Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 28 - 11. februar 2003 Nr. 28 - 11. februar 2003 13 Tað er av alstórum týdningi, at raðfestingin ikki verður gloymd. Vit hava júst skorið 366 milliónir um árið av blokkstuðulinum, og tí er ikki nógv at taka av. Skúlaverkið má deilast uppí tað, sum er neyðugt, og so alt tað, sum kann verða gott at hava. Eingin ivi eigur at vera um, at tað sum er neyðugt má koma fyrst í raðnum, tá peningur og annað tilfeingi skal býtast av landsins leiðslu. Fólkaskúlin er fundamentið, og má tí má hann hava tey best møguligu korini. Uttan ein góðan fólkaskúla, er einki at byggja víðari uppá. Tá grundstøðið verður lagt við einum góðum fólka- skúla, so er umráðandi, at miðnámsskúlar og skúlar, ið útbúgva fólk til arbeiðsmarknaðin, hava góðar teytir at virka undir. Fróðskaparsetur og hægri lestrarstøð eru eisini av týdningi, men fortreytin má vera eitt gott grundfesti í einum góðum fólkaskúla og góðum miðnámsskúlum. Varðin má lagast úr neðra. Tað vilja altið verða skúlar, ið kunnu vera góðir at hava, men alt til sína tíð. Kunnu vit veruliga bert sita og hyggja at, meðan eitt nú Tekniski Skúli í Havn hevur húsast eina fjórðingsøld í barakkum, meðan man avsetur milliónir til nýggj projekt, ið helst hoyra heima eitt vet longri niðri í raðfest- ingini? Eiga vit ikki at fáa tað at rigga, sum er, áðrenn vit tynna uppaftur meira út við nýggjum skúlum? Tað er ivaleyst uppá sítt pláss, uppá sikt, at byggja ein listaskúla, men týdningarmikið er at gera sær greitt, hvar hesin skúli passar inn í samlaðu rað- festingina. Vit hoyra dag og dagliga um, hvussu nógv væntar í til at halda fólkaskúlalógina. Vit síggja, at høli mangla til Fiskivinnuskúlan í Vest- manna, at Tekniski Skúlin í Havn heldur til í barakkum og at Føroya Studentaskúli og HF- Skeið halda til í gomlum niðurslitnum hølum. Stutt sagt, so er nógv at tríva í hjá landsins skúla- myndugleikum, og tí eigur onkur at seta spurningin hví ein samlað raðfestingarætlan ikki verður gjørd fyri allan útbúgvingarsektorin í Før- oyum til politiskt og alment kjak. Tað ber illa til at diskutera ein skúla sum eitt einkultstandandi projekt uttan samstundis at hyggja at samlaða tørvinum innan føroyska út- búgvingarverkið. Eitt dámligt tiltak sum Lista- skúlin eigur ivaleyst sítt pláss í hesari raðfesting, men hann má ikki diskuterast sum eitt einkult- standandi projekt, uttan atlit til, hvussu nógv er í stóra potti til aðrar hart tiltrongdar ábøtur. DAGSINS MEINING Sosialurin Varðin má lagast úr neðra VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vegna stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn Tummas H. Sørensen, form. Av tí at samsvar ikki er millum samgonguskjalið 2002-2006 og skriv, sum skúlin hevur fingið frá landsstýrismanninum í Mentamálum, verður fylgj- andi fyrispurningur settur: Fyrispurningurin er til Anfinn Kallsberg, løg- mann, Høgna Hoydal, landsstýrismann, Kára P. Højgaard, tingmann og Jenis av Rana, tingmann. Hvussu tulka tit fylgjandi brotúr Samgonguskjalinum 2002-2006, undirskrivað tann 6. juni 2002 av tykk- um, umboðandi viðkom- andi flokkar. Sitat úr sam- gonguskjalinum: »Nýggj- ur tekniskur skúli og stu- dentaskúli verða bygdir í Tórshavn«. Upplýsast kann, at Tekn- iski Skúlin í Tórshavn, í skrivi dagf. 4. november 2002 frá landsstýrismann- inum í Mentamálum, hevur fingið boð