týsdagur 11. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 28 - 11. februar 2003
Nr. 28 - 11. februar 2003
9
Hóast tey ikki sluppu
til landið fríggjadag-
in, so eydnaðist tað
kortini Sirkus Arena
at hava tær tríggjar
ætlaðu sýningarnar
um vikuskiftið. Ein
var leygardagin í
Klaksvík og tvær
sunnudagin í Havn og
í Runavík
SIRKUS
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Jens K. Vang
Látur, róp og undran eru
helst tey trý lyklaorðini ein
kann nýta, tá upplivingin í
Sirkus Arena um viku-
skiftið skal lýsast.
Byrjað varð við sangin-
um um at cirkus er í bý-
num, sungin av forstandar-
anum, sum heilt frá byrjan
av saman við klovninum,
Pjerrot, megnaði at leggja
lunnar undir eini sera
hugnaligari og stuttligari
løtu hjá øllum teimum
mongu børnunum, sum
vóru komin at hyggja. Har
vóru jonglørar, klovnar,
gandakallur og onnur, sum
sýndu fram teirra kynstur.
Øll royndu tey eisini á hvør
sín hátt at fáa børnini við í
teirra framførslu. Summi
heittu á børnini um at rópa
ella annað, meðan onnur
beinleiðis tóku børn upp til
sín og fingu tey at hjálpa
til. Tað var eisini stuttligt at
síggja, hvussu væl børnini
skiltu alt, sum sagt varð.
Klovnurin Logo, sum
gjørdi ballóndjór gleddu
fleiri
barnahjørtur
enn
meira, tá hann gav nøkrum
børnum tey djórini, sum
hann evnaði til.
Men tað er kortini væl-
skilligt, at onkur hevði hug
at fílast á kostnaðin av at-
gongumerkjunum og minn-
islutunum. Tað var óivað
ein sera dýrur dagur fyri
summar famliljur. Og ser-
liga tá hugsað verður um, at
børnini høvdu hug at fara at
keðast, tá komið var hálva
leið, tí sýningin bleiv í
longra lagi.
Cirkus Arena, sum var
nakrar ferðir í Føroyum í
áttatiárunum og í byrjanini
av níti árunum, hevur ikki
vitjað klettarnar í tíggju ár,
men tey søgdu, at tey fegin
vildu koma aftur til Føroyar
í 2004, so tað verður spenn-
andi at vita, um tey fara at
leggja seg eftir at koma
hendanvegin við styttri
millumbilum í framtíðini.
Sirkus er í býnum...
Cirkusið náddi hæddina, tá teir seinastu luttakararnir komu fram og sýndu fram teirra kynstur
Børnini vóru sera hugtikin av tí
blaðunga dansaranum, sum stóð
oftari á hondunum enn á fótunum
Hesi bæði hugtóku øll við teirra øðrvísi dansi. Láturin rungaði í,
meðan tey royndu at lumpa hvønn annan
Klovnurin hevði sera ilt við at bera kuffertið,
men so fekk hann hjálp frá einum drongi, sum
lættliga bar tað fyri hann
Tey bæði endaðu teirra fram-
førslu við, at tey vórðu heysaði
upp eftir hárinum, meðan tey
jonguleraðu við tallerkum og
øðrum
6. b í skúlanum á
Ziskatrøð í Klaksvík
er við í eini kapping
um at sleppa til
Kópavág í Íslandi.
Hvør flokkur skuldi
gera eina verkætlan,
og fríggjadagin var
verkætlanin hjá 6. b
liðug
VERKÆTLAN
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað vóru 22 sera errin børn,
sum fríggjadagin lótu hurð-
ina til flokshølið hjá 6. b
upp fyri øllum, sum vóru
áhugaði í at síggja teirra
verkætlan. Har vóru nógv
foreldur, og onnur duttu
eisini inn á gólvið.
Mitt í flokshølinum á
einum stórum borði stóð
ein sera stór køka, sum
avmyndaði Íslandskortið.
