týsdagur 11. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 28 - 11. februar 2003
Nr. 28 - 11. februar 2003
5
Tá ið kubatrolararnir
komu til landið fyri
30 árum síðani, var
endamálið ikki at
brúka teir til fiski-
skap. Endamálið var
at brúka teir í olju-
vinnuni og longu tá
var ætlaninat gera
oljuhavn á Tvøroyri
MINNISBROT
Áki Bertholdsen
Tað er ongin sum ivast í,
hvønn týdning teir trolar-
arnir, ið vit vanliga kalla
kubatrolararnir, hava havt
fyri samfelagið.
Tað eru 30 ár síðani at
teir komu til landið og øll
hesi árini hava teir ført eina
last fyri og aðra eftir av
dýrabarum fiski til lands,
so tað er ikki lítið, teir hava
lagt afturat samfelagsbú-
skapinum hesi árini.
Men nú eru teir slitnir og
eigarnir eru so smátt farnir
at hugsa um at skifta teir út.
Fyrsta úrslitið av hesum
ætlanum sóu vit beint fyri
jól, tá ið tveir nýggir trolar-
ar komu til Føroyar stutt
fyri jól og afturfyri fara
tríggir av kubatrolarunum
úr flotanum.
Nú hetta hendir, kundi
tað verið áhugavert at trivið
eitt sindur í søguna hjá hes-
um bátum og um upprunan
til, at teir yvirhøvur komu
til landið, tá ið teir vórðu
keyptir í 1973.
Knút Nolsøe var undan-
gongumaður at fáa teir til
Føroyar og vit hava spurt
hann, hvussu tað bar til, at
føroyingar fóru tvørtur um
Atlantshav, líka til Kuba, at
keypa ein heilan flota av
trolarum.
– Ja, upprunaliga var
endamálið ikki at teir
skuldu brúkast til fiskiskap.
Endamálið var at teir
skuldu brúkast í oljuvinn-
uni, tí longu tá vóru tað før-
oyingar, sum hugsaðu um
oljuvinnuna, tó at tað ikki
er fyrrenn nú hesi seinastu
árini, at tann vinnan av
álvara hevur sligið ígjøgn-
um her heima, sigur hann.
Oljuhavn á Tvøroyri
Tá ið kubatrolararnir vórðu
keyptir, var Knút Nolsøe
tekniskur leiðari á Skipafe-
lagnum.
– Tað, sum hendi, var, at
bretska oljufelagið, Total
Oil, sendi Skipafelagnum
fyrispurning fyri at vita, um
tað hevði áhuga at átaka
sær uppgávuna at verða út-
gerðarfelag hjá vaktarskip-
um hjá boripallum norða-
liga í Norðsjónum.
– Tá var oljuvinnan ikki
so vælkomin vinna, sum
hon er nú. Tvørturímóti var
støðan nógva staðni tann, at
fiskivinnan stríddust við
hond og fót ímóti oljuvinn-
uni, tí stúrt var fyri dálking.
Samstundis vóru fiski-
vinnuáhugamálini sterk í
Bretlandi og tí hevði Total
Oil stórar trupulleikar at fáa
atløgupláss og aðrar sømd-
ir, bæði í Bretlandi og í
Hetlandi.
– Sostatt komu teir
hendavegin at vita, um
hetta var ein uppgáva, sum
føroyingar kundu átaka sær.
Knút Nolsøe sigur, at í tí
sambandinum høvdu Total
Oil hugsað sær at brúkt
Trongisvágsfjørð sum olju-
havn.
– Á Tvøroyri var stórur
áhugi fyri tí. Men tá ið
málið varð lagt fyri Lands-
stýrið var tað blankt aftur-
víst at gera oljuhavn í Før
oyum.
– Teir gjørdu púra greitt,
at tað skuldi onki oljuvirk-
semi til Føroyar.
Knút Nolsøe sigur, at
hetta var í samljóði við
góðan fiskivinnupolitikk tá
á døgum og kanska vóru
føroyskir myndugleikar eis-
ini bangnir fyri at koma til
ilnar við skotar og hetlend-
ingar.
Men hann leggur afturat,
at fyrispurningurin frá Total
Oil hevði so ført við sær, at
Skipafelagið hevði fingið
áhugað fyri hesum slagi av
vinnu, sum tá nevndist
»offshore« og sum nú
nevnist frálandavinna og
tað eydnaðist eisini at koma
uppí ymsastaðni.
Fingu tilboð um
níggju skip
– So hendi tað í 1973 at at
eitt tilboð kom frá eystur-
týskarum um at keypa
níggju skip, sum lógu í
Havana. Talan var um syst-
urskip, sum vórðu smíðað í
Rosslau í Eysturtýsklandi í
1970 og sum kubanarar
skuldu hava.