um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn verður liðugt bygdur í 2012. Bárður Nielsen løgtingsmaður Ofta verður víst á, at skatt- urin í Føroyum er alt ov høgur, og at fólk ikki hava hug at forvinna sær nakrar krónur eyka, tí at alt fer í skatti, og tað er eisini rætt, um hugt verður eftir okkara progressivu skattaskipan við marginalskatti. Margi- nalskatturin er tann skattur, ið verður goldin av tí sein- ast vunnu krónuni, og tí er tað honum, lønmóttakarin hyggur eftir, tá ið hann skal taka støðu til, um hann skal arbeiða eitt sindur eyka. Og býrt tú í eini komm- unu við einum skattapro- senti uppá 23, er tað nokk vert at meta um, um tað loysir seg at forvinna nak- rar krónur eyka, tí um vit hyggja eftir niðanfyristand- andi talvu, síggja vit, at um løntakarin forvinnur kr. 200.000 sammett við kr.190.000, hevur hann bert kr. 3.770 til sín sjálvs, restin kr. 6.230 fer til skatt og onnur avgjøld. Hetta er sjálvandi drep- andi fyri arbeiðshugin hjá fólki. Tí er tað umráðandi, at vit fáa eina skipan, ið heldur eggjar fólki til at arbeiða eitt sindur eyka, serliga í hesum góðu tíðum, nú arbeiðsmegin ikki strekkir til, og vit eru noydd at innflyta arbeiðsmegi. Herumframt hevur eitt ov høgt skattatrýst eisini nógvar aðrar negativar fylgjur. Tað er eisini áhugavert í hesum sambandi, at um vit taka samlaðu skattainntøk- una hjá landi og kommun- um, er hon bert umleið 36% av samlaðu lønarút- gjaldingunum. Spurningur er tí, hví halda øll seg so gjalda alt ov nógv í skatti? Marginalskatturin ger sín part, og her er tað ójavni skatturin millum tey, ið forvinna nakrar fáar túsund krónur og so tey, ið hava eina miðalinntøku, ið gevur skeivu myndina av samlaða skattatrýstinum. Hetta førir so til spurn- ingin, um tað er rætt, at tey ið forvinna t.d. kr. 20.000 ongan skatt skulu gjalda, og tey ið forvinna kr. 60.000 bert skulu gjalda 20% í skatti, meðan tey í hava eina miðalinntøku uppá kr. 200.000 skulu gjalda 41% í skatti? Og fara vit uppá kr. 300.000 skulu 47% gjaldast í skatti! Havast skal eisini í huga, at tað eru familjurnar, ið eru noyddar at hava eina rími- liga inntøku, sum gjalda henda hægra skattin, með- an tað fyri ein stóran part eru fólk við ongum skyld- um, ið sleppa við tí lægra skattinum. Hetta eru nakrar av nega- tivu fylgjunum av einari avskeplaðari progresivari skattasskipan, har skatt- jaldarin ongantíð veit, hvussu nógvan skatt hann skal gjalda næstu ferð hann fær løn. Hevði tað ikki verið einklari, um øll skuldu goldið t.d. 35% í skatti? - Hjá mær er ongin ivi. Opin fyrispurningur í samband við, at farast skal undir at byggja Tekniska Skúlan í Tórshavn Munur Inntøka 190.000 200.000 10.000 Landskattur 36.820 40.520 3.700 Kommunuskattur 38.870 41.170 2.300 Kirkjuskattur 570 600 30 Als vm. 3.800 4.000 200 80.060 86.290 6.230 Er skatturin ov høgur ? Ísraelsfelagið Vinir Ísraels í Føroyum Ísraelsmissiónin Skipað varð fyri friðar- fundi á Vaglinum í Havn, leygardagin 1. februar 2003. Í einari av talunum varð m.a. sagt, at "Ísrael má gevast við at byggja sína tilveru á stolið land". Júst hetta brotið varð endurgivið í Útvarpi Føroya. Vit skulu við hesum boða frá, at vit harmast stórliga og mótmæla at slíkur pástandur, uttan nakað grundarlag, verður slongdur út í Føroyum. Neyvan nakað land í heiminum hevur so gamlan og skjalfestan rætt til land sítt sum Ísrael. Longu fyri uml. 4000 