týsdagur 11. februar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
16
Nr. 28 - 11. februar 2003
Leygardagin var
fundur í býráðshøll-
ini í Klaksvík, har
danin, Jørn Stryhn
Rasmussen, greiddi
vinnulívsmonnum í
Norðoyggjum frá um
samstarvsverkætlanir.
- Skulu vit gera okk-
um vónir um at verða
við í kappingini, tá
farið verður undir eitt
nú arbeiðið við Norð-
oyatunnlinum, er
neyðugt hjá veitarum
her norðuri at ar-
beiða saman, sigur
Rani Nolsøe, menn-
ingarstjóri
KAPPINGARFØRI
Rúna Sivertsen
Klaksvík: Hvussu kann
vinnulívið í Norðoyggjum
mennast og gera seg gald-
andi, tá arbeiðið við Norð-
oyatunnlinum ella øðrum
stórum verkætlanum fer í
gongd. Hetta var evnið á
fundinum í býráðshøllini
leygardagin.
Danin, Jørn Stryhn Ras-
mussen, sum sjálvur eigur
tríggjar maskinverkstaðir,
greiddi frá, hvussu neyðugt
samstarv er, skulu fyritøk-
urnar her hava nakran
møguleika at koma uppá
tal, tá útbjóðast skal.
- Fyri at tryggja okkum,
at aðrir ikki taka arbeiðið
frá okkum, verða vit noydd
at ganga nýggjar leiðir. Ar-
beiða vit ikki saman, koma
vit at standa á síðulinjuni
og hyggja at, sigur Rani
Nolsøe, menningarstjóri.
Hann sigur, at smáar fyri-
tøkur ongan kjans hava at
koma uppá tal, tá ein so stór
verkætlan fer í gongd, sum
t.d. Norðoyatunnilin.
- Her eru eini 10-12 last-
bilaeigarar. Tað verður vón-
leyst hjá teimum at bjóða
upp á arbeiði hvør sær. Teir
verða noyddir at taka seg
saman í felag og syrja fyri
at hava ein ábyrgdara, sum
verður eitt slag av penna-
førara fyri teir allar, vísir
Rani á.
Hann sigur, at tað er
óhugsandi, at tey, ið standa
fyri eini stórari verkætlan,
fara at ringja til ein og ein
lastbilaførara. Hetta sama
er galdandi, tá vit tosa um
el-veitarafyritøkur, maskin-
verkstaðir o.o., sum kunnu
verða við í kappingini um
arbeiðið.
Nýhugsan neyðug
Rani sigur, at tað verður ein
stór avbjóðing fyri fyrtøk-
urnar í Norðoyggjum at
fara undir felags útbjóð-
ingar.
- Hetta eru jú fyritøkur,
sum vanliga eru kappingar-
neytar. Tær
verða
nú
noyddar at arbeiða saman.
Tað krevur nýhugsan, dirvi
og álit, vísir hann á.
- Fundurin leygardagin
var væleydnaður. Eg vænti
heilt avgjørt, at ítøkilig
úrslit fara at spyrjast burt-
urúr, til frama fyri vinnu-
lívið her norðuri, sigur
Rani Nolsøe at enda við
Sosialin.
Millum
fundarfólkið,
eini 20 í tali, vóru el-veit-
arar,
maskinverkstaðir,
blikksmiðir og lastbilaeig-
arar.
Vinnulívið í Klaksvík upp í part
- Tað er nú, vit mugu byrja at fyrireika okkum, bæði til arbeiðið við Norðoyatunnlinum og øðrum stórum verkætlanum. Fasta sambandið um Leirvíksfjørð fer at
geva okkum heilt aðrar fyrtreytir at arbeiða undir við veldugum møguleikum. Skulu smáu fyrtøkurnar hava nakran kjans, mugu tær arbeiða saman, sigur Rani
Nolsøe, menningarstjóri
Mynd Rani Nolsøe
Jørn Stryhn Rasmussen greiddi á fundi í býráðshøllini í Klaksvík frá, hvussu smáar fyritøkur
eisini kunnu verða við í stórum verkætlanum. Jørn er dani og eigur sjálvur tríggjar
maskinverkstaðir. Í nógv ár hevur hann samstarvað við aðrar fyritøkur um at bjóða uppá
arbeiði
Mynd Rani Nolsøe
Landsliðsleikarin fór
sunnudagin til Dan-
markar, har hann í
eina lítla viku skal
kunna seg við um-
støðurnar í OB
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein av teimum leikarum,
sum fleiri ferðir er settur í
samband
við
útlendsk
feløg, uttan at úrslit er
komið burturúr, er Jákup á
Borg. Serstakliga hevur
áhugin verið stórur eftir
góðu avrikini móti Skot-
landi og Týsklandi í heyst,
men ein skaði í lærkrik-
anum hevur tó argað so-
mikið nógv, at talan hevur
verið millum lítlan og
ongan fótbóltsaktivitet.
Leygardagin visti heima-
síðan hjá danska superligu-
felagnum, OB, tó at siga, at
felagið komandi vikuna
skal hava B36 leikaran til
royndarvenjing.
Leygarkvøldið vórðu tíð-
indini um leikaraskiftið eis-
ini váttað av bæði leikarun-
um sjálvum og umboðs-
manni hansara, Jákup í
Stórustovu, men hvørgin
teirra var tó serliga nógv
fyri at tosa stórvegis um
skiftið.
