týsdagur 11. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 28 - 11. februar 2003
Nr. 28 - 11. februar 2003
3
Tøkk
Øllum tykkum, sum gjørdu okkum silvur-
brúdleypsdagin 31.12.02 so góðan og minn-
isríkan, takka vit hjartaliga.
Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Takk
fyri sang og alla hjálp vi fingu.
Heilsan
Turið og Poul Jacob Zachariassen
Eftir tøgn í eina tíð
verður nú aftur mikil
gangur í undirgrund-
ini báðumegin mark-
ið millum Føroyar og
Bretland. Í mars fer
West Navion at bora
fyri ChevronTexaco í
bretskum øki , og í
juni fer Belford Dolp-
hin at bora fyri Agip á
føroyska landgrunn-
inum. Hesar boringar
kunnu fáa alstóran
týdning fyri Føroyar.
BORING/ANALYSA
Jan Müller
Oljufelagið Texaco var eitt
tað fyrsta at lata upp skriv-
stovu í Føroyum og gjørdi
felagið nógv burtur úr at
fyrireika seg til fyrstu út-
bjóðingina á føroyska land-
grunninum. Felagið rakk tó
ikki til at fáa boriloyvi.
Men kortini hevur felagið,
nú samanlagt við eitt annað
risastórt oljufelag, Chev-
ron, verið sera virkið á At-
lantsmótinum tvs. í tí
bretska partinum. Tá nýggj
leitiloyvi vórðu latin í 19.
rundu á bretskum øki fingu
ChevronTexaco fleiri av
teimum mest áhugaverdu
og umbidnu teigunum, sum
allir liggja upp at føroyska
markinum.
Nú sleppur felagið so at
royna seg. Sambart olju-
blaðnum
Upstream
fer
ChevronTexaco longu í
næsta mánað at seta borin í
undirgrundina skamt frá
føroyska markinum. Avtala
er gjørd við Smedvig um
leigu av boriskipinum West
Navion, ein gamal kenning-
ur á Atlantsmótinum. Bori-
skipið hevur roynt seg bæði
í føroyskum øki og í bretsk-
um, men hevur ikki havt
eydnuna við sær. Nú slepp-
ur tað so aftur at standa sína
roynd sum eitt av heimsins
best útgjørdu boriskipum.
Tað eru umleið 10 ár síð-
ani, at lønandi oljukelda
varð funnin á Atlantsmótin-
um. Kanska situr Chev-
ronTexaco nú við lyklinum
til oljugoymslurnar niðri í
undirgrundini. Og hóast
henda boring er í bretskum
øki, so kann hon hava stór-
an týdning fyri komandi
leiting hjá okkum eisini.
Tað áhugaverda við kom-
andi boringini er, at hon
liggur beint uppat loyvin-
um hjá Agip og Føroya
Kolvetni. Meðan Chev-
ronTexaco bora seinast í
mars fer Agip at bora í før-
oyskum øki í juni. Boringin
hjá ChevronTexaco er í
blokkinum 204/17, sum
liggur ávikavist 22 og 36
kilometrar frá Foinaven og
Schiellion
oljufeltunum.
Talan er um at bora á 1000
metra dýpi. Boriskipið er
leigað fyri 45 og í mesta
lagi 60 dagar til uppgávuna
og skal sambart Upstream
rinda 8 mill. dollarar í
leigu. Her kann vera talan
um eina prentvillu, tí tær
boringarnar, sum eru gjørd-
ar í sama øki og á sama
dýpi hava kostað millum
200 og 300 mill. kr. hvør.
Prospektið, sum tað nú
verður borað eftir, er 16
ferkilometrar stórt og verð-
ur kallað Fleet North.
Um nakar samanhangur
er millum boringarnar ella
okkurt slag av samstarvi er
millum Agip og Chevron-
Texaco kann man bara gita
um, men tað er í hvussu er
ein sannroynd, at boringin
hjá ChevronTexaco verður
liðug beint áðrenn, at Agip
fer undir at bora í granna-
lagnum stutt eftir. Tað hevur
eisini fyrr ligið í luftini, at
ChevronTexaco hevur havt
følarar úti fyri at koma sær
uppí tvs. farma inn í Agip
lisensin í føroyskum øki.
Tað hevur tó ikki borið til at
fáa hetta váttað.
