Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 11. februar 2003 19 Talvið hesa vikuna Kasparov — Deep Junior 3-3 Í seinasta talvteigi frættist, at støðan millum heimsins besta telvara nakrantíð og heimsins bestu talvteldu, var 2-2. Og í farnu viku blivu seinastu tvey talvini leikt í hesum sera áhugaverda dysti. Fimta og sætta talv endaðu við javnleiki, og tískil bleiv støðan 3-3, sum nokk skal tulkast sum eitt lítil niðurtúrur fyri menniskja. Tá Kramnik í oktober leikti 4-4 ímóti Deep Fritz, vónaðu flest øll at Kasparov fór at tæna menniskjanum betri og vinna á tøknini. Men tá tveir teir sterkastu telvararnir í heiminum ikki megnað at knekka køldu talvteldunum, hvør kann so? Møguliga átti indarin Anand at fingið kjansin, men flestu serkønu meta ikki nakran hava betri møguleikar enn júst Kasparov og Kramnik. Dysturin í New York vakti stóran ans. Allir miðlar fylgdu væl við Kasparov og hansara roynd at knekka telduna. Ikki minst vórðu internetheimasíðurnar væl vitjaðar, við milliónum av vitjandi til hvørt talvið. Í eftirmetingini av dystinum, segði Kasparov eitt nú, heldur eyðmjúkur, at vit menniskju lítlar møgu- leikar hava at basa tøknini. Troyttleiki spælur stóran leiklut, eins og trýst kann niðurseta møguleikar at hugsað nágreiniliga. Tað er eitt serligt trýst á einum at leika móti teldum, segði ein skuffaður Kasparov eftir sætta og seinasta talvið. Hansara mál undan sætta talvinum var ikki at tapa, sum hevði viðført eitt líknandi tap sum í 1997, tá Deep Blue avgjørdi dystin teirra millum í júst sætta talvinum og vann 3,5 — 2,5. Hann var tí nøgdur við javnleik, hóast hann hevði betri støðu. At kalla í øllum seks talvunum hevði Kasparov byrjanarfyrimun, men lykilin er at umseta tað til stig, og sum Kasparov sjálvur sigur, er hetta sera torført móti millimetra-presisum telduútrokningum. Í fimta talvinum loypti Deep Junior hvøkk á Kasparov og áskoðarar kring heimin, tá teldan offraði bisp longu í 10 leiki. Í fyrstani gjørdu flest øll gjøldur burturúr offrinum, men nakrir leikir seinni endaði talvið javnt, tá Kasparov ikki metti seg verða føran fyri at verja seg, um hann rann undan við konginum. Allarhelst ein røtt avgerð, bleiv mett eftir talvið. Her er nevnda talvið: Kasparov,G (2847) - Deep Junior FIDE Man vs Machine WCh New York (5), 05.02.2003 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.e3 (tann tryggi varianturin í Nimzoindiskum) 4...0—0 5.Bd3 d5 6.cxd5 exd5 7.Rige2 Re8 8.0—0 Bd6 9.a3 (Kasparov leikar varið her. Hann hevur ætlanir um f3, e4, men vil fyrst útviklað seg frúgvamegni) 9...c6 10.Fc2 Bxh2+! (óvæntað at ein telda ger slíkt. Offrar fyri gott spæl. Hetta er eitt tekin um at talvteldur rættiliga verða útviklaðar á ein menniskjaligan hátt) 11.Kxh2 Rig4+ 12.Kg3 (Kg1? Fh4) 12...Fg5 13.f4 Fh5 14.Bd2 (rókasamband og besti leikur) 14...Fh2+ 15.Kf3 Fh4 (og kasparov fór nú nærum í koma. Hugsaði 1/2 tíma og valdi at "baila" út) 16.Bxh7+ [Kasparov hugsaði um hesar møguleikar hjá svørtum: 16.g3 Fh2 (16...Rih2+ 17.Kf2 Rig4+ 18.Ke1 Fh3) 17.f5 h5. báðir variantar eru torførir at telva ímóti. Í øllum førum vildi Kasparov ikki fara út í slíkar støður] 16...Kh8! (frúgvaavbýti hevði verið betri fyri hvítan) 17.Rig3 Rih2+ 18.Kf2 Rig4+ [18...Nxf1? 