Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ON Nr. 31 — 10. mars 1990 " Eg vóni, at sjålvt hetta ógreiða lítla, eg her havi sagt, lýsir mína hugsan um , at ein verulig grundleggjandi og lovandi broyting til tað betra á stýrisskipanargkinum ikki fer at bera til, uttan vit fáa eina týdningarmikla rgring í okkara medviti, og at einki reint "nýskipan- arligt bragd" kann tryggja hetta ". eingin eigur ábyrgdina av, og sum eingin hevur innlit í Allir teir náttúrligu motorarnir í búskaparlívinum: upp finnsemi og fyritakssemi menniskjans, tørvurin á rætt- vísari len, marknaðarviðurskifti, kapping o.t. eru steðgaðir ella avtiknir; eingin væntar sær hverki rætt- visa løn ella rættvísa revsing fyri hesum og hasum úr- slitunum av sínum arbeiði; fólk hava mist tað ringasta og tað er alt samband við meiningina í teirra egna arbeiði. Alt fer í risagrevina hjá tí ópersónligu og ókendu búskaparligu sjálvrersluni, alt líka frá arbeiðin- um hjá tí seinasta bønarmanninum til avgerðirnar hjá fyrisitaranum í tí miðsavnaða skrivstovuveldinum. Alt hetta er nakað, sum øll vita. Kortini vænti eg ikki, at ognaraskifti við ein brest kann broyta alt hetta, og tað hevði helst ikki ført til annað, enn at kapitalisman hjá okkum fór at tørva endurnygging. Ti hon (kapitalisman) stridist, um enn å einum ødrum stødi og ikki i so uttan- ladum liki, vid just teir somu trupulleikarnar (fremm- andgerðing var eitt fyribrigdi, sum enntá fyrst varð lyst i kapitalismuni): tað er almannakunnugt, at t.d. tey risa- stóru, samansjóðaðu millumtjóða privatkapitalistisku felogini í ólukkumát eru farin at líkjast teim kommun- istisku statunum; við ídnaðarskipan, miðsavnan, sundurgreining, einkarrætti og at enda sjálvvirkandi stýring og teldustyring so mennast sjálvsagt stødugt tey fyribrigdini, sum gera arbeiði ópersónligt og meiningsleyst, og javnbjóðis tí ekist eisini tann manipulering við mannalívinum, sum stýrislagið frem- ur (lat vera, at henda manipulering í eini kapitalistiskari skipan í mun til í einum totaliterum stati — er so sera duld og stillfarandi). IBM-virkini virka óivað betur enn Skoda-verksmiðjurnar, men tað reingir einki tann veru- leika, at báðar fyritøkurnar langt síðani hava mist tann menniskjansliga dámin og hava gjørt menniskjað til eina lítla skrúvu í teirra stóru maskinu — máttleys fyri hvat tað í roynd og veru er, sum henda maskinan ger, hví og fyri hvenn, og hvat hon í grundini harvið voldir av fortreð her á jørdini. Eg fari enntá at halda, at IBM á ein hátt er verri enn Skoda-verksmiðjurnar: meðan Skoda-verksmiðjurnar bert onkuntíð av og á framleiða ein ótíðarhóskandi kjarnorkureaktor eftir torvinum hjá teim tilafturskomnu COMECON-londunum, so oysir IBM stødugt meira fullkomnar teldur út um heimin, uttan at ein einasti av medarbeiðarum felagsins hevur hóming av ella fær gjørt nakað við, hvat hesar teldur gera móti mannasálini ella mannasamfelagnum, um tær trælabinda ella frígera mannaættina, um tær bjarga henni frá undirgangi, ella um tær tverturímóti bera undirgangin nærri. Í menniskjamáti eru hesar risa- fyritokur ikki, og tann veruleiki, at onnur er kapitalist- isk, roynir eftir vinningi og virkar betur, og at hin er sosialistisk, líkasæl, gevur hall og virkar vánaligari, tykir mær í hesum viðfangi at vera óviðkomandi. Kanska er tað nú vorðið greiðari, hverjar ítekiligar hugsanir um samfelagsskipanir, eg havi: tað, sum mest umræður í dag, er, at tær búskaparligu eindirnar varð- veita ella endurnýggja viðurskiftini við tað einstaka menniskjað, og