ein blómandi fyrit øka, kanska ein tann besta koyrandi í Føroyum i dag. Og tað var hesa fyritøku, sum Pauli Ellefsen og hansara menn høvdu kvalt í fóðingini, um teir einsamallir høvdu rátt fyri borgum í føroyum tå. OG tað er júst sama leik, sum vit síggja somu menn standa á odda fyri í dag, nú ein verulig roynd verður gjørd at menna enn eina nýggja vinnugein í Føroyum - okkara egnu flogferðslu. TA hetta er sagt, skal tó eisini sigast, at fyri vanliga brúkaran, sum skal flúgva millum lond, kann tað ikki vera rætt, at hann skal til at rinda meira fyri ferðaseðilin, nú kapping er á gkinum, og ein fylgja av henni átti at verið í hvussu so er ikki dýrari ferðaseðlar. TAÐ vísir seg, at tað eru kreftir í Før- oyum, bæði politikarar og vinnulívs- fólk, sum vilja Atlantic Airways til lívs. Hesar mugu allir føroyingar stridast ímóti og heldur geva okkara flogfelag eina hjálpandi hond - og tá í fyrsta lagi brúka okkara egna flogfelag. Tað bar til á føroyksum kjøli - hví skal tað so ikki eisini bera til á føroyskum veingjum! jamii Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teietax 14720 | Í |