Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 28 - 11. februar 2003 Nr. 28 - 11. februar 2003 11 Helst størsta barna- stjørnan í donskum tónleiki í løtuni kem- ur til Føroyar í mars mánaði. Danski hip- hopparin Razz fer at hava tvær framførslur TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fyrsti vinnarin av norður- lendska Grand Prixnum fyri børn, sum varð hildið í fjør, var ein danskur ung- lingi. Hann kallar seg Razz, tá ið hann er á ferð við tónleikinum, og í næsta mánaði kemur hann til Føroya at syngja. Lívligi og eygagóði sang- arin dugir væl at vera á ein- um palli. Hann rappar, syngur og dansar, og hann hevur selt nógvar fløgur á danska marknaðinum. Fyrsta fløga hansara, Kickflipper, sum kom út í fjør, fekk platin-virðisløn, tey kalla. Tað verður givið, tá ið 50.000 eintøk eru farin um diskin. Tvær framførslur Nú er Razz í ferð við at gera eina nðggja fløgu, sum kemur út um stutta tíð, og eftir hesa útgávuna skal hann á eina umfatandi kon- sertferð í Danmark. Konsertferðin røkkur eis- ini til Føroya, tí sunnudagin 9. mars kann hann uppliv- ast á føroyskum palli. Hendan dagin fer drong- urin úr Aalborg at hava tvær framførslur – fyrst á Platform í Havn og síðani í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Razz kemur til Føroya Unglingin Razz, sum er eitt stórt navn í donskum tónleiki, kemur í mars mánaði til Føroya Leygarkvøldið var ársins DJ show í Badmintonhøllini, og tríggjar ferðir varð løgreglan boðsend á staðið LØGREGLUTÍÐINDINI Solby A. Eliasen Tað vóru fráboðanir um ófrið í Badmintonhøllini, sum løgreglan fekk. Í tí eina førinum var talan um eina gentu, sum segði seg vera sligna. Men vakthav- andi sigur, at tað talan var um eitt hendiligt óhapp. – Tað vóru tveir, sum vóru farnir til hendurs, og kontrollarnir royndu at skilja sundur. Henda gent- an er so komin at standa í millum ella fyri á ein ella annan hátt, so tað var ikki tilætlað henni, greiðir vakthavandi frá. Hini báðar fráboðaninar vóru ávíkavist bardagi og ein, sum tørvaði hjálp at koma til hús. Bardagi var í millum tveir uttanfyri høllina, men løgreglan kom á staðið og trupul- leikin varð loystur á staðnum. Og ein ungur drongur var so ávirkaður, at hann ikki megnaði at vinna upp hús sjálvur, og tískil koyrdi løgreglan hann til hús. Ein sjúkrabilur var eisini boðsendur til Bad- mintonhøllina. Ein drong- ur var komin til skaða í beinið, men sum skilst, so var tað ikki orsakað av harðskapi. – Tað er keðiligt, at onki tiltak kann vera í Badmintonhøllini, uttan at okkurt hendir, og løg- reglan verður boðsend fleiri ferðir, sigur vakt- havandi, sum ikki dugir at siga hví tað er so. Hann sigur eisini, at onnur til- tøk eru ofta aðrastaðni í høvuðsstaðnum uttan at løgreglan fær so nógvar fráboðanir um at koma á staðið. Vakthavandi sigur, at tað góða veðrið í viku- skiftinum hevði við sær, at nógv fólk var í býnum. Og tá fær løgreglan altíð nógvar fráboðanir. Hetta vikuskiftið hava fólk eis- ini klagað um, at tað verð- ur bankað upp á hjá teim- um til fortreð, tónleikur spælir hart í gøtunum og fleiri fólk sova úti. – Tað vil altíð verða so, tá nógv fólk savnast. Og tað eru jú ikki bara fólk her á Streymoynni, men Eysturoynni og Vágoynni nú eisini. So tað verður til nógv fólk, sigur vakthav- andi á løgreglustøðini. Tríggjar frá- boðanir til Badminton- høllina Vakthavandi á pol- itistøðini sigur, at fleiri smávegis ferðsluóhapp hava verið í vikuskift- inum LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyr- ing. Annar