virksemi teirra hevur menniskjaligt innihald og hopi, og at tær gera tað møguligt fyri menn iskjuni at fáa innlit í teirra virksemi, at tær hava € taki tad uppaftur g at tær hava menniskjamåt, t.v.s. at menniskjað arbeiðir í teimum sum menniskja, sum ein vera við sál og ábyrgd, og ikki sum ein robottur, antin robotturin so er primitivur ella ógvuliga intelligentur. Hesin sera itøkiligi búskaparligi »fepurstokkurin« er eftir mínum tykki neyðugari enn allir aðrir búskapar- ligir mátingarhættir, vit higartil hava kent. Men tað snýr seg ikki bert um menniskjað sum medarbeiðara. Tað snýr seg um sjálva meginmeiningina við arbeiði hennara: eg haldi, at eyðkenni fyri hana aftur átti at verið menniskjalig lívsdygd í breiðari merking (heldur enn framleiðslunegdir og onkur hugsað »dygd i sær sjálvari“), við eðrum orðum er hetta nakað, sum er tor- ført at avmynda á einihverjari strikumynd yvir bú- skaparligan vøkstur, antin strikumyndin nu er kapital- istisk ella sosialistisk. Tað snýr seg t.d. um, at menniskja á hesum foldum ikki bert hevur tilhald, men eisini eitt heim, at heimur hennara hevur sína skipan, mentan og skap: at útsjónd- in á landslagnum verður vird, og at tað verður velt við fyriliti (um tað so skuldi kosta veksturin í framleiðsluni); at náttúrunnar loyndarsama uppfinning- arsemi verður virt eins og hennara fjølbroytni og ofati- liga heildarskipan í ellum teim samanhangum og mynstrum, ið vovin eru igjøgnum hana allastadni; at býir og gotur hava síni eyðkenni, sín einastandandi dám, sín stíl; at mannalívið ikki verður avmarkað til eitt einfalt framleidslu- og brukstvass, men at alskyns fjøl- broyttir møguleikar standa opnir: at menniskju ikki verða ein neytaflokkur, heft og rikin, við einum åvisum úrvali av nytsluvørum og eini nytslukendari sjónvarps- mentan, antin tað so eru tríggir kapitalistiskir risar, sum kappast, ella ein einsamallur sosialistiskur risi utt- an kapping, sum bjóðar teimum hesi kor; heilt einfalt er niðurstoða mín henda: Aftanfyri tað litfagra útvortis fjølbroytni í aðrari samfelagsskipanini og ta ódámligu gráu einsrættingina í hinari samfelagsskipanini goymir seg sama dýpi av tómleika í tí lívi, sum hevur mist sína meining. Henda nidurstøda min ger, at eg má ganga inn fyri eini búskaparligari skipan, sum er grundað á eitt sjálv- sagt fjølbroytni við morgum miðfirraðum, ymiskliga skipaðum og smáum heidur enn stórum virkjum, sum virða tað eyðkenda í ymiskum stødum og siðum, og sum standa ímóti einsrættingartrýstinum við fjølbroyttari ognarskipar og ymiskligari búskaparligari stýris- skipan: frá privatum ognarrætti (í handverki, tænastu- vinnu, småhandli og småvirkjum, neyðug i pørtum av landbunadinum og sjålvandi i mentanarlivinum) yvir ymiskar formar av luta- og partafelagsogn, og yvir kollektivan ognarrætt (sameindan vid sjålvumsiting) til statsognir. Eingin av hesum ognarskipanum má frammanundan sýta fyri at onkur onnur skipan kundi verið roynd á hennara eki. Treytirnar fyri eini møgulig- ari (og á onkrum einstøkum lítlum eki neyðugari) mið- stýring av ollum hesum fjølbroytta búskaparliga leik- palli eiga ikki at vera aðrar enn ein vælbúgvin kensla av, hvat ið er til mannalívsins framgongd og hvat, ið har- afturímóti er til oyðileggingar og avmarkan av tí. Og harafturat eigur tað avgerandi orðið í sovorðnum málum sjálvandi ikki at vera hjá tí statsliga skrivstovu- veldinum, men hjá einum fólkavaldum umboðsmanna- tingi, sum styðjar seg til meiningarnar í tí almenna orðaskiftinum millum vanlig fólk og