Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 11. februar 2003 15 Tann 29. januar 2003 vórðu heiðurstekin handaði til tveir persónar hjá Færøer- nes Kommando. Báðir fingu teir heiðurstekin fyri góða og trúgva tænastu í 25 ár. Stjórin fyri Færøernes Kommando, Jan Leisborch kommandørur, fekk heið- urstekin fyri "god tjeneste ved søetaten". Heiðurs- teknið bleiv handað undir einum hátíðarhaldi av Birgit Kleis, ríkisumboðs- manni í Føroyum. Bjarne Brink Henriksen seniorsersjantur, Tórshavn, fekk handað heiðurstekin fyri "god tjeneste ved sø- etaten". Heiðursteknið bleiv handað undir einum hátíðarhaldi hjá Færøernes Kommando av stjóranum, Jan Leisborch komman- døri. Hesi heiðurstekin, sum fyrstu ferð vórðu handaði 29. januar 1801, verða givin teimum sum eru "ansatte í søetaten eller orlogsværftet for 25 års god tjeneste ved søetaten". Til føroyingar í útlandinum Sum tit hava lagt til merkis er Sosialurin nú miðvíst farin at gera meira burtur úr navnatilfari, nakað, sum tit eru so von við í útlendskum bløðum við t.d. teigum í donskum bløðum sum "Dagens Navne", "Om navne" osfr. Sosialurin vil við teiginum "Nøvn í vikuni" fegin hava tykkum øll, sum halda blaðið ella keypa tað at senda til okkara "tips", tá tað er onkur í tykkara umhvørvi, í familjuni, á arbeiðs- plássinum, í grannalagnum osfr., sum hevur onkran merkisdag. Fyllið út lepan á hesi síðuni ella farið inn á okkara heimasíðu www.sosialurin.fo og fyllið út lepan har og sendið hann til okkara.( Hann er við at verða gjørdur klárur) So taka vit okkum av restini. Men tit eru so eisini vælkomin at hjálpa okkum meira við arbeiðinum við t.d. at senda okkum upplýsingar og mynd. Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo NØVN Í VIKUNI Yvirmenn hjá Færøernes Kommando heiðraðir Her er tað Bjarne Brink Henriksen seniorsersjantur t.h., ið fær handað heiðursteknið av stjóranum fyri Færøernes Kom- mando, Jan Leisborch kommandøri Í dag, 11. februar, verður Hannefía Næs í Havn 80 ár. Hannefía er fødd og upp- vaksin á Kirkju á Fugl- oynni. Hon kom sum ung til Havnar at tæna. Eitt skifti arbeiddi hon á "St. Lucas Stiftelsen" hospital- inum í Keypmannhavn. Í 1952 giftist hon við Rikard Næs (1913-1995) úr Havn. Saman fingu tey 5 børn. Hóast Hannefía sum ung flutti heimanáfrá, er hon sera góð heimbygd sína. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Niðaru- gøtu 12 í Hoyvík í dag frá kl. 13-16. Hannefía Næs 80 ár 15 14 Nr. 28 - 11. februar 2003 Føroyingar, sum doypa børn síni í Danmark, fáa ikki loyvi at brúka ser- føroysk nøvn, eins og til dømis íslendingar sleppa við sínum nøvnum. Grundin er, at tá føroyingar fingu nýggja navnalóggávu, varð eingin sínamill- um avtala um fólka- nøvn gjørd millum føroyingar og danir. Tó tulka danskir myndugleikar nú lógina linari enn fyrr NAVNALÓG Edvard Joensen Føroyingar sleppa ikki at doypa børn síni føroysk nøvn í Danmark. Ikki tí, at danir ella danskar lógir lógir hava nakað i móti tí sum so, men tí at føroyskir myndugleikar onga serav- talu hava gjørt við danir um málið, tá vit fingu nýggja navnalóg í fjør. Eini ung føroysk hjún, sum í farnu viku skuldu skriva barn sítt inn í danskari kirkju, fingu at vita, at barnið sleppur ikki at eita tað navnið, tey høvdu ætlað tí. Navnið var føroyskt dreingjanavn, við bókstavinum »ó« uppií. Umframt skuldi drongurin eita farðirnavnið, sum hev- ur sama bókstav, sum mill- umnavn. Men tað bar ikki til, segði deknurin, sum skriva skuldi. Hann mælti teimum til at doypa barnið í Før- oyum, men so máttu tey tó rokna við, at navnið varð broytt, tá tey komu niður- aftur. Tí siga bæði Løgmála- ráðið og Føroya biskupur, at talan má vera um ókunnleika hjá teimum donsku myndugleikunum, sum hava verið uppi í hes- um ávísa málinum. Møguligt við gjaldi Ólavur Jógvansson á Grót- heyggi sleppur stutt og greitt ikki at vera til, tá hann sum sjey mánaðar gamal kemur aftur til Dan- markar, eftir at foreldrini