19.Rxf1 Fxh7 20.Rh1] 19.Kf3 Nh2+ remis Júst sum klaksvík- ingar tyktist at vera á sigurskós, glapp fyrsta plássið teimum úr hondum eftir skrædl móti havnar- monnum. Bert eitt umfar er eftir at leika TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Aftur nú kom vend í topp- inum í 1. deild. Sera óvænt- að. Fimmfaldaði føroya- meistarin Heini Olsen er heima í Føroyum í hesum døgum, og leikti tí við í dystinum móti havnar- monnum. Oddaliðið hevði tí allar møguleikar at renna frá hinum liðunum við hesum sterka liðnum á pappírinum; Heini Olsen, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas M. Anthoniussen. Martin Poulsen var aftur á havnarliðnum og hetta gjørdi góðan mun. Hann leikti remis móti Heina, meðan hinir tríggir havnar- mennirnir vunnu síni talv. Olaf Berg hevði eitt skifti í liðkappingini eitt stig av fimm, men eftir góða sigurin á Ólavur sunnudag- in, hevur hann nú fimm av níggju. Sterkt komið aftur av 16 ára gamla evnaríka telvaranum. Rani vil helst skjótt gloyma hesa liðkapping. Móti Herluf hevði hann góða støðu, men tíverri fyri hann leikti hann skeivt og tapti. Haldur Suni Johansen vann eitt drúgvt talv á Tummas Martin á fjórða borði. Eitt óvæntað úrslit, sum merkir at støðan í toppinum aftur broyttist. Liðini í 1. deild hava til felags at verða óstøðug. Jens Kristian tapti John Jacobsen úr Vest- manna gjørdi tað sum eing- in higartil hevði megnað, nevnliga at vinna á Jens Kristian Hansen. Tofta- maðurin hevði 7,5 av 8 undan dystinum móti vest- menningum. Dystin vunnu vestmenn- ingar, heldur óvæntað, 2,5 - 1,5. Liðið flytur niður í 2. deild, men vilja allarhelst enda kappingina við manér og fella við æru. Í Hvalvík var - sum í Havn - toppdystur. Koll- firðingar vóru á vitjan og vunnu 3-1. Hetta merkir at teir saman við klaksvíking- um og toftamonnum røkja annað pláss, eitt sitg aftan fyri havnarmenn. Hvalvík- ingar eru nú hálvttriðja stig frá toppinum, men kunnu teoretiskt (kundi kanska sagt realistiskt um vit hugsa um merkisverdu gongdina í ár) enn vinna FM, um teir fáa fulla úr- tøku móti vestmenningum og hini úrslitini lagað seg. Sí støðuna í blaðnum í dag. Hvør vinnur? Klaksvíkingar hava hóast tapið í vikuskiftinum, góð- an møguleika. Teir hitta botnliðið úr Vestmanna, meðan havnarmenn hava torføran dyst móti koll- firðingum. Spennandi verður í øllum førum. Toftamenn kunnu eisini gera sær dælt av, at havnar- menn kanska fara at lata nøkur stig móti kollfirð- ingum. Seinasta umfar verður leygardagin 22. februar, og verða tá dystirnir hesir: KT - HT TT - TFS KTF - VT Hans Kristian vann HT- Open Tað blivu teir tríggir, Hans Kristian Simonsen, Olaf Berg og Ólavur Sim- onsen ið, sum framanundan væntað, myndaðu toppin í jubileumskappingini í Havnar Telvingarfelag. Hans Kristian varð rættiliga suvirenur og vann øll síni talv, harav sjálvsagt eisini móti Ólavur og Olaf. Millum teir tjúgu luttak- ararnar, royndu heilt nógvir unglingar seg. Helgi D. Ziska, sonur Andrias Ziska, og Margeir Berg, beiggi Olaf Berg, endaðu báðir á einum flottum deildum fjórða plássi. Toppurin Hans K. Simonsen 9,0/9,0 Olaf Berg 7,5 Ólavur Simonsen 7,0 Herluf Hansen 5,0 Andrias Ziska 5,0 Súni Ziska 5,0 Helgi D. Ziska 5,0 Margeir Berg 5,0 1. deild 9. umfar Heima Úti Úrslit HT KTF 3,5-0,5 Martin Poulsen Heini Olsen 0,5-0,5 Olaf Berg Ólavur Simonsen 1-0 Herluf Hansen Rani Nolsøe 1-0 Haldur Suni Johansen Tummas M. Anthoniussen 1-0 VT TT 2,5-1,5 John Rødgaard Bogi Ziska 1-0 John Jacobsen Jens Christian Hansen 1-0 Jákup á R. Andreasen Wensil Højgaard 0,5-0,5 Niels O. Durhuus Helgi Joensen 0-1 TFS KT 1-3 Martin Brekká Hans Kristian Simonsen 0-1 Finnbjørn Zachariassen Torbjørn Thomsen 0-1 Bergur Magnussen Eyðálvur Johannesen 1-0 Gunnar Joensen Grettir Djurhuus 0-1 Undan seinasta