serkunnleikan. Við- víkjandi tí politisku stýrisskipanini, so eri eg ikki sann- fordur um, at vanliga fyribrigdið við at hava nakrar fáar stórar politiskar flokkar, er tað, ið tryggjar fólkaræðið best. Um alt valdið í teim kommunistisku londunum er savnað í hondunum á skrivstovuveldinum hjá einum einstøkum flokki, so er tað sjálvandi betur, um vit hava tveir flokkar, sum báðir eru undir eftirliti og åvirkan frá tí almenna orðaskiftinum, og um vit á fríum valum kunna velja millum hesar flokkar. Men heldur ikki hesa skipan haldi eg vera ta bestu. Fyri mær tykist tað vera uppaftur betur, um vit bara hovdu kunnað valt menn- iskju og ikki flokkar (ella rættari, um menniskju ikki høvdu havt brúk fyri nøkrum politiskum flokki fyri at verða vald), also um politikararnir bóðu um veljarans tokka egna vegna, sum einstakir persónar, og ikki bert sum umboð fyri floksmaskinaríið ella sum yndisbørn flokkanna. So kunnu vera so nógvir flokkar, teir vera vilja, men teir áttu heldur at verið eitt slag av politisk- um klubbum, har fólk reindyrka sínar hugsanir, hitta kenningar og leita eftir hóskandi leiðaraevnum til ein polis, eina fylking, sínámillum. Hesir politisku felags- skapir eiga ikki at kunna vera beinleiðis við á vali, og teir eiga ikki at kunna veita nøkrum persóni fyrimunir ella stuðul. Flokkarnir eiga stutt sagt ikki at taka bein- leiðis lut í maktini — ti har liggur spiran til teirra stivn aða veldi, teirra muturáhuga og ódemokratiska dám teir eiga bert at geva teimum persónum, sum, tá ið teir eru valdir, taka lut í floksvirkseminum, ein andaligan seg persónliga. Eg havi also einki imoti samhuga og samanhaldi í ellum møguligum áhugafelagsskapum ella meiningsfelagsskapum, men eg eri ímóti øllum, sum vil hylja ta persónligu ábyrgdina i mjørkatåm ella sum veitir nøkrum persóni fyrimunir afturfyri at hann er trúgvur móti áhugamálunum hjá nekrum makthugað- um bólki. Hetta er mín persónliga »utopi« (dreymur); mær dámar ikki at tosa um hann, og tygum eru tann fyrsti, sum hevur noytt meg at greiða so gjølla frá hon- um. Eg vóni, at sjálvt hetta ógreiða lítla, eg her havi sagt, lýsir mína hugsan um, at ein verulig grundleggj- andi og lovandi broyting til tað betra á stýrisskipanar- økinum ikki fer at bera til, uttan at vit fáa eina týdningarmikla rering í okkara medviti, og at einki reint »nyskipanarligt bragd« kann tryggja hetta: eg havi ilt við at hugsa mær, at ein stýrisskipan, sum tann, ið eg her stutt havi roynt at lýsa, kann koma í lag, uttan at eisini tað, sum eg kalli »menniskjad-kemur-til-sin- sjålvs«, verður veruleiki. Tad bragdið er tað eingin upp- reistrarmaður ella nýskipari, sum kann gera — tað kann bara koma av einum meira menniskjansligum sinnalag. Also einum sinnalag, har tú skoðar longur enn beint fram um egna nes, og har tú — við ævinleikanum í huga ert førur fyri at taka ábyrgdina sjálvur eisini av ti, sum ikki beinleiðis viðkemur tær, og har tú ert fúsur at lata nekur av tínum egnu áhugamálum víkja fyri al- manna áhugamálum. Uttan hetta sinnalagið fer sjálvt tann best gjøgnumhugsada stýrisskipanin einki at duga. Halda tygum, at ein so grundleggjandi broyting sg 4 88. Eg fatan, hugsunarhåtti, virðisskipan o.s.fr. yvirhøvur - øll tgar etlt kann koma i lag uttan hernadarligar, vistfrødil adrar vanlukkur? Eg trugvi ikki, at siðmenningarligar vanlukkur eru ein neyðug fortreyt fyri ellum broytingum til bata fyr nannasinnið, og eg trúgvi heldur ikki, at slíkar van lukkur av sær sjálvum fáa í lag slíkar brovtingar (Thorben Johannesen tyddi)