Talan var um eina stóra
grøna kaku, sum var dekk-
að við grønari glaring. Á
køkuni sóust teir størstu
jøklarnir og Hekla eisini.
Næmingarnir høvdu nýtt
køkuprýði at skriva tey
kendastu støðini í Íslandi á.
Og sjálvandi høvdu tey
eisini merkt, hvar Kópa-
vágur er. Jøklarnir vóru
gjørdir úr róma, og teir
stungu eitt sindur upp úr
køkuni, so hon líktist upp-
aftur meira einum verulig-
um Íslandskorti.
Køkan var sera flott á at
líta, men tá spurt varð, um
hon mundi smakka líka
væl, sum hon sá út, var
svarið ivingarsamt. Tað var
ikki tí, at tær yvir tjúgu
skuffukøkurnar,
sum
mammurnar hjá næming-
unum høvdu bakað, ikki
smakkaðu nóg væl, men
heldur tí at køkan hevði
staðið í tríggjar dagar, með-
an tey høvdu arbeitt upp á
hana.
– Hon er nakað turr nú,
og glaringin er sera tjúkk,
so eg trúgvi ikki, at hon er
etandi longur, segði Elly
Johannesen, sum er lærari
hjá 6. b.
– Vit hava nýtt 22 pakkar
av flormelis, greiddu næm-
ingarnir frá. Og tey løgdu
afturat, at tað hevur verið
sera stuttligt at arbeitt á
henda øðrvísi háttin.
– Tað verður alvorliga
rotið at fara í skúla aftur
upp á vanliga mátan mána-
dagin, vóru tey øll á einum
máli um.
Torført, men stuttligt
At evna eina tílíka køku til
er ikki bara sum at siga tað.
Næmingarnir høvdu sum
sagt eina køku í part við í
skúla. Tey teknaðu eitt stórt
Íslandskort, sum tey so
settu allar køkurnar uppá í
ein stóran fýrakant. Síðani
varð farið at skera hana til.
Tey greiða frá, at tað var
sera torført at skera hana
til, men við toli og handa-
lagi gekk tað kortini. Síðani
løgdu tey glaringina upp á
og uppmerktu øll tey kend-
astu støðini í Íslandi. Úr-
slitið talar fyri seg á mynd-
ini.
Men hvussu byrjaði so
alt hetta?
Tað er ein kapping ímillum
sættu flokkarnir í Klaksvík
um at sleppa ein túr til
Kópavág í summar. Klaks-
vík og Kópavágur eru vin-
arbýir, og er henda kapp-
ingin ein liður í teirra sam-
starvi.
Næmingar og lærari tos-
aðu saman í tímanum um,
hvat tey skuldu finna uppá.
Tey vórðu heilt skjótt samd
um at gera Íslandskortið,
men so ráddi tað um at
finna útav, hvørjum tey
skuldu gera tað úr. Fleiri
góð uppskot vóru, millum
onnur proppar og papp-
masjé, men so var tað, at
ein drongur í flokkinum,
Hans Andreas, kom við
hugskotinum at gera eina
køku. Øll vóru við uppá
tað, og síðani varð farið í
gongd. Køkan varð samlað
mikudagin, og fríggjadagin
sýndu tey so fram teirra
meistaraverk. Mynd varð
tikin av henni, sum verður
send til Havnar saman við
verkætlanunum hjá hinum
báðum sættu flokkunum.
Har verður so avgjørt, hvør
vinnur ferðina til Kópavág.
Nær tey fáa at vita tað,
vistu tey ikki at siga.
– Køkan verður helst
standandi her inntil mána-
dagin, síðani fer hon vekk –
ella fara vit at hugna okk-
um við eini sera turrari og
søtari køku, segði Elly Jo-
hannesen at enda við einum
smíli.
Ísland sum grøna kaka
6. b og teirra Íslandskøka.