umfar Lið Stig 1. HT 20,5 2. KTF 19,5 3. TT 19,5 4. KT 19,5 5. TFS 18,0 6. VT 11,0 HT 2 RT 1,5-2,5 KTF 2 ST 2-2 HT 3 VT 2 0,5-3,5 Støðan í 2. deild Lið Stig 1. ST 26,0 2. RT 21,0 3. KTF 2 19,0 4. HT 2 15,5 5. VT 2 15,5 6. HT 3 11,0 Oddaliðið fekk harða viðferð Hans Kristian Simonsen gjørdist vinnari av jubileumskappingini hjá Havnar Telvingarfelag 19 18 Nr. 28 - 11. februar 2003 Alis Høghamar iðraði seg um av- rikið hjá VÍF í fyrra hálvleiki, sum hon helt kostaði teim- um steypafinaluna leygardagin SILVURMERKIÐ Jákup Mørk Í síni seianastu steypa- finalu mátti Alis Høg- hamar ásanna, at hon og liðfelagarnir úr VÍF gjørdust akkurát ov stuttar, tá samanumkom. VB var yvir ein kamb stinnara liðið, og tó at VÍF gjørdi eina seinastu roynd, so megnaðu tær akkurát ikki at toga seg upp á javnleikin, sum hevði givið longda leik- tíð. - Ja, høvdu vit megn- að tað, so ivist eg ikki í, at vit høvdu vunnið, men tað kann so gera tað sama. Vit fingu ikki spælið at koyra í fyrra hálvleiki, og tað kostaði okkum dystin, helt hon. Álopið koyrdi ikki Sum kunnugt, so spældu júst VB og VÍF eisini fyri viku síðani. Ein dyst, sum VB vann stórt, men hóast nakrir para- lellar kundu dragast millum hesar báðar upp- gerðirnar, so helt Alis ikki, at hetta hevði havt nakran týdning. - Sjálv haldi eg í øllum førum ikki, at tað hevði nakað at siga. Men tað var bara so, at vit fingu ikki álopið at koyra. Í steðginum broyttu vit sum so einki, men tosaðu enn einaferð um tær avtalur, sum vit høvdu gjørt undan dyst- inum, og spakuliga fór tað so at ganga rætta vegin. Hetta vísti seg tó at vera ov spakuligt, og úrslitið gjørdist, at VÍF fyri fyrstu ferð í trý ár mátti taka til takkar við silvurmerkjum. Nakað sum eisini tykist vera ávegis í landskapping- ini, men her heldur Alis ikki, at alt er mist. - Vit eru samstundis væl við í kappingini, so nú ræður um hjá okkum at arbeiða víðari. Fyrst og fremst mugu vit rætta mistøkini, sum eru framd í seinastu dystun- um, men alt í alt haldi eg meg kunna siga, at eg síggi fram til, at vit fara at reisa okkum, segði Alis Høghamar at enda. Í ítrótti er tað nú einaferð soleiðis, at tú ert ikki glaður serliga leingi í senn. Vit verða framhaldandi noydd at stríðast fyri FM, helt VB venjarin í løtunum eftir, at steypasigurin var tryggjaður STEYPAVINNARI Jákup Mørk Einki er at ivast í, at tað stóð nógv á hjá VB-venj- aranum, Aivaras Daugis, seinastu minuttirnar av steypafinaluni. Eftir dystin var hann eisini skjótur út úr skiftirúminum, har leikar- arnir feiraðu steypasigurin, tí nú ráddi um at fáa eina sigarett, soleiðis at nervar- nir kundu koma nøkun lunda upp á pláss aftur. Fær ikki gjørt nógv Meðan alt soleiðis spaku- liga kom upp á pláss aftur í høvdinum, spurdu vit Ai- varas, hvussu tað kendist at sita á beinkinum, tá so- mikið nógv stóð á leikar- unum. Og ikki minst, hvør hansara leiklutur í hesum er. - Satt at siga, so veit eg ikki, um tað er gjørligt at greiða frá, hvussu mann hevur tað. Sum venjari er eisini avmarkað, hvat tú kanst gera í slíkum støðum. Tú kanst royna at tosa við leikararnar, og biðja tær renna her og har, men yvir høvur er okkara leiklutur ógvuliga lítil, tá somikið nógv stendur á. Tá eru tað leikararnir, sum mugu gera arbeiðið, og tað gjørdu tær tíbetur. - Skal eg vera heilt erlig- ur, so var eg at enda eisini bangin fyri, at nú fór tað ikki at ganga. Tað vóru jú fleiri støður, har vit við einum einstakum máli kundu avgjørt dystin, men hvørja ferð kom VÍF aftur í dystin, men nærri enn tí eina