Men ósemja tók seg upp
ímillum
kubanarar
og
eysturtýskarar um skipini.
Kubanarar skyldaðu uppá,
at skipini kundu ikki brúk-
ast til fiskiskap, men veru-
leikin var, at tað var stórt
fiskaloysi undir Kuba tá og
tí vóru teir komnir í dýrastu
neyð av skipunum og so-
statt høvdu tey ligið fyri
akker á vágni í Havana líka
síðani tey vóru smíðað,
uttan nakrantíð at vera
komin í vinnu og uttan nak-
rantíð at vera komin undir
kubanskt flagg.
– Orsøkin til fiskaloysið
var, at ein jarðskjálvti í
Meksikoflógvanum hevði
stygt fiskin burtur og tí
drógu teir svart.
– Samráðingar vóru so
við eysturtýskarar um keyp
og tað endaði so við at vit
fingu sáttmála um øll
níggju skipini.
Fyrrverandi tekniski leið-
arin á Skipafelagnum sigur,
at tað, sum hugsað varð
um, var at útvega felagnum
eitt bein afturat at standa á
afturat
vanliga
farma-
flutninginum og at brúka
skipini sum vaktarskip í
frálandavinnuni í Norð-
sjónum, men annars at
brúka føroyskar havnir til
støð hjá hesum skipum og
tað vóru tað avgjørt møgu-
leikar fyri.
– Men so høvdu skipini
eisini mjølverksmiðju um-
borð og tað var eisini ein
møguleiki, vit ætlaðu at
royna, so tað vóru tvinn-
andi endamál við keypin-
um, tó at oljuvinnan var
tað, sum taldi mest.
Tvørafólk kundu havt sína
oljuhavn fyri 30 árum síðani
Knút Nolsøe sigur at longu fyri 30 árum síðani ætlaði bretska felagið, Total Oil, at gera oljuhavn á Tvøroyri, men Landsstýrið segði
kortanei. Knút Nolsøe var undangongumaður at fáa kubatrolararnar til landið og upprunaliga var ætlanin at brúka teir í
oljuvinnuni
Úrslitið av tí var, at Knút
Nolsøe og Oddur Niclasen
sáli, ella Oddur á Skipafel-
agnum, sum hann vanliga
varð nevndur, fóru yvir til
Kuba at hyggja at skipun-
um.
– Eftir at hava royndar-
siglt tað eina skipið, góvu
vit teimum eitt endaligt til-
boð og tað var at yvirtaka
skipini í Havana uttan
nakra sum helst trygd og
uttan nakra útbetaling, og at
sigla tey til Føroya. Fígg-
ingina av søluni avgreiddu
týskarar.
Knút Nolsøe heldur seg
minnast, at avdráttartíðin
bleiv 12 ár og rentan var
7% um árið.
– Men afturfyri vóru
skipini bílig. Sjey av skip-
unum kostaðu ikki meiri
enn tvær milliónir fyri
hvørt skipið. Áttanda skip-
ið kostaði nakrar hundrað-
túsund krónur og tað níggj-
unda skipið kostaði uppaft-
ur nakað minni – men tað
mátti eisini sleipast til Før-
oyar.
Knút Nolsøe sigur, at
skipini vóru í góðum
standi, eisini skrokkarnar.
Tó vistu teir, at royndirnar
við tí motorslagnum, sum
var í teimum, vóru ikki
góðar.
– Men alt var nýtt og
óbrúkt so vit væntaðu, at
tað var brúkiligt, serliga tá
ið ætlanin í mesta mun var
at brúka tey sum vaktarskip
hjá boripallum, har tey ikki
skuldi sigla so nógv.
Knút Nolsøe sigur, at tað
var ikki heilt váðaleyst at
fara til Kuba at avgreiða
keypið, tí Danmark hevði
kvett alt diplomatiskt sam-
band við kommunistaland-
ið.
Harafturat vóru skipini
ikki tryggað. Tað eydnaðist
tó at fáa skipini tryggjað í
einum enskum felag, men
treytin var, at Knút skuldi
vera ábyrgdarmaður teirra á
Kuba og at hann ikki fór úr
landinum, fyrrenn skipini
vóru í altjóða sjógvi á veg
til Føroyar.
– Vandin var tann, at
ósemjan ímillum kubanarar
og Eysturtýskarar skuldi
føra við sær, at kubanarar
løgdu uppí og forðaðu skip-
unum at fara og tí mátti eg
vera eftir.
Men tað hendi so ikki og
skipini komu heim í øllum
góðum.
Kubatrolararnir
vórðu
upprunaliga nevndir Cutter
1,2,3 o.s.fr.
Tá ið teir komu undir
føroyskt flagg, fingu teir
allir fuglanøvn. Nøvnini,
teir fingu, vóru Gorpur,
Grælingur,
Havhestur,
Munkur, Skarvur, Stelkur,
Skrápur, Skúgvur og Trast-
ur.
Flaggaðu við
føroyskum flaggi
Hann sigur at hann sat í
Kuba í eini tvey samdøgur,
men kubanarar vóru bæði
blíðir og tíðir.
– Eg fekk ein eldri norð-
mann, sum var norskur
konsul í Kuba og hann
hjálpti mær nógv at fáa
samband við røttu fólkini
og yvirhøvur var hann
ógvuliga góður í ávikum.
Knút minnist eisini, at
hann hevði 10 føroysk
fløgg við sær, eitt til hvønn
av teimum níggju bátunum.
Tað 10. flaggið fekk hann
hendan gamla norska kons-
ulin at hongja út av vind-
eyganum á norska konsul-
átinum at heilsa skipunum,
tá ið tey stevndu út av Hav-
ana undir føroyskum flaggi.
Konsulátið lá soleiðis fyri,
at haðani var gott útsýnið
yvir víkina.
– Men meðan vit flagg-
aðu á konsulátinum, kom
løgreglan rennandi at vita,
hvat tað var fyri flagg, vit
flaggaði við. Vit greiddu
teimum frá støðuni og so
var alt í lagi.
Knút Nolsøe sigur, at tá
ið hann fór yvir til Kuba,
setti hann Skipafelagnum
eina treyt og tað var at í
Føroyum skuldi skipini
fyrst leggja at á Tvøroyri, tí
sjálvur var hann tvøramað-
ur og tað vildi hann hava.
Sostatt kom allur flotin
inn á Tvøroyri.
– Tað er ikki á hvørjum
degi, at níggju skip koma til
landið í senn og tað var eis-
ini ein stórur dagur á Tvør-
oyri.
– Teir dagarnar gekk hálv
bygdin við havanasigar og
okkurt gott var eisini at
skola niður við, treyðugt
so, sigur Knút Nolsøe.
Dovnaði burtur
Hann sigur, at tað gekk ein
tíð, so komu skipini í drift
sum vaktarskip og har vóru
tey eina tíð.
– Men Landsstýrið vildi
framvegis ikki, at útgerðar-
kip, sum høvdu trupulleikar
í Skotskum og hetlendskum
havnum, skuldi sleppa til
Føroyar ístaðin.
Og sostatt dovnaði hend-
an vinnan burtur.
– Tá ið oljuvinnan uttan-
lands fekk varhugan av, at
hon var óynskt í Føroyum,
fór hon eisini at missa
áhugan fyri okkum og vildi
tí ikki so væl gera sáttmála
við føroysk feløg longur.
Sostatt sovnaði tann før-
oyska oljuvinnan, sum tá
var, burtur – og oljufeløg-
ini fóru til Noregs ístaðin
og bygdu eina frálanda-
vinnu við vaktarskipum
upp har.
Men spell heldur Knút
Nolsøe tað verða, tí tá vóru
seks ella sjey av kubaskip-
unum í oljuvinnuni. Einir
14 mans vóru knýttir at
hvørjum skipi og teir vóru
12 dagar úti og 12 dagar
heima.
Samstundis var sáttmáli
við Flogfelag Føroya um at
flúgva manningar ímillum
Føroyar og Hetland og
Orknoyggjar, har oljuøkini
vóru, so talan var um eina
hampiliga stóra vinnu, sum
avgjørt hevði ein búskapar-
ligan týdning. Men tað datt
alt niðurfyri, tá ið politiski
myndugleikin í Føroyum
vendi oljuvinnuni bakið.
Nakað seinni varð felagið
Beta sett á stovn og bátarnir
fóru so í tað felagið og síð-
ani hava teir verið fiskiskip
burturav, men nú er tíðin
hjá teimum við at vera
farin.
Til royndarfiskiskap við tí eina kubatrolaranum á Canpeche Banka við meksikostrondina. Mað-
urin mitt á dekkinum er John Oluf Jacobsen, sum hevði maskinunum. Flaggskipari var Egil
Simonsen
Eitt sermerkt upplivilsi hevði Knút Nolsøe á Kuba. Norski konsulin bjóðaði honum við á móttøku
og har heilsaði Knút uppá sjálvan Fidel Castro. Her eru teir báðir, Castro og Knút, ið stendur við
rygginum til, fremst á myndini
Her er eitt úrval av teimum sermerktu fiskasløgunum, sum teir fingu á royndarfiskiskapinum á
meksikanska landgrunninum
Tað var ein stórfingin sjón at síggja allar kubatrolararnar á Havnarvág í senn. Her eru teir
avmyndaðir stutt eftir at teir komu til landið
C
M
Y
K
5
4