árum síðan lovaði Gud í Himli ættarfaðiri ísraels- manna, Ábrahami, landið í æviga ogn. Hetta lyftið finst skrivliga ídag, og umfatar munandi størri landaøki, enn lítli snøk- ilin sum Ísrael eigur ídag. Seinni hevur ST eisini staðfest landaøki til Ísrael. Sokallaðu "hersettu" økini, sum umfata Judea, Samaria og Golan, vann Ísrael, tá landið varð álopið í juni 1967. Á vári í 1967 øktist spenningurin í Miðeystri og grannar Ísraels vóru sera naskir hernaðarliga, so naskir, at gitna 6-daga kríggið, á trimum her- mótum, gjørdist veru- leiki. Øll vita, at tá ið tú loypir á, so eru vanliga tveir møguleikar: antin vinnur tú ella tapur tú. Um tú vinnur, so er tað tú sum setur markið. Um tú tapur, so er tað hin sum setur markið. Sum kunnugt so vann Ísrael 6-daga kríggið. Gomlu mørkini móti Jordan og Sýria vóru vónleys at verja og tí setti Ísrael núgaldandi mørk. Aftur í oktober 1973 varð Ísrael álopið á trim- um hermótum samstund- is, men megnaði at verja seg. Tá vóru ongar broyt- ingar gjørdar í teimum marknaásetingunum, sum Ísrael varð noytt seta í 1967. Loyndarmálið við sigr- unum Ísraels er, at Harrin Gud í Himli hevur vart teir higartil, sum skrivað er í Sálmi 121,4. Ísrael hevur onki land stolið, men teir hava sín fulla rætt til land sítt. Hjá teimum snýr tað seg um lív ella deyð; teir ynskja ikki ófrið ella kríggj við nakran; kortini vísur stórur partur av heimin- um teimum støðugt meira og meira illvild. Eisini her í Føroyum merkist illviljin týðiliga, tá vit hoyra slíkar útsagn- ir, sum friðarfundurin kom við. Vit ynskja og biðja eftir friði millum lond og millum fólkasløg, Sálm- ur 122,6-9. Ásmundur Guðjónsson Fólkaskúlin var til við- gerðar í SVF-sendingini Fokus týskvøldið. Sera viðkomandi og tiltrongt tiltak landstýriskvinnan er farin undir. Í kjakinum var millum annað komið inn á, hvussu menningin av frá- læruni skuldi skipast. Nið- urstøðan hjá Annlis var púra greið, at menningin skuldi byggjast á "álit - heldur enn eftirlit", sum hon tók til. Álit skal verða garanturin fyri menningini av fólkaskúlanum framyvir og eftirlit er nakað, vit bara seta eina parentes um. Haldi, at Annlis hevur fingið hesi hugtøk nakað skeivt í hálsin. Eftir henn- ara fatan er ein andsøgn millum tað, at partarnir sum varða av skúlanum hava álit á hvørjum øðrum, og tað, at eitt ávíst eftirlit er við frálæruni í skúlanum. Eftir mínum tykki nýtist als ongin andsøgn at verða millum álit og eftirlit, held- ur tvørtur í móti. Eitt eftirlit er eitt sera væl hóskandi amboð og alneyðugt har- afturat til tess at tryggja, at gott álit er partanna millum og ikki minst, tá vit tosa um menning av frálæruni! Havi í nógv ár arbeitt við eftirliti við fiskafram- leiðslu á sjógvi og á landi. Havi mett um fram-leiðslu- viðurskiftini á skipum og á virkjum upp móti reglunum og givið leiðsluni frágreið- ing um tey staðfestu frá- vikini, sum so leiðslan skal tryggja, at tað verður rættað uppá. Tað eru sjálvandi bæði positivar og negativar upp- livingar fyri báðar partar- nar í einum slíkum eftir- litið, ongin ivi um tað. Men mínar royndir eru, at har álit er millum partarnar, er eitt skikkað eftirlit til stórt gagn fyri tann, sum er und- ir eftirliti. Tað er nú eina- ferð soleiðis, at virkis- leiðslur av góðum grundum ikki síggja tað sama sum tey, sum bert vitja av og á og harafturat hava venjing í at observera. Uttan at taka munnin