málinum komu tær so ikki. Júst hetta, at VB megnaði at halda fast um eina leiðslu, tykist vera størsti munurin á liðnum í ár, og so tey tvey-trý seinastu árini. Tað er sum um leik- ararnir í ár duga betri at halda høvdið kalt, tá mest stendur á, og tað eru eisini fleiri, sum tilskriva Aivaras Daugis størsta heiðurin fyri hetta. Sjálvur tykist venjarin tó ikki at vera serliga nógv fyri at taka sær heiðurin fyri hetta. - Tað haldi eg ikki, at eg skal góðskrivast fyri. Tað er nokk meira eitt úrslit av teimum roydnunum, sum leikararnir fáa, so hvørt tær gerast eldri. Mín uppgáva er fyrst og fremst at fyri- reika leikararnar so væl sum gjørligt til hvønn dyst, ljóðar lítillætna svarið. FM bíðar Eitt er steypasigurin. Ann- að er FM-stríðið, har VB framvegis hevur ein sera aktivan leiklut. Tá tosið fellur inn á hetta, er eisini skjótt, at venjarin hevur hug at skúgva júst vunna sigurin til viks. Ikki soleiðis, at gleðin ikki framvegis var intakt, men heldur í eini ásannan av, at enn eru stór mál fyri framman. - Nú skulu vit sjávlandi feirað hendan sigurin í kvøld, men tað verður so ikki til meira enn tað. Í ítrótti er tað nú einaferð soleiðis, at tú ert ikki glaður serliga leingi í senn. Vit verða framhaldandi noydd at stríðast fyri FM, so mín uppgáva verður kanska fyrst og fremst at fáa leikararnar niður aftur á jørðina, segði ein nú róligur venjari at enda. Eyðbritt Krosslá fegn- aðist um sigurin, sum hon sjálv helt var úrslit av, at VB alla tíðina trúi upp á møguleikan STEYPAVINNARI Jákup Mørk - Trúgva tit okkum nú? Okur hava alla tíðina sagt, at VB verður fremst í ár, og nú mugu tit geva okkum rætt. Eyðbritt Krosslá var sjálvandi ovurfegin, tá steypasigurin hjá VB var veruleiki. Sum ein av avgjørdu veteranunum í føroyskum kvinnuhond- bólti hevur hon roynt tað mesta. Eisini at vera steypavinnari, men enn hevur hon ikki verið før- oyameistari, men ætlar hon sær at fáa við, áðrenn hond- bóltskarrieran verður skúgvað til viks. Í øllum førum vildi hon ikki tosa um at gevast, tá vit eftir dystin spurdu hana, um dystuirin leygardagin eins og hjá Alis Høghamar skuldi verða hennara sein- asta steypafinala. - Tað veit eg ikki. Um vit verða meistarar, so gevist eg, men annars noyðist eg nokk at taka eitt tørn afturat, helt hon fyri. Hildu fast Um sjálvan dystin helt Eyðbritt annars avgjørd, at tað uttan stórvegis hóvasták var byrjanin, sum vissaði teimum sigurin. Eina viku undan hesum hevði VB vunnið trygt á VÍF, og veteranurin á lið- num helt eisini, at hetta mundi hava gjørt sína ávirkan. - Tað at tað gekk soleiðis í Vági gjørdi í øllum førum, at vit trúðu upp á sigurin. Og vit fingu eisini eina framúr byrjan. Tað var bara, sum um alt riggaði, so sjálvt um tað gjørdist hart móti endanum, so hildu vit alla tíðina fast. Komu ov seint ígongd Trúðu upp á tað Nú mugu tit geva okkum rætt, helt Eyðbritt fyri, tá sigurin móti VÍF endiliga var vísur. Og rætt skal vera rætt. Eftir steypasigurin má VB í øllum førum metast sum fremsti FM-biðilin hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen Fekk einki gjørt - Tað vóru jú fleiri støður, har vit við einum einstakum máli kundu avgjørt dystin, men hvørja ferð kom VÍF aftur í dystin, helt VB- venjarin um seinasta korterið ella so av steypafinaluni Mynd: Álvur Haraldsen - Álopið hjá okkum koyrdi ikki í fyrra hálvleiki, og tað er fyrst og fremst tað, sum kostaði okkum dystin helt Alis Høghamar eftir sína seinastu steypafinalu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18