Texaco, serliga áðrenn
tað varð lagt saman við
Chevron, hevur verið sera
virkið í sínum kanningum á
øllum
Atlantsmótinum
seinastu árini og var eisini
eitt av teimum mest virknu
feløgnum í føroyskum øki
øll 90-árini. Eitt skifti hevði
tað eina vælmannaða og
væl útgjørda skrivstovu í
Havn. Saman við Conoco
varð søkt um leitiloyvi,
men tey gjørdust ov stutt í
hørðu
kappingini
um
loyvini í “Gullhorninum”.
Týdning fyri Føroyar
Um ein góðan mánað fer
ChevronTexaco so at bora.
At felagið nú fer at bora so
stutt frá markinum og so
nær Agiplisensinum ger
hesa boring sera áhuga-
verda fyri føroyingar. Jarð-
frøðin kennir ikki mørk, og
tí er ein boring í brestkum
øki so tætt við føroyska
landgrunnin at meta sum
eitt týðandi referansupunkt
til komandi leiting í Før-
oyum eisini.
Tað kann hugsast, at BP
Bora við markið í mars:
ChevronTexaco hava kanska lykilin til oljuna
Kærleikin so sterkar røtur hevur og barnaminni við
tríati ár eru liðin tú gjørdi ta longu ferð og ei meiri við
okkar lið
sjálvt um tíðin hon skjótt man renna
so sterkar kenslur í barmi mínum enn brenna
takki tær Gud fyri at eg fekk so mong góð minni
um ein góðan pápa, sum eg veit tú tók heim á sinni.
“Sjóstørnan” tað snotuliga far, vestur um havið legði
sjómenn raskir úr Íslandi og Miðvági innanborðað hevði
meðan aldurnar spældu og tutlaðu á Miðvágs sandi
loysti tit endan og skipið spakuliga legði frá landi
allir tit “í Húsi”, myndin av tær og hjartað so bjart
at missa allar tykkum, tað var okkum so fjart.
Var tú mangan burtur á langari ferð
aftur boð um hjálp, ein av mongum, tín síðsta vælgerð
altíð klárur at geva av tí tú átti, ei teg sjálvan spardi her
slept hevur hondin, hon er ei meiri í hesi verð
Miðvágs bygd misti aftur nógvar av sínum synum
saknaðir eru av tykkara kæru og tykkar nógvu vinum.
Mín pápi, mín tryggleiki, mín kærleiki, mítt eitt og alt
Hví kom tú ikki aftur til mín – hvar hevur Hann teg fjalt
Minnist tú segði við meg, eg aftur komi at vísa tær á
lívsins veg
og hvar enn eg ferðist, eg veit, tú ert har og elskar meg
friðsælt er og stillisliga eg hoyrið ljóðið við sjóvar-
strendur
hond tíni vil halda, tá um kvøldið saman leggi hendur.
Við vindeyga út til fjørðin nú ljósið tendrað er
og við longsli eg siti og minnist alt her
tað stóra og máttmikla havið og skipið har sleingist
tykkara seinastu tankar umborð um heimið sum leingist
dagurin er liðin og eingin heimaftur vendi
sorgin djúpt og inniliga í hjartarrøtur brendi.
Meðan eg hugsi um teg og hond mín leitar fram at tær
mín sál hon merkir at tú er mær enn so nær
Tó eg uggist við tað, at tú nú í himmiríkið býr
minnini um teg, mær eru so dýr
góði pápi – tann dýrabara myndin eg havi av tær
hana eg altíð vil goyma at hjartanum nær.
dóttir tín Hanna
Til minnist um pápa mín Niels Juul Haraldsen, Mið-
vági, ið fórst við “Sjóstjørnuni” 11. februar 1973
millum Føroyar og Ísland
ChevronTexaco skulu til at bora í blokkinum 204/17, sum liggur uppat loyvinum hjá Agip og Føroya Kolvetni í føroyskum øki.
Tey skulu bora í juni. Boringin kann ChevronTexaco hevur uttan iva stóran týdning fyri, hvat BP og Shell fara at fyritaka sær í
grannablokkinum, har tey hava bundið seg til at bora tveir kanningarbrunnar aftrat. Assyntbrunnurin var tann fyrsti og gav
hann einki úrslit.