rendi á kirkju- garðin við Velbastaðvegin tíðliga sunnumorgunin. Fólk sóu tilburðin og boðaðu løgregluni frá. Bæði maður og bilur vórðu funnir seinni, og bilførarin verður skuld- settur fyri rúsdrekkakoyr- ing. Hin varð tikin av løg- regluni, tá hon gjørdi ferðslukanningar sunnu- morgunin. – Annars hava eini fimm ella seks smærri óhapp verið um vikuskift- ið, men tey hava fyri tað mesta verið av ósketni. Fólk hyggja seg ov illa um, tá tey eitt nú skulu bakka, og tí henda óhapp, men tíbetur hevur ongin persónur fingið skaða, sigur vakthavandi. Fleiri smærri ferðsluóhapp Tann 1. februar tók Jónleif Th. Jacobsen við sum deildarleiðari á deildini hjá Føroya Sparikassa í Runavík. Kristine Ellingsgaard er sett sum varaleið- ari. Jónleif Th. Jacob- sen sigur, at við leið- araskiftinum verður eisini ein broyting framd, og er tað, at allar deildirnar í Eyst- uroynni koma nú so at siga at virka undir deildini í Runavík LEIÐARASKIFTI Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang – Leiðaraskifti er ein náttúrligur partur av gongd- ini, síðani Sparikassin varð skipaður um til partafelag í fjør, sigur Jónleif Th. Jac- obsen, nýsettur leiðari á deildini hjá Føroya Spari- kassa í Runavík. Gamli leiðarin, Tummas Jacobsen, fer nú í annað starv á høvuðsdeildini hjá Føroya Sparikassa Yviri við Strond í Havn. Tummas hevur annars verið leiðari í Runavík í eini fimtan ár. Við leiðaraskiftinum í Runavík fer eisini ein bygn- aðarbroyting fram. Deildir- nar í Eysturoynni, sum hava virkað sum fýra sjálvstøð- ug øki, eru tey nú savnaðar í eitt øki, og er Jónleif so- statt vorðin deildarleiðari fyri alla Eysturoynna. Kristine Ellingsgaard er sett sum varaleiðari, og er tað sjálvsagt eisini fyri alla oynna. – Vinnukundar fara onga broyting at merkja, tí alt arbeiðið hjá teimum er um- sitið úr Runavík framman- undan og fara vit at halda fram við tí, sigur Jónleif. – Privatkundunum kunnu vit hinvegin veita eina betri tænastu. Privatkundarnir í dag krevja nógva ráðgev- ing, og her hava vit valt, at fólkini, sum vegleiða teim- um fara at hava betri kom- petencu, so at tað verður tað sama um tey koma inn á eina deild á Strondum ella á Eiði. Hinar deildirnar í oynni koma at virka sum ein forlongdur armur hjá deildini í Runavík. Arbeiðið hjá Kristinu Ell- ingsgaard, varaleiðara, verð- ur at samskipa dagliga ar- beiðið og aðarar aktivitetir. – Eg haldi, at hetta er ein stór avbjóðing, og eg rokni við at tað verður ógvuliga spennandi. Serliga nú vit hava valt at skipa arbeiðið á tann hátt, vit hava. Og eg giti, at hetta er nakað, sum kemur at merkja virksemið framyvir. Fríggjadagin varð mót- tøka á deildini í Runavík fyri fráfarandi og nýsetta leiðaranum og varaleiðar- anum. Nógv fólk komu á gátt at hitta tey trý. Borgar- stjóri, stjórar úr Havn, pol- itikarar og onnur stukku framvið at ynskja teimum trimum góða eydnu í fram- tíðini. Bygningsbroyting og leiðaraskifti í Runavík: Skal merkjast í framtíðini Nýggi leiðarin á deildini hjá Sparikassanum í Runavík, Jónleif Th. Jacobsen, saman við nýggja varaleiðaranum, Kristine Ellingsgaard Borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen, var eisini komin at heilsa uppá nýsettu leiðararnar. Til vinstru sæst Lasse Klein Bjarni Olsen, Sparikassastjóri, var eisini komin at heilsa uppá nýggju leiðararnar Deildarleiðarin í Suðuroyar Sparikassa í Havn, Jóannes S. Hansen ynskir Jónleif Jacobsen tillukku og góða eydnu C M Y K 11 10