Veruligur áhugi
Tað er tó einki at ivast í, at
talan er um reellan áhuga
frá danska felagnum.
Ein skaddur leikari er í
øllum førum ikki tann, sum
kann prógva tað stóra undir
venjingunum, og Jákup á
Borg váttaði eisini, at hann
fyrst og fremst er boðin til
Odense at kunna seg um
umstøðurnar í felagnum.
- Vit hava tosað saman í
eina tíð, og nú hava teir so
boðið mær niður at hyggja
at umstøðunum. Akkurát
hvussu skjótt tað kann
ganga við hesum, dugi eg
als ikki at siga, men tað er
púra greitt, at fái eg eitt gott
tilboð, so fari eg avstað, var
einasta viðmerkingin, sum
Jákup á Borg hevði undan
fráferðini.
Sjálvur roknaði Jákup
heldur ikki við, at hann fer
at venja stórvegis við felag-
num
hesar
dagarnar.
Fríggjadagin skal hann við
landsliðnum á venjingar-
legu í Spania, og tá danski
flytingargluggin fer aftur
um mánaðarskiftið, er hetta
helst einasti møguleikin hjá
pørtunum at kunna seg um
hvønn annan, um talan skal
gerast um skifti í hesum
kappingarárinum.
Nr. 28 • týsdagur • 11. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Jógvan Krosslá
hevði ilt við at
goyma tárini, tá tað
var ein staðfesting,
at steypið hjá
kvinnunum loksins
skuldi eina ferð til
Vágs
STEYPAVINNARAR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
tað var ein bæði fegin og
rørdu
borgarstjóri
í
Vági, sum hugdi at, tá
VB fekk handað heið-
ursmerkini.
Standandi mest sum
fyri seg sjálvan mitt á
vøllinum, hevði hann ilt
við at krógva gleðina, og
neyvan
mundi
hann
sansa øllum teimum,
sum tóku í hondina, og
ynskstu tillukku.
Eigur sín part
Nú er Jógvan ikki bara
borgarstjóri
í
Vági.
Hann eigur so sanniliga
eisini sín lut í VB lið-
num, har hann hevur
bæði døtrar og abbadótt-
ur, og mín sann um
langabbasonurin
ikki
eisini var við á pallinum,
tá steypið varð handað.
Mitt í øllum hurlivas-
anum royndi vit at fáa at
vita, hvussu løtan kend-
ist, men tað var ikki bara
sum at siga tað, nú orð
skuldu setast á.
- Eg veit ikki. Eg havi
ilt við at siga, hvussu eg
kenni tað, men tað skal
eingin ivi vera um, at eg
eri bæði fegin og errin.
Um sjálvan dystin helt
Jógvan annars, at tann
seinasta løtan var sera
tung hjá sær at koma
ígjøgnum.
- Tað var ræðuligt. Eg
ivaðist ikki í, at fóru vit
fyrst afturum, so var alt
liðugt, men tað gekk
tíbetur. Fyrst og fremst tí
verjan alla tíðina riggaði
sera væl, og so fingu tær
eisini eina fantastiska
byrjan. Tað var nokk
fyrst og fremst tað, sum
gjørdi, at sigurin kom
heim.
Tá
steyp
soleiðis
verða vunnin, er vanligt,
at okkurt verður fyri-
skipað. Sum borgarstjóri
mundi Jógvan Krosslá
eisini hava eitt orð at
siga her, og tó at alt var
so feskt, so ivaðist hann
ikki í, at okkurt fór at
verða.
- Tað rokni eg bara
við. Okkurt tiltakið skal
nokk fyriskipast, soleðis
at vit fáa heiðrað teim-
um, segði borgarstjórin
at enda, áðrenn eyguni
aftur vórðu fest móti
pallinum, har steypa-
handanin fór fram.
Tá kvinnuliðið hjá VB
kom til Vágs leygar-
kvøldið, eftir at hava
vunnið steypafinal-
una, høvdu viðhalds-
fólk skipað fyri
stórari móttøku
ÍTRÓTTUR
Dagfinn Olsen
Kvinnuhondbóltsliðið hjá
VB
vann
leygardagin
steypafinaluna í spennandi
dysti ímóti VÍF í høllini á
Hálsi í Havn. Tá liðið kom
til Vágs nakað eftir klokan
23 leygarkvøldið, var stór
móttøka.
Fýrverk
varð
skotið og í VB húsinum var
móttøka. Lagið var gott og
viðhaldsfólk høvdu skipað
fyri, so smurt breyð var at
fáa og liðið varð heiðrað
við lukkuynskjum, blómum
og røðum.
Í róminum kom fram, at
tað ikki er ein fremmand
hugsan hjá VB leikarum og
fyriskiparum, at føroya-
meistaraheitið eisini skal til
Vágs.
Eftir móttøkuna var dans-
ur.
Veitskurómur í VB-húsinum.
VB kvinnuhondbóltsliðið
verður fagnað
Mynd: D. Olsen
Rørdur
borgarstjóri
Stórfingin móttøka fyri VB steypavinnarunum
Jákup er í Odense
Jákup á Borg er í hesum døgum í Odense, har hann kunnar seg um umstøðurnar í superligu-
felagnum, men enn er helst ov tíðliga at siga, hvørt nakar sáttmáli spyrst burturúr
C
M
Y
K
16