Framhald á síðu 3
og Shell hava stóran áhuga
í hesi boring, tí hon er so
nær við seinastu miseydn-
aðu boringina hjá BP og
Shell í grannablokkinum,
kend sum Assyntbrunnur-
in. Kann tað hugast, at BP
og Shell hava gjørt avtalu
við ChevronTexaco um at
skifta um upplýsingar? Tvs.
at ChevfronTexaco longu
hava fingið úrslitið av As-
synt boringini frá BP og
Shell, og at ChevronTexaco
tí betur eru fyrireikað til
sína boring, tí tey tá kunnu
brúka Assynt brunnin sum
referasupunkt fyri, hvar tey
eitt nú ikki skulu leita. At
tey tí vilja fara eftir heilt
øðrum løgum enn tey BP
og Shell hildu goymdu
olju, og haraftrat vóru so
vís í at finna olju. Tað var
táverandi
stjórin
Peter
Rattey frá BP, sum helt fyri,
at sannlíkið fyri at finna
olju í Assynt brunninum
var heili 70%. Og har var
so einki. Hetta var eitt stórt
vónbrot og tí eisini eitt
afturstig fyri alla leitingina
í hesum økinum. At tað nú
verður ein boring í sama
øki men kanska í heilt
øðrum jarðløgum ger málið
sera áhugavert.
Skifta um upplýsingar
Nú skulu ChevonTexaco so
til at bora ikki so langt frá
Assynbrunninum og sjálv-
andi hava tey vánaliga úr-
slitið frá tí brunninum við í
sínum metingum og fyri-
reikingum. Tað kann so
eisini hugsast, at um ein
slík “welltrade” avtala er
gjørd millum BP og Shell
og Chevron Texaco, kann
vera sera hent fyri BP og
Shell, tí tey hava jú bundið
seg til at bora tveir kanning-
arbrunnar aftrat í tí sama
økinum, sum bæði Assynt
og nú Fleet North prospekt-
ið hjá Chevron Texaco
liggja í, tó at hesi liggja í
hvør sínum blokki (loyvi-
steigi). Tað er eisini vanligt,
at oljufeløg brúka boriúrslit
hjá hvørjum øðrum til at
koma nærri málinum.
Fyri øll feløgini, sum
hava lisensir á Atlantsmót-
inum, og tað merkir báðu-
megin markið, hevur bor-
ingin hjá ChevronTexaco tí
helst sera stóran týdning
fyri komandi boringar, og
haraftrat kemur so boringin
hjá Agip og Føroya Kol-
vetni. Hesar báðar boring-
ar, hvørs úrslit vit fara at
frætta nærri um um ikki
nógvar mánaðir, kunnu eis-
ini verða ein týðandi in-
dikatorur fyri, hvussu vón-
irnar vera til Atlantsmótið
sum heild í framtíðini.
Feløgini hava jú leitað aftur
og fram í óvissuni og leita
framvegis eftir, hvar olja
kann vera likin, og hvar
man
finnur
haldgóðar
goymslur við taki. Tað kann
vera, at ChevronTexaco og
Agip geva okkum svarið
ella kunnu leggja enn tveir
týðandi brikkar til torføra
puslispælið sum Atlants-
mótið er. Vit vita, at oljan
finst, og tað er als ikki
óhugsandi, at onkur av
teimum komandi boringun-
um fer at raka í blett eins og
gjørt var, tá borað varð eftir
Foinaven,
Shiehallion,
Suilven og kanska eisini
Marjun.
Nú lítið virksemi hevur
verið á Atlantsmótinum og
føroyingar
kanska
eru
farnir at “gloyma” oljuna,
so bendir nógv tó á, at vit
ganga eini sera spennandi
tíð á møti, tá West Navion
setir borin í undirgrundina í
næsta mánað og Belford
Dolphin setir sín bor í í
juni. Hesir báðir brunnarnir
kunnu fáa avgerandi týdn-
ing fyri allar hinar brunnar-
nar, sum skulu borast báðu-
megin markið í 2004 og
komandi árini.
Framhald av síðu 2
West Navion, sum skal bora fyri ChevronTexaco í mars skamt frá markinum
Belford Dolphin, sum skal
bora fyri Agip í juni í
føroyskum øki
C
M
Y
K
3
2