ov fullan so eri eg sannførdur um, at tað eftirlit, sum skip og virkir eru undirløgd frá myndug- leikans síðu, eigur týðandi leiklut í at støði í fiska- framleiðsluni er í støðugari betring. Virkini eru undirløgd onnur eftirlit eisini, til dømis eru keyparar av vør- unum týðum á eftirlits- vitjan og meta um støði og vørur. Omaná hesi eftirlit eru fleiri virkir farin í holt við at fáa stítt góðkukervið mett og sertifiserað av triðja parti, eitt nú eftir ISO-standardunum. Umframt at virka í eftir- liti, havi eg í mínum arbeiði eisini roynt at siti hinu- megin borðið, at verða tann, sum verður mettur. Hetta av umboðum fyri útlendskar myndugleikar (ES). Havi tí eisini verið í somu støðu sum tey, eg havi havt eftirlit við. Eg skal viðganga, at tað er hart at fáa allar teir naknu sann- leikarnar at vita, og tað skal vendast og tyggjast væl, áðrenn alt hetta kann svølgjast. Kan heldur ikki burturforklára at ein fær eina kenslu av at verða settur upp á pláss. Ein slík meting verður gjørd av skikkaðum fólki og sæð positivt er tað ein stór avbjóðing at samstarva við felagar á henda hátt. Tey hava staðfest tað, vit áttu at havt staðfest og tað fakliga kjakið verður so um, hvørjar rættandi at- gerðir eru hóskandi og sjálvandi fer ein at endur- skoða seg sjálvan og reglur arbeitt og mett verður eftir. Í okkara høvuðsvinnu er tað vorðið vanligt við regluligum metingum av ymiskum slagi og alla tiðina arbeiða við at gjøg- numføra tær betringar, sum eru neyðugar og ynskiligar fyri ikki at detta niður í millum. Hetta meira og minni konstanta eftirlits- trýst á virksileiðslur hevur eftirhondini gjørt, at eftir- litsvirksemi nú er vorðið ein nátúrligur partur í stýr- ingini av virkjunum. Aðrastaðni í samfelag- num - líka frá minsta handl- inum í SMS til Atlantsflog - er tað eisini púra vanligt at leiðslur hava neyvt eftirlit við og innlit í tað, sum fyri- ferst í fyritøkuni. Uttan henda stýringsmøguleika hevði fyritøkan skjótt verið á fallandi fóti. Men aftur til fólkaskúl- an… Mínar royndir við fimm børnum í fólkaskúl- anum er, at tað er stórur munur millum skúlar og eisini er stórur munur í frá- læruni og trivnaðinum millum flokkarnar í sama skúla. Orsøkirnar til munir- nar kunnu verða margfaldar og skal eg ikki koma nærri inn á tað her. Men eg ivist onga løtu í, at ein máti at koma mununum til lívs og at menna støði í frálæruni og trivnaðinum alla tíðina, er at skipa fyri einum skikkaðum eftirliti við tí, sum fyriferst innan skúlans gátt. Fáa vit gjørt tey mál Annlis tosaði um ítøkilig og málbar og fylgd upp við ítøkiligum málsetningum, politikkum, reglum og mannagongdum fyri frá- læruna og øðrum viður- skiftum í skúlanum hava vit eitt gott grundarlag at byggja víðari á. Næsta stigið verður at fáa snikkað til eitt neyvt og skikkað eftirlit, sum við at seta veruleikan í frálæruni og trivnaðinum upp í móti teimum niðurskrivaðu mál- unum, er ført fyri at meta um og vísa á, á hvørjum økjum og hvussu betringar kunnu fremjast í skúlunum. Kann verða, at hetta til- tak ikki verður tikið væl í móti av einstøkum lærar- um, tí teir nú skulu venja seg við, at hugt verður yvir aksalrnar á teimum. Men tá henda barnasjúkan er lekt, standa allir møguleikar opnir til nøkur lop á menn- ingarleiðini og fólkaskúlin kemur inn í eina positiva ringrás. Eftirlitið er eitt sterkt amboð vit foreldur, lærarar, skúlaleiðslur og myndug- leikar hava í hondini, so tað ræður bara um at brúka tað! Jú, jú álit skal til, men tað verður eftirlitið, sum fram- leiðir tað. Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Á seinasta býráðafundi í Havn staðfesti meirilutin avgerðina hjá samgonguni og sosialu nevnd at lækka bygningin hjá heiminum fyri minnisveik í Vallalíð við hálvumøðrum metri. Avgerðin varð tikin við átta atkvøðum fyri. Drúgvur orðadráttur var á fundinum millum býráðs- formannin og umboð fyri minnilutan. Minnilutin mælti til, at býráðið harm- aðist um ta ófullfíggjaðu viðgerð, sum málið hevur fingið, og samtykti, at málið varð tikið til nýggja viðgerð. Hetta uppskot minni-lut- ans fekk tríggjar atkvøður fyri og sjey ímóti og var sostatt fallið. Sum kunnugt avgjørdi meirilutin í býráðnum at lækka byggingina við Vallalíð, eftir at grannar høvdu gjørt vart við, at býráðið hevði ikki rætt til at byggja, soleiðis sum tað gjørdi. Undir viðgerðini førdi undirritaði m.a. hetta fram: "Hendan loysnin er ongin loysn. Hetta er eitt miks- maks, sum rýkur langan veg av ringari samvitsku hjá meirilutanum, sum fyri 800.000 krónur eyka av skattaborgarans pengum roynir at bjarga sær burtur úr einum ófyrigeviligum kommunalum mistaki. Í fyrsta lagi er at siga, at borgarstjórin hevur ásann- að, at økið, sum bygt verður í, í 1975 varð avlagt sum fríøki, og við hesi vitan hava fólk sett seg niður í umráðnum. Hvat ger kommunan? Hon brýtur seg inn á hetta fríøki, grevur og grópar og fyllir upp við túsundtals tonsum av mold og gróti at seta ein høgan bygning. Hetta er eitt stórt álitisbrot mótvegis borgar- unum. Í øðrum lagi hevur byggiætlanin ikki verið til hoyringar hjá grannunum soleiðis, sum hon skal, tá talan er um at broyta eina útstykkingarætlan. Í triðja lagi er at siga, at bygningurin, sum skuldi byggjast til minnisveik, skuldi liggja væl í lendin- um. Tað stendur svart upp á hvítt í tilfarinum frá nevnd- ini, sum dømdi tey inn- komnu uppskotini til hetta heimið. Tað ger hann ikki eftir teirri fyrru byggiætlanini, sum varð steðgað, og tað ger hann heldur ikki eftir teirri núverandi byggi- ætlanini, sum meirilutin í býráðnum hevur lagt til rættis og sett arbeiðið í gongd aftur eftir. Broytingarnar eru fram- vegis langt uttan fyri tað, sum sømir seg kommununi at gera, og tað er tað av- gerandi í málinum. Tit gera tykkum inn á borgarnar og teirra trivnað, og hetta er skaðiligt virk- semi fyri bæði fólkið, sum her býr, og fyri Tórshavnar Kommunu. Býráðið alt, sum tað er, hevur positivan hugburð til byggingina av heiminum til minnisveik. Vit í minnilut- anum vilja fegin, at hildið verður fram á hesi leið til tess at nøkta tann tørv, sum okkara meðborgarar hava. Men tað fellir okkum sera illa, at hóast tey grovu mistøk, sum her eru gjørd, fremur kommunan eina bygging, sum fer langt út um teir karmar, sum kommunan hevur at virka í. Tí er mítt uppskot til samtykt í kvøld hetta: "Býráðið harmast um ta ófullfíggjaðu viðgerð, sum hevur verið av málinum um bygging av heimi til minnisveik við Vallalíð, og samtykkir, at málið verður tikið til nýggja viðgerð sambært teimum reglum, samtyktum og uppruna- ætlanum, sum eru galdandi fyri tað avlagda grøna økið við Vallalíð." Hetta uppskot fekk bert tríggjar atkvøður fyri og sjey ímóti. VIÐMERKINGAR Ísrael og »stolna« land teirra Álit - heldur enn eftirlit ??? Kommunan og Vallalíð C M Y K 13 12