hava verið í Føroyum í barnsburðarfarloyvi. Tá tey koma niðuraftur, og drong- urin skal skrivast í danska kirkjubók, verður galið. – Desværre bliver við nødt til at forandere navnet til for eksempel Olaf Sten- høj, fer deknurin at siga, tá foreldrini fara at skriva unga alvan inn. Ella fara tey at fáa at vita, at eftir sum abbin nú eitur Hansen til eftirnavn, kann barnið eisini sleppa at eita Olaf Hansen í Danmark, hóast hann í Føroyum er doyptur Ólavur Jógvansson á Grót- heyggi. Tó er enn ein møguleiki, sigur deknurin. Hann er, at umsókn verður send stats- amtinum um »navnafor- andring ved navnebevis«. Um barnið er yngri enn hálvt ár, kann undan-taks- loyvi gevast til at eita hetta góða føroyska navn. Men roknast skal við, at av- greiðslutíðin er einar tríggjar til fimm mánaðar. Og so kann væl henda, um umsóknin ikki er send, samstundis, sum barnið er føtt, at so mikið er útliðið, at barnið er vorðið eldri enn hálvt ár, áðrenn umsóknin verður avgreidd. Tá er so kortini ein møguleiki eftir, sambært sama dekni og Statsamtet. Og tað er at gjalda 3.000,- krónur fyri at fáa loyvi at kalla barnið tað navn, tað av presti er doypt í Føroyum. Men her haltar kortini við upplýsingunum, siga Løgmálaráðið og biskupur. Politiskar orsøkir Grundin til verandi støðuna er politisk, sigur Bárður Larsen, sum umsitir navna- lóggávu á Løgmálráðnum. Danir hava gjørt avtalur um fólkanøvn við millum onnur ymsu Norðanlond- ini. Men Føroyar sleppa ikki upp í part, tí Føroyar eru ikki sjalvstøðugt land. Tað krevst nevniliga, um sínamillum avtala skal gerast á økinum, sigur Bárður Larsen. Kortini sigur hann, at danir eru farnir at slaka eitt sindur í sínum tulkingum av málinum. Eitt nú kunnu føroyingar, sum eru lesandi í Danmark, roknast sum fyribils bú- sitandi í landinum, og á tann hátt sleppa undan regl- unum, soleiðis at teir kunnu brúka føroysk nøvn til børn, sum fødd verða í hes- um tíðarskeiðnum í Dan- mark. Men ymiskt er, sum bendir á, sigur Bárður Larsen, at hesi boð ikki allastaðni eru komin fram til rætta viðkomandi. Bispur hevur svarið Men Hans Jacob Joensen, biskupur, er ikki í iva um, at føroyska navnalóggávan er galdandi, tá talan er um føroyingar, sum eru fyribils búsitandi í Danmark. Tað eru fólk undir útbúgving, í fyribils arbeiðsørindum ella sum á annan hátt eru stødd í Danmark eina tíð. Tey kunnu til einahvørja tíð brúka føroysk nøvn til síni børn. Einasta krav er, sigur biskupur, at børnini verða doypt í Føroyum. Føroya biskupur hevur spurt seg fyri hjá danska CivilRetsDirektoratet um málið. Og CivilRetsDirek- toratet er rættiliga liberalt í síni tulking, sigur Hans Jacob Joensen. Í skrivi til Føroya biskup sigur CivilRetsDirekto- ratet, at tað, sum er skrásett hjá fólkayvirlitinum, sum so ikki er avgerandi fyri, um persónurin er fastbúgv- andi í Danmark ella ikki. Tað velst um eina persón- liga tulking av, hvussu leingi viðkomandi verður búgvandi. Tað vil siga, at eitt nú føroyingar, sum hava fingið fastan bústað, eiga ogn, ella hava fast starv í Danmark, verða roknaðir sum danir, og sostatt koma undir danska navnalóggávu. Til dømis er eingin ivi um, at ein føroyskur prestur í Jyllandi, sum doypir eitt av sínum egnu børnum, má kalla drongin David og ikki Dávur. Men tann føroyski les- andi í Keypmannahavn, sum fer til Føroya at doypa sonin »Ólavur Jógvansson á Grótheyggi«, hevur fullan rætt at lata hann eita so, tá tey koma niður aftur at gera útbúgvingina hjá foreldr- unum lidna. Treytað av, at ætlanin er at flyta heim- aftur, eftir lokna lestrartíð, sigur Hans Jacob Joensen, sum fær viðhald í skrivin- um frá CivilRetsDirekto- ratet. – Tey skulu als ikki broyta navnaseðilin og so avgjørt ikki gjalda nakað sum helst, sigur biskupur. Føroyingar við navna- trupulleikum í Danmark - Ólavur Jógvansson á Grótheyggi. Soleiðis eitur tú í dag, og tá tú aftur flytir við foreldrum tínum til Danmarkar at búgva í nøkur ár C M Y K 14