Ein verkætlan, sum hevur
tikið tríggjar dagar. Ikki
færri enn 22 pakkar av
flormelisi vóru nýttir til
glaringina
Tey ungu undir 18 ár í
Klaksvík hava nú
fingið ein møguleika
til aftur at kunna fara
í dans fríggjakvøld.
Klaksvíkar klubbi
hevur latið dyrnar
upp fyri teimum
ungu, sum ikki hava
havt eitt dansistað
síðani í desembur
DANSUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Klokkan var ikki farin
meira enn av tíggju fríggja-
kvøldið, tá tey fyrstu ungu
undir 18 ár fyri fyrstu ferð
kundu trína inn í nýgjørdu
og snotuligu dansihølini í
Klaksvíkar klubba. Tey
tóktust heldur smæðin í
fyrstuni og tung at dansa
við. Men sum fráleið út á
kvøldið fyltust hølini við
glaðum og vælnøgdum
tannáringum, sum fegnað-
ust um henda møguleikan
at sleppa í dans. Og tá so
nýggi bólkurin úr Klaksvík
Mind´s Eye, sum eisini
hevur ognað sær ein møgu-
leika afturat at sleppa í Prix
Føroyar finaluna við at ger-
ast nummar tvey í seinasta
innleiðandi umfarinum, fór
á pallin, kom rættuligt lív í
ungdómin, og tey tustu út á
dansigólvið.
Atburðurin hjá teimum
ungu var sera góður, verður
sagt úr Klubbanum, og tey
fimm starvsfólkini hetta
kvøldið høvdu sum so
ongar trupulleikar.
Jan Gardar er dagligur
leiðari í klubbanum, og tað
er hann saman við nevnd-
ini, sum hevur tikið stig til
hetta. Hann sigur, at kvøld-
ið eydnaðist avbera væl, og
at tey ungu skikkaðu sær
heilt væl.
– So at siga ongin var
nakað serliga ávirkaður, og
tey lótu til at hugna sær, og
tað er at fegnast um, sigur
Jan, sum hevur skipað fyri
dansi fyri teimum ungu
undir 18 í Klaksvík tey
seinastu mongu árini. Tað
var eisini hann, sum stóð
fyri dansinum í Lognbrá
tann tíð tað var.
– Tað er mítt hjartabarn,
um ein kann siga tað so, at
skipa fyri dansi fyri teimum
ungu, sigur Jan, sum heldur
tey ungu vera meiri takk-
samari enn tey eldru, tá tað
kemur til dans. Og hann er
sera fegin um, at kvøldið
eydnaðist so væl. Hann er
ein av teimum mongu í
Klaksvík, sum hevur verið
sera harmur um, at ongin
dansur fyri tey ungu hevur
verið. Og hann tók stig til
hetta saman við nevndini í
klubbanum, men gjørt varð
samstundis púra greitt fyri
teimum ungu, at atburðurin
kom at hava alt at siga.
Hetta hava tey ungu so tikið
til eftirtektar, tí ongin stór-
vegis
trupulleiki
var
fríggjakvøldið.
Men Jan sigur, at hann
hevur ikki tosað við grann-
arnar enn, so hann veit ikki
at siga, um tey vórðu
órógvað av teimum ungu
hesa náttina. Men Jan hevur
ætlanir um at tosa við
grannarnar, og fundur verð-
ur eisini, har eftirmeting
verður gjørd av kvøldinum.
Um 150 ung vóru í dansi í
klubbanum fríggjakvøldið,
og eftirsum at tað eydnaðist
so væl, so verður tað helst
soleiðis framyvir í Klaks-
víkar klubba, at tey ungu
eiga dansigólvið fríggja-
kvøld, meðan tey meiri til-
komnu fáa leygarkvøldið.
Tey ungu í Klaksvík dansa aftur
Jan Gardar er ein av
teimum, sum hevur roynt at
fingið eitt dansistað til tey
ungu undir 18 ár. Og
fríggjakvøldið kundi hann
saman við nevndini lata
dyrnar í Klaksvíkar klubba
upp fyri teimum
C
M
Y
K
9
8