týsdagur 11. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 28 - 11. februar 2003
Nr. 28 - 11. februar 2003
7
Sambært setanarpol-
itikkinum hjá Menta-
málaráðnum er tað
Petur Petersen, sum
hevur ábyrgdina av
finna limir til setan-
arnevndina, sum
hann sjálvur var for-
maður fyri
UMSITING
Heri á Rógvi
Eftir umbøn hava føroysku
fjølmiðlarnir fingið innlit í
nøkur av skjølunum í sam-
bandi við setanina av
nýggjum landsantikvari.
Nøkur skjøl eru vald út,
men flestu teirra varpa ikki
tað allarminsta av nýggjum
ljósi á málið.
Millum skjølini er eisini
avrit av mannagongdini í
sambandi við setanarpolit-
ikkin hjá Landsstýrinum og
Mentamálaráðnum.
Endamálið við hesum
góða setanarpolitikki er at
tryggja, at tann besti um-
søkjarin verður settur í
starv.
Aðalstjórin
hevur
ábyrgdina av, at alt gongur
rætt fyri saman við fyrisett-
um umboði fyri avvarðandi
deild – í hesum førinum
mentamáladeild.
Tá ið aðalstjórin hevur
tilnevnt setanarnevndina, er
tað formaðurin í nevndini,
sum hevur ábyrgdina av
mannagongdini. Í hesum
førinum er formaðurin fyri
setanarnevndina og aðal-
stjórin ein og sami persónur
– Petur Petersen.
Aðalstjórin formaður
Í sambandi við eina starvs-
setan, so liggur mesta
ábyrgdina á sjálvan aðal-
stjóranum, Petur Petersen.
Hann hevur ábyrgdina av
lýsingini, og tað er somu-
leiðis aðalstjórin, sum setir
eina setanarnevnd at við-
gera umsóknirnar og at
gera eina innstilling.
Setanarnevndin var í
hesum førinum mannað við
Petur Petersen sjálvum sum
formanni, Jóannes Dals-
gaard, deildarstjóra, Poul
Nolsøe,
løgfrøðingafull-
trúa, og Andras M. Morten-
sen, starvsfólkaumboð fyri
Fornminnissavnið.
Setanarnevndin viðgerð
umsóknirnar útfrá krøvun-
um til starvið.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at hetta við aðalstjórin er
formaður fyri eina setanar-
nevnd eftir øllum at døma
er siðvenja í Mentamála-
ráðnum, og hetta sigur hon
seg hava tikið fyri góða
vøru. Men eftirfylgjandi vil
hetta saman við allari
mannagongd verða tikið
upp til viðgerðar.
Flestum kunnugt innstill-
aði setanarnevndin einmælt
Símun V. Arge tvær ferðir
til starvið.
Somuleiðis stendur at
lesa í setanarpolitikkinum:
“Aðalstjórin tekur støðu
til tilmælið og setur starvið
endaliga. Í førum, har tað
er ásett, verður landsstýris-
maðurin tikin við í avgerð-
ini. Aðalstjórin kunnar altíð
landsstýrismannin
um
ætlaðar setanir.”
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa hendur á
Petur Petersen til eina við-
merking.
Aðalstjórin ábyrgdina av
setanarbólki
Tað hevur eftir øllum
at døma verið fram-
tíðarleikluturin hjá
Føroya Fornminnis-
savnið, sum hevur
verið avgerandi fyri,
hvør varð settur
landsantikvarur
STARVSSETAN
Heri á Rógvi
í brævi til Símun V. Arge
ger Annlis Bjarkhamar,
landsstýrismaður, greitt, at
hesin ikki fær starvið sum
landsantikvarur, sum Sím-
un V. Arge hevði søkt, og
sama starv, ið hann hevur
røkt í fleiri ár.
Skrivið frá landsstýris-
manninum er ikki dagfest,
og brævið er ikki skrivað á
brævpappír frá Mentamála-
ráðnum og er eiheldur und-
irskrivað av nøkrum em-
bætisfólki. Tílíkar ásetingar
eru ikki nøkur formlig
krøv, men góður skikkur,
upplýsir Eyðbjørn Larsen á
Løgmálaráðnum.
Sjálv sigur Annlis Bjark-
hamar um hetta, at talan er
um eitt mistak.
– Eg sat heima og skriv-
aði brævið til Símun Arge
eitt vikuskiftið, og eg havi
gloymt at seta dagfestin á
og senda brævið við pappíri
hjá Mentamálaráðnum, sig-
ur Annlis Bjarkhamar.
Lítið konkret
Í brævinum til Símun V. Ar-
ge sigur Annlis Bjarkhamar,
at setanin av landsantikvari
hevur verið eitt ógvuliga
trupult mál, sum eisini hevur
tikið drúgva tíð at viðgjørt.
Í sjálvum brævinum sig-
ur hon lítið um, hvørjar for-
treytir, Símun V. Arge
væntar, ella hvørjar egin-
leikar Steffen Stummann
Hansen
hevur
framum
Símun V. Arge.
Sagt verður: "Eftir at
hava gjølla viðgjørt um-
sóknir, tilmæli, samrøður
og fortretirnar fyri starvin-
um er greitt, at úr einum
heildarsjónarmiði er annar
umsøkjari, sum er betur
egnaður til starvið, skrivar
Annlis Bjarkhamar."
Bæði í hesum skrivinum
og í eftirfylgjandi samrøð-
um kemur Annlis Bjark-
hamar inn á framtíðina hjá
stovninum.
– Umframt tær fortreytir,
ið settar eru í starvslýsing-
ini, meti eg eisini at hugt
eigur at verða at, hvørjar
avbjóðingar Fornminnisavn
Føroya hevur fyri framman.
Hetta er neyðugt fyri at ná-
greina, hvørjir førleikar og
eginleikar dentur eisini eig-
ur at verða lagdur á, tá
nýggjur
landsantikvarur
verður settur.
Ein landsantikvarur, ið
skal møta hesum avbjóðing-
um og bera eitt enn meira
virkið og sjónligt Fornminn-
isavn Føroya inn í framtíð-
ina, sigur Annlis Bjarkhamar
í brævinum til Símun Arge.
Framtíðarleikluturin hjá
Fornminnissavninum er ein-
asta veruliga ábendingin um
orsøkina til, hví annar um-
søkjarin verður tikin fram-
um, hóast tvey einmælt til-
mæli frá eini setanarnevnd.
Annlis Bjarkhamar vil
fegin rudda eina misskilj-
ing av vegnum, tí leysasøg-
ur hava gingið um, at Forn-
minnissavnið skal knýtast
at Fróðskaparsetrinum ella
øðrum stovni. Ein av orsøk-
unum til søgurnar er, at
landsstýrismaðurin málbar
seg skeivt í Sjónvarpi Før-
oya og kom at siga Fróð-
skaparsetrið
ístaðinfyri
Fornminnissavnið.
– Føroya Fornminnissavn
verður tann sami stovnurin,
sum vit kenna hann í dag.
Tað eru ongar aðrar ætlanir
um at broyta stovnin yvir-
høvur, staðfestir Annlis
Bjarkhamar.
Tveir umsøkjarar
Eitt skjal, Sosialinum hevur
fingið innlit í, vísir, at 20.
desember verður endaliga
støðutakanin av setanini
útsett til hálvan januar.
Málið verður so seinni út-
sett enn longur.
Víst verður í teldubrævi
á, at teir "báðir" umsøkjar-
arnir skulu fáa boðini um
seinkaða støðutakanina.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at orsøkin til hetta er tann, at
hon 20. desember biðjur um
fund við setanarbólkin og
fer tá aktivt inn í málið.
Greitt var longu tá, at mill-
um teir átta umsøkjararnar
vóru teir báðir, Steffen
Stummann Hansen og Sím-
un V. Arge, væl betri enn
hinir.
Framtíðin avgerandi
Annlis Bjarkhamar
avvísir staðiliga, at
hon skal hava framt
brot á almenna starvs-
fólkapolitikkin, tá
hesin fyri stuttum er
dagførdur, og broyt-
ingar ikki vóru gald-
andi, tá setanin av
nýggjum landsantikv-
ari varð viðgjørd
STARVSSETAN
Heri á Rógvi
Annlis
Bjarkhamar
er
framvegis ikki í iva um, at
hon tók røttu avgerðina, tá
hon setti Steffen Stum-
mann Hansen sum lands-
antikvar.
Mánamorgunin fekk hon
eitt bræv frá Magistarafelag-
num, har felagið gav til ken-
nar sína støðu í málinum.
Brævið frá Magistarafel-
agnum var ikki komin okk-
um í hendi, áðrenn evsta-
mark, men eftir hvat skilst
ger felagið vart við sína
ónøgd í sambandi við
mannagongdina, og felagið
krevur, at setanin av Steff-
en
Stummann
Hansen
verður anulerað.
– Magistarafelagið hevur
óivað sæð skjølini, Símun
V. Arge hevur fingið innlit
í, og hesi siga bara frá
helvtini av málinum. Tískil
haldi eg ikki, at tey kunnu
gera nakrar fullar niður-
støður um alt málið, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Steffen Stummann Han-
sen, sum óivað kann fáa
hendur á hinari helvtini á
málinum, er limur í danska
Magistarafelagnum.
Annlis Bjarkhamar fer at
svara Magistarafelagnum
aftur, men skrivið frá
teimum fær ikki hana at
broyta hugsan.
Landsstýrismaðurin hev-
ur fingið álagt tagnar-
skyldu, og Annlis Bjark-
hamar sigur, at hon als ikki
er bilsin yvir innihaldið í
brævinum, og hon eggjar
til, at fólk taka stig til at
kanna málið til botns, so-
leiðis at alt kemur fram.
Sjálv hevur hon sett sær
fyri, at allur setanarpolit-
ikkurin og mannagongdir í
hesum
sambandi
hjá
Mentamálaráðnum skulu
eftirkannast.
Nýggjur
setanarpolitikkur
Annlis Bjarkhamar avvísir
staðiliga, at hon skal hava
framt brot á almenna
starvsfólkapolitikkin,
tá
hesin fyri stuttum er dag-
førdur, og broytingar ikki
vóru galdandi, tá setanin av
nýggjum
landsantikvari
varð viðgjørd.
– Vit fingu nýggja polit-
ikkin sendandi í februar, og
tá varð málið liðugt við-
gjørt. Ùtfrá gamla starvs-
fólkapolitikkinum hava vit
ikki framt nakað brot, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Hon vísir á, at tíðarfreist-
in við at svara umsóknum
innan tríggjar vikur ikki var
galdandi við gamla polit-
ikkinum, og hon varð held-
ur ikki kravd at senda
nakað bræv við grundgev-
ingum til Símun V. Arge,
men gjørdi hetta kortini.
Fylgjur
Annlis Bjarkhamar hevur
áður sagt, at hennara av-
gerð ikki er nakað misálit á
setanarnevndina, og hon
hevur nýtt arbeiðið hjá
bólkinum sum part av
grundarlagnum fyri set-
anini. Hon vil heldur ikki
koma nærri inn á, hvørjar
møguligar fylgjur hetta
málið fær fyri manningina í
setanarbólkinum, sum eftir
hennara tykki ikki gjørt
nóg greið tilmæli.
Mannagongdir
skulu
eftirkannast
Hetta er skrivið, ið Annlis
Bjarkhamar sendi Símun V.
Arge. Skrivið ger greitt, at
Steffen Stummann Hansen
er betri hóskaður til starvið.
Skrivið hevur onga dagfest-
ing ella undirskrift frá
embætisfólki.